Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. januar 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 9 - 14. januar 2005 11 Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Nevndin í Ljós- møðrafelag Føroya Tá vit nú fleiri ferðir hava hoyrt formannin í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar gjørt vart við, at fleiri sjúkrarøktarfrøðingar mugu útbúgvast í Føroy- um, tí trot fer at vera á sjúkrarøktarfrøðingum, fara vit at koma við ein- um ljósmøðrasjónarmiði viðvíkandi hesum evni. Um fleiri sjúkrarøkt- arfrøðingar skulu út- búgvast í Føroyum fara vit ikki at leggja okkum út í, tað hava vit ikki før- leika at meta um. Um hetta er metingin hjá Fe- lagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar er hetta helst so. Tað er politisk ábyrgd at heilsuverkið virkar og at nokk er av starvsfólki, men tað er samstundis eisini politisk ábyrgd, at tað tilfeingi, sum er, verður gagnnýtt á besta hátt. Tíverri mugu vit ásanna, at hetta ikki er so, tá talan er um barna- konuøkið í Føroyum. Tað er stórt arbeiðs- loysi millum ljósmøður í Føroyum. Útbúgvingin hjá ljósmøðrum fevnir um viðgonguna, føð- ingina og barsilstíðina. Hetta er jú eisini tað natúrliga arbeiðsøkið hjá ljósmøðrum. Í Før- oyum er nú á døgum so- leiðis, at ljósmøður bert arbeiða við viðgongu og føðing. Hóast ljósmøður hava ynski um og vilja til, at virka á øllum okk- ara arbeiðsøki, so sýnist hetta ikki at bera til. Á Landssjúkrahúsin- um verður bert lýst eftir sjúkrarøktarfrøðingum, tá størv skulu setast á barsilsdeildini.(seingard eildin á føðingardeildin) Ljósmøður hava ferð eftir ferð søkt hesi størv og hóast einki er at finn- ast at fakliga førleik- anum hjá ljósmøðrunum so fáa tær ikki starv á barsilsdeildini. Vit kunnu ikki annað enn geva formanninum í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar rætt, tá hon sigur, at sjúklingurin ikki kann pettast sundur men má síggjast sum ein heild. Hóast ein barnakona sum útgangsstøði ikki er sjúklingur, so eigur hon heldur ikki at verða pett- að sundur. Hetta er eisini ein av grundgevingun- um vit fleiri ferðir hava ført fram, men sum enn ikki hevur vunnið frama. Í dag er tað ljósmóð- irin sum tekur sær av konuni og barninum í viðgongutíðini og undir føðingini, men so, fáar tímar eftir føðingina er tað ein annar starvsbólk- ur sum tekur við. Í okk- ara hugaheimi er tað sjálvsagt at ljósmøður eru um konurnar og børnini í barsilstíðini eins væl og í viðgongu- tíðini og undir føðingini. Hetta er jú tað, vit eru útbúnar til og tað, sum verður gjørt í granna- londunum. Vit kunnu ikki átaka okkum størv í heima- røktini ella aðrastaðni har sjúklingar krevja røkt, men vit kunnu og vit vilja fegnar taka okk- um av røktini av barsils- kvinnum og nýføðing- um. At útbúgva nýggjar sjúkrarøktarfrøðingar, sum kunnu fara í starv á barsilsdeildini tá vit longu hava serútbúðna arbeiðsmegi tøka er spill av tilfeingi. Tíðin má nú vera komin at ljósmøður kunnu setast í størv sum tær eru útbúnar til, til gagns fyri allar partar. Viðmerkingar til grein- ina »Fleiri í útbúgving er loysnin« í Dimmalætting 06.01.2005 Kristbjørg Toftegaard Læs hesa grein, har 4 pædagog lesandi siga teirra meining, viðvíkjandi tí inn- savningararbeiði, ið fer fram í Føroym í løtuni til frama fyri teimum neyð- staddu eftir Tsunami. Hesi fýra leggja dent á, at tey hava djúpa samkenslu við teimum, sum sita eftir við ongum góðum eftir van- lukkuna og tey takað undir við teimum peninga inn- savningunum, sum fara fram í løtuni, men tey eru kritisk yvir fyri teimum fyritøkum, handlum og fe- lagsskapum, sum við ym- iskum tiltøkum eisini vilja stuðla. Tey meta, at rotin- skapur er komin í innsavn- ingina og at einkult spilt eplir eru í rúgvuni og er hetta við taka erligheitina við innsavningini burtur. Tey leggja dent á, at enda- málið við hjálpini til tey neyðstøddu má vera tað rætta. Og endamálið er tað rætta, um vit veruliga ynskja at hjálpa. Tað vil við ørðum orðum siga, at tey seta spurnartekin við hví vit geva / um hvørji motiv lyggja aftanfyri, tá vit geva. Tey nýta orðingar sum "’Sálin er vekk", "Hyste- rí", "sóla okkum í vanlukk- uni" og at vit í "vaska okk- ara hendur". Eisini seta tey spurnartekin við, hví akku- rát offrini eftir Tounami vanlukkuni? Eg eri samd við teimum í, um tað nú er neyðugt at lýsa við, hvussu nógv man hevur givið og kanska hava onkrar fyritøkur handils- ligar baktankar, men hin- vegin - kunna vit spyrja hví onnur geva???? Hvørji eru vit, ið halda okkum kunna seta spurnatekin: Hví onnur ynskja at geva? Kunna vit seta spurnartekin við, hvat motiv lyggur aftan fyri hjá øðrum, ið hava hug at geva? - Og hvør vaskar tá hendur ??? Nei eg spyrji bara?? Kanska lyggja 4 rotin eplir á Pædagogskúl- anum?? So sum eg sýggji tað, so kunna vit, eins og flestu av okkum gera, stillisliga stuðla teimum felagsskapum, sum vit hava álit á/ sum vit halda hava tað reinasta motivi. Og kunna veita stórstu trygd- ina fyri, at hjálpin kemur fram har tørvurin er størst- ur. Hvørjum skula vit hjálpa? Eg eri púra samd við teimum í, at nógv kundi veri betri her á landi. Vit hava menniskir her á landi, íð liva undir vánaligurm korum og tørva hjálp. Eingin ívi um tað. Men givið er tað, at eingin fær hjálp um tíðin skal brúkast til kjakast, hvør er verdur okkara hjálp. Her og nú eru tað milliónir av menniskj- um, ið einki eiga. Teimum tørva hjálp her og nú. Stuðla um tú kanst!!! Stuðla um tú hevur hug !!! Stuðla teimum, ið tú hevur álit á!!! - Tí saman gera vit ein mun. VIÐMERKINGAR Viðmerking til grein »Sóla okkum í sorgini« í Sosialinum 8.–9. januar Óli Mikkelsen Berghol og undirsjóvar- tunlar í hópatali vórðu um- rødd nakað herfyri. Einki tykist óført. Undirsjóvar- tunnil millum Eysturoy og Suðurstreymoy bleiv tagdur burtur í hesum sambandi, sjálvt um hann er mettur at loysa seg best at gera. Fast samband millum Eysturoy og Suðurstreymoy er mett at hava so nógva ferðslu, at íløgan kann fíggjast við bummpengum, har gjaldið er minni enn tað kostar at koyra úr Runavík um Streymin til Havnar. Tað skuldi verið upplagt, at ein so týðandi farleið varð rað- fest fremst. Hon kemur at geva nógvar nýggjar møgu- leikar, ikki minst vinnu- ligar møguleikar, og kemur at gagna øllum Føroyum. Farleið Eg loyvi mær at vísa á eina møguliga farleið millum Sandvíkar og eystara enda á Toftavatni, tí her eru fleiri fyrimunir. Her er dýpið minst, og tí verður hallið á breytini ikki so nógv. Berg- holsmunnarnir eru uttan fyri tættbygd øki og sam- band fæst í fleiri ættir. Er neyðugt við holi til luft- skifti, kann farast um onkran av flesjunum. Grót- ið, ið kemur upp, er ríkiligt til 2000 metrar flogbreyt á Skorhæddini. Kanningar til flogvøll Fyri 41 árum síðani vórðu kanningar gjørdar at finna best egnaða økið til flog- vøll í Føroyum. Úrskurður- in var, at Skorhæddin hevði allar fyrimunir. Gott 200 metrar breyt fæst lætt í útsynning/útnyrðing, og hetta passar best til høv- uðsættina hjá okkum, ið er útsynningur. Harafturat vístu vindmát- ingarnar, at Skorhæddin hevur rættiliga javnan vind. Alt til fyrimun fyri trygd- ina. Møguleiki er fyri tvør- breytum. 4000 m. breyt eftir røðini verður sjálvandi nakað dýrari, men er møgu- lig. Flogvøllur á Skorhædd- ini er so mitt í Føroyum sum til ber, og tað hevur stóran týdning, tá vit flyta feskan fisk við flogfari. Vónandi síggja lands- politikararnir týdningin av hesi ætlan og raðfesta hana frammarlaga. Stendur í botni hjá landspolitikarun- um, mega politikararnir í kommununi taka sær um reiggj og fáa arbeiðið í gongd sum skjótast. Ein skilagóð íløga má kunna fíggjast við lagaligum lánum úr peningastovnun- um. Knípur við pengum, ber til at orða við okkurt oljufelag, ogk anska geva onkran lítlan framíhjárætt. Undirsjóvartunnil og bíligan flogvøll Tórshavn 12. januar 2005 Til løgmann og landsstýrismenn S a m g o n g u f l o k k a r n i r ásanna, at støðan í Suður- oynni nú er so mikið hætt- islig, at politisk stig mugu takast, fyri at fáa virksemi aftur í oynni og harvið aftur skapa suðuroyingum ar- beiðsmøguleikar bæði innan privat og alment virk- semi. Flokkarnir meta tað ikki vera rímiligt, at virkisbygn- ingar hjá almennum grunn- um ella feløgum standa tómir, um áhugi er hjá øðr- um at keypa hesar bygn- ingar og aftur skapa virk- semi. Samgonguflokkarnar heita á Landsstýrið, um at leggja eina ítøkiliga ætlan fyri flokkarnar um at skapa grundarlag fyri javnbjóðis kappingarføri og harvið vinnumøguleikum fyri Suðuroynna. Sambandsflokkurin Javnaðarflokkurin Fólkaflokkurin Áheitan á landsstýrið um vinnumøguleikar fyri Suðuroynna Ongi bløð vegna veður Vegna veður komu bløðini til Norðoyggjar ikki fram til tíðina mikukvøldið. Ístaðin náddu tey leysasølurnar hósmorg- un og vórðu borin út til haldararnar seinna- partin hósdagin. Blaðstj.