fríggjadagur 14. januar 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 9 - 14. januar 2005
Dagurin
14. januar. Felix,
deyður umleið ár
260. Prestur í Nola,
nærhendis Napoli í
Italia. Nógvar eru
frásagnirnar
um
hansara lítillátna lív
og tær mongu undir-
gerðirnar hann út-
inti.
Navnið
merkir
eydnuríkur.
Dánjal Vang
heiðraður
Margretha drotning hevur
heiðrað
Dánjal
Vang,
lærara,
við
"for-
tjenstmedaljen i sølv".
Uni Næs, skúlastýris-
formaður, handaði Dánjal
Vang, sum hevur verið
lærari í Fuglafjarðar skúla í
40 ár, heiðursgávuna á
kommunuskrivstovuni
mikudagin 12. januar 2005.
Dánjal
Vang
verður
heiðraður fyri trúgva og
drúgva tænastu.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Góða Ingibjørg.
Tað er tungt fyri meg at skriva
minningarorð um teg, eg fati tað
ikki enn, at tú ikki longur er
ímillum okkum.
Tú ert altíð í mínum tonkum, tað
eru ikki miera enn tveir mánaðir
síðan tú var ímillum okkum í
Thabor, og tá vit høvdu basarin
tann 12. november var tú eisini har,
og 8. desember bleiv tú heimkallað,
so tað gekk skjótt fyri seg.
Ingibjørg, tú var so trúgv í
Thabor, so vit fara øll at sakna teg
har. Eisini var tú so trúgv ímóti
mær og mínum.
Tú var ein av teimum fáu nú á
døgum, sum kom inn á gólvið við
stokkum. Nú ein dagin eg var inni
hjá tær legði eg til merkis, at tú
føldi teg bangna, tí tú føldi teg ikki
væl, men heldur illa. Tá bað tú meg
biðja fyri tær. Men Gud, sum øllum
valdar, hann hevði aðra meining
við tær, tí hann vildi hava teg heim
til sín. Og vit vita tað, at har hevur
tú tað gott. Og har er lív hóast
deyða.
Takk for rósurnar á vegnum,
fyri tornar millum tær,
fyri lív við páskadegnum,
fyri Jesu fótafar!
Takk, Guð, fyri kross og krúnu,
fyri sigursæla stríð.
Fyri pláss við tína trónu,
takk, mín Guð, um alla tíð!
Hvíl í friði.
Justa
Seinasta heilsan til
Ingibjørg Eliasen
Í samband við at Birgar Johannessen í Havn savnar tilfar til eitt leksikon yvir Havnina í tíðarskeiðinum 1900-1969, var hendan myndin av konfirmantum í Havn
31. mars 1940 í Sosialinum 7. januar 2005. Við hjáp frá lesarum er nú øll nøvnini komin upp á pláss. Tey sum hava okkurt at viðmerkja eru vælkomin at seta seg
í samband við Birgar Johannessen á telefon 314647 / 273168.
Aftasta rað f.v.: Jacob Frants Olsen, Peter Arne Rein, Johan Ejler Rubeksen, Daniel Ole Wang Hansen, Ole Oliver Justinussen, Ole Peter Lave Hansen, Mouritz
Reynheim, Joen Henrik Petersen og Steingrím við Stein.
Miðraðið f.v.: Jacob Joensen provstur, Lars Aage Knudsen, Haldor Christian Christiansen, Frank Dam, John Justinussen, Ole Bjørn Viðstein, Bergtórur
Bærentsen (Sund), Hans Jacob Hansen, Kaj Hansen, Ernst Reinert, Johannes Nicolaj Rubeksen, Trygve Árting, og Niels Pauli Justinussen.
Fremra rað f.v.: Leivur Nielsen, Hjalgrímur Jacobsen (Nólsoy), Svend Karsten Simonsen (Velbastaður), Elsebeth Sofie Stephansen, Johanne M. F. Petersen
(Glyvrar), Aslaug Dam, Mildrid Dam, Anne Kathrine Højgaard, Hjørdis Thomsen (Nólsoy), Ásla Thomsen (Nólsoy), Birthe Ludvigsen, Erik Ludvigsen, og Eivind
Olsen (á Lava).
Marie Jacobine Hansen vantar á myndini.
Mynd: Føroya Fornminnissavn
Havnar leksikon:
Nøvnini á konfirmantunum komin upp á pláss