fríggjadagur 14. januar 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 9 - 14. januar 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Í gjár, hósdagin 13. januar,
fór Hjørleif Waag Høgne-
sen í Klaksvík um tey
áttati. Tað ber ongum til at
renna undan aldrinum -
heldur ikki Hjørleifi. Men
hóast hann nú hevur nátt
markið, sum Skriftin sigur
bara er tillutað kempunum,
so hevur hann ikki tikið frá.
Hjørleif røkir framvegis
arbeiðið og álitissessirnar,
sum hann so trúfastur hevur
havt í mong ár. Hann hevur
verið organistur í Christ-
ianskirkjuni í fleiri enn 30
ár, og tað er hann framveg-
is. Hann hevur verið organ-
istur í Emmaus so leingi,
sum nakar veit um at siga,
og tað er hann framvegis,
og saman við Tórgerð rekur
hann matvøruhandilin á
Vágsheygnum, sum tey
hava havt í fleiri enn tríati
ár.
Hjørleif er klaksvíkingur,
og hann hevur alla sína tíð
búð á Vágsheygnum. Av
oman fyri standandi er
skjótt at staðfesta, at eitt av
eyðkennunum hjá honum
hevur verið trúfesti. Hjør-
leif var lítil smádrongur, tá
ið hann misti pápan, Jóan
Magnus, sum fórst við
Ernstinu. Mamman, Turid,
og Hjørleif búðu undir
sama taki, inntil hon doyði.
Seinni tóku Hjørleif og
konan, Tórgerð, sum hann
heldur so ógvuliga nógv av,
foreldur hennara til sín, og
har vóru tey, inntil teirra tíð
var liðug.
Tórgerð og Hjørleif hildu
gullbrúdleyp í november.
Tað gjørdu tey saman við
børnunum - Turið, Eyð, Lív
og Leif - sum øll búgva í
Klaksvík. Tað var hugaligt
at staðfesta, at familjukær-
leikin, fyrikomiligheitin og
hjartalagið
sóust
aftur
henda dagin í stóra flokkin-
um, sum møtti í kirkju-
kjallaranum fyri at heiðra
tey bæði og gleðast saman
við teimum.
Á ungum árum arbeiddi
Hjørleif
hjá
mammu-
beiggjanum, Einari Waag,
har hann var bilførari.
Seinni fór hann undir egið
virksemi, og eitt langt skifti
mundi hann teljast millum
teirra í Klaksvík, sum
høvdu flest fólk í arbeiði.
Hjørleif hevði bilstøð, hann
átti sjálvur nógvar hýru-
vognar og buss, sum koyrdi
runt vánna, og seinni hevði
hann bilverkstað, har bæði
bilar hjá honum og øðrum
vórðu umvældir.
Hetta seinasta árið hava
fleiri stórir dagar verið í
familjuni, og fleiri ferðir
hava høvi verið at gleðst
saman við Hjørleifi og
hansara. 80 ára dagurin í
gjár varð hildin heima hjá
einari av døtrunum.
Í dag, fríggjadagin 14. jan-
uar, verður Pætur Franklin
Sørensen í Klaksvík 95 ár.
Síðani 1996 hevur Pætur
Franklin búð á Vistarheim-
inum, men hann er fram-
vegis rættuliga birgur, og
føðingardagurin
verður
hildin hjá dóttrini og ver-
soninum - Birnu og Jógvani
Ravnsfjall.
Pætur Franklin er fugloy-
ingur og ættaður av Kirkju.
Foreldrini vóru Sørin Pram
Zachariasen úr húsinum
har Norð á Kirkju og Sunn-
eva, sum var fødd Eliasen
og ættað úr Kelduhúsinum í
Hattarvík. Tey giftust í
1893 og átta børn komu
undan, sum høvdu Søren-
sen til eftirnavn: Zacharias,
Sigga,
Signa,
Eliesar,
Líggjas, Mourits, Pætur
Franklin og Betta. Zacha-
rias búði í Havnini, Sigga,
Signa og Mourits á Kirkju
og Eliesar, Líggjas, Betta
og Pætur Franklin í Klaks-
vík. Eftir á lívi eru Mourits,
Eliesar og Pætur Franklin.
Lauga
og
tann
fyrri
Mourits vóru børn, tá ið tey
doyðu.
Pætur Franklin var fjúrt-
an ára gamalur, tá ið hann
fór til skips. Fyrsti kjansur-
in var við Ternuni, sum var
lítil slupp hjá teimum hjá
Havna Jógvani í Norðdepli.
Sámal Christiansen førdi
hana. Pætur Franklin sigldi
nógv av sínum bestu árum,
og hansara partur lá ikki
eftir. Millum skipararnar,
sum hann tíðliga í tíðini var
við, var Eliesar Sørensen,
bróður hansara.
Í februar 1931 leyk Pætur
Franklin skiparaprógv í
Havnini, og í februar 1938
tók hann longdina í Havn-
ini. Í 1934 fór hann við
Carlton sum 2. bestimaður,
og frá 1936 og næstu tjúgu
árini var hann bestimaður
við Viðoy. Í seksti árunum
arbeiddi hann eitt skifti á
Snørisvirkinum hjá Sámali
Thorsteinsson, men tá ið
flakatrolararnir hjá Kjølbro
komu, legði hann aftur til
brots, og Pætur Franklin fór
ikki í land av Skálabergi
fyrrenn í 1982, tá ið hann
var 72 ára gamalur. Tá setti
hann seg tó ikki fyri einki.
Hann fór á Kósina at ar-
beiða, og har var hann, inn-
til hann var farin um tey
áttati.
Pætur Franklin giftist 20.
januar í 1942 við Hjørdis,
fødd Guttesen í 1916, og
ættað úr Skopun. Foreldrini
hjá henni vóru Ragnhild og
Julius Guttesen. Hon var úr
Skopun, og hann var ættað-
ur úr Kirkjubø og uppvaks-
in í Skopun. Ragnhild og
Pætur Franklin búsettust á
Stongunum í Klaksvík, og
har búðu tey øll árini, sum
tey fingu at liva saman.
Hjørdis doyði 5. apríl í
1992, og í 1996 fór Pætur
Franklin á Vistarheimið,
sum er í húsunum, sum
Evald Kjølbro, sáli, átti á
Biskupsstøð.
Tað kann ikki sigast ann-
að, enn at Sørensen systkini
rættuliga hava verið við til
at seta dám á Vistarheimið.
Sigga búði síni síðstu ár
har, og nú eru Mourits, sum
næstan er 97, og Pætur
Franklin har. Eliesar, sum
gongur á 100. ári, vitjar á
Vistarheiminum hvørt hós-
kvøld. Allir tríggir beiggj-
arnir minnast væl, og tá ið
teir duga væl at siga frá,
sigur tað seg sjálvt, at tað er
áhugavert at sita undir.
Hjørdis og Pætur Frank-
lin eiga tríggjar døtrar:
Sunnuva, f. 1943, býr í
Havnini, Ragnhild, fødd
1946, býr í Keypmanna-
havn, og Birna, fødd 1950,
býr í Klaksvík. Pætur
Franklin eigur átta abba-
børn, og tað er farið at
leggjast afturat í triðja
ættarliðnum.
Jarðarferð
Magda Bjarnastein
fer til gravar úr Fuglafjarðar kirkju
fríggjadagin 14. januar kl. 13.00.
Tey, sum vilja lata blómur ella krans, kunnu ístaðin lata
eina peningagávu til sambýlið Vesturstovu í Fuglafirði
Tøkk
Hjartans takk til tykkum øll, sum gleddu meg
og gjørdu mær 90 ára dagin ógloymandi.
Serstøk tøkk til "Ljóm" fyri vakrar sangir
og FSF fyri gávu og heilsan.
Blíðar heilsanir við ynskjum um vælsignað nýggjár.
Anna hjá John
Pætur Franklin Sørensen 95 ár
Hjørleif Waag Høgnesen 80 ár
Tøkk
Eina hjartans tøkk veita vit øllum tykkum,
sum á ymiskan hátt mintust mammu, ommu
og langommu okkara
Giggu við Keldu
nú hon andaðist og varð løgd til hvíldar.
Familjunnar vegna
Regin, Jógvan og Ásla
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymiskan
hátt hjálptu okkum og sýndu okkum samkenslu,
tá elskaða kona, mamma, vermamma, omma
og dóttir okkara
Kára Djurhuus
Toftir
andaðist og varð jarðað.
Tøkk fyri blómur, kransar, gávur og heilsanir.
Tøkk til prestar, kirkjutænarar, sangarar og øll tykkum
mongu, sum fylgdu henni til hennara seinasta
hvíldarstað, og tøkk til øll tykkum, sum á ymiskan hátt
hjálptu til við ervinum.
Ein serstøk tøkk til starvsfólkið á Landssjúkrahúsinum
fyri dyggan stuðul og umsorgan í hennaru sváru tíð.
Fyri tey avvarðandi
Sigmund,
Bjørg, Jákup, Sheila og Uni
Sum nakað nýtt seta vit nú allar myndir av brúðar-
pørum, sum vera sendar til til teigin "Heilsanir", í
Vikuskiftis Sosialin í litum.
Brúðarmyndirnar koma undir somu treytir sum aðrar
myndir til "Heilsan-ir", t.v.s. at tær kosta 30 kr.
Síðsta freist at lata brúðarmyndirnar inn er hósdag
kl. 12.00
Sosialurin
Litmyndir av
brúðarpørum í