týsdagur 24. august 1999síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
eee,
NR. 158 - 24. AUGUST 1999
neyðini — so kanst tú fara
inn at spæla bingo eina løtu.
Gerst tað ov keðiligt, so er
filmsframvísing aðrastaðni,
ella ber til at fara upp á ov-
asta dekk. Har er eitt venj-
ingarrúm, sum neyvan sæst
frægari á landi. Maskinur í
hópatali, vektir, súkklur og
gangimaskinur.
Ein eldri dáma hevði ikki
hug at fara í land. Hon fekk
sær heldur ein gongutúr
umborð — á eini slíkari
maskinu, og hon sá út til at
njóta innanhýsis gongutúr-
in.
Og sum tað ikki var nóg
mikið, so var eisini møgu-
ligt at dansa ballett umborð.
Vit royndu tað tó ikki vit
báðir, myndamaðurin, men
tað var møguligt!
Uttandura svimjing
og innandura
Sum tað sømir seg slíkum
skipi, so eru góðir møgu-
leikar at svimja umborð.
Tveir svimihylar eru um-
borð. Annar á afturdekki-
num og hin á næstovasta
dekki. Hann er innandura,
og tó er hann úti viðhvort!
Takið yvir hylinum kann
nevniliga "dragast frá".
Vit skulu tó beinanvegin
siga frá, at sunnudagin var
takið ikki drigið frá, og hin
svimjihylurin var tómur, har
var ikki ein livandi sål.
Veðrið var heldur ikki so
gott. Heldur kølid at ganga
uttandura í bara í svimji-
klæðum.
Rundan um svimjihøllina
vóru barrir og matstød, so
ongum nýtist at ganga
svangur umborð.
Jazzorkestur á ferð
Tá vit vóru umborð fór døg-
veratíðin at nærkast og tað
sást eisini. Tað gjørdist al-
samt lívligari umborð, so
hvort sum tey, sum ikki
vóru farin, ella sum vóru
komin aftur frá túri, gjørd-
ust svong.
Við svimjihylin fingu vit
orð á eina amerikanska
kvinnu, sum var á ferð sam-
an við tveimum stórri jazz-
orkestrum. Tey vóru flogin
frá Kalifornia til London,
har tey vóru farin umborð.
Nú hugnaðu tey sær á ferð-
ini, sum umvegis Keyp-
mannahavn eftir øllum at
dóma endar í Hollandi.
Hon helt at vit høvdu eitt
ótrúliga vakurt iand, hóast
tað var heldur kølid. Jazz-
orkestrini spældu eitt sindur
á ferðini, men tey skuldu
eisini spæla í Hollandi tá tey
komu hagar.
Tveir flogbólts- og
tennisvallir
Tá Deutschland fyri stuttum
var á Havnini, festi eg meg
við, at tað bar til at spæla
golf umborð, og tað tyktist
mær skemtiligt. Fara túr á
sjógvin og so spæla golf,
sum er spæl fyri landkrabb-
ar, um nakað er tað.
Ti ivadist eg heldur ikki
í, tá eg sá netið, at umborð
á Rotterdam bar sanniliga
eisini til at spæla golf. So
var kortini ikki. Netið var
til annað endamál, nevniliga
til flogbólt og tennis, men
hvussu tað er at spæla flog-
bólt, ella tennis fyri tann
skuld, tá tað rullar, tað veit
eg av góðum grundum ikki.
Milliónirnar kundu vinn-
ast umborð
Sum nevnt frammanfyri,
so er hetta eitt skip fyri mill-
i6ningar. Ferðin er sera, sera
kostnaðarmikil, og tískil er
best, um bankabókin er á
tremur. Tó so, hetta er ikki
neyðugt, tí ert tú heppin so
kanst tú gerast millióningur,
meðan tú ert umborð.
Í tí alstóru spælihøllini
við einum ótali av spæli-
maskinum kann ein vinna
nógvan pening. Einarmaðu
tjóvarnir standa og bíða eftir
teimum spæliglaðu, og teir
lokka tey, sum eru eitt sind-
ur meira afturhaldin til spæl.
Á ngkrum maskinum ber
til at vinna stóran vinning.
Vinningurin vaks við einum
cent fyri hvort sekundk, og
tá vit vóru umborð var hann
góðar 313.000 USD. Hetta
svarar í okkara peningi til
góðar 2,2 mió krónur.
So um tað nú er soleiðis,
at tú ikki ert millióningur tå
tú fert umborð á MS Rott-
erdam, so er møguleikin
hóast alt til staðar at gerast
millióningur meðan tú ert
umborð.
Rotterdam er nýtt skip.
Tað varð bygt og tikið í
nýtslu fyri umleið tveimum
árum síðani. Tað er Tor
Shipping í Havn, við Tór-
leivi Mikkelsen, sum er
havnaagentur hjá Holland
America Line.
Rotterdam fór av Havnini
aftur seinnapartin sunnu-
dagin. Kósin varð sett móti
Keypmannahavn, og haðani
verður kósin sett móti Holl-
andi, har vit hava skilt, at
túrurin endar.
tíðindablaðið 5055. 17.
HE
23