Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-24, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. august 1999síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

22 Risastóra ferðamannskipið, Rotterdam, tíðindablaðið SOSMNUN NR. 158 - 24. AUGUST 1999 AA sum var á Havnini í gjár er góðar hundrað metrar longri enn flaggskip okkara, Norrøna Myndir: Álvur Haraldsen Risaskip fyri millioningar Ferðavinna: Enn eitt ferðamannaskip var og vitjaði land okkara sunnudagin. Rotterdam, sum skipið eitur er ein risi á sjónum, suminnan er fyltur við tí reinasta luksus SVEINUR TRÓNDARSON Tey gerast alsamt fleiri ár undan ári, ferðamannaskip- ini, sum vitja land okkara. Ikki tí, tey skulu vera so hjartaliga vælkomin bæði skip og ferðafólk. Okkum dámar væl at hava gestir, og fyri ferðavinnuna er tað gott at fáa slíkar royndir. Men tað er øgilig, sum hasi skip- ini eru stór, nøkur av teim- um. So stór, at okkara skip eru sum jollur til samanlíkning- ar. Sjålvt Norrøna, sum vit siga er stór. Skipið, sum var á vitjan sunnudagin eitur MS Rott- erdam, og tað er Holland America Line, sum eigur skipið. At talan er um veru- ligan risa á sjónum sæst best við, at tað er heilar 228 metrar til longdar, hevur eitt ótal av dekkum, eg misti talið á veg upp eftir, og so er tað 60.000 BRT til stødd- ar. Flott og stórbært er tað at síggja til uttan og tað er ikki minni vkurt innanborða. Nógv rúmast í einum slík- um skipi. Pláss er fyri ein- um 1500 ferðafólkum, men Jim Button, sum vit fingu orð á segði, at so vítt hann visti so vóru ikki fleiri enn knapt 1300 ferðafólk við á hesi ferðini. Orsøkina segði hann vera, at fleiri av kahúttunum vóru slignar saman til familjur, soleiðis at tey høvdu fleiri kømur. Afturat teimum mongu ferdandi, so eru umleid 600 starvsfólk umborð. Nógv teirra eru úr fjareystri, men eisini amerikanar og evro- pearar starvast umborð. Tað er nú ikki so legið kortini, at tað eru so nógv starvsfólk umborð, tí har er so ótrúliga nógv um at fara. Barrir í einum endaleysum streymi og næstan líka nógvar matstovur, bóka- savn, venjingarrúm, hár- fríðkanarstovur, framførsl- urúm og so ein spælihøll so stór sum eg veit ikki hvat! Snegt og hugnaligt Rotterdam er eitt stak snøgt skip har nógv er gjørt burtur úr soleiðis at gestirnir ikki skulu kenna seg um- borð á einum skipi. Talan er um eitt flótandi gisting- arhús, og tú sært gamlar brynjur, skulpturar og annað mangt at festa hugin við. Hevur tú ikki hug at sita og gløda fram fyri teg — og tað hevur tú als ikki fyri