Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-24, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. august 1999síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 158 - 24. AUGUST 1999 tíðindablaðið =05'% 21 Samleikin er hornasteinur Røda hildin í Føgrulid 21. august 1999 Háttvirda samkoma. I ár eru liðin 100 ár, síðan Símun av Skarði og Rasmus Rasmussen settu Føroya Fólkaháskúla á stovn, og eg kenni tað miklan heiður, at heitt var á meg um at flyta fram rødu á hesum søguliga stað í hesum sambandi. A jólafundinum í 1888 var eitt av málunum at seta á stovn háskúla, og á ólav- søku 1899 komu Símun og Rasmus aftur av flat-lond- um, har teir høvdu nomið sær kunnleika og førleika at vera háskúlakennarar við teirri føstu ætlan at seta á stovn háskúla í Føroyum. Men hugsið tykkum ætl- anir teirra, at seta á stovn skúla, har føroyskt skuldi vera frálærumál og evni. Enn var móðurmálið ikki sloppið inn um skúlagátt. Ein eggjan Símunar til at fara undir tað, sum gjørdist lívsstarv hansar, var júst móðurmálið. Tá ið hann í 1893 fór á Føroya Lærara- skúla, kom hann í bræva- samband vid ungan tyskara, sum las norrøn mål. Simun skrivadi å føroyskum men so hendi tad, at tyskarin rættaði i brøvum, Símun sendi, og rætt var rættað. Símun skammaðist um hetta, at hann dugdi ikki móðurmál sítt frægari enn, at fremmandamaður úr Týsklandi vísti honum á, hvat var rætt, og hvat var skeivt. Men tå id hann og aðrar læraraskúlanæmingar bóðu Rasmus Effersøe hjálpa sær at fáa føroyskt sum kenslugrein í lærara- skúlan, fingu teir at vita, at hetta var roynt, men pláss var ikki fyri føroyskum, tí so nógv annað var at læra. Samleiki er ein horna- steinur í tjóðskapar- og eis- ini háskúlargrsluni, og tydn- ingarmest er málið. Tí varð so stórur dentur lagdur á at læra næmingarnar, at á móðurmálinum ber til at søkja sær allan lærdóm, og á móðurmálinum ber til at samskifta um alt. Fram til 1905, tá ið politisku rákini førdu til Sjålvstyris- og Sambandsflokkin, vard alt- íð manna millum hugsað sum so, at háskúlin m.a. heyði sum mål at fáa føroy- ingar at ganga fram í øllum lutum. Men tå ið Føroyar fingu politiskar flokkar, var tað ósambariligt við alla hugsan skúlans, at Símun og Rasmus kundu annað enn fara í sjálvstýrisbólkin. S. P. úr Kunoy skrivar í 50- ár minningarriti háskúlans, at Símun av Skarði var ikki og yrkti ikki sum agitatoir, men hann var fram um alt sannførur. Stovnarunum báðum var avgerandi at finna søguligar sannleikar og visa å teir, og ongantid gera so vid seg sjålvan, at vit og sjålvsvirding fer burt- ur. Tad, sum um galt, var at fåa virding fyri egnum mentanararvi og máli út millum manna, og fáa fólk at síggja og skilja, at føroy- ingar skulu vera eitt upplýst, fríborið og lívshugað fólk. Tað er líkt til, at í dag er partur av fólkinum í somu stóðu, sum fólk vóru um aldarskiftið, so illa stødd, so niðurundirkomin, so niður- bundin í vanahugsan, at tankin um sítt egna fólk, sum tað bjargandi, tað verj- andi, tað ið vil gera nakað fyri at slepa úr neyð og ves- ældómi, er horvin burtur. Summi vilja enn dúva upp á danska stuðulin, blokkin. Onkur helt fyri, at tað var ósunt at líta so lítið á seg sjálvan, at neyðugt var at hava blokkin sum pútu at halla seg afturá. Og tað er eingin eggjan, kemur einki áræði burtur úr at hava slíka pútu - orðið merkir eisini hora. Okkum dørvar djørv fólk, sum vísa okkum sann- leikan - fólk sum bera okk- um sonn tíðindi um tær kanningar, sum gjørdar vera, og okkum tørvar fólk, sum ikki bara standa og hyggja at og lata seg tøla, tá ið kanningar vísa, at land- ið og fólkið eru lumpað og snýtt. Vit vóru hjáland til 2. heimsbardaga, men standa fólk bilsin í dag, 51 ár eftir at vit fingu heima-stýrislóg- ina, tá ið vit fáa at vita, at innspræningin, Feroyar hava fingið, er bert lítil part- ur av tí peningi, Danmark hevur fingið og spart við at leiga øðrum OKKARA landøki? Var tað ikki søm- iligari fyri mentað og fram- komið land at latið sjálv- stýrandi landslutin fingið ágóðan av útleiganini? Og vildu vit ikki leigað út, var tað so ikki sømiligari, at einki varð leigað út - og VIT gjørdu av?! Háskúlin hevur ongantíð havt tað rúmsátt fíggjarliga. Men hann hevur nú livad í 100 ár, og eg hugsi, at hon- um er lív lagað við somu endamálsorðing, at geva næmingunum lærdóm í vanligum lærugreinum og at vekja teirra andligu evni, so at teir verða førir fyri at læra sjálvan seg og Guð sín at kenna. Tað, sum altíð hevur verið fortreytin fyri lívi skúlans er stuðulin manna millum. Væl stuðlaður fekk skúlin innivist í Klaksvík í 1899, og tá ið Símun og Rasmus ein dagin vóru farnir vest- urum, undir Hálsin, og hugdu sudureftir, gjørdu teir av, at her var hóskandi stað at seta skúlan, og í sama viðfangi nevndu teir staðið Fagralíð, og 28. november 1990 byrjaði annað skeið skúlans á hesi grund. Øll tóku ikki so væl undir við ætlan teirra at seta skúlan í einbýli, men støda teirra var greið, og háskúlafólkini fingu stuðul frá fólki, sum heild og teimum, sum var- aðu av jørdini í Føgrulid. Men landsins myndugleikar sýndu ikki altíð skúlanum somu vælvild. Tá ið sjálvs- ognarstovnurin — Føroya Fólkaháskúli var stovnaður, vendu Símun og Rasmus sær til allar ánarar um at sleppa at keypa jørð til skúl- ans, so at hann eisini kundi víðkast, og allir søgdu »ja«. Men góðsstjórnin (Godsbe- styrelsen) við landfútanum, sum var forvaltari av kongs- jørdini, setti fótur í spenn ímóti, at háskúlin mátti fáa leigutrød og grundir til keyps av kongsjørdini, við teirri grundgeving, at >har stóð jú einki í traðarlógini FØROYA 2 FOLKAHASKUL I i um háskúlar sum leigarar<. Tá ið hann var vendur aftur við tí, at har stóð heldur einki um skræddarar og skómakarar, ønti hann ikki aftur, men stóð bert við sítt »nei«, og tað var ein av or- søkunum til, at háskúlin í 1909 varð fluttur til Havnar. Skúlin var fyri fíggjarligum bakkøstum, m.a. av tí at stuðulin, sum ríkisstjórnin veitti, var eftir næmingar- tali, og táið tað fór niður um eitt vist, fell studningurin burtur. Men so góð vóru fólk vorðin við háskúlan, at tá ið verst stóð til, skipaðu tey fyri tiltókum, sum út- vegaðu pening til skúlans, og uttan tann dygga stuðul millum manna, var hann fyri langari tíð síðan deyður og tikin av. Eg vaks upp á háskúlan- um - vit fluttu av skúlanum, tá ið eg var 7 ára gamal. Men pápi mín, Jóhannes av Skarði, føddur 7. april í 1911 og dedyur 24. januar i 1999, var allan sin upp- vøkstur ein partur av hå- skúlanum, og tað var mest sum framhald, at hann tók við leiðslu skúlans, tá ið abbi legði frá sær og doyði 9. oktober í 1942. Háskúlin og háskúlatankarnir vóru pápasa eitt og alt, og tað var ótrúliga hugtakandi at hoyra hann greiða frá, og so væl hann mintist - eisini små- Nógv fólk høvdu leitað sær oman í Føgrulid henda vakra leygardagin Mynd: Olga Biskopste Símun av Skarði, ið er abbasonur navnan, ið stovnaði Háskúlan, var fyrstur at halda rødu á fólkafundinum í Føgrulid leygardagin, har skúlin búleikaðist í níggju ár Mynd: Olga Biskopste hendingar. Og flestu næm- ingar mintist hann eisini. Meg minnist til dømis fyri okkurt um 10 árum síðan, at vit sótu og prátaðu, og tá helt hann fyri, at hin næm- ingurin, ein kvinna, var ser- støk. Eg spurdi, hver hon var, og hvussu hon æt. Tá helt hann fyri, at nú var hann vorðin gloymskur. Hann sá hana so livandi fyri sær, men navn ið var burtur. Nær var hon á háskúlan- um?, spurdi eg. »I 1942«. Påpi er kendur fyri annad eisini enn fólkaháskúlastjóri og -lærari, og fólk hava við- hvort spurt, hvussu hann fekk stundir til alt, hann hevur skrivað og vidgjørt. Svarið er tað sama, sum tá ið fólk spyrja, hvussu abbi og Rasmus fingu avrikad tað, teir fingu. Allir høvdu konu, sum stóð teimum við lið og tók sín part av arbeið- inum. Eg fari at enda við t lýsa frið yvir minnið um há- skúlafólkini, sum farin eru, og vid at ynskja Føroya Fólkaháskúla og Feroya fólki fríða framtíð í fulveld- inum Føroyum við hesari reglu úr tjóðsangi okkara, sum abbi yrkti 1. februar í 1906. »Ja, Guð signi Før-