týsdagur 24. august 1999síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
20
Uni skoraði
og Leitur tapti
Fótbóltur: Allan Mørkøre og ÍBV halda tørn í jagstranini
eftir KR og oddaplássinum
Talan var um lykladyst, tå
Jens Martin Knudsen, Uni
Arge og hinir spælararnir
hjá Pálli Guðlaugssyni
leygardagin høvdu vitjan av
IA úr Akranesi
KR og ÍBV eru so at siga
farin úr eygsjón í teirra inn-
anhýsis telving um odda-
sessin, men um KR eisini
fer at vinna steypafinaluna
móti LA, so fer triðja plássið
at bera rætt til Europa Cup
við sær
Leiftur hevur verið væl
við í kappingini um triðja
plássið. Teir hava m.a.
kappast við ÍA, sum vitjaði
á Olafsfirði. Teir á Akranesi
høvdu eina Ovanliga trilv-
andi byrjan i landskapping-
ini, men nu hava teir i eina
tíð havt undanvind, og við
4-1 sigrinum á útivolli móti
Leiftri styrktu teir um triðja
plássið
Uni Arge var ikki móðari
enn so av landsdystinum
mikukvøldid og ferðingini
aftur til Olafsfirdar (hann og
Jens Martin vóru ikki við
hús fyrrenn klokkan hálvg-
um tvey fríggjanáttina), enn
at hann megnaði at seta hol
á fyri Leiftur. Níggju min-
uttir vóru farnir, tá lands-
liðsmaðurin eftir langa
sending sendi upp í mál-
hornið.
Leiðslan helt til seinna
umfarið var hålvrunnid. So
skrædnaði tað av álvara, og
ÍA vann tryggan sigur. 66
minuttir vóru farnir, tá teir
eftir frísparksinnlegg javn-
aðu, og í 73. og 75. minutti
skoraðu teir aftur. Leiftur
royndi at koma afturíaftur,
men hetta gekk út yvir
verjupartin, og tveir min-
uttir undan leikloki staðfesti
IA sigurin.
ÍBV stridist
Birkir Kristinsson, islendski
landslidsmålverjin, helt
málið hjá Allani Mørkøre
og teimum tætt, tá teir í IBV
sunnukvøldid vóru á tjóð-
arvøllinum, Laugardalsvøll-
inum, i Reykjavík og
spældu móti Fram.
Vestmannaeyingar vunnu
2-0. Allan Mørkøre spældi
seinastu 10 minuttirnar av
dystinum. Míikukvoldið
spælir IVB móti Váli, og
sunnudagin er oddadystur
millum IBV og KR í
Reykjavík.
Stødan í toppinum broytt-
ist einki, tí KR fekk alt við
úr Breidabiiki. Reykjavikar-
menninir vunnu 3-0. Kefla-
vik vann 3-2 å Lidarenda i
Reykjavík móti Váli og har-
við tók teir í Keflavík fjórða
plássið frá Leiftri.
jh
Uni Arge skoraði málið
hjá Leiftri í 4-1 tapinum
fyri IA. Mynd: Alvur
Haraldsen
NR. 158 - 24. AUGUST 1999
Jákup og Óli í brennideplinum
Fótbóltur: Men hvorki hjá Herfølge
ella AGF var úrtókan nakað at reypa
av hesa ferð
I gjårkvøldid fóru Todi
Jónsson og hinir í illa sperda
FCK á vøllin í Parkini. Ikki
minst fyri venjaran, Kim
Brinkt, hevði tað stóran
tydning, at hansara spælarar
vunnu oll trý stigini. Gjørdu
teir ikki tað, so ber væl til
at ímynda sær, at Todi Jóns-
son og lidfelagarnir fyri
fimtu ferð í eitt ár skulu
hava nýggjan venjara. Men
uppgávan var ikki mett at
vera løtt, tí teir í OB vóru
séra Svangir, tá ter í gjár
komu til høvudsstadin
Hinir báðir føroyingarnir
í fremstu donsku fótbólts-
deildini vóru í eldinum í
vikuskiftinum. Felags fyri
teir báðar var, at teir stóðu
seg væl, og at urtøkan hjá
liðunum, sum teir spæla á,
ikki var so góð, sum tað
varð vónað
Tríggjar ferðir í
somu viku
Sjálvt um Oli Johannesen
nú bara hevur fótbóltin at
hugsa um, so hevur hann
neyvan havt tað meiri
stríggið í sínum langa fót-
bóltslítið, enn hann hevði
tað í síðstu viku, men hóast
hann spældi tríggjar dystir
í fimm samdøgur og har-
afturat ferðaðist millum
Aarhus og Havnina, so fekk
hann hverja ferð góð
ummæli
Eftir sigurin á FCK og
góða avrikið á landsliðnum
móti Íslandi, var uppgávan
leygarkvøldid á utivølli í
Aalborg móti meistaralið-
num. AaB vann 1-0, og
málið skoraði væl upplagdi
Allan Garde, tå 27 minuttir
vóru farnir.
AGF hevði ikki nógvar
upplagdar målmøguleikar,
men tað hevdi heimaliðið
heldur ikki. Í donskum fjøl-
miðlum verður sagt, at
hóast AGF ikki hevur havt
tær stóru upphæddirnar at
keypa nýggjar spælarar fyri,
so hava teir megnað at fáa
góðar spælarar aðra staðni
frá, og her verða Óli Jo-
hannesen og teir báðir ís-
lendsku spælararnir nevndir
sum dømi.
Jåkup storbjarging
Herfølge hevði sunnudagin
vitjan av Vejle. Tá høvdu
teir møguleika at leggja seg
á odda í superliguni, men
teir megnaðu ikki at fáa tey
trý stigini, sum tað varð
roknað við, at teir skuldu
fáa.
Vejle kom á odda, tá ein
álopsmaður gjørdist púra
leysur mitt fyri málinum og
fekk stútað í kassan, men
Herfølge svaraði aftur, teir
javnaðu, og fram móti dyst-
arenda, tá John Faxe Jensen
hevði sett seg sjálvan á vøll-
in, trýstu teir fyri at fáa sig-
ursmálið, men teir komu
ikki nærri enn at senda i
tvørtræid.
Trýstið hjá Herfølge
Oli Johannesen spældi
tríggjar ferðir í fimm
samdøgur í síðstu viku,
men hverja ferð varð
hann mettir millum
bestu spælararar á
sínum liði. Månakvøldid
spældi hann móti FCK,
síðandi móti Íslandi
mikukvøldid og
leygardagin móti AaB í
donsku kappingini.
Mynd: Alvur Haraldsen
hevði møguleikar fyri mót-
álopum við sær, og stutt fyri
leiklok var um reppið, at
Vejle fekk sigursmálið. Úr
fimm metra fjarstødu stút-
aðu teir, men Jákup Mikkel-
sen bjargaði meistarliga, og
harvið eru teir í Herfølge
framvegis ósigraðir.
Hinir dystirnir
Tað er bara, tá Brøndby vitj-
ar í Gladsaxe Idrætspark, at
tað eru fleiri túsund áskoð-
arar. Leygardagin vóru teir
bláu og gulu og vitjaðu AB.
og tey flestu av teimum
6.823, ið vóru mett upp.
mundu taka á við Brøndby.
Dysturin varð avgjørdur
síðstu tjúgu minuttirnar, eft-
ir at brasilumaðurin í verj-
uni hjá Brøndby, Vragel Da
Silva, varð rikin av vølli. Tá
fekk AB tvey mål.
Í Esbjerg hava teir tey
síðstu umførini kent sviðan
av, at tað er stórur munur á
at spæla í superliguni og í
1. deild. I fimta umfari vóru
teir í Silkeborg, har heima-
liðið, sum er væl upplagt
við fyrrverandi FCK venj-
aranum, Benny Johansen,
við róðri, vann 4-0.
Viborg hevði vitjan av
Lyngby, sum misbrúkti eina
rød av møguleikum, og so
vann heimaliðið 2-0.
Sunnudagin skulu Jákup,
John Faxe Jensen og hinir
spæla i Brøndby, meðan Oli
Johannesen sleppur frå at
ferdast so langt, ti AGF skal
spæla i Silkeborg.
jh
%
s
Fr