týsdagur 24. august 1999síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
LR
NR. 158 - 24. AUGUST 1999
tíðindablaðið SOS) rr
19
Eingin nøgdur vid javnleikin
Fótbóltur: B71 kann betri liva við
javnleiki í botndystinum, men
sandingar hingu við høvdinum, tå
sumbingar javnaðu í yvirtíðini
1. deild menn:
Sumba-B71 1-1 (0-1)
Bæði liðini hingu við høvd-
inum eftir týdningarmiklu
botnuppgerðina í Sumba
sunnudagin.
Sumbingar vóru í ringum
lag, tí teir ikki fingu øll stig-
ini burtur úr dystinum, og
sandingar fóru ónggdir
norðuraftur, tí teir enn
einaferð mistu sigurin í
evstu lotu.
Men B7I skal eftir
støduni á stigatalvuni verða
betri nøgt vid javnleikin, tí
teir fáa betri livað við einum
stigi enn Sumba ger.
Sandingar vóru á odda
inn í yvirtíðina, tá eitt hepp-
ið mál gav Sumba javnleik.
Trygvi Nielsen royndi seg
við skoti úr 18 metrum,
skoti skuldi ikki volt B71-
málverjanum, Valdemar
Nowisci trupulleikar, men
rakti á vegnum móti máli-
num ein av spælarunum hjá
B71, broytti kós, og so var
málverjin fullkomiliga seld-
ur.
Einki flog
Stórar partar av dystinum
var talan um spæl, sum ofta
er at síggja í botndystum.
Liðini vóru merkt av, at
dysturin hevði stóran týdn-
ing fyri tey. Tí vildu tey ikki
gera mistøk á egnari hálvu,
vóru varin í verjuspælinum,
og royndu so sum frægast
at spæla seg til kjansir.
Ferðin var ikki høg, og ofta
vóru langir bóltar sendir
eftir vøllinum.
Í fyrru hálvleiki eydnaðist
tað útiliðnum at koma fram
um, tá teir gjørdu sær dælt
av brotssparki. Dómarin
gav teimum hetta brots-
sparkið, tá málverjin hjá
Sumba, sum í seinna hálv-
leiki vísti sítt stóra virði, tók
beinini undan einum sand-
ingi, tá hann var ov seinur í
eina takling.
Eli Hentze, sum stóra
byrðu á sandoyarliðnum,
skoraði úr 11 metrum, og
so var frødin stór á sand-
ingunum.
Tað vóru fáir målmøgu-
leikar fyrra umfarið, og
sumbingar kláraðu ongantíð
at svara aftur. Teir høvdu
onkrar royndir, og einu
ferðini var um reppið, at
álopsmaðurin Birgir Jørg-
ensen var um at gerast leys-
ur.
Kjansir í seinna
hálvleiki
Í seinna hálvleiki legði
Sumba alt meira fyri í
royndini at javna. Teir lupu
á við nógvum fólki, og so
hvørt sum dysturin leið
løgdu teir minni og minni
dent á verjupartin. Sanding-
ar, sum áður hava havt
kontrafótbólt sum sítt vøru-
merki, struku fleiri ferðir
avstað og vóru nær við at
gera mál.
Rúni í Soylu hevði opnan
målkjans, men misnýtti, og
somuleiðis høvdu Eli
Hentze og Peter Ritter góð-
ar målmøguleikar, sum teir
einki fingu burtur úr. Partvís
var talan um óneyvar roynd-
ir og partvís um gott mál-
mansspæl.
Sumba kom eisini nær at
gera mál, og tvær ferðir
vóru sandingar um at gera
sjálvmál. Hesar støðurnar
uppstóðu, tá hornaspark var,
og brotsteigurin hjá B71 var
á tremur við spælarum.
Tvær ferðir var tað sand-
ingur, sum seinast nart við
bóltin, aðru ferð endaði
bólturin á tvørstongini, og
aðru ferð bjargaði Nowisci
sera væl.
Royndin á tvørstongina
kom beint fyri leiklok, og
tá sá út til, at tað ikki fór at
eydnast heimaliðnum at fáa
mál, hóast teir høvdu strítt
Sumbingar bjargaðu sær javnleik í síðstu létu móti
B71. Savnsmynd
fyri ti allan seinna hålvleik.
Og so var tad at Trygvi
Nielsen royndi seg vid
skoti.
Saknadu toppskjuttan
Sumbingar mangladu tveir
av sinum studulsspælarum
f dystinum. Peter Jørgensen
sat yvir eftir reytt kort
seinasta vikuskiftid, og
toppskjuttin hjå sumbing-
um, Veljkovic, hevði savn-
að sær ov nógv gul kort.
Sandingar stillaðu við lið-
num, sum teir hava brúkt
fleiri ferðir í ár, og Eli
Hentze spældi hesaferð í
álopinum saman við Rúna í
Soylu. Miðverjan var aftur
hesaferð mannað við Páll á
Reynatúgvu, Ib Mohr Olsen
og Jógvan Jón Petersen.
Sandingar, sum ætaldu at
sleppa sær heilt burtur år
botninum, varðveittu munin
millum seg og liðini aftan-
fyri, meðan sumbingar tog-
aðu seg eitt stig longur fram
og hava nú fingið um skutin
á liðnum úr Fuglafirði, sum
tapti botndystin móti VB.
ek
Sumba: Fróði Mortensen —
Hallur Dam Joensen,
Dánjal Johan Joensen, Páll
Magnar Kjærbæk, Bergur
Vinther, Mortan í Hørg -
Spasojé Biberdzic, Jan
Poulsen, Nikola Biberdzic
— René Thomsen, Birgir
Jørgensen.
B71: Valdemar Nowisci —
Bjørn Thorsteinsson, Ib
Mohr Olsen, Påll å Reyna-
túgvu, Jógvan Jón Petersen,
Kristian Nielsen — Peter
Ritter, Ivan Hristov, Julian
Florsecu — Eli Hentze, Rúni
i Soylu.
Julian i nyggjum leikluti
Fótbóltur: Annað vikuskifti á rað skoraði landsliðsmaðurin, og hesa ferð bar
málið trý stig við sær
Tá Sogndal í næstbestu
norsku deildini keypti Juli-
an Johnsson úr Kongsving-
er, mundi tað neyvan vera
fyri at vera álitið í mál-
skjótingini.
Til ta uppgávuna hava teir
keypt ein annan føroying.
Tað er Kurt Mørkøre, sum
kom til Noregs mikudagin
og sunnudagin hugdi at, tá
Julian Johnsson og liðfel-
agarnir hjá honum á úti velli
fingu trý stig móti Byásen,
sum stríðist fyri at sleppa
undan niðurflyting.
Tað kom bara eitt mál, og
tað varð skorað, tá tíggju
minuttir vóru farnir. Julian
Johnsson var fyrstur á frí-
sparksinnleggi, sum hann
við høvdinum sendi í málið,
og í síðsta enda vísti tað seg,
at hetta málið var nóg mikið
til at fáa trý stig.
I norskum fjølmiðlum
verður sagt, at verjan hjá
Sogndal var sera væl skip-
að, og at teir ikki høvdu
stórvegis trupulleikar at
taka sær av teimum nógvu
longu bóltunum, sum heim-
aliðið legði fram eftir vøll-
inum.
Sogndal er á sjeynda
plássi við tríati stigum, og
teir spæla framvegis fyri
møguleikanum at endur-
vinna pláss í bestu deldini.
Komandi sunnudag sleppur
Kurt Mørkøre rættuliga at
royna seg. Tå kemur Bryne
at vitja i Sogndal. Bryne er
næstfremst vid 33 stigum,
og um Sogndal, id fyribils
er púra leyst av nidurflyt-
ingarstríðnum, megnar at
vinna gll stigini, so eru teir
heilt væl við í kappingini,
sum er sera tøtt.
Kongsvinger er framveg-
is niðast í bestu deildini,
men sunnudagin kendu teir
onkra sólstráluna røkka seg,
tí tað eydnaðist at vinna 1-
0 móti Odd. Tað er kortini
langt á málið hjá Kongs-
vinger, sum er at varðveita
plássið í bestu deildini.
jh
2. deild menn:
Skála-NSÍ 2-6 (1-1)
Tað sást aftur, at eini seks
av spælarunum hjá Skála
eisini venja miðvíst fram
til Europa-Cup dystirnar
hjá StÍF i hondbólti.
Venjingin í hondbólt-
inum hevur verið hørd
farnu vikuna, og tá fleiri
av stuðulsspælarunum
hjá Skála hesaferð høvdu
tung bein, bar illa til at
fáa nakað burtur úr móti
NSI-liðnum, sum er við í
ovaru hálvu av deildini.
Heimaliðið legði seg tó
fram um tíðliga í dysti-
num. Eftir fimm minuttir
var NSI-verjan í gávuhýri
og Bogi Gregersen, sum
var spældur leysur av ein-
um verjuspælara hjá NSÍ,
skoraði til 1-0.
Tá hálvur tími var farin
javnaði NSI. Bergur Han-
sen fekk bóltin í vinstru
og sendi hegnisliga bóltin
í handara málhorn.
Eftir hálvleikssteðgin
skoraði NSÍ beinanveg.
Aftur var tað Bergur Han-
sen, sum var upp á spæl,
og aftur hesaferð fekk
hann gott skot á eftir
hornasparksstødu, og
bólturin sat undir nettak-
inum.
Tá fýra minuttir vóru
farnir av seinna hálvleiki
økti NSÍ til 3-1, tá Bergur
Hansen fór til baklinjuna
og legði innfyri. Har var
Tungir Skála-
menn formáddu
sær einki
Jan Nónklett 6vardur og
skoraði. Tað gjørdi hann
eisini, tá ein knappur tími
var farin. Hann snýtti
rangstødufelluna hjå
Skála og skoraði til 4-1.
Bent Djurhuus minkaði
til 4-2, tå hann varð
spældur leysur. Eftir tad
heyði Skála nógv spæl
eina løtu, og teir fingu
eisini onkrar kjansir, men
einki spurdist burtur úr.
Ístaðin økti NSÍ tvær ferð-
ir móti endanum av dyst-
inum, tá verjuparturin hjá
heimaliðnum var vorðin
nakað tunnur.
Ken Nónklett vildi ikki
standa aftanfyri tvíburða-
bróður sir Jan, og hann
skoraði eisini tvey mål.
Fyrst stútaði hann bóltin í
málið, og síðani fekk
hann gott skot á nakað úti
frá eftir innkast.
NSÍ hevði seinastu løt-
una fleiri kjansir at gera
mál, og sigurin kundi hesa
løtuna, tå heimaliðið ikki
tóktist orka meira, vorðið
stórri.
Skála liggur framman-
fyri niðurflytingarpláss-
ini, men teir hava fram-
vegis nógv eftir at spæla
um, og møguleikarniar at
halda liðnum í deildini
gerast ikki betri av, at Eur-
opa-Cup hondbóltur er á
skránni á Skála í næstu
viku.
ek