Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. august 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

= Internet: www.sosialurin.fo Jan Miller : Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dagfinn Olsen | John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakkstein Høgni Mohr ítróttarskrivari: Emil L. Jacobsen Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir mr — Postadr: Posismoga 76, } 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post & sosialurin.fo Prent: Sosialurin Harhoff og Larsen Oddagrein WILLIAM Heinesen skrivar i einum av bókum sínum um tað føroyska samfelagið at tað er eitt >fætter og kusine< samfelag. Øll kenna hvønn annan. Øll hava eina meining um hvønn annnan. Eingin torir at siga sína hugsan bart út, tí tað verður kanska afturlont. AT vera profetur í egnum landi hevur altíð verið trupult og at vera vísmaður í Foroy- um ber tað snøgt sagt ikki til. Vit lurta ikki eftir hvat teir siga. Vit hyggja eftir hvor sigur hvat og so finna vit út av, at viðkom- andi er antin hettar ella hatta politiskt og tí sigur hann tað hann sigur. Og so er tað gloymt OÐRVÍSI er um ein eitur Larsen ella Har- hoff og er dani. Opnar hesin góði Harhoff munnin um nakað viðvíkjandi Foroyum so fáa vit hann aftur við dogurða og nátt- urða í eina viku í útvarpinum. Seinasta uppskotið hjá honum um ein variablan >harmonikublokk< er logið at seta fram bert 6 ár aftaná at variabla refusiónsskip- anin við Danmark bleiv strikað eftir donsk- um ynski. Somuleiðis er tað við Larsen formanninum í ráðgevandi nevndini. Land- ið á gosi, tí Larsen meinar eitt ella annað um føroyska økonomi. Ikki nokk við tað. Hann fer konkret inn á foroysku fíggjar- lógina og vísir á broytingar, ið hann heldur skulu gerast. LAT okkum her staðfesta at Larsen er ráðgevi hjá statsministaranum. Staturin er okkara storsti kreditorur og okkara storsti inngjaldari á fíggjarlógina so um Nyrup vil »dempa« føroyska økonomi, so hevur hann rikiligt av amboðum og møgu- leikum. Nyrup hevur nokk heldur ikki gloymt, at seinast staturin fór inn á fíggj- arlógina var í 1993 og tá smildraðist bróð- urflokkurin í Foroyum. Tað, sum tó er mest hugsunarvert, er, at okkara fíggjarmála- ráðharri púra kritikkleyst loypur uppá Lar- sen-vognin. Gloymd eru ráð frá okkara stillfora og sakliga landsbankastjóra og ditto formanni í búskaparráðnum. Nei, Lar- sen er bráddliga »sagen« hjá tjóðveldis- figgjarmålarådharranum. VIT skulu stillisliga visa å, at Danmark hevur rentufrådrått i skattinum fyri allar rentur. I Føroyum bleiv hettar broytt i 1991 til bert at umfata rentur til búseting, tí hetta at eiga egnan bústað er so rótforoyskt. FYRSTA stigið til sjálvbjargni má verða, at vit sleppa av við undirlutasyndrom, sum »Harhoff og Larsen umroðan< umboðar og seta okkara egnu vísmenn á dags- skránna. Sosialurin A skeiðsmiðdepilin á Langasandi hava tey nú gjørt nakrar smábroytingar, áðrenn lagt verður frá landi Nakað umskiðað, aðrenn byrjað verður í næstum Aðrenn Skeidsdepilin á Langasandi legg:'r frá landi, varð neyðugt at gera nakrar smábroytingar, verður sagt í tíðindaskrivi frá Skeiðsdeplinum á Lang- asandi Onkrir smáir trupulleikar og áheitanir frá fleiri fólkum hava elvt til, at onkrar ætl- anir eru endurskoðaðar, summi skeið umskipað og sostatt nakað bíligari. Men nú verður lagt til brots við góðum treysti. Øll byrjan er torfør. Ikki minst, tá ið tað, ið farið verður undir, ikki hevur verið roynt fyrr. Og tá ræður um at rætta ymist, sum í fyrstani var hildið vera frá- líkt. men sum seinni kann koma aftur um brekku. Lætt er at gera skipanir og leggja til rættis frammamundan, serliga um tú ikki kennir allar smálutir til lítar, kanst ætla um avleiðignar og tílíkt. Tá ræður um ikki at læsa seg fastan, men heldur at laga og broyta slíkt, ið ikki tykist sannlíkt ella ikki er sambæriligt. Hetta er tað, tey á nýggja Skeidsdeplinum hava gjørt seinastu vikuna, hóast fyri- spurningarnir hava verið tættir, ja, fleiri enn tvey hundrað brævbjálvar við til- fari eru sendir út til einstak- lingar, virki, stovnar, mynd- ugleikar o. s. fr. - so áhugin hevur verið alstórur frá byrjani tíðliga í summar. Og fleiri tilmeldingarblød eru send aftur, har fólk vátta luttøku á flestum skeiðum. Atfinningar 1 Men onkrar góðviljaðar at- finningar hava eisini verið, sum Depilin hevur tikið til sín og ger nakað við. Til dømis tað, at tey 4 x 5 daga skeiðini óivað gjørdust í so drúgv, og at illa lá fyri hjá nógvum at taka lut á fýra vikuskeiðum av arbeiðslig- um orsøkum. Eisini gjørd- ust hesi skeið í so dýr at reka. Tí hevur leiðslan gjørt av at seta seks >miðvikuskeið< í staðin fyri hesi fýra viku- skeiðini; og tey verða hildin frá tyskvøldid til hóskveld. Í flestu fórum í somu vikum sum áður, tó at tvey eru komin afturat. Samanlagda tímatalið verður tá 120 tím- ar; á hinum hevði tað verið um 150 tímar. - Men so minkar savnaði skeiðs- kostnaðurin eisini úr 15.800 niður í 11.700 krónur, skeiðskostnaður, gisting, máltíðir, tilfar og annað í- roknað. Og avsláttur verður givin virkjum og stovnum. Støku skeiðini eru eisini vorðin nakað ódýrari; so nú kosta støku miðvikuskeiðini 2.300 krónur, og støku vik- uskiftisskeiðini 2.100 kr. Nýggja skipanin Miðvikuskeiðini verða hesi: MVR-1: Føroyskt, hægri (21-23/9, 26-28/10, 16-18/ 11, 25-27/1, 22-24/2 og 21- 23/3), MVR-2: Enskt, hægri (14-16/9, 5-7/10, 23-25/11, 11-13/1, 8-10/2, 29/2-2/3), MVR-3: International Rel- ations (28-30/9, 5-7/10, 14- 16/12, 1-3/2, 7-9/3 og 11- 13/4) og MVR-4: Public Speaking (19-21/10, 7-10/ 12, 18-20/1, 15-17/2, 14-16/ 3 og 4-6/4). - Enn eru plåss á teimum øllum, hóast lut- takaratalið er avmarkað til 12. Vikuskiftisskeiðini, t.e. frá friggjakvøldi til sunnu- dag, eru óbroytt, men okk- urt er skert har eisini, so savnaði skeiðskostnaðurin nú er 10.500 krónur, sum er 1.200 krónur minni enn frammanundan lýst. Vikuskiftisskeiðini fevna um: VRS-1: Føroysk rætt- skriving og målrøkt (17-19/ 9, 22-24/10, 19-21/11, 7-9/ 1, 4-6/2 og 17-19/3), VSR- 2: Enskt lågstig (10-12/9, 8- 10/10, 12-14/11, 10-12/12, 21-23/1, 10-12/3), VSR-3: Enskt framhald (3-5/9, 1-3/ 10, 5-7/11, 3-5/12, 14-16/1 og 3-5/3). - Eisini å hesum skeidum eru framvegis ein- støk plåss; men eisini her er luttakaratalid avmarkað til eini 12. Støku miðvikuskeiðini fyrru vetrarhálvuna verða: V-1: Oljubúskapur, 30/11- 2/12; Myndlist, 12-14/10; Atrúnaðarligar rembingar, 9-11/11, og Bókmentir, 29- 31/10. - Og støku vikuskift- isskeiðini verða einans trý hetta til desember, nevni- liga: VS-1: Dansur og kvæðamentan, 24-26/9: Heimspeki og hugmyndir, 26-28/11, og Cross-cultiral Relations, 15-17/10. Helst rættlag Við hesum vónar nýggi skeiðsdepilin, at allar tær skeidsrødir, ið helst verða fullteknaðar, kunnu haldast uttan fleiri broytingar. Eis- ini hevði Depilin fegnast um at frætt um onnur skeið, sum fólk hava áhuga í at fáa sett í verk. So statt verða broytingar og nýggj skeið lýst so hvørt. Onkur hevur kanska verið ørkymladur um, at tilmeldingarfrestin varð framlongd í seinastu viku; men hetta hevði eisini sínar náttúrligu orsakir. Summu faksaðu, men komu ikki ígjógnum, onnur vóru beint komin úr summarfrí og høvdu ikki sæð skeids- mappuna. Í byrjan kann slíkt ofta væntast; men nú man alt vera komið í rættlag. Depi- lin er liðugur at flyta inn í og byrja skeiðini í komandi viku, og tekning fer fram, til skeiðini eru fullsett. - Tað hóskar kanska frægast her á landi. Sí annars lýsing Depilsins í blaðnum.