Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-25, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. august 1999síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 159 - 25. AUGUST 1999 tíðindablaðið 3 Småplåssini verða hildin fyri gjøldur Fyri okkurt um einum mánað síðani tosaðu politikararnir um tær ætlanir, sum teir hava vid småplåssunum. Men longu nú hevur bóndin á Dímun merkt, at ikki so nógv er í hesum. Í hansara føri merkir tað, at Føroya Tele sleppur undan at leggja ISDN samband Dímunar, av ti at tað ikki er neyðugt hjá teimum at veita eina slíka tænastu til smápláss við færri enn tíggju húskjum SVEINUR TRÓNDARSON - Eg haldi, at tað eru skeiv signal at senda út, tá hugsað verður um, at politikarnir fyri kortum hava lovað teimum, sum búgva á smá- plássum, at gera nakað munagott fyri at bóta um bústaðar og arbeiðsmógu- leikarnar hjá teimum sum búgva á smáplássum. Hetta sigur Ola Jákup úr Dímun, bóndi í Dímun, í sambandi vid, at Føroya Tele sambært upplýsingum hansara verður frítikið fyri at installera eitt nú ISDN samband á plássum, sum hava færri enn tíggju húski. - Hetta er keðiligt, og skeivt. Vit hava júst sama tørv, sum øll onnur í land- inum hava, men vit sleppa ikki framat tænastunum. Ola Jákup vísir á, at børn hansara eru farin av oynni at ganga í skúla. Onkur til Einsamøll á Dímun, og uttan líkinda samskiftismøóguleikar. Bóndahjúnini hava internetsamband, men tað kann ikki brúkast, tí sambandið hvørvur alla tíðin. og tað eru tey énøgd við. — Vit — hava krav upp á somu pr sum restin Havnar og onkur annar utt- anlands. — Tí heyði verið gott at havt framkomnu tøknina at samstarva vid »umheimin« vid. Men sum umstødurnar eru nú. so ber hetta ikki til, av ti, at telefonsambandið er so vånaligt. Internetsamband i fleiri år Tað eru annars gingin fleiri ár síðani Dímun fekk inter- netsamband. Ola Jákup greiðir frá, at í 1994 setti Fróðskaparsetrið seg í samband við tey og beyð teimum, at installera internetsamband í eina teldu, sum so skuldi setast upp í skúlanum har úti. Installeringin gekk sum hon skuldi, men tá teldan varð sett upp í Dímun, tá fekst ikki samband. Rúma tíð seinni kom maður frá Telefonverkinum út til Dimunar fyri at finna feilin. — Hann fann fram til, at samband við við internetið um eina fartelefon, men tann skipanin riggaði illa, tí sambandið fór "alla tíðina, sigur Ola Jákup. Bera kostnaðin av privatiseringini Annars er dímunnarbóndin stak ónógdur við, at tey, og onnur småplåss vera slept upp á fjall í hes- um tíðum tá tøknin gongur við tí rúkandi ferð Hetta byrur ikki upp undir hugin hjá fólki at flyta til småplåssini, og tað er ein syndarlig gongd, um vit tað verður úrslitið. Okkara framleiðsla má hava okkurt at siga fyri tjóðarframleiðsl- una, "heldur dímunarbóndin, sum eisini heldur, at tey eiga at fáa líkinda liviumstødur úti á smáplássunum. soleiðis Tá Føroya Tele æt Tele- fonverkið og var ein al- mennur stovnur burturav, tá høvdu teir skyldu til at veita øllum tær tænastur, sum teir bjóða. Tað sum liggur í hes- um broytingum er, at nú Telefonverkið er broytt til Føroya Tele, og samstundis vorðið partafelz ig, so skulu teir sleppa undan slíkum tænastum, sum gera teir verri fyri í kappingini. Hetta skilur Ola Jákup. men hann góðtekur tað ikki uttan grundgeving Eg dugi væl at skilja, at tað ávirkar teirra kapping- arføri, at skula hava små- pláss >hangandi uppii«. Tað ger kostnadarstødi hægri, og tad er sjålvsagt kediligt. Men fyri okkum kann tað avgjørt ikki góðtakast, sigur Ola Jákup úr Dímun. — Eg haldi, at vit hava krav uppá eina eins góða tænastu sum aðrir borgarar í landinum, < og ta tænastuna Uttan fyri veitingarskylduna hjá Føroya Tele — Tað er rætt, at økir við færri enn tiggju húskjum eru uttanfyri veitingarskyld- una hjá Føroya Tele, sigur Hákun Steingrímsson, fulltrúi í Vinnumálastýrinum SVEINUR TRÓNDARSON — Jú, tað er rætt, at Føroya Tele ikki hevur veitingar- skyldu til heilt smá pláss. sigur Hákun Steingrímsson, fulltrúi í Vinnumálastýrin- um. — Men tað er ikki gjørt fyri at sleppa undan at veita Dímun og øðrum småplåss- um tænasturnar. Handa stødan er íkomin, tí Føroya Tele vildi hava sína veiting- arskyldu defineraða, og tað hava vit gjørt í felag, m. a. við at hyggja at hvussu tað er gjørt í okkara granna- londum, sigur Hákun Stein- grímsson. Men er tað ikki eitt skeivt signal at senda út, júst nú, tá politikararnir hava greitt smáplássunum frá øllum tí góða teir ætla at gera? — Jú, tað er tað kanska, men veitingarskyldan er definerað fyri at seta markið fyri hvat Føroya Tele skal gjalda. Teir eru í eini kapp- ingarstødu, og ein slik veit- ingarstøda ger teirra støðu veikari. Tí er spurningurin ikki, um framkomna tøknin til Dimunar og onnur små- plåss ikki eigur at gjaldast yvir fíggjarlógina, sigur Hákun Steingrímsson. Hákun heldur støðuna. sum smáplássini eru í vera óhepna, men hann heldur tað vera órættvíst, at tað skal raka Føroya Tele. — Hinvegin sá eg vandan fyri tí, tá vit fóru í holt við at útgreina veitingarskyld- una. Vit eru soleiðis inn- rættað, at vit síggja heldur tað, sum vit ikki fáa enn tað sum vit fáa, og tað er júst tað sum hendur í hesum fóri, sigur hann. Kortini heldur hann tað vera møguligt hjá dimunar- fólkunum at fáa eitt nú ISDN samband, um tey tosa við Føroya Tele. Definitiónin var gjørd so- leiðis fyri at íkki hvort seyð- ahús, sum stendur í onkrum gili, skal koma og krevja telesamband frá Føroya Tele, sigur Håkun Stein- grimsson at enda. Vit royndu i gjår at fåa samband vid leidsluna å Føroya Tele, men allir teir, sum í henni sita, vóru upp- tiknir. eiga politikararnir at tryggja okkum. Teir skulu ikki frátaka okkum tann rættin, at hava framkomna tænast- Mini - - a =. liggur á Seyðisfjorðinum týsdagin 14.09 frá kl. 09.00 - 19.00. Ímeðan verður skipað fyri bussútferð til Egilsstaðir. Hallormstaðir ur. Og hetta er at bróta tey lyfti, sum teir júst hava givið småplåssunum, sigur Óla Jákup úr Dímun å ” Nerrøna og Reydafjørdin. Fråferd kl. 10.00 og koma aftur kl. 17.00 Moguleiki fyri inn- keypi á I: gilsstødum. Kastnaður kr. 160.- DVN. LES 0220. Á omanfy rinevndu túrum verða nógv góð tilboð í sølu- búðunum umborð