mikudagur 25. august 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 159 - 25. AUGUST 1999
tíðindablaðið
Útlendingar vilja síggja
Myndaviðgerð: Martin Joensen
foroyska solarmyrking
Hóast hon er stívliga 15 ár frammi í tíðini, so er longu fyrsta dupultkamarið bilagt, tå Føroyar vera í sentrum fyri
sólarmyrking 20. mars ár 2015
NICLAS JOHANNESEN
Føroysk ferdavinna kann
longu nú staðfesta, at sólin
— við dyggari hjálp frá mán-
anum — er sterkur sponsorur
at hava í bakinum.
Føroyar eru nevniliga á
fremstu rød, tá næsta sólar-
myrking rakar knøttin 20.
mars ár 2015. Og hetta
merkist longu á hotelvinn-
uni.
- Ja, vit fingu eina upp-
ringing frá manni, ið segði,
at hann hevði verið í Týsk-
landi, tá sólarmyrking
gjørdi um seg Íl. august í
ár, sigur Jóhan Restorff,
stjóri á Hotel Hafnia.
- Hann var so hugtikin av
tí, hann upplivdi í summar,
at hann fegin vildi bíleggja
seingjarpláss.
A hotellinum í miðbýnum
í Havn er bíleggingin 20.
mars år 2015 sostatt førd
inn i telduna.
Johan Restorff sigur, at
hann hevur ringt til Ferða-
ráðið at siga frá um bílegg-
ingina.
Sum skilst, so er sólar-
myrking avbera góð sølu-
vora.
Sjálvur minnist Jóhann
aftur á seinastu sólarmyrk-
ingina sum rakti Føroyar
30. juni 1954.
— Eg minnist, hvussu
fuglarnir hildu uppat at
syngja. Og tá tað gjørdist
ljóst aftur, gól hanin!
Størsta náttúr-
ufyribrigdi
Sólarmyrkingin sum var 11.
august í ár, var mett av vera
stórsta nåttårufyribrigdi
henda síðsta partin av 20.
øld. Internetið er um at
drukna í talfari frá hesum
fyribrigdi, ið hugtekur fólk
- bæði so og so.
Í 4000 ára gomlu, fjar-
skotnu, sovibygdini Harput
í Turkalandi, var brádliga
mikil rokan í geilum, tá
ferðafólk í tusund talið leit-
aðu sær til lítlu bygdina við
150 íbúgvum. Í Suðureyst
Turkalandi var kjansurin
fyri klárum himmali stórur
og hetta fekk eldhugað ferð-
afólk at leita sær hagar at
skoða sólarmyrkingina.
Hesaferð var talan um
tveir magiskar minuttir, har
mánin dekkaði sólina og
myrkrið raktið ein annars
aljósan dag. Og á leiðini,
har sólarmyrkingin var mest
sjónlig, vóru øll hotel og
gistingarhús fylt við gestum
frá ollum heiminum. Og hit-
in fall við 8 stigum hesa
løtuna.
— I Italia stytti sjålvt påvin
sína skrå soleiðis, at hann
kundi síggja sólarmyrking-
ina.
Jú, sólarmyrkingin er av-
bera góð handilsvøra. Eitt
nú var Concord flogfarið
stúgvað við ríkum ferða-
gestum, ið rindaðu úti við
20.000, krónur fyri at
jagstra skuggan, sum mánin
kastaði av sær í útivið ein
tíma henda dagin fyri
tveimum vikum síðani.
Drap sítt barn
Sólarmyrking hevur eisini
nógvar mýtir tengdar at sær.
I Rumenia førdi hetta til
sorgarleik, tå ein mamma
drap barn sitt, ið hon føddi
undir s6larmyrkingini. H6-
ast hon onga frågreiding
sjálv hevði, so mettu fólk,
at hon drap barnið, tí hon
óttaðist fyri, at sólarmyrk-
ingin fylti barnið við illum
andum.
Í Onglandi vísti tað seg
eisini, at ferðavinnan legði
í so dyggiliga fyri, tá bjart-
skygdu forsøgninar fyri
møguliga lætt tjentum
pengum ikki vístu seg at
halda.
Grammir hoteleigarar
máttu nakkalangir skrúva
milt sagt glóðheitu prísirnar
niður aftur á normalt, tá tað
vísti seg, at eisini ein sólar-
myrking hevur sítt profitt-
maksimum.
Føroyar kunnu ikki á
sama hátt sum Turkaland
veita rímiliga vissu fyri
klárum himmali. Men vist
er tað, at verður veðrið til
vildar 20. mars ár 2015, so
eru Føroyar besta staðið á
jørð, ta løtuna sólarmyrk-
ingin varar henda dagin í
næstu old.
Og hesum hevur tann
fyrsti ferðamaðurin longu
funnið útav.