Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. august 1999síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið DE) NR. 159 - 25. AUGUST 1999 A... Í seinastuni hava sera nógvir fiskarar verið at sæð við ósan við Funningsfjórð. Fiskieydnan hevur verið ymisk frá manni til mann, men onkur hevur verið heppin at fáa 4 stórar laksar sama dag, og hvor av laksunum vigaði 4-5 kilo ÅNALYSA OG VIFMERKING Liss HANSEN Helst eru tað ikki so nógvir iv teimum, sum hugsa um, kanska er ein av seinastu sesongu- num. nakað er at fara til Funningsfjarðar til, tá man hugsar u t royna ettu laksi. Orsøk Í tað er, at SEV er farið undir at á staðnum. Tað ke at ávirka alt. sum hevur við fjørdin at gera, og um lands- mydugleikarnir gera av, at geva SEV tey endaligu loyvini til eisini at taka Vesturdalsá, kemur hetta at ávirkað Fjarðará so mikið nógv, at tað í framtíðini verður minnni enn helvtin av vatninum eftir í henni. Tí parturin, sum SEV sigur seg skula hava úr Vestur- dalsá, sum síðani rennur víðari, í tann partin av Fjarðará, sum rennur út í Funningsfjørd, er 55%. Av ti, at næstan einki vatn rennur í ánna aðrastanis frá, enn úr Vesturdalsá, verður vatnmongdin í Fjarðará minkað niður undir helvtina av tí, sum er í henni dag. Það fer sjálvandi at merkj- ast, so at tað forslær! Tá kemur fiskurin helst at hava trupulleikar við í heil- atikið at kunna svimja niðan í ánna at gýta. Hetta verður helst ein skjótur endi á laksafiskiskapinum har á leiðini Syrgilig sjón Bygdarfólkið við Funnings fjørð sigur um allar byrg- ingarnar, sum SEV longu er í ferð við at byggja upp fyri hvørja einastu á við vestara arm av Funningsfirði, at tað er ræðuligt at síggja. Tey øtast við, at teir hava fingið loyvi til at gera tað, tí teim- um vitandi, er eingin har á staðnum nakrantíð eftir- spurdur hasum viðvíkjandi. "Og vit, sum búgva við Funningsfjørd, vera tey, sum koma at merkja allar- mest til tær broytingarnar, sum standast av vatnorku- útbyggingini", -siga fleiri av teimum Fjørdurin "doyði" i 30'unum Til dømis er tad hent eina- ferð i triati-årunum, at fjørd- urin mestsum doyði. Or- søkin til tað var, at sam- stundis, sum at tað hevði verið turkur í langa tíð, kom alga rekandi við streymi- num inn á fjørðin. Hetta, at alga kemur inn á fjørdin, er eitt rættiliga vanligt fyribrygdi, men av tí at tað er so sjálvdan, at tað er ein tilikur turkur, í so langa tíð har á leiðini, hend- ir tað vanliga ikki nakar ser- ligur skaði av alguni, og um tað ikki var ein so langur turkur júst tå, hevði skilið helst ikki verið so ringt, sum tað var ta ferðina. "Turkur" alt árið Men eftir at SEV hevur tik- ið vatnið úr áunum við Funningsfjørd, kemur fjørd- urin at kenna tað sum um, at tað er turkur alt árið. Hetta vil sjálvsagt koma til at gera møgu-leikarnar fyri algu-trupuleikunum nógv stórri, enn hann er í dag, meta fleiri av teimum, sum búgva har. Kann tað loysa seg at steðga SEV? Tað fíggjarliga útlitið hjá landinum fyri at steðga hes- ari útbyggingini, kann sjálv- andi vigast fyri og ímóti, men tað er ikki vist, at land- ið sleppur bíligari við at lata teir feilirnar, sum eru gjørd- ir, ganga sína leið. Tí um umhvørvid við Funn- ingsfjørd verður so negativt ávirkað, at tað ikki verður livandi hjá djórunum í sjón- um, so sum Bjarni Mikkel- sen á Fiskirannsóknarstov- uni ávaraði ímóti í eini grein í Oyggjatíðindi fyri stuttari tíð síðani, hvat fer so at verða gjørt? Um teir tá skulu gera nak- að við trupuleikarnar, kann tað lættliga gerast munandi dýrari, enn tað er at gera tað, áðrenn nakar skaði er hend- ur. Og fyri alt tað, so eru ikki nóg umfatandi kann- ingar gjørdar til, at nakar kann siga við vissu, hvat fer at henda. Fjørðurin er við- brekin, og tað átti ikki at verið nøkur orsøk til at spæla við okkara umhvørv- ið á hendan hátt. Aðrar fortreytir í dag Tá ætlaninar vóru lagðar til hetta arbeiði síðst í sjeyti- árunum, var ein oljukreppa um allan heim, sum gjørdi, at fólk væntaðu sær, at olju- prísirnir fóru at vaksa 6- hugnaliga nógv. Á fundi, sum bóndurnir Millum Fjarða høvdu biðið um við kommunurnar á staðnum, visti Páll Mikkelsen, for- maður í FNU, at siga fyri luttakarunum, at tað varð væntandi síðst í 70.unum og fyrst í 80'unum, at liturpris- urin á olju fór at enda uppi á uml. 20kr fyri liturin. Hetta hendi tó ikki, tí sum frá leið, var hæsaði kreppan av, og í dag hava vit ein oljuprís, sum liggur niðri á 3-4kr liturin. Hvat er verri? Tey eru fleiri, har ímillum SEV. sum føra fram, at tað er so ringt fyri umhvorvið at brúka olju til at framleiða el við. meðan onnur vilja vera við, at tað er frægari at sleppa eitt sindur av dioxin út í luftina, enn tað er at drepa ein heilan fjørð, ja enttá tveir, um vit eisini hugsa okkum at Skálafjørð- urin verður turrlagdur, á sama hátt, sum Funnings- fjørður! Skålafjørdurin næstur å skrånni Tað eru jú eisini ætlanir um tað, nevniliga tann sokall- aða Eiði-4 ætlanin, sum Vesturdalsá hoyrir inn undir. Tað kann vera ringt at ímynda sær, hverjir trup- ulleikar kunnu koma fleiri ár frammi í tíðini, serliga um eingin ger rættiliga vart við tað. Og tað er tað, sum er hent við Funningsfirði, - siga bygdafólkini. Avaringarnar rinu ikki við! Tað hevur verið nógv frammi í fjølmidlunum, at SEV skuldi gera hesar út- byggingarnar, gamaní, men tað hevur líkasum ikki rætti- Eftir at SEV hevur tikið vatnið úr áunum við Funningsfjórð, kemur fjórðurin at kenna tað sum um, at tað er turkur alt árið Savnsmynd úr Funningi liga rinið við nakrastaðni. Kanska er orsøkin tann, tann meinigi maðurin í norður-Eysturoy ikki rætti- liga hevur verið eftirspurd- ur, og tær ferðirnar hann er spurdur, hevur hann borið seg undan at svara, av ótta fyri at verða hildin fyri gjøldur av nábúgvanum ella bygdafólkinum aftaná. So- leiðis er Jantelógin, tá hon riggar allar best...... Tað vísir seg, at fólkini á staðnum hava sterkar mein- ingar ímóti utbyggingini, tå man tosar við tey, men so skjótt, sum tað verður nevnt, at tað, sum tey siga, kanska skuldi verið sett á prent, "klappa tey saman sum ein oystra ". Tað er syrgiligt, tí tá tað kemur til at senda neyðhjálp til onnur lond, fyri at royna at bóta um skaðar, sum eru komnir av at gera óheppin ítriv á náttúruna hjá teimum, stendur sjálvdan á hjá føroyinginum at hjálpa til. Náttúran er ikki til at spæla við. Her í Føroyum hava vit sjålvi í dag eina stóðu, sum kann koma til at kosta okk- um sera dyrt vistfrødiliga, men tað hevur ikki rættiliga verið nakar, sum hevur bakkað upp um tær roynd- irnar, sum til dømis Føroya Náttúru og Umhvørvis verndar-felagsskapur og aðrir hava gjørt. fyri at verja umhvørvid í norður-Eystur- oy. Tað er grátuligt at síggja allar byrgingarnar, sum SEV í løtuni ger upp fyri hvørjari einastu á inn eftir Funnings-landi. Men enn tann dag í dag, vilja fólk ikki standa fram og siga sína meining. Øll hugsa, at onkur annar kann gera tað, men til síðst er tað ikki nakar, sum stendur fram. Soleiðis var tíverri eisini hesaferð. Ein hoyring hevði verið ynskilig Fleiri av fólkunum í norður- Eysturoy tosa eisini um, at tað átti at verið ein hoyring, har fólk og myndugleikar rættiliga fingu at vita, hvat málið snýr seg um, og hvat eigur at vera gjørt. Eisini tí, at tað kanska ikki er so ringt fyri umhvørvid, sum onkur vil vera við. Afturat tí, at tað ikki er nóg væl kunnað fyri fólki- num á staðnum, er tað so mikið langtsíðani, (1983) at SEV fekk loyvini til at gera tað, sum teir eru í ferð við í dag, at tað átti at verið kravt, at teir søktu av nýggjum, og at málið síðani varð vidgjørt umaftur.