Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-25, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. august 1999síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 159 - 25. AUGUST 1999 tíðindablaðið 13 Ferðavinnan í Sand- oynni reisir seg So endiliga hendi nakað á ferdavinnuøkinum í Sandoynni. Alt meðan feløg sum hundalond hava stungið seg upp runt um í landinum, hava sandoyingar onki gjórt við hesa vinnu. Men nú tykist glið vera komið á Ei HE A almennum fundi í ung- mannafelagshúsinum á Sandi 14. juli í ár varð felag stovnað ferðavinnuni í Sandoyar sýslu til frama. Umframt Sandoynna eru skúvoyingar og tey á Stóra Dímum heimahoyrandi í Sandoyar sýslu. Ein ar- beidsnevnd er sett at virka til næsta aðalfund, sum verður í februar år 2000. Øll húski í sýsluni hava nú um dagarnar fingið skriv frá fel- agnum, ið vónar at undir- tøkan verður góð. Øllum stendur í boði at tekna seg sum lim í felagnum. Arbeidsnevndin, ið er mannað av sjey fólkum, er longu farin til verka. Lim- irnir í nevndini hava nærum allir okkurt tilknyti til ferð- avinnu í Sandoynni. Fyrsta tiltakið á skránni er ein gongutúrur í Húsa- víkar-Dals kommunu 5. september. Bussur fer frá Virkinum á Sandi kl. 14.00 út á Skarvanes haðani ging- ið verður til Dals. Ur Dali verður gingið til Húsavíkar eftir gomlu gøtuni. Hanus Undir Leitunum verður vegvísari. Hanus er framúr fråsøgumadur og sagt verð- ur um hann, at hann kennir hvørja steinpirru har um leiðir. Túrurin endar í Café 31, har møguleiki er at hita seg við einum drekkamunni, meðan greitt verður frá virksemi felagsins nú og Stóða skal takast til, hvar í oynni kunningarstovan skal vera Savnsmynd úr Skopun framyvir. Felagið, ið enn onki navn hevur, hevur havt fund regl- uliga síðani stovnanina. Í hesi vikuni er fundur við bygdarráðini í oynni. Um- ráðandi er, at tey av fullum huga taka lut í ætlanunum at fáa ferðavinnuna upp á beinini. Sandoyggin eigur avgjórt ikki at smæðast burtur, men halda seg fram- at, tí náttúran og umstødur- nar at njóta hennara vak- urleika finnast neyvan betri. Arbeitt verður í løtuni við at fáa skipaði viðurskifti viðvíkjandi fisking í vøtn- unum. Í løtuni er Sandoygg- in als ikki nevnd í faldara- num, ið Ferðaráðið gevur út um fisking. Hetta er nakað, ið felagið í Sandoynni hevur sett sær fyri at gera nakað við, sjálvsagt! Skotin Paul Young frá Discovery Channel, ið ný- liga hevur gjørt film um fisking í Føroyum, så út til at stórtrívast á Sands Vatni. Tá tosað verður um ferð- avinnu er sera umráðandi at tænastan er í lagi. Umráð- andi er, at ferðafólk, um tey so eru føroysk ella útlendsk, kunnu fáa sær greiðar upp- lýsingar um tað, ið oyggin hevur at bjóða. Stóran týdn- ing hevur tað eisini at prak- tisk viðurskifti eru í lagi, so Nú er felag stovnað, sum skal stimbra ferðavinnuna í Sandoynni Savnsmynd úr Skálavík sum WC og skelti, ið greitt vísa vegin. Sum skilst skuldu allar bygdirnar um ikki so langa tíð havt hesi viðurskifti í lagi. Nýstovnaða felagið fer á fundinum við bygdarráðini at umrøda spurningin at opna eina kunningarstovu Væntandi og vónandi fara bygdarráðini at stuðla hesi ætlan. Um tað eydnast at stovnseta kunningarstovu er bert eftir at avgreiða, hvar hon skal vera. Í hesum dog- um verður hotellið heima á Sandi umvælt, og ein møg uleiki er kanska at hava kunningarstovuna å hotell- inum. Sum skilst eru ambitión- irnar stórar, og tað skulu tær eisini vera. Arbeitt verður við at gera ein faldara fyri Sandoyar sýslu, Bed and Breakfast í hvørjari bygd, pakkatúrar fyri avoyggja- fólk o.s.fr. So er bert eftir at vóna at Sandoyggin, hesin greni vakri slættin, framyvir verð- ur staðið, har ferðafólk fara at leita eftir friði og vakrari náttúru, og verður summar- ið næsta ár eins gott og í ár, so er bara at pakka taskuna og hyggja í ferðaætlanina nær nýggja sandoyarfergan fer og minnast til at hava svimjibuksur og bikini í taskuni.