hósdagur 26. august 1999síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 160 - 26. AUGUST 1999
tíðindablaðið
Sum fótur í hosu:
Skalafjørdur
til oljuhavn
JAN MULLER
JONHARD HAMMER
-Eg haldi ikki tað er av leið
at siga, tá tosað verður um
eina framtíðar oljuútgerðar-
havn í Føroyum, at so pass-
ar Skålafjørdurin og økid
her inni í Rúnavík sum fótur
í hosu til endamálið sigur
býráðsformaðurin í Runa-
vík, Jákup Lamhauge nú
fyritøkur í oynni og Runa-
víkar kommuna annars ar-
beiða við ymsum ætlanum
í sambandi við komandi
oljuleiting å føroyska land-
grunninum.
Runavíkar kommuna er
bert ein av fleiri kommun-
um kring landið, sum hevur
boðið seg fram til at hýsa
eini oljuútgerðarhavn.
Nú tað nærkast 1. útbjóð-
ing eru bæði kommuna og
virki í oynni sinnað til at
fara undir nakað meira í-
tøkiligt. Og tað var eisini í
hesum sambandi, at umboð
fyri kommununa í Runavík
komu á tal við Føroya Kol-
vetni, sum síðani hevur á-
tikið sær at gera eina kann-
ing og eina frágreiðing til
eina oljuútgerðarhavn i
Runavík. Teir, ið hava gjørt
frágreiðingina eru Niels
Sørensen og Graham Ste-
ward frå Føroya Kolvetni
og Alister McCormick, sum
tekst við at ráðgeva olju-
feløgum um nettupp oljuút-
gerðarhavnir. Nidurstødan
í fráreiðingini er tann, at
økid er sera vælegnað til
endamálið, men samtíðis
verður mett, at tað er sera
avmarkað, hvat verður av
virksemi og harvið
inntøkum tey mongu fyrstu
árini.
Men onkunstaðni skal
skjøtil setast á, og herfyri
stovnaði Føroya Kolvetni
smápartafelagið „Atlantic
Supply Base“, hvørs enda-
mál er at taka sær av fyri-
reikingunum til eina stórri
verkætlan. Í næstum fara
umboð fyri Runavíkar
kommunu og nýggja felagið
„Atlantic Supply Base“ til
Aberdeen at luttaka á olju-
messuni har.
Tá oljumessan hevur ver-
ið verður so farið at stovna
eitt partafelag við tí enda-
máli at fáa fyritøkur og ein-
staklingar allari oynni at
seta pening í verkætlanina.
Sosialurin skilur, at stórur
áhugi er fyri hesi ætlan, og
tað er ikki óhugsandi, at
flestu av størstu og peninga-
sterkastu fyritøkum í oynni
fara at vera vid i verkæt-
lanini.
Føroya besta havn
Ein teirra, sum er fegin og
spentur um gongdina er
sjálvur býráðsformaðurin i
Runavík, Jákup Lamhauge.
-Vit halda, at Runavík er
eitt sera gott stað til olju-
útgerðarhavn. Tað liggur
væl fyri geografiskt, og tal-
an er eisini um eina av Før-
oya bestu havnum, ikki
minst til veður. Halda olju-
feløg tí, at hetta er rætta
plássið hjá teimum at brúka,
so er tað spell, um vit ikki
hava møguleika at hýsa
teimum til ta tíð.
-Eg havi skilt, at tað er
ikki so stórur tørvur á
havnagki í sjálvum leiting-
arskeiðnum, og sum er hava
vit longu ávíst havnagki
tókt. Men hinvegin hevur
býráðið gjørt greitt, at skal
talan verður um at menna
og økja virksemið á pláss-
inum, so er neyðugt at
byggja havnina út.
Tí hevur kommunan
longu samtykt at fremja
eina útbygging, har vaksið
verður um havnagkið á
landi, og har ein kaisíða við
góðum dýpi uppá einar 12
metrar verður bygd. Her
verður hugsað um bæði
farmaflutning og møguliga
oljuvinnu. Býráðsformað-
urin ger greitt, at teir - uttan
um til eina oljuvinnu -
høvdu farið undir eina slíka
útbygging. Hon verður at
byrja um ikki so langa tíð. I
løtuni er hon á tekniborð-
inum.
Býráðsformaðurin leggur
dent á, at sjálvt um eingin
oljuvinna verður, so er
iløgan ikki farin fyri skeyti
kortini. Hann vísir annars á,
at um so er at oljuvinna
tekur seg upp og vissa er
fingin fyri, at havnin har fer
at verða brúkt til oljuútgerð-
arhavn, so er kommunan
sinnað til at byggja eina
stóra holl at hýsa olju-
virksemi. Talan verður so
um eina holl av sama slag,
sum kommunan á sinni
bygdi til at hýsa virksemi
hjá Beta.
Tað hevur annars verið
víst á, at tann gáttin, sum er
við munnan á fjørdinum er
ein forðing fyri ávísum
oljuvirksemi. Hesum vísir
ákup Lamhauge vísir aftur.
Eg veit t.d. at tað hevur ver-
ið fyrispurningur fyrr um at
fáa boripall inn á fjørdin, og
tá varð tosað um eitt dýpi
uppá 10-12 metrar. Minsta
dýpið har gáttin er, er 25
metrar. So her skuldi ikki
verið nakar trupulleiki.
Hvat hevur býráðsfor-
maðurin í Runavík annars
at siga til tey, sum halda, at
vit eiga at brúka oljuvinn-
una til at fremja ,,økismenn-
ing“ og at tað frá almennari
síðu eigur at verða gjørt av,
hvar ein oljuútgerðarhavn
skal vera!
-Eg ætli mær ikki at
leggja meg út eitt politiskt
orðaskifti um, hvar ein
møgulig oljuútgerðarhavn
skal vera. Hetta er nakað,
sum má koma heilt náttúr-
liga frá vinnuni sjálvari
Men tað er ein sannroynd,
at júst megingkið liggur væl
fyri og hevur nógvar av
teimum funktiónum, sum
ein oljuvinna uttan iva vil
spyrja eftir. Men tað er eis-
ini skiljandi, at suðuroying-
ar vilja hava oljuútgerðar-
havnina har. Hinvegin rokni
eg tó við, at oljufeløgini
sjálvi vilja sleppa at gera av,
hvørja havn tey skulu
brúka. Tey fara so at velja
tað plássið, ið liggur best
fyri í allar mátar. Meta tey,
at slík havn liggur best fyri
í Suðuroynni, ja, so verða
tey har.
Suðuroyggin
Jákup Lamhauge leggur tó
aftrat, at tað er einki duls-
mál, at Suðuroyggin liggur
nakað malplaserað, tá man
sammetir við megingkið. -
Høvudsstadurin 5 t.d. altíð
vera eitt pláss, sum dregur
at sær, tí her liggur gil høv-
uðsumsitingin. Vit síggja
eisini, at tað er ævmarkad
við tænastuvirksemi í Suð-
uroynni. Tá er stan Ødr-
vísi á td. Skálafjørðinum.
Her eru fleii naskinverk-
staðir og specialverkstadir
av ymsum slag. Eisini er
stór skipasmiðja við turr-
dokk á fjørðinum. Tá und-
irsjóvartunnilin kemur er
bara ein tími frá Skálafjørð-
inum til flogvøllin. Haraftr-
at kemur, at tað er stutt til
Havnar. Ein oljuútgerðar-
havn í meginøkinum vil tí
altíð hava nógvar fyrimunir.
NU kr. 12,-
Uppå fyrispurning um
teir hava hugsað um bústað-
arspurningin í økinum, tå
ein oljuvinna tekur seg upp.
vísir Jákup Lamhauge á, at
eisini her eru teir væl fyri,
tí tað er so stutt til Runa-
víkar úr nógvum bygdum
og býum. T.d. tekur tað bara
35 minuttir til at koyra úr
Runavík til Gjáar, sum er
tað longsti teinurin í Eyst-
uroynni úr Runavíkini. Tað
tekur bara 20 minuttir til
Fuglafjarðar osfr.
Við „The Atlantic Supply
Base“ í Runavík eru ikki
færri enn tríggjar oljuút-
gerðarhavn við á oljumess-
uni í Aberdeen. Hinar báðar
eru Asco Føroyar, sum er
samstarv millum skotsku
Utsøla 27 aug.
Hosutogv
å kr. 12,-
Økologisk ull
vani. prisur kr. 18,-
GA —
- fyrr kr. 21,50 -
* NÚK.15,. Í
Umboð fyri útlendska
oljuvinnu vitja í Runavík,
har býráðsformaðurin
vísir á møguleikarnar
fyritøkuna Asco og Tórs-
havnar Skipasmiðju, og síð-
ani Norserv, ið er samstarv
millum donsku fyritøkuna
Danbor og tvær føroyskar
fyritøkur.
Tað skilst, at meðan út-
lendsk áhugamál eru við í
bæði verkætlanini á Sundi
og á Drelnesi, so skulu tað
bara vera føroyskar fyritøk-
ur, sum standa aftanfyri og
reka oljubasan í Runavík
Eisini aðrar kommunur
Føroyum verða við á olju
messuni í Aberdeen í næst
um.
Restir av
bummulls-
2 tráða føroyskt
-
skipstroyggjutogv
100 gr. kr. 10,-
1/ 2 prís
Undirklæðir
til børn fyri
fingering
nógv niðursett
Flamé, nú kr.9,75
Tógvhandilin
IGLOO
Sverrisgota 19
Tórshavn
TIf. 315264
Fax 319623