Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. august 1999síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

6 tíðindablaðið tem = í RA EFTA SVNAS VMA A il SD NR. NB010B: AQLGIUSE 1999 Ræðist Helenu Jógvan við Keldu, tingmaður úr norðoyggjum og býráðs- formaður í Klaksvík, sigur seg ræðast Helenu Dam á Neystabø, tá hon skal taka avgerðir um tey trý sjúkrahús- ini. Hann heldur hana vera ov veika á ókinum, og tískil heldur hann, at hon letur seg stýra ov nógv av ráðgevum og embætisfólkum JOHN JOHANNESSEN Helenu á Neystabø um at skurðlækna vaktirnar á sjúkrahúsunum í Klaksvík og á Tvøroyri eru beinleiðis skelkandi. Hetta er einki minni enn tað sama sum at niðurleggja hesi bæði sjúkrahúsini Jógvan við Keldu heldur tað vera ógvuliga óheppi fyn fólk í nordoyggjum, um skurðlæknavaktin á Klaks- víkar Sjúkrahúsi verður nið- urløgd. Hetta heldur hann vera ein stóran niðurskurð av tryggleikanum hjá fólk- unum, ið búleikast í norð- oyggjum Landsstýris- kvinnan ov veik Býráðsformaðurin í Klaks vík heldur seg vita orsøkina til, at Helena Dam á Neyst- abø ynskir at skerja niður i skurdlæknavaktunum, ið eftir hennara tykki eru at Etlanirnar hjá Dam niðurleg meta sum dupultfunktiónir. - Fyrr høvdu vit politiskt vald sjúkrahússtýri fyri oll trý sjúkrahúsini kring land- ið. Nú er umsitingin broytt, og partur av leiðsluni á Landssjúkrahúsinum er flutt í Almanna- og Heilsumála- stýrið, ið ræður yvir ollum heilsuverkinum sum tað er. Í staðin fyri sjúkrahússtýrini hava vit fingið sjúkrahús- råd, men hesi hava hvorki fíggjarligt vald ella ábyrgd. Hóast Helena Dam á Neyst- abø er ovasti myndugleiki í Almanna- og Heilsumála- stýrinum. hevur hon ráð- gevarar. Bæði føroyskir og útlendskir, og eru tað hesir, ið veruliga sita við vald- inum. Sannleikin er, at Hel- ena Dam á Neystabø er ov veik á almanna- og heils- uøkinum, og tí letur hon embætisfólkini stýra sær. Ráðgevararnir hjá Helenu úr Danmark eru flest allir sentralistar, og duga hesir ikki at skilja, at landafrød- iligu vidurskiftini saman við øðrum viðurskiftum ikki eru tey somu sum i Danmark. Hesir halda, at tað loysir seg best við ein- um sjúkrahúsi, og tað skal vera í Havn. Hesum ráðum velir landsstýriskvinnan so at fylgja. Nidurstødan hjá Jógvani við Keldu er, at Helena Dam á Neystabø beinleiðis er vandamikil fyri sjúkra- húsini, og sigur hann seg ræðast hana, tá tað ræður um bæði tey smáu sjúkra- húsini. Fyrimyndarligt sjúkrahús — Klaksvíkar Sjúkrahús er eitt fyrimyndarligt sjúk- rahús, bæði tá talan er um effektivitet og um trivnað. Eingin ivi er um, at ein og hvor sjúklingur, ið hevur verið viðgjørdur á Klaks- víkar Sjúkrahúsi, er væl nøgdur við bæði viðgerð og viðferð, sigur Jógvan við Keldu og vísir á, at starvs- fólkum innan føroyska sjúk- rahúsverkið dámar framúr væl at starvast á sjúk- rahúsinum í Klaksvík. - Tað er ikki lygn, tá sagt verður, at læknar í Havn kappst um at sleppa til Klaksvíkar at fremja sínar skurðviðgerðir. Hetta sigur Jógvan við Keldu seg skilja væl, tí eftir hansara tykki hevur landssjúkrahúsið landssjúkrahúsið aldri virk- að. . — A landssjúkrahúsinum hevur verið stríð tey seinastu 30 árini, og har stríð er, er oftani ov nógv fólk, og har- afturat ger slíkt stríð, at eff- ektiviteturin er fallandi. Aft- ur ímóti Landssjúkrahúsi- num er Klaksvíkar Sjúkra- hús eitt mynstursjúkrahús. Tí er einki undarligt i, at læknar heldur vilja koma til Klaksvíkar at fremja arbeiði sítt, heldur enn at gera tað í einum klandurshúsi í Havn. Jógvan við Keldu vísir eis- ini á, at virksemið á Klaks- víkar Sjúkrahúsi í mun til jåttanina er nógv stórri enn á hinum sjúkrahúsunum. Eisini fyri Eysturoyingar Jógvan við Keldu vísir á, at tað ikki fara at ganga mong ár áðrenn fast samband er undir Leirviksfjørdi, og tå verður styttri vegur hjá eyst- uroyingum at leita sær hjálp frá sjúkrahúsinum í Klaks- vík, heldur enn frá Lands- sjúkrahúsinum í Havn. Hetta heldur Jógvan við Keldu, at myndugleikarnir eiga at hugsa um. Tí tá tað ræður um akutta sjúkravið- gerð, eiga sjúklingar sjálv- andi at verða fluttir á nærm- asta sjúkrahús. Tískil fer sjúkrahúsið í Klaksvík um fá ár, sambært býráðsfor- manninum í Klaksvík at verða álitið bæði í norð- oyggjum og í Eysturoynni, um myndugleikarnir ikki beina fyri tí áðrenn. Eisini vísir Jógavn við Keldu á, at ávísar serskurð- viðgerðir verða gjørdar í Klaksvík, sum ikki verða gjørdar aðrarstaðir. Hetta heldur hann, at meira átti at verið gjørt við, eisini á Tvøroyri, so hesi bæði sjúkrahúsini kundu tikið eitt sindur av trýstinum frá Landssjúkrahúsinum. Men tó sigur hann, at myndug- leikarnir allatíðina royna at mótarbeiða slíkum hug- skotum, fyri at fáa mest møguligt at ganga fyri seg í Havn. Fer ikki fram við borðinum — Eitt er heilt vist, og tað er, at eg ætli ikki at lata møguligar ætlanir hjá landsstýrismanninum í Al- manna- og Heilsumálastýr- inum um at niðurleggja skurðvaktina á sjúkrahúsi- num í Klaksvík fara fram við borðinum. Tí ætli eg mær at hava fund við mínar politisku partamenn, so skjótt eg komi aftur til Føroya, sigur Jógvan við Keldu, sum í løtuni er staddur í Eysturríki saman við Kl. Jógvan við Keldu leggur tó dent á, at hann ikki fær at slíta nakra samgongu or- saka av hesum málinum. Sambært Jógvani við Keldu er Helena Dam á Neystabø, landsstýris- kvinna, ikki fór fyri at rókja sína uppgávu til fulnar Jógvan við Keldu, býráðs- formaður í Klaksvík og løgtingsmadur heldur ætlanirnar um at niður- leggja skurðlæknavaktir- nar vera heilt burturvið