Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. august 1999síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 160 - 26. AUGUST 1999 tíðindablaðið Eingin sparing - bert otryggleiki Jákup Petersen, skurðlækni heldur onga sparing vera í at niðurleggja skurð- læknavaktirnar í útjaðaranum. Hetta krevur nevniliga stórar ílógur viðvíkj- andi flutningi til Landssjúkrahúsið, men talan kann ikki gerast um nóg trygg- an flutning JOHN JOHANNESSEN Tá ein persónur hevur fingið lívshóttandi skaða, er tann fyrsti tímin avgerandi fyri, um sjúklingurin yvir livir. Tí er tað ógvuliga umráðandi, at skurðlækna vaktirnar í Klaksvík og á Tvøroyri verða varveittar. Um tær verða niðurlagdar, er neyðugt at hava eina tyr lutænastu, ið lítast kann á alt samdøgrid, eisini tó 6 veður er. Fyri at hetta skal bera til, er neyðugt at hava flogskiparar, ið eru útbúnir at flúgva eftir tólum í myrk- ri og illveðri, og so skulu tyrlurnar og tyrlupallarnir eisini vera útgjørdir til hetta. Sostatt skulu vit hava aðrar tyrlupallar, ið hava elek- trónisk innflúgvingartól, so til ber hjá einari tyrlu at lenda, sjálvt um einki sýni er. Alt hetta er nógv dýrari enn at varveita skurðlækna vaktirnar, so eftir mínum tykki er talan als ikki um nakra sparing, men bert um at gera lívið meira ótrygt hjá fólkunum í útjaðaraðkjun um. Jákup Petersen vísir á, at hóast eina væl virkandi tyr lutænastu, fara tað at vera dagar, har tað ikki ber til at flúgva við tyrlu til Lands sjúkrahúsið. Tískil skapa ætlaninar um at niðurleggja akuttu skurðlæknavaktirnar ótryggleika hjá teimum fólkum, ið búleikast í út- jaðaranum. Jákup Petersen vísir á syndarligu vanlukk- una, tá onnur av føroysku tyrlunum datt niður á Borð- oyavík undir einum kavaæli ávegis til Klaksvíkar eftir einum sjúklingi, ið skuldi flytast á Landssjúkrahúsið. Eisini vísir hann á illveðrið, ið brast á, meðan politikarar vóru í Klaksvík á kjakfundi um júst sparingar innan sjúkrahúsverkið, og at tað var um reppið, at tey vitj- andi sluppu av aftur oynni, orsakað av illveðrinum Altíð dupultfunktiónir Jákup Petersen sigur, at tað ikki ber til hjá landsstýr- iskvinnuni í almanna- og heilsumálum at tosa um, at flestu = dupuletfunktiónir eiga at niðurleggjast fyri at fremja sparingar. Hann vísir á, at dupultfunktiónir altíð koma at vera. Sum dømi nevnir hann, at sár sjálvandi altíð fara at verða seymaði bæði í Klaksvík og á Tver- oyri, og til hetta krevjast sjálvadi læknar Tað er ein orsøk fyri, at eitt so lítið land sum Ísland hevur heili 27 sjúkrahús og somuleiðis fyri, at Grønland hevur 17 sjúkrahús. Orsøk- in er sjálvandi tann, at her valda onnur viðurskifti enn í Danmark. Veðrið er ógvu- liga illfýsi her norðuri í Norðuratlantshavi, og ger saman við tí, at farast skal yvir hav, sjúkraflutningin ógvuliga torføran. Tískil ber ikki til at samanlíkna stød- una vid Danmark og siga, at vit kunnu hava eitt stórt sjúkrahús mitt í landinum. ið er álitið. Medisinskum sjúklingum tørvar at koma undir læknahond beinan- vegin, og hetta verður trup- ult, um neuðugt skal verða at fara til Havnar Jákup Petersen ásannar, at tað eigur at verða tálmað um útreiðslurnar hjá sjúk rahúsverkinum. Men hann heldur tó, at myndugleik- arnir loypa uppum, har garð urin er lægstur. Eftir hansara tykki minnir stødan um nevniliga donsku rapportina frá 1992, har mælt varð til at nidurleggja smærru sjúkrahúsini. Jákup Petersen, skurð- lækni, heldur ikki, at tað loysir seg at niðurleggja skurðlæknavaktirnar í útjaðaranum. Hetta heldur hann ikki skapar sparing men bert ótryggleika Slepp tankanum sum skjótast — At niðurleggja skurðlæknavaktina á Suduroyar Sjúkrahúsi er tað sama sum at niðurleggja sjúkrahúsið. Hetta skapar ótryggleika fyri íbúgvarnar í Suðuroynni, og tí eigur landsstýriskvinnan at sleppa tankanum sum skjótast, sigur Páll Vang, býráðsformaður á Tvóroyri JOHN JOHANNESSEN Páll Vang. býráðsformaður á Tvøroyri, heldur, at tað, Helena Dam á Neystabø segði við sjónvarpið fyrra kvøldid, um at niðurleggja dupultfunktiónirnar á sjúk rahúsunum. má vera komið skeivt fyri. Hann heldur, at hon rætt og slætt má hava mistikið seg. Tó sigur hann, at um Helena Dam á Neyst abø veruliga hevur ætlanir um at niðurleggja skurð- læknavaktirnar, eigur hon at sleppa tankanum beinan vegin. Vit hava ongan med- isinara á sjúkrahúsinum i oynni, bert tveir skurð- læknar. Og verða skurð læknavaktirnar niðurlagdar, er hetta tað sama sum at niðurleggja sjúkrahúsið í oynni. Hetta kann als ikki góðtakast, og er vón mín tískil, at landsstýriskvinnan hevur mistikid seg. Tað er nevniliga bráfeingishjálp vit hava brúk fyri her suduri, tí hevur skurdlæknavaktin ógvuliga nógv at siga. Ann- að, ið ikki hevur so stóran skund, kann so ganga fyri seg í Havn, sigur Páll Vang og vísir á, at um veturin kann tað vera ógvuliga langt og baldrut at koma úr Suð- uroynni til Havnar, serliga í akuttum sjúkraðrindum Påll Vang hevur annars ikki stórvegis viðmerkingar til málið, men vísir á, at neyðugt er at hava sjúkra- hús við skurðlæknum í Suð- uroynni, fyri at tað skal vera trygt at búgva í Suðuroynni. Páll Vang, býráðsfor- maður á Tvøroyari heldur tað vera alneyðugt at varðveita skurðlækna- vaktirnar á Suduroyar Sjúkrahúsi æ Lærlingur eila hjálparfólk Fotobúðin í Handilskjarnanum sekir eftir handilslærlingi, at byrja beinanvegin. Starvið umfatar ymiskar uppgávur. so sum.: e Vanlig kundaavgreiðsla e Framkalling av litmyndum e Telduvidgerd av myndum e Litavrit á digital-litkopimaskinu Hevur tå: e FHS ella líknandi e Ahuga i foto og tøkn e Góð samstarvsevn Kunnu vit bjóða tær: e Eitt gott arbeiðsumhvorvi e Starv, har myndateknin ry e Spennandi og áhugavert læn Lærutidin hjá fólki við FHS-progvi er 3 ár. og við HH-prógvi 2 år, harav 8 vikur i yrkis- skúla í Danmark Ljóðar hetta áhugavert. so send eina umsókn innan 31. august 1999 Umsókn saman við prógvum og viðkomandi skjølum skulu sendast til Fotobúðin Handilskjarnin Boks 1016 FO-110 Tórshavn Tlf. 311661 Fax 310886 N fotobúðin