Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-26, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. august 1999síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SR NR. 160 - 26. AUGUST 1999 SVEINUR TRÓNDARSON Í morgin fara Føroyameist- ararnir, sum teir fyrstu í ár, upp í europeisku hondbólts- kappingina. StlF, sum í fjør gjørdist meistari á fyrsta sinni i meiri enn fimti ár, verður um vikuskiftid við í euro- peisku kappingini fyri meistaralið. Tá føroysk lid fara upp í europeiska kapping, er tað sjáldan við tí fyri eyga, at vinna kappingina, men fyri at geva leikarum sínum møguleika at royna seg í altjóða kapping. Móti lið- um, sum í allarflestu førum eru so nógv sterkari enn tey fóroysku. Púra ókendir Í so máta var lutakastið einki undantak fyri StIF. Slovakiska meistaraliðið, VSZ Kosice var tað 11010, sum kom úr hattinum tá lut- ur varð tikin, og tað er synd at síga, at hetta var eitt heppið lutakast fyri strand- ingar. Ikki tí, tað kundi væl ver- ið meira óheppið, men bara tað, at liðið hevur 11 lands- liðsleikarar í hópinum sigur so mikið, at talan er um eitt tíðindablaðið e-mail: eydunØsosialurin.fo Sosialurin - Box 76 - 110 Tórshavn - Tlf, 31 18 20 - Fax 31 47 20 Storsta avbjóðingin hjá STÍF Hondbóltur: StÍF, sum í fjør gjørdist meistari á fyrsta sinni í meiri enn fimti år, skal í morgin og fríggjadagin út í harðastu dystirnar teir nakrantíð hava verið. Mótsóðuliðið er VSZ Kosice úr Slovakia og tað er mannað við ikki færri enn 11 landslidsleikarum sterkt lið. Hóast tað, at liðið er væl mannað, so er tað púra og fullkomiliga ókent fyri strandingum. Jónleif Sólsker sigur, at hann hevur roynt at funnið fram til okkurt, men illa hevur gingist. Eg veit, at teir vóru við í steypakappingini í fjør, og at teir komu víðari frá fyrsta umfari. Teir vunnu á portu- gisisku steypavinnarunum, men taptu í øðrum umfari móti jugoslavisku steypa- vinnarunum. Tad er alt eg veit, og tað er alt, sum hevur verið møguligt at finna fram til, tíverri, sigur Jónleif Sól- sker. So talan er í veruleikan- um um eitt ókent lið, sum uttan iva er gott kortini, leggur Jónleif Sólsker aft- urat og vísir til teir ellivu landsliðsleikararnar á Kos- iceliðnum. Jónleif greiðir eisini frá, at hann royndi at fáa fatur á Igor Kmec, sum var venjari hjá Kyndli fyri nókrum ár- um síðani, men tað hevur ikki eydnast enn tíverri. — Tað hevði verið góð hjálp, tí Igor er úr Kosice, og kennir uttan iva okkara motstødumenn, sigur Jón- leif. Størsta avbjóðing nakrantid Tað er ikki eiti á tak hjá so lítlum felag, at fara upp í europeiskan hondbólt, og fyri leikararnar er eingin ivi um, at hetta verður teirra størsta avbjóðing nakrantíð í hondbóltshópi. Sum kunnugt er StIF ikki tað liðið í Føroyum, sum er mest kent fyri at vinna steyp, men tá tað endiliga bragdaði, so hendi tað júst tað árið tá kappingin var so — Tað er ein stórur biti at gloypa um, tí Kosice hevur leikarar við drúgvum altjóða royndum frá landsdystum, men samstundis er tað ein sera spennandi uppgáva at fara undir sigur Jónleif Sólsker, leikandi venjari hjá StÍF. Í morgin fer hann at fáa hjálp frá ødrum góðum monnum á beinkinum. Jón Poulsen og John Petersen fara at leiða dystirnar frá beinkinum Mynd: Alvur Haraldsen spennandi sum nakrantíð. Jónleif Sólsker segði eis- ini størstu gleðina við at vinna í fjør júst vera ta jøvnu kappingina. Tí verður tað sera spenn- andi at síggja hvussu unga liðið av Strondum fer at megna hesa risastóru av- bjóðing. Tað er eingin ivi um, at StIF er gott eftir føroyskum måtistokki, men tad er ein spurningur hvussu langt ut í Europa tað røkkur. Spælararnir rædast ikki uppgåvuna, men visa kort- ini til tær vantandi altjóða royndirnar. Einki landslid er, sum kann byggja upp hesar royndir, og tí vera feløgini noydd til at gera tad sjålvi. — Fótbólturin hevur nú i fleiri ár verið við, og tað er ikki fyrr enn nú, at hesar royndir veruliga fara at gera mun, síga leikararnir og tað liggur í luftini, at teir fegnir vildu fingið eina frágreiðing frá HSF nær sambandið aft- ur ætlar sær undir altjóða arbeiði við landsliðnum. Hinvegin, so ætla leikar- arnir ikki at seta seg hond upp undir kinn at bíða eftir HSF. Teir hava tikið dystin upp sjálvir, og fara í ann- aðkvold og leygardagin at 23 Lesið eisini ítróttin á internetinum >berjast< móti gestunum úr Kosice. Undirmeting gevur møguleikan Sum tad sømir seg røttum størlidi, so letur tað til, at Kosice er farið í nett somu fellu, sum flestu stórlið gera, tá tey skulu leika móti smáum feløgum. Teir eru so púra vísir í, at teir vinna dystirnar, tí føroyskur hondbóltur sigur teimum ikki tað stóra. Gestirnir eru gingnir við til at báðir dystirnir verða leiktir í høllini á Skála, og teir koma ikki til Føroya fyrr enn hósdagin. Í fyrstani ætlaðu teir ikki at koma fyrr enn fríggja- morgunin - sama dag, sum fyrsti dysturin skal vera men tað broyttu teir, tá teir fingu at vita um møguleikan fyri mjørka. Gestirnir hildu - eins og vertirnir - ikki, at tað var ráðiligt at taka slíkar kjansir. Men tað er kanska júst hetta, sum kann geva strandingum møguleikan at taka gestirnar á bóli í ann- adkvøld. Leikararnir og venjarin eru samdir um, at skulu teir takast á bóli, so skal tað verða í fyrra dystinum, og Tað kann gott verða, at flestu leikararnir á StIF- liðnum eru ungir, men tað merkir ikki, at teir eru bangnir fyri mótstøðu liðnum úr Kosice, sum ter í morgin hitta í høllini á Skála. Leikararnir eru spentir og gleða seg al mikið til eina sera stóra avbjóðing Mynd: Alvur Haraldsen teir eru til reiðar at gera tað Leikararnir eru so væl fyri, sum teir ongantíð hava verið fyrr, og spæla teir, sum teir gjørdu í fjør, so er ikki illa statt. Liðið av Strondum var nokk tað liðið í kappingini, sum leikti tann mest forvitnisliga hondbólt in. Breiddin var til staðar, og liðið er ikki verri fyri í ár Hannis Wardum, sum er sterkur skjútti, økir um styrkina á liðnum, og tí verður spennandi at síggja um tað hevur eydnast teim um at spæla hann inn á liðið til í annadkvøld ' Livst. so spyrst