hósdagur 26. august 1999síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
24
tíðindablaðið
NR. 160 - 26. AUGUST 1999
»Turkatrugvin« er upp á pláss
Fótbóltur: Turkisku gestirnir hjá B36
eru ikki eina løtu í iva um, at teir koma
víðari til næsta umfar í UEFA Cup
kappingini
SVEINUR TRÓNDARSON
Tað er ikki altíð at orð skulu
til fyri at lýsa tað, sum tal-
arin ætlar sær at fáa fram.
Við hvort er kropsburður
nóg mikið
Fyri tveimum vikum síð-
ani var B36 í Turkalandi og
spældi UEFA Cup dyst móti
Ankaragiøcú. Arstalsfelagið
úr Havn tapti, men bert við
tí eina málinum, og við ti í
huga er ikki óhugsandi, at
B36 kann spæla seg víðari
til kappingin.
Fá tað er sagt, so må els-
int staðfestast, at tað verður
meiri enn tortørt at vinna á
turkunum, sum eru væl fyri
og eisini spæla ógvuliga
vælt
Kristian á Neystabø, for-
maður í B36 sigur, at mót-
stødulidid er væl skipað og
er nógv sterkari enn B36.
- Vit taka tað roligt
Venjarin hjá turkiska liðn-
um sær heldur ikki út til at
vera tann, sum hevur mestu
nervarnar.
Leikarar hansara eru á
vøllinum fyri at merkja
grasið undir fótunum í hes-
um fyri teir so fremmanda
landi.
Turkisku myndamenninir
eru til arbeiðis og tíðinda-
menninir tosa við venjar-
arnar, men hvat tosað verð-
ur um er ikki gott at vita, tí
vit skilja ikki eitt orð av tí
teir siga.
Leikararnir taka sær av
løttum - spæla smábólt í-
millum sín, men enn er góð
tíð at hita upp til dystin, tí
tað er bara mikudagur, og
dysturin er ikki fyrr enn
hoskvøldid.
Vit fingu orð á høvuds-
venjaran, sum gongur púra
avslappadur og prátar. Hann
skilir ikki eitt orð á enskum
og hevur tí tulk undir liðini
á sær, meðan vit práta.
Venjarin sigur, at hann er
púra róligur.
- Vit hava vunnið tann
fyrra dystin, og kunnu tí
vera heilt avslappaðir nú.
Okkara lið átti at vunnið
nógv meir á heimavelli,
men tað gjørdu vit bara ikki.
Tað sum kortini hevði
størstan tydning var, at vit
vunnu, og tí kunnu vit taka
tað heilt róligt hesaferð,
sigur hann.
Kempaðu væl
Sum tað sømir seg réttum
gesti, so er venjarin hjá
Ankaragicú ikki smæðin
fyri at geva føroyska liðnum
rós fyri teirra innsats í Ank-
ara fyri fjúrtan døgum síð-
ani.
— Teir bardust væl og
manniliga, men tað var okk-
ara lið, sum var tað betra
liðið. Vit trýstu og teir
vardu. Tað gjørdu teir óg vu-
liga væl.
Vit spurdu venjaran, um
hann var bilsin av spælinum
hjá B36 men tað svarar
hann ikki beinleiðis uppá,
men sigur, at munurin mill-
um liðini eigur at gera, at
liðið úr Ankara eigur at
koma víðari.
Venjarin hevur ikki meir
at leggja afturat, men biður
eitt annað umboð frá felag-
num koma at taka yvir sam-
røduna.
Hann so ger, og væl
hjålpir, tå hesin er knåur i
enskum.
Skuldu vunnið
vid fleiri målum
Hesin ungi maðurin letur
ikki nakran iva vera um, at
Ankaraliðið eigur at kunna
gera av við B36 í UEFA
kappingini.
— Vit áttu at vunnið tann
Bóltsnillingar eru teir,
sum leika á turkiska
liðnum, men spurning-
urin er, um tað er nóg
mikið til at koppa B36
Mynd: Alvur Haraldsen
fyrra dystin við minst fimm
málum, tá vit taka tað við í
metingina at okkara spæl-
arar eru fulltíðar yrkisleik-
arar. Vit vunnu bara við ein-
um máli, men tað er nóg
mikið til, at vit koma víðari,
sigur maðurin.
Hann heldur ikki, at B36
eigur at hava nakran kjans
til at koma afturíaftur í dyst-
unum.
Men hevur tað stóran
týdning fyri tykkum, at
koma víðari?
Ja, tað hevur tað. Vit
skulu koma víðari. Tað er
eingin ivi um tað, sigur
turkiski gesturin, sum nú fer
á flot við onkrum av vert-
unum úr B36.
Undirmeting hjálpir
Soleiðis eru kortini blandað
áðrenn dystarbyrjan í kvold.
B36 spældi ein framúr
góðan dyst í defensivinum
fyri fjúrtan døgum síðani,
har serliga teir royndu
leikararnir fingu høvid at
vísa hvor dugur er í teimum.
Hóast tað gekk heldur
striltið hjá Ankara at vinna
tann dystin, so eru teir full-
vísir í, at tað vera teir, og
Vit eiga at vinna, og vit
fara at vinna, sigur
venjarin hjá turkiska
; liðnum
Mynd: Alvur Haraldsen
ikki teir svørtu og hvítu úr
Gundadali, sum fara víðari
í kappingini, og tað er júst
hetta, sum kann fara at ger-
ast møguleikin hjá B36.
Sivic sigur, at t.d. Jákup
á Borg spældi serstakliga
illa í Turkalandi, og at hann
væntar sær meir av honum
í kvold.
— Jákup er ungur og ti er
einki løgid, at hann ikki
spælir væl í einum slíkum
dysti, sigur Sivic og leggur
afturat:
— Hann er ungur og tí
kunnu nervarnir spæla hon-
um eitt puss.
Men B36 fer á vøllin fyri
at spæla sín møguleika til
fulnar.
— Vit hava ein møguleika,
og hann ætla vit okkum at
taka, segði Sivic aftaná
dystin móti B68 sunnudag-
in.
Hvussu leikur fer, mugu
vit bíða við at frætta meira
um til seinni í kvold.
Hans Fróði móti Adams og Wintherburn
Fótbóltur: Hans Fróði Hansen, sum royndarvenur í Queens Park Rangers skal
í dag spæla móti eykaliðnum hjá Arsenal, móti so mætum monnum, sum Ad-
ams og Wintherburn
SVEINUR TRÓNDARSON
Dreymurin hjá einum fót-
bóltsleikara er ofta antin at
Hans Fróði Hansen er í
løtuni í Queens Park
Rangers og royndarven-
ur. Í dag skal hann spæla
dyst móti Arsenal, sum
hevur Tony Adams og
Nigel Wintherburn á
liðnum. ,
Mynd: Alvur Haraldsen
spæla ímóti ella við teimum
heilt stóru stjórnunum.
Hesin dreymur gongur út
hjá Hans Fróða Hansen í
dag, tá hann saman við
eykaliðnum hjá QPR skal
spæla dyst móti eykaliðnum
hjá Arsenal, sum hevur so
mætar menn á liðnum sum
Tony Adams og Nigel
Wintherburn.
Hans Fróði er í QPR og
royndarvenur hesa vikuna,
og tað er ein venjing, sum
Nordplayer og Jákup í Stór-
ustovu hava skipað fyri.
Hann letur væl at umstød-
unum i felagnum, sum
spælir í næstbestu ensku
deildini, og hevur tveir
kendar fyrrverandi leikarar
sum venjara og hjálparvenj-
ara, bretan Trevor Francis
og íran lan Dowie.
Sjálvur heldur Hans
Fróði, at venjingin higartil
hevur gingið væl.
— Vit eru fýra, sum roynd-
arvenja, men tað er bara ein
annar, sum spælir á sama
plássi sum eg, sigur hann.
— Tað er hart, og gongur
fyri seg í eini rúkandi ferð,
og tað hendir meiri enn so,
at ferðin gongur út yvir
spæli, sigur hann.
Hann heldur tó ikki at tað
bilar hjá honum. Hans Fróði
veit enn einki um tað fer at
eydnast honum at spæla seg
til ein sáttmála, men sjálvur
vil hann hava greiðu á hes-
um innan alt ov long tíð er
farin.
FRASER EET