fríggjadagur 27. august 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 161 - 27. AUGUST 1999
Les her um sjúkrah
tíðindablaðið
úsleiðaran, ið hevur skorið ígjógnum og sjúkra-
systrafelagið, sum noktar at góðtaka uppskot, og landsstýriskvinnuna, ið situr
við máli, ið hon sjálv hevur sagt skal vera loyst í seinasta lagi 1. september
NICLAS JOHANNESEN
Tey kunnu bara ikki semjast
— Serlæknafelagið og Sjúkr-
asystrafelagið - um hvussu
bygnaðurin á Landssjúkra-
húsinum skal vera. Nú er
tað heldur ikki uppgávan
hjá fakfeløgum at avgera,
hvor bygnaðurin á LS skal
vera.
Tann myndugleikin ligg-
ur í dag hjá sjúkrahúsleið-
aranum. Men hesin mynd-
ugleiki hevur higartil víst
seg at hava sítt avmarkaða
innihald, tá hart hevur stað-
ið í móti hørðum millum
læknar og sjúkrasystrar.
Og nú er stríðið aftur við
at bresta út í í ljósan loga.
Maktstríð
Stríðið millum læknarnar
og sjúkrasystrarnar á LS er
gamalt eftirhondini, og
royndirnar at loysa málið
hava verið mangar.
Verður málið kókað nið-
ur, so liggur eitt orð eftir í
pottinum: Maktstríð. Eitt
stríð millum læknar og
sjúkrasystrar um, hvor av-
ger hvat á teimum fýra
deildunum á LS - fyrst og
fremst á teimum trimum
deildunum; skurðdeildini,
medisinsku deild og psyki-
atrisku deild.
I 1996 avdúkaði frágreið-
ing frá danska konsulentfel-
agnum Dios, at skilið á LS
var syndarligt. Serliga vóru
tað læknar og sjúkrasystrar,
sum ikki kundu finna út av
tí saman.
Men frágreiðingin í mió.
krónurs klassanum kundi
ikki kyrra nakran, og knút-
urin bara harnaði heldur enn
loysnaði aftan á Dios-frá-
greiðingina.
Læknarnir vildu hava ein
leiðara - ein senturleiðari,
ið vanliga er yvirlæknin -
at leiða arbeiði á ymsu
deildunum. Sjúkrasystrar-
nar vildu hava tveir javn-
settar leiðarar - eina yvir-
sjúkrasystir ið leiðir røktina
á jóvnum føti við yvirlækn-
an, ið leiðir læknaliga partin
- á hvørjari deild.
So fundamentalt var
kravið frå sjúkrasystrunum,
at tær í 1996 fóru í ólógligt
verkfall fyri at fáa sín vilja.
Táverandi landsstýrismað-
urin Axel Nolsge gav eftir
tógvið stríð sjúkrasystru-
num viðhald og avgjørdi 30.
september í 96, at hvor depil
á LS skuldi myndast av
„tveimum javnsettum leið-
arum, við hver sínari fak-
ligu bakgrund“.
Henda avger er bara ong-
antíð førd út í verk. Tá ver-
andi sjúkrahússtjórin Høgni
Joensen fór beinanvegin til
verka og legði uppskot fyri
ymsu fakbólkarnar á lands-
sjúkrahúsinum. Men hetta
lættari sag enn gjørt, tí nú
komu aðrir fakbólkar á LS
upp í og søgdu bart út at
teir kendu seg settar til síðis
í stríðnum millum læknar
og sjúkrasystrar. Tað stutta
av tí langa var, at øll samd-
ust um, at søkjast skuldi eft-
ir einum sjúkrahúsleiðara.
Hesin varð settur í starv 1.
mai í fjør.
Lýsing súltað
Nú 15 mánaðir seini liggja
lýsingarnar eftir senturleið-
ara og senturvaraleiðara til
einstøku deildirnar í Tinga-
nesi og bíða eftir at vera
sendar út í fjølmidlarnar.
Nær tað verður er ikki
greitt. Helena Dam á Neyst-
abg sigur við Sosialin, at
arbeitt verður við málinum.
Annars hevur hon onga við-
merking.
Lýsingarnar, ið liggja nú
og bíða eftir at verða al-
mannakunngjørdar, = eru
bygdar á avgerðina hjá
sjúkrahúsleiðaranum Jákup
Mørkøre um, at einstøku
deplarnir skulu leiðast av
einum og ikki tveimum
leiðarum. Tað eru hesi
størvini, ið skulu lýsast leys.
Sostatt er málið aftur á
sama staði, har tað byrjaði.
Sjúkrahúsleiðarin = hevur
gjørt av, at landssjúkrahúsið
skal stýrast eftir einum ein-
streingjaðum leisti - ein av-
gerð, sum Sjúkrasystrafel-
agið framvegis ikki vil góð-
taka.
Tað vísir skriv dagfest 20.
juli í ár frá Sjúkrasystra-
felag til sjúkrahúsleiðaran
Jákup Mørkøre: „Sjúkra-
systrafelagið tekur ikki undi
við núverandi uppskoti,
sum sigur at yvirlæknin er
ovasti leiðari fyri deplar-
nar.”
Royndi at fåa semju
Nýggi sjúkrahúsleiðarin,
sum var settur í starv 1. mai
1998, hevur roynt ymiskt
fyri at fáa semju í lag mill-
um læknar og sjúkrasystrar.
30. september í fjør legði
Jákup Mørkøre út við upp-
skoti um nýggjan leiðslu-
bygnað í LS. Fyri at vinna
á fundamentala ósemjuni
millum Sjúkrasytrafelagið
og Serlæknafelagið, kom
sjúkrahúsleiðarin við tí upp-
skoti, at í fórum har læknar
og sjúkrasystrar ikki kundu
semjast, so fekk sjúkrahús-
leiðarin rættin at taka av-
gerð í málinum. Sostatt
kundu knútar altíð loysast
og soleiðis nýttust ósemjur
ikki at enda í avgerðarloysi,
var hansara grundgeving
fyri uppskotinum.
Men hvorki sjúkrasystr-
arnar ella læknarnir kundu
taka undir við hesi ætlan.
Tveir mánaðar seinni -
30. november - royndi
sjúkrahúsleiðarin at fáa
partarnar aftur til sam-
ráðingarborðið. Men nú
vildu læknarnir ikki so
frægt sum á fund saman við
sjúkrasystrunum, og lækn-
arnir gjørdu eisini greitt, at
teir vaskaðu talvuna reina
og vildu ikki brúka brotpart-
ar úr semingaruppskoti
millum læknar og sjúkra-
systrar frá 1997 sum sama-
ráðingargrundarlag. Teir
vístu eisini á, at teirra fak-
felag - danska FAS - ong-
antíð hevur góðtikið ta
semju, sum tveir læknar og
tvær sjúkrasystrar samdust
um í 1997.
Enn einaferð stóð í botni
á LS.
Evsta vald til
senturleiðaran
Nú valdi sjúkrahúsleiðarin
at skera í gjøgnum. Turbu-
lensurin var undir øllum
umstødum so harður, at am-
bitiónirnar um eina bleyta
lending tóktust vónleysar.
17. mars í ár kom so út-
spælið frá sjúkrahúsleiðar-
anum: Hvort einstakt sentur
verður rikið av einum sent-
urleiðara (vanliga ein
lækni), og í senturleiðsluni
verður eisini ein senturvar-
aleiðari (vanliga ein sjúkr-
asystir). „Senturleiðarin
hevur ábyrgdina av samlaða
virkseminum av sentrinum
mótvegis sjúkrahúsleiðara-
num“ stendur í uppskoti-
num.
Hetta var ikki til at mis-
skilja, og tað gjørdi Sjúkra-
systrafelagið sum áður
nevnt heldur ikki. Tær mót-
mæltu og noktaðu haraftrat
í skrivi 22. juli í ár at fara í
samráðingar við fíggjarmál-
astýrið um løn til ein sent-
urvaraleiðara.
Almanna á Heilsumála-
stýrið ikki vilja lýst eftir
hesum størvum fyrr enn av-
tala um løn varð fingin í lag
A borðinum hjá Helenu
Tað stutta av tí langa er, at
sjúkrahúsleiðarin = hevur
skorið í gjøgnum og brúkt
sína heimild at finna nýggj-
an leiðslubygnað á LS og
hann hevur biðið Almanna
á Heilsumálastýrið um at
søkja eftir nýggju leiðara-
størvunum.
Bólturin liggur sostatt í
Almanna & Heilsustýri-
num. A borðinum hjá Hel-
enu Dam á Neystabø, lands-
styrismanni. Og bólturin
likist mest av øllum eini
bumbu.
Spurningurin er, um
landsstyrismadurin i al-
manna á heilsumálum
megnar at avmontera, ella
um hvøllur brestur aftur fer
at senda sjokkbylgjur
gjøgnum føroyska heilsu-
verkið.
Helena Dam á Neystabø
hevur áður sagt, at endalig
loysn á hesum máli skal
finnast áðrenn 1. september.
Tað er mikudagin í kom-
andi viku.