Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. august 1999síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

8 tíðindablaðið a NR. 161 - 27. AUGUST 1999 Orðaskifti: Er landsstýrismaðurin í fullveld- ismálum fyri meiriluta-diktaturi? Fyrsta dagin verður sokallaða “Hvítabók" latin almenninginum at blaða í gjógnum, og nakrar vikur seinni ætla landsstýrismenn sær niður at samráðast um eina avtalu, sum gevur Føroyum “fullveldi". Harnæst kemur ein fólka- atkvøda, og so hanga Føroyar kanska í leysari luft. Hetta má sigast at vera ein einastandandi ferð, ið er á landsstýrismonnum, tá hugsað verður um sein- føri, sum plagar at valda. Men hjá landsstýrismanninum í tjóðveldismálum gongur alt >sum fretur eftir turrum gleri<, sum ein gamal kollfirðingur segði, skrivar Rolf Guttesen m. a.: Drepandi politisk perspektiv Í einum so ålvarsligum máli, har landsstýrið hevur játtað nógvar milliónir kr. til eina ovurmannaða nevnd at skriva hesa bók. kundi man spurt um tað ikki heyði verið rætt at brúkt eitt sind- ur av hesum peningi uppá fólkaupplýsing um hetta verk, við einum almennum, vælskipaðum, sakligum yrðaskifti? Og so - sjálvandi meira av tíð ett sindur a, hvatt : loysingaruppskoti, so hevur hann fingið riki- ligt. Eg vil siga, at hetta er bæði Orimiligt og óaksept- nansara abult. Tað ber ikki til, at gjøgnumføra eina so grund- leggjandi samfelagsbroyt- ing ella kanska kollvelting við einum mikriskopiskum meiriluta, sum kanska næstu fer, ið valt verður, er fordampaður og broyttur til ein minniluta. Allir flokkar vilja hava størri sjálvstýri Broytingar skulu gjøgnum- førast, tað er greitt, og all- ir() flokkar eru til reiðar at taka ábyrgd av hesum broytingum. Heimastýris- lógin er 50 ára gomul. Før- oyska og eisini altjóða sam- felagið er stórliga broytt hesi árini. Kreppan hervur helst eisini víst, at galdandi lóg hevur sínar veikleikar á økjum og í situatiónum, sum teir tá í tíðini, í 1949, ikki høvdu fantasi til at hugsa sær. Lat okkum fáa eima lóg, avtalu ella traktat millum Føroyar og Dan- mark sum hóskar til nútíð- ina og sum leggur uppfyri har gamla lógin ikki var nóg góð. Kalla hana hvat tú vilt: Sjálvstýrislóg, Heimastýris- lóg nr. 2, Sjálvræðislóg ella Autonomiióg. Navnið spillir ongan. 50,1 procent er tað sama sum meiriluta-diktatur Men eitt, sum kan spilla, er at taka so stórar avgerðir við litlum ella ongum meiriluta. Eg vildi sagt, at atkvødu- prosentid, tá folkaatkvøda verður, átti at verið væl yvir 80%, og av hesum skuldu so í minsta lagi 80% verið fyri uppskotinum. Alt, sum liggur har undir, verður ein ólukka. Tá íslendingar í 1944 atkvøddu um loysing fra Danmark, tá vóru 98% fyri uppskotinum. Hetta var greið tala. Her var eingin iv At Jlandsstyrismadurin at tosa um, at 0,1% í meiriluta er nóg mik ið, tað vísir, at hann antin er politiskt óroyndur ella 6- bugvin, ella at hann med- vitandi stevnir beint ímóti meirilute Hann hevur ikki í sínari embætis- tíð víst vilja til at samráðast við andstøduna um naka sum helst av týdningi. Hjá honum er bert eitt at sam ráðast um, og tað er hansara privatu uppskot. Onnur uppskot og aðrir tankar hava ikki hansara áhuga, sjálvt um hann dúligar brúk- ar pen orð sum: breitt orða- skifti, samráðast, semja, einki at vera bangin fyri og mangt annað, sum ljóðar gott. Her er vandi á ferð! r ts ro Kann fad seg diKlulurt. Tað er munur á atkvødum Hetta meini eg í álvara. Ein fólkaatkvoða ella løgtings- atkvøda um Føroyar sum fullveldi, er ikki tad sama sum at viðtaka eina lóg um at umbyggja havnina í Skopun ella seta fólkapen- sionina upp við 10 ella 20 prosentum. Tá víðgongdar broytingar skulu fremjast, tað veri seg í einum vanlig- um felagi ella í samfelag- num, har vit øll eru tvungnir limir, so kreyst meira enn vanligur meiriluti, kvalifi- ceraður meiriluti, 2/3, 3/4 ella onkuntíð uppaftur meir. Til dømis kann danska grundlógin bert broytast um 5/6 atkvøda fyri í Fólkating- inum. Men sitandi lands- stýri fýrir ikki fyri at broyta ríkisrættarligu stóðu lands- ins við 0,1 % í meiriluta. Hetta er meiriluta-diktatur. Tí ein næstan líka stórur partur av veljarunum eru kanska hart ímóti. Her verð- ur ikki lagt upp til samar- beiði við andstøduna. Hetta skal trumfast igjøgnum. Fjølmidlarnir sita sum lundi sligin å nevi I hesi álvarstíð hevur tað undrað meg at síggja og hoyra Sjónvarpið og Ut- varpið. Hesir stovnar, sum fyri kortum gingu sum fressar í millum hurðar í Tinganesi og stungu mikr- ofonina næstan heilt inn í munnin á táverandi Log- manni, um hann dittaði sær útum - hesir stovnar eru nú púra vatndeyvir. Sjónvarp- ið, sum at kalla fór fallit av at koyra bankasakina fram sum eitt goysandi og sprutt- andi damplokomotiv, styrt av einum óførum journal- isti, sum brúkti hesa einu sak til at gera eitt skarvslop inn í tjóðveldisflokkin og út í Tinganes, tað er blivið eitt Vattnissu-sjónvarpið. Tað sýnist, sum Sjónvarpið ong- an tíðindamann hevur eftir, sum hevur politiska pondus at stilla kritiskar og borandi spurningar til hetta populist- iska fullveldisprojektið. Mikrofonhaldara-útvarpið er ikki stórt frægari. Fyri nógvum lurtarum ljóðar hetta mest sum at eingin journalistur hevur dirvi til ella áhuga fyri at spyrja frekar spurningar. Lands- stýrismenn sleppa alt ov lætt avstað og igjøgnum við sínum málum. Og Søsialur- in setur meira orku og pláss av til at referera fótbólt, í staðin fyri at vera eitt polit- isk tíðindablað. Dimma er sum vanligt mest fornermað og líka seinfør sum Sam- bandsflokkurin. Her eru at kalla eingir glottar at sjå. Blødini eru tó munin fræg- ari, ti her er eitt vist orða- skifti, og fólk sleppa at siga sína meining. Er blokkurin bara skaðiligur? Til tíðir ljóðar, sum full semja ella konsensus er ikki bert millum flestu politikk- arar, men eisini aðrar eyg- leiðar, um at "blokkurin” er absolut skaðiligur og skal avtakast so skjótt sum tilber. Ella alt fyri eitt hjá teimum bráðastu. Eg vil nú eisini siga, at tað er ikki rímiligt at Før- oyar fáa eina milliard ella næstan 1/3 av landskassa- inntøkuni inn á konto, um ikki tørvur er á pengunum ella um politikararnir ikki brúka teir við skynsemi. Hvi skal sveisarin á Lindø- skipasmiðjuni ella kassa- daman í Netto betala ein part av sínum skatti til eitt forkelað fólkaslag í Norð- uratlantshavi? Eg meini ikki at blokkur- in í sær sjálvum er skaði- ligur. Kanska er hann ov stórur. Men tað veldst um politiska dirvi og megi (prinsippir). Politikkarar kunnu (og hava fyrr gjørt tað) misbrúka peningin, sum kemur í landskassan, uppá mangar mátar. Til at stuðla fiskivinnuna, svá at einki samband er millum íleggingar, fiskaprísir og til- feingið. Råfiskagrunnurin var eitt óhugnaligt dómi, har politikkarar hvorki høvdu dirvi ella megi til at siga stopp. Tá varð ov seint, og tá fingu teir boð um at stegðga vitloysinum. Blokkar eiga at brúkast við skili “Blokkar" fungera í øðrum londum. Í Danmark er ein kommunal blokkskipan, so at kommunur við serligum tørvi fáa, meðan aðrar noyðast at lata. I EU eru eisini nógvar skipanir, sum stuðla = útjaðaragkir ella verkætlanir sum td Oyra- sundsbrúnna, sum bøtir um infrastrukturin í EU. Eitt land sum Ísrael fær nógvar milliardir árliga í kassan, sum u-landshjålp(!) og ann- að. Og enn er livifóturin í Føroyum (roknad sum BNP pr. íbúgva) lægri enn í Dan- mark. So kanska er tad ikki so tåpuligt við einum "blokki”, um hann verður brúktur vid skili og til at byggja upp. Men, sum vid øllum ødrum tingum, so skal målid hjå einum og hvørjum landi ella stati sjålvandi vera størst møg- uligt sjålvbjargni. Hvi geva einum trúgvum vini sparkið? Eins og menniskja er ein sosial vera, sum krevur eitt sosialt "netverk" (sum sagt verður nú á døgum), eitt net sum knýtir teg til familju, vinir, kenningar og samfel- Rolf Guttesen spyr, um landsstýrismaðurin í fullveldis- málum er fyri meirilutadiktaturi agið, so eru lond - statir ella ikki - eisini noydd at hava eitt net, sum knýtir tey til onnur vinarliga sinnað lond. Eitt net sum gevur trygd, men sum eisini krevur nak- að av tær. Tó havi eg enn ongan hoyrt, sum hevur kunna for- klára mær, hví tað skal vera eitt framstig at kappa alt samband. sum vit hava vit elsta og besta vinarlandið, Føroyar hava. Og her meini eg sjálvandi Danmark. Eg veit væl, at national-roman- tikarar í Føroyum hava gjørt eitt stórt og skaðiligt arbeiði fyri at spilla Danmark út, og geva Danmark og donsk- um politikkarum og embæt- ismonnum skyldina fyri all- ar kreppur og politiskar 6- lukkur í Føroyum. Leiklutin hjá Sjónvarpinum kenna vit. Og hví kom kanningin av føroyskari ábyrgd ongantíð ígongd??? Sjálvandi eru danskir politikarar ella em- bætismenn, bæði nú og fyrr, sum hava gjørt mistøk og hava verið tápuligir og arr- ogantir. Men eru teir før- oysku politikkararnir og embætismenninir frægari ?? Kanska finnst onkur eingil teirra millum. Hvør rætti okkum hjálp- andi hond, tá illa stóð til? Men hvor lænti okkum 6 milliardir góðar danskar krónur, tá harðast leikaði á? Hvør hevur longu eftirgivið okkum meira enn eina mill- iard? Og hvor letur okkum árliga enn eina milliard, sum til dømis kundi brúkst til at gjalda restskuldina? Fara pengarnir tann vegin tey fyrstu årini, ber ikki til at siga, at blokkurin av- skeplar tann føroyska bú- skapin. Hann kundi farið til eitt frægari sjukrahusverk, betri sostalar veitingar ella nútíðar = skulaverk. Til granskingarverkætlanir við væl kvalificeraðum fólki, til blomstrandi Fornminnis- savn 10 vísir Føroya søgu, til musikkskúlar og upp aft- ur fleiri sangkór og eitt ord- iligt symfoniorkestur, og til aðrar listaskular. Til at seta prísirnar niður á bøkrum og CD-fløgum við góðum mu- sikki. Ella nógv annað for- nuftigt, sum á ongan hátt hevð avskeplað vinnulivid, men sum hevði gjørt lívið í Føroyum fjølbroyttari og rikari. Grundleggjandi uppgåvurnar Aðalmálið hjá einum og hvørjum landastyri er at verja landsins eind, at skapa eitt demokratiskt, sosialt trygt og stabilt samfelag og eina trygga framtid. Tad er uppgåvan at skapa karmar- nar, so fólkið trivist og hev- ur møguleikar fyri útbúgv- ing, arbeiði og kreativiteti, og fyri at seta búgv og at virka í einum frælsum og sosialt rættvísum landi. Tað er uppgávan at víðka um karmarnar, ikki at kappa vinarbond. Ríkisfelags- skapurin við Danmark - og Grønland - forðar okkum á ongan hátt at realisera hest mál. Tvørtur ímóti. At kappa øll bond, sum ein landsstýrismaður og hans- ara privata polit-býro vil, verður eitt lop út í eina nat- ional-romantiska óvissu. Tað man vera ein ógvuliga ”serstøk tjóð", sum gevur sær sjálvum nasablóð. Rolf Guttesen