Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. august 1999síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 161 - 27. AUGUST 1999 tíðindablaðið 7 Skipasmiðjan ikki tikið støðu til lønarhækking hjá handverkarum --Leiðslan á teimum báðum størstu arbeiðsplássunum í landinum hevur ikki tikið stóðu til, ætlanina hjá meistarafelagnum um at hækka løn- ina hjá handverkarum AKI BERTHOLDSEN —Vit hava ikki tikið stóðu til, hvat vit gera. Tað er leiðslan á teimum báðum størstu skipasmiðj- unum í landinum, teirri á Skála og teirri í Havn, sum ikki hevur tikið stóðu. Og tað, sum hon ikki hev- ur tikið stóðu til, tað er, um hon fer at hækka timalønina hjá handverkarum 1. okt- ober, soleiðis, sum Føroya Handverksmeistarafelag hevur ætlar. Skipasmiðjan í Havn og á Skála eru uttan samanber- ing nógv tað størstå arbeiðs- plássið í landinum hjá hand- verkarum Og vit hava spurt stjóran á skipasmiðjunum, Gunnar Mohr, hvørja viðmerking hann hevur til ætlanina hjá Føroya Handverksmeistara- felag at hækka handverk- aralønirnar 1. oktober i år, hóast hetta er mitt í sátt- málaskeiðnum. Hann sigur, at tað er stóða ikki tíkin til tann spurningin enn. Men vit hava so ein sátt- mála, sum gongur til 1. ok- tober 2001 og ein sáttmáli eigur at verða hildin, sigur hann. Hann sigur, at hann upp- fatar hetta sum eina áheitan frá meistarafelagnum um at hækka handverkaralønirnar. hóast sáttmálaskeiðið ikki er runnið enn. Ov lítil munur Tað er Føroya Handverks- meistarafelag sum hevur tikið til, at handverkaraløn- irnar skulu hækka 1. oktob- er í ár, hóast hetta er mitt í sáttmálaskeiðnum. I 1997 skrivaðu Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Handverkarafelag undir ein fyra åra såttmåla, sum tískil ikki gongur út fyrrenn 1. oktober 2001. Eftir sáttmálanum hækkar lónin tilsamans 2% í hesum fýra ára skeiðnum. Men nu arbeidaralønin gjørdi eitt skarvslop i sam- rådingunum i vår, heldur meistarafelagið, at tað er blivin so lítil munur á eini handverkarløn og eini ar- beidaraløn, at tað er rætt at hækka handverkaralønina eisini, hóast hetta er mitt í sáttmálaskeiðnum. Hetta, tí felagið stúrdi fyri, at verður ikki stórri munur á lønini, fer tað at taka hugin frá ungdómi at fara í læru og tað hevði ver- ið til stóran skaða fyri yrki. I løtuni er handverkara- lónin 86,65 kr. um tíman. Føroya Handverksmeist- arafelag vil hava hana at hækka upp i 90,60 kr. 1. oktober í år og aftur upp í 94,60 kr. um tíman 1. ok- tober næsta ár. Eftir sáttmálanum skuldi lónin hjá handverkarum hækka 50 oyru, uppí 87.15 1. oktober í ár. Sostatt vil meistarafelag ið, at handverkarar skulu 3,15 meiri í lønarhækking , enn teir áttu at fingið eftir sáttmálanum. 1. oktober 2000, skulu handverkaralønin hækka 87 oyru afturat, upp i 88,02 eft- ir såttmålanum Men ístaðin vil meistara- felagid hava lønina at hækka upp i 94,60. Tvs at hon hækkar 6,58 meiri enn hon åtti eftir såttmålanum. Vilhelm m. Johannesen, formadur i Føroya Hand verksmeistarafelag hevur áður sagt fyri Sosalinum, at munurin á eini handverk- araløn og eini arbeidaraløn hevur ligið um 13%. — Men høvdu vit onki gjørt, hevði munurin |. mai næsta år ikki verid meiri enn 4%. — Og tad halda vit er so mikið lítið, at vandi er fyri, at tað verður ongin áhugi fyri handverki, um munurin á lønini ikki er stórri enn SO. Ikki kunnadir Gunnar Mohr sigur, at hetta er eitt stig, sum meistara- felagið hevur tikið, uttan frammanundan at kunna limirnar og uttan yvirhøvur at seta seg í sambandi við limirnar. Og enn veit hann ikki, hvørja stóðu tey á skipa- smiðjuni fara at taka til á- heitanina. A báðum skipasmiðj- unum eru nógvir handverk- arar, og skal lónin hækka, fer tað at hava munandi út- reiðslur við sær fyri skipa- smiðjurnar. Men Gunnar Mohr vissar um, at hóast skipasmiðjur- nar skuldi gjørt av at fylgt áheitanini frá meistarafelag- num, fer tað ikki at ávirka teir sáttmálar, sum skipa- smiðjan hevur gjørt, eitt nú sáttmálan um Sandoyarferj- una. — Tann sáttmálin stendur ikki til at vika. Men tað er greitt, at skal lónin hækka, verður ferjan dýrari, enn vit hava roknað við. - Í veruleikanum hava vit so gjørt sáttmálan undir skeivum fortreytum. Stjórin á stórsta handverk- ara arbeiðsplássi í Føroy- um, Gunnar Mohr, hevur ikki tikið stóðu til ætlanina hjá Foroya Handverks- meistarafelag at hækka lønirnar hjá handverkar- um 1. oktober i år, hóast hetta er mitt i sáttmála- skeiðinum. Fara lønirnar upp; fer tað at kosta skipasmiðjuni í Havn og á Skála ein hóp av pengum Men hann verður ikki broyttur og so mugu vit bara effektivisera, so at vit koma at brúka færri tímar til hana, sigur stjórin á skipasmiðj- unum. løn eftir avriki Annars er Gunnar Mohr ikki ósamdur í sjónarmiði- num hjá meistarafelagnum í, at munurin á eini hand- verkaraløn og eini arbeið- araløn er nakað lítil. Men vit hava ein sátt- mála. — Og ein onnur loysn enn at hækka lønirnar yvir ein kamb, kundi verið at latið såttmålalønina staðið og havt hana sum eina minstu- løn. — Tí so kundi rúmd verið fyri at givið teimum góðu handverkarunum betri løn. — Tað vil siga, at er grund- lønin låg, hava vit rúmd fyri at geva teimum góðu hand- verkarunum løn eftir tí, teir avrika. Sjálvur heldur hann, at hetta hevði ein betri løn- arskipan at havt, ístaðin fyri at allir handverkarar skulu hava somu løn, sama hvat teir annars avrika. R #05 6 TILL: LER ER SETE UTSØLA Byrjar mánadagin kl. 900 Allar summarvørurnar verða nú seldar við stórum avsláttri * að $ månadagin 30. august klædningsjakki + buksir kr. 800,- Dreingjaklæðir frá stødd 12 år Harraklædir t.d. frå STAIN 5 hvenn dag vikuna út: