leygardagur 28. august 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
É
| NOmdobIn8I5 þ
| Jan Jonhard Hammer John Johannessen Kristian Vang
Dagbjørt S. Hansen Sveinur Tróndarson Haraldsen
| A Eyðun Klakkstein uppseting: Telefax. 314720
Eirikur ov Blaðfólk: Høgni Mohr Sosialurin e-mail: post Øsosialurin fo
Turið Kjølbro Emil L. Jacobsen Argjavegur 26, Argir Prent: Sosialurin
Fiskur- frímerki - fót-
bóltur - og tónleikur
Oddagrein
FOROYAR eru ikki bara fiskur, fótbóltur og
frímerki. Tað sanna vit ikki minst í hesum
dogum, har foroyingar gera seg galdandi úti
í stóru verð á heilt oðrum okjum. Eitt av hesum
okjum er tónleikur. Og var sólskinssogan í
blaðnum herfyri um foroyskar tónleikarar, sum
royna eydnuna í Kanada eitt, talandi domi.
Sjálvandi skal ein ikki taka munnin og fullan
og selja skinnið fyrr enn bjørnin er skotin.
Men vit eiga at gleðast og fegnast um, at tað
gongur væl og tann rætta vegin hjá okkara
ungu tónleikarum, ikki bert her heima, men
eisini úti í verð. Hesi fólk, ið eru skapandi og
evnarik, eru eisini við til at „selja“ ella markn-
aðarfora Foroyar og harvið eisini tað vit ann-
ars liva av: fiski, frímerkjum, fótbólti osfr.
HOAST vit kanska ikki hava traditiónir fyri
miðvíst at ala upp professionellar tónleikarar,
so má kortini sigast, at henda lítla tjóð hevur
fostrað mangar frálíkar tónleikarar. Kortini er
tað ein sannroynd, at tað enn restar nógv í at
geva uppvaksandi ættarliånum og teimum
virkandi tónleikarunum nóg góðar umstoður.
Hetta hevur m.a. sína orsøk í, at okkara
politikarar og myndugleikar hava ikki priori-
eeterað tónleikaundirvísingina og hetta yrkið
sum heild nóg høgt. Man hevur verið ov
skjótur at hugsa, at hetta við tónleiki er bara
nakað, sum hoyrir frítíðini og undirhaldi til, og
tað er ikki nakað, sum tað almenna eigur at
fara ov miðvíst inní, stuðla og byggja upp.
Hvor bygd hevur jú sítt hornorkestur, sítt kór
osfr. Og tað sýnist at fungera fínt. Tað vit
sóknast eftir er, at tað almenna veruliga vísir
tónleikinum ans og metir hann sum nakað
sera týdningarmikið fyri hesa tjóð og hetta
fólkið. Hvat líkist tað, at tað standa meira enn
700 born og ung á bíðilistunum til tónleika-
undirvísing í hovuðsstaðnum! At born, sum
eru innskrivað nú, fyrst sleppa framat, tá tey
eru vorðin hálvvakin ella vaksin!
TÓNLEIKUR eigur ikki bara at uppfatast og
metast sum undirhald - sum nakað givið.
Tónleikur er nógv meira enn tað. Hann er og
kann verða ein týðandi partur av lívinum - av
sálini - hjá hvørjum einstøkum menniskjað.
Og hetta vita ikki minst tey, sum hava verið
so mikið heppin at fáa undirvísing og koma
sær víðari við tónleiki, og serstakliga tey, sum
hava gjørt tónleikin til sítt yrki. Ikki oll kunnu
hava tónleik sum yrki, men tess fleiri hava
hann sum yrki og tess fleiri og betri und-
irvísingartilboð vit hava, tess fleiri born og
ung fáa umstødur til at uppliva tónleikin inn-
anífrá. Nettup tí eiga okkara myndugleikar,
ikki minst nú vit fara um eitt aldarskifti, at
prioteritera tónleikaundirvísing nógv hægri.
Og ein máti er at seta fleiri pengar av til
endamálið. Burtur við bíðilistunum - gevið
øllum børnum og ungum møguleika at spæla
uppá okkurt ljóðfori og gevið teimum, ið hava
hegni og gott musikkoyra umstoður at menna
seg - tí teirra menning vil í síðsta enda slóða
fyri, at onnur eisini sleppa at uppliva tónleika-
heimin - innanífrá. , ,
Sosialurin
Er hetta liður í eini
fullveldisfíggjarlóg?
Eru seinastu útmeldingarnar
frá Karsten Hansen og Hel-
enu Dam á Neystabø liður í
fyrreikingunum til eina full-
veldisfíggjarlóg? Skulu hart
sperdu sethúsaeigaranir og
tey smáu sjúkrahúsini gjalda
fysta prísin fyri fullveldið?
Hvat er ein full-
veldisfíggjarlóg?
Av góðum grundum vita vit
ikki so nógv um, hvussu ein
fullveldisfíggjarlóg kemur at
síggja út. Fyrstu ferð vit
hoyrdu um hetta fyribrigd-
ið, var tá nýkosnið landsstýr-
ismadurin í fíggjarmálum
boðaði frá, at hann fór at
fyrireika framløguna av eini
fíggjarlóg. sum tydiliga
skuldi vísa á, hvussu vit før-
oyingar skulda húsast, tá vit
høvdu fingið fullveldid. Gud
havi lov fyri, at vit enn ikki
hava sæð eina slíka, men tað
er okkurt, sum bendir á, at
ávísar fyrireikingar nú eru
farnar í gongd. Sjálvur hevur
hann boðað frá, at rentustuð-
ulin til sethúsaeigarar skal
skerjast, og nú kemur Helena
Dam á Neystabø við boðum
um, at skurðtilbúgvingin á
smáu sjúkrahúsunum skal
niðurleggjast.
Rentustuðulin
til sethúsaeigarar
Eg minnist væl, at vit gjørdu
broytingar í rentustuðuls-
skipanini, meðan kreppan
enn herjaði hetta land. Broyt-
ingin var, at vit hækkaðu
henda yvir nøkur år, og síðan
avtrappaðu vit hann aftur yv-
ir nøkur ár niður á tað stødid,
hann annars frammanundan
var á. Hetta var eitt tiltak fyri
at hjálpa sethúsaeigarunum,
tá inntókugrundarlagið
knappliga sveik hjá so nógv-
um. Og tað er eingin ivi um,
at hetta hjálpti mongum, hó-
ast ikki øll kláraði skerini.
Nú er Karsten Hansen
frammi við, at rentustuðulin
skal lækka uppaftur meira,
ti hann hevur ikki ta ávirk-
an, sum hann eftir ætlan
skuldi. Men áðrenn slíkar
broytingar verða gjørdar, so
eiga vit at fara aftur og finna
orsøkina til broytingina. Hví
kom hesin? Jú, fyrst og
fremst fyri at hjálpa sethús-
aeigarunum, serliga barna-
familjunum við at seta fótur
undir egið borð. Tí má ein
broyting í rentustuðulsskip-
anini samstundis avloysast
av aðrari skipan, sum meira
beinrakið hjálpir hesum set-
húsaeigarum, meðan vit onn-
ur kanska kunnu liva við eini
lækking.
Um tað einsamalt verður
talan um eina lækking av
rentustuðulin, so skal Kar-
sten Hansen vita, at hann
ongan stuðul fær frá Javn-
aðarflokkinum. Men um
broytingin samstundis inni-
ber eina skipan, har barna-
familjur og fíggjarliga hart
raktir sethusaeigarar fáa
stuðulin aðrar vegir, so
kunnu vit tosa saman. Um
hann henda vegin veruliga
vil veita stuðulin til júst tey,
sum mest hava hann fyri
neyðuni, so er stødan ein
onnur. So er tað sagt.
Men tað er tó mangt, sum
bendir á, at landsstýrismað-
urin við hesi ætlan er farin
undir fyrireikingarnar til eina
fullveldisfíggjarlóg, og tí
ætlar hann bert at skerja
studulin. Tí verða sethúsa-
eigararnir millum teir fyrstu,
ið koma at merkja avleiðing-
ina av einari fullveldisfíggj-
arlóg, um Karsten Hansen og
Tjóðveldisflokkurin fáa sín
vilja.
Tíbetur sær tað tó út til, at
andstødan í hesum máli við
hjálp frá atfinningarsomum
fólkafloksfólkum kunnu
forða hesi ætlan.
Tey smáu sjúkrahúsini
Og so hendi tað enn einaferð.
Hógvarnir á sjúkrahússen-
tralistunum hava nú í longri
tíð ikki verið sjónligir, hóast
vit væl vistu, at teir fram-
vegis vóru har. Við Helenu
Dam á Neystabø sum tals-
manni leggja teir nú til brots
og mæla til at lata skurð-
deildirnar í Klaksvík og í
Suðuroynni aftur.
Orsøkin nú er, at vit hava
ikki ráð at hava dupultfunk-
tiónir, sum tað so fínt verður
sagt. Og so sigur ein lækni í
gjár, at infrastruktururin er
vorðin so góður, at óneyðugt
er við skurðdeildum á teim-
um smáu sjúkrahúsunum.
Men álvaratos. Er Suðuroy-
arfjørdur vorðin styttri, er
túratalið hjá Smyrli sett upp,
er tyrlusambandið vorðið
Hjartans tøkk øll somul
Herdis M. Joensen
Sørvågur
| Tøkk
| Eina hjartans tøkk vil eg hervid senda
øllum tykkum sum vóru við til at gera
| mær fødingardagin so hugnaligan. Takk
fyri uppringingar, fjarrit, blómur, heilsanir
og gávur bæði frá nær og fjar.
betur, ella hvat er tað, sum
ger, at lættari er at koma úr
Suðuroynni til Havnar?
Vit kunnu verða samd um,
at fólkagrundarlagið fyri
sjúkrahúsunum er lítið, men
tað er fáa vit einki gjørt við
her og nú. Tað er ein prísur,
sum ein rakstur av einum
oyggjalandið hevur. Hin
vegin lysti meg at vita,
hvussu nógv sjúkrahús vit
fara framvið, um vit við bili
við miðalferð koyra vestur-
eftir úr Keypmannahavn í
einar tríggjar til fýra tímar.
Skulu vit tosa skilatos, so
má tað vera meira perspektiv
í, at vit gera brúk av teimum
møguleikum, sum smáu
sjúkrahúsini geva. Gerið
heldur eitt arbeidsbyti, har
vit fult út gagnnýta teir møg-
uleikar, smáu sjúkrahúsini
geva, soleiðis at hesi fram-
haldandi kunnu geva íbúgv-
unum á staðnum tann neyð-
uga tryggleikan. Alt annað
eru risaafturstig, sum skjótt
og brátt forkoma trivnaði-
num í útjaðaranum, sum
frammanundan er út av lagi
vánaligur av øðrum orsøk-
um.
Fyri einaferð skyld má eg
siga, at eg eri so rørandi
samdur við bæði Jógvan við
Keldu og Páll Vang, og eg
ivist ikki í, at vit verða nógv-
ir, sum fara sláa manngarð
um smáu sjúkrahúsini.
Helena Dam á Neystabø
segði í útvarpinum nú ein
dagin, at vit hava brúk fyri
politkkarum, sum tora. Jú, eg
kann ikki annað enn vera
samdur, men eg má tó skoyta
uppí, at vit hava so sanniliga
eisini brúk fyri poltikkarum,
sum ikki bara tora, men eis-
ini hava vit og skil.
Um Helena Dam á Neyst-
abg vil vísa sítt politiska
dirvi, so kann hon hóskandi
loysa trupulleikarnir, sum
eru á Landssjúkrahúsinum,
heldur enn at fara út og skapa
nýggjar trupulleikar. Tú
loysir ongar trupulleikar við
at skapa nýggjar.
Smáu sjúkrahúsini eru
vælvirkandi, so míni ráð til
num og í kirkjuni.
jarðarferðina.
TØKK
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tå ið
okkara kæri maður, pápi, verfaðir og abbi
SUNE Á LAVA
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk fyri blómur, kransar og gávur.
Tøkk til prestarnar Berg D. Joensen og Martin
Restorff Jacobsen fyri góð orð í heiminum. kapelli-
Tøkk til sangarar og tykkum, ið hjálptu til við
Familjunnar vegna
Anna Maria og børnini
]
|
|
|
Jóannes Eidesgaard ger
viðmerkingar til kjakið um
rationaliseringar í
sjúrkahúsverkinum
Helenu skulu vera, at hon
gevur teimum arbeiðsfrið.
Gloym hatta hugskotið ong-
antíð ov skjótt. Og heldur tú
áfram, so skalt tú síggja leik-
ir.
Nú eri eg ikki sakligur, fer
Høgni Hoydal at siga
Ivist onga løtu í, at soleiðis
verður sagt næstu ferð vit
lata blødini upp. Rentustuð-
ulin til sethúsaeigaranar og
niðurlegging av skurð-
deildunum á smáu sjúkra-
húsunum hava einki við full-
veldi at gera, fer Høgni Hoy-
dal uttan iva at siga.
Men hann sigur so mangt,
so tað kann hann so eisini
siga. Vit onnur vita, at Kar-
sten Hansen hevur hátt okk-
um við eini fullveldisfíggj-
arlég, og vit kunnu tí ikki
annað enn rokna við, at hesi
tiltøkini hjá Karsten og Hel-
enu eru fyrstu stigini til eina
slíka. Tey eru i løtuni við at
leggja síðstu hond á uppskot-
ið til komandi fíggjarlóg, so
neyvan ríkur av ongum
brandi í hesum féri. Hví
skulu hesi tiltók fremjast, nú
landskassin er á tremur, tá
vit aðrir, meðan kreppan
leikaði harðast á, enntá út-
bygdu somu øki við ongum
pengum?
Vanligi føroyingurin ivast
so ikki í, at fullveldið fer at
hava ein prís. Er hetta ein
forsmakkur? Vit kunnu ikki
annað enn halda, at so er.
Jóannes Eidesgaard