leygardagur 28. august 1999síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 162 - 28. AUGUST 1999
- Vit hava ongar pengar fingið
tíðindablaðið ==.
Bygdaráðsforkvinnan í Vestmanna, Gunn Joensen, sigur
tað beinleiðis vera lygn, tá landsstýrismaðurin í sam-
ferðslumálum sigur, at hægst hækkingin av skipa- og
vørugjaldinum fyri strandfaraskip er framd í Vestmanna.
Eisini vísir hon á, at kommunan aldri hevur fingið nakað
gjald fyri nýtslu av ókinum við ferjuleguna, hóast ein
kunngerð áleggur landsstýrinum hetta gjald
JOHN JOHANNESSEN
Landsstýrismaðurin i
samferðslumálum, Finn-
bogi Arge, fær tað at ljóða,
sum Vestmanna Kommuna
fær ávísar ágóðar av ferju-
leguni fram um aðrar kom-
munur, men hetta er als ikki
satt. Vestmanna Kommuna
fær ongar ágóðar fram um
aðrar.
Gunn Joensen, bygdar-
ráðsforkvinna í Vestmanna,
er énøgd við útsagnirnar hjá
Finnboga Arge, landsstýris-
manni í Sosialinum seinasta
leygardag, har hann sigur,
at Vestmanna Kommuna
fær pening fyri ferjuleguna.
— Sannleikin er, at ein
kunngerð leingi hevur verið
um, at landið skal gjalda
ávíst gjald fyri økid við fer-
juleguna í Vestmanna. Hetta
gjald hevur verið 22 krónur
fyri hvønn fermetur, og nú
hava myndugleikarnir av-
gjørt at hækka hetta hetta
gjaldið upp til 30 krónur
fyri hvønn fermetur. Tó
hava vit aldri fingið eitt ein-
asta oyra av hesum gjald-
inum.
Harafturat vísir bygdar-
ráðsforkvinnan í Vestmanna
á, at rokningarnar, skivaðar
eru út fyri nýtslu av økinum
við ferjuleguna, ikki fevna
um alt økid, men hóast hetta
hava myndugleikarnir ikki
hirt at goldið eitt einasta
oyra til Vestmanna Komm-
unu.
Mismunur
Gunn Joensen heldur, at
stórur mismunur verður
gjørdur millum tær ymsiku
kommunurnar við ferjuleg-
um, tá hugsað verður um
skipa- og vørugjaldid fyri
strandfaraskip í innanoyggj-
asigling.
Gjaldið er nevniliga rokn-
að soleiðis út, at tað bert
verður goldið fyri tveir túrar
um vikuna til hvørja havn.
Hetta heldur Gunn Joensen
vera púra burturvid, tá
hugsað verður um, at túra-
talið um Vestmannasund er
103 túrar um vikuna.
Skipa- og vørugjaldid
inniheldur í veruleikanum
fýra gjøld. Fyrst er talan um
havnagjaldið, ið er tvey
gjøld um vikuna roknað pr.
nettotons eftir galdandi
skipa og vørugjaldsskrå.
Síðani er eitt brúgvagjald,
ið er hálvt gjald, roknað pr.
nettotons pr. dag eftir gald-
andi skipa- og vørugjalds-
skrá. Eisini er eitt ferðafólk-
agjald, ið er 50 oyru fyri
hvort ferðafólk. Tað sein-
asta gjaldið er eitt bilgjald,
ið er 4 krónur fyri hvønn
last ella persónbil, fluttur
verður.
Tá øll hesi gjøld eru rokn-
að saman, er komið fram til,
at gjaldið til Klaksvíkar
havn skal vera 55.000 krón-
ur, gjaldið til Leirvíkar havn
verður 55.000, Tórshavnar
havn fær 58.000 krónur,
Vestmanna 50.000 krónur,
Skopun 18.000 krónur,
Tvøroyri 58.000 krónur,
Vágur 14.000 krónur og at
enda fáa havnirnar á Strond-
um og á Toftum hvor sínar
3.500 krónur fyri eina
møguliga skálafjarðarsigl-
ing.
Afturat hesum gjøldum,
verða, sum áður nevnt,
goldnar 30 krónur fyri
hvønn ferðmetur um árið,
fyri økini, ið verða nýtt til
bilbásar og so framvegis.
Støddin á økinum verður
avtalað við tær avvarandi
kommunurnar.
Øll hesi gjøld vórðu sett í
gildi frå 1. juli í ár.
I 1990 stóð í líknandi
kunngerð, at gjaldast skuldu
22 krónur fyri hvønn fer-
metur um árið, fyri øki, nýtt
verða til bilarødir og annað.
Men sambært Gunn Joen-
sen, hevur Vestmanna
Kommuna aldri fingið eitt
oyra fyri leigu av økinum.
Tí skilir hon ikki, hví lands-
stýrismaðurin sigur, at kom-
munan fær pening.
Einki við sanering at
gera
Gunn Joensen vísir á, at tað
beinleiðis er lygn, tá Finn-
bogi Arge sigur trupulleikan
vera tann, at Vestmanna
Kommuna er 6nøgd við, at
hon ikki kom við í eina sa-
neringsætlan saman við
ødrum kommunum.
— Ferjulegumálið er eldri
enn kreppulánsgrunnurin,
og tí hava hesi einki við
hvort annað at gera. Vit eru
6nøgd við, at við skulu
svíða fíggjarliga fyri ferju-
leguna, ið ikki beinleiðis er
til nyttu fyri Vestmanna,
men sum er álitið í loftvegis
sambandinum hjá øllum
føroyingum við útheimin.
Talan er jú um einastu leið
til flogvøllin.
Sambært Gunn Joensen
noyðist Vestmanna Komm-
una at gjalda fyri asfaltering
av kommunala vegnum til
ferjuleguna, 10 er einasti
vegur til ferjuleguna, og
hetta heldur hon vera 6gvu-
liga 6heppi.
At enda fegnast bygdar-
ráðsforkvinnan í Vestmanna
um, at landið nú hevur við-
gingið feilin, tá fíggingin til
havaútbyg gingina varð aft-
urhildin og kommunan var
noydd at gjalda rentur. Vón
hennara er, at hesin pen-
ingur skótt verður endur-
goldin kommununi.
Gunn Joensen heldur, at
Vestmanna Kommuna hev-
ur verið tolin, og vónar, at
nakað fer at henda í ferju-
legumálinum sum skjótast.
Um ikki, so er ikki óhugs-
andi at tiltók verða sett í
verk.
sambarid
manna Kommunu og lands-
stýrið, og so leingi hildið
Men í løtuni er
millum Vest-
verður, at glid er á, verða
eingi tiltøk sett í verk.
Gunn Joensen, bygdar-
ráðsforkvinna
* 320870
8 petur
petur
góð kort í hondina...
Í kortspølum hevur tú vanliga ikki ávirkan á, hvorji kort tú fært
í hondina, men KontolN gevur tær møguleika at velja.
Tú kanst velja ímillum at fáa eina nytslukonto ella eina
uppsparingarkonto - ella bådar.
kantolN
Nytslu-KontolN kanst tå nyta sum lønar-
konto ella tað. tú hevur hug til.
Få ið tú stovnar hesa konto. fært tú eitt
kontokort. sum tú kanst nýta til at taka
pening úr sjålvtøkum
bankans - eisini eftir vanliga
arbeidstid!
KantolN
Etlar tú at spara upp til t.d. kovrikort. teldu
ella tin fyrsta bil, so er uppsparingar-KontolN
tann rætta. Uppsparingar-KontolN hevur 12
mår. uppsagnartíð. men so fært tú eisini eina
hægri rentu
Uppsparingar-KontolN hevur
; ikki bankabók. men eitt
Fu kanst velja ímillum tvinni snogt kontonavnakort
slog av kortum. og tey kunnu
sjálvandi eisini nýtast sum
samleikaprógv.
sum kontoprógn
Ert tú millum 13 og 25 ár og vilt hava góð kort í hondini.
so er KontolN tann rætta til tín. Kom inn í eina av deildunum
hjá Foroya Banka og fá meira at vita...
kæntofN
okkara ungdómskonto