Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-28, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. august 1999síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 162 - 28. AUGUST 1999 tíðindablaðið Orðaskifti: Karensdagalógin verður ruddað burtur: Ikki landsstýrinum men Starvs- mannafelagnum fyri at takka Javnaðarflokkurin fegnast um at landsstýrið hevur sett uppskot fram um at taka av karensdagalógina, og fer sjálvandi at taka undir við hesi ætlan um at rudda burt ur hesa illa dámdu lóg, sum mangan hesi 7 árini. hon hevur verið í gildið, hevur forpestað tilveruna hjá starvsfólki og familjum teirra Karensdagalógin kom jú fram sum eitt av teim nógvu harðrendu tiltøkunum við sparingum og skerjingum frá heystinum 92 og fram, tá Føroyar fóru á húsagang, og tað var surrað og repað fyri at ikki alt skuldi skola omanav og samfelagið fara til botns. Onnur herskin inntriv tå á sama bógvi, sum eisini raktu løntakarar meint, vóru víðgongdir lønarnidur- skurðir, stytting av fritidini, niðurskurður í fritidarlønini 0. a. Alt hetta er vunnið aft- ur, uttan karensdalógin, ella heldur sagt sum rætturin til lón undir sjúku longu frá fyrsta degi Mæltu til, at tey tíma- løntu fingu somu rættindi Ikki ti, fleiri royndir eru gjørdar, longu í 95, tá tað spakuliga varð farið at ganga rættan veg aftur, og aftur í 96, og eisini aftur tyr knappum ári síðani í okt. Men nú skal tað so verða Og mótvegis royndunum, sum áður eru gjørdar, so fer neyvan at verða trupulleiki hesaferð at fáa uppskotið samtykt. Tí nú er tað lands- stýrið sjálvt sum setir upp- skotið fram, og eg gangi sjálvandi út frá at tað er við vælsignilsi frá allari sam- gonguni. Tað er nú eitt sind- ur løgid, tí fyri knappum árið síðani var stødan ein heilt onnur, tá sama uppskot var sett fram. Men sjálv- andi. Tað var tá sett fram av andstøduni, Miðflokkur in legði tað fram í løgtingi- num og andstøðuumboðini í Trivnaðarneyndini, Javn- aðarflokkurin og Sam bandsflokkurin, mæltu til at samtykkja uppskotið. Og vit mæltu til at samtykkja tað saman við hinum upp skotinum, sum náttúrliga fylgdi við, neynliga um at broyta dagpengalógina, so eisini timalønt fingu somu rættindir sum fastlønt Teir, sum vóru ímóti eru nú fyri... Tó, tað var ikki frítt fyri at onkur av samgonguumbo ðunum høvdu besta hugin til at taka undir við upp skotunum báðum. so tey vóru samtykt og komu í- gøgnum. Tað skal sigast til teirra ros, at teir í byrjanini vóru positivir yvir hesum uppskotum sum sjålvsøgd rættindi hjå løntakarunum Men so hendi tad, sum vit minnast, at sjålvur løgmad ur reistist úr sinum sæti, og tók i oyruni á hesum 6låt aðu samgongudrongjum og flongdi teir upp á pláss, bæði í tingsalinum, í fjøl miðlinum og óivað aðra staðni við. At her skuldi ongin slingur verða í valsi num, tað sum skuldi sam tykkjast var tað sum lands stýrið kom við, og tað sum andstødan kom við skuldu samgongutingmenn íkki taka undir við, tað skuldi fellast. ikki at tala um hvis tað kostaði eina einastu krónu. So hart setti okkara góði løgmaður tingini upp tá! Og samgongumeirilutin aktaði boðini, sami sam- gongumeiriluti vit hava idag, hann mælti so frå at samtykkja uppskotið um avtaka karensdagarnar, við teirri grundgeving, soleiðis orðað, at „meirilutin metir tað verða ov kostnaðamikið at taka av karensdagaskip anina“. Hetta meirilutaálit ið var ikki sørt áhugavert, tí meirilutin mælti í veru leikanum landsstýrismann- inum til at skerpa, at herða tað forholdsvís liberalu um- sitingina av lógini á flestu almennu arbeiðsplássum, so at landsstýrismaðurin ístað- in fyri bert at spara tær mettu 5 miljónirnar av kar- ensdagaskipanini = kundi spara heilt upp í 12 miljón- ir. Sum ein av samgongting- limunum so r umliga málbar seg: „Vit hava ikki ráð at siga farvæl til 10-15 milónir nú vit hava sett kós mót fullveldinum.“ Nú veit eg so ikki um teir hava snarað á kósini. Í hvussu er er nú vent í holuni, tí roknast má við, at sami samgongumeir- iluti, sum feldi uppskotið í fjór. nú tekur undir við landsstýrinum og samtykkir uppskotið. Tað er at tegnast um Førvurin stórri tydning hjá timaløntum Eg trúgvi nú ikki at tað er av berum gávumildni, at landsstýrið er komið við hesum uppskotið. Vit vita at orsøkin er ein heilt onnur, sum eisini skilst av við merkingunum, nevnliga tann at uppskotið er ein beinleiðis fylgja av tí sigri, sum Starvsmannafelagid vann á landsstýrinum í tí drúgva og harða fakliga stríðnum, sum stóð millum partarnar upp undir og undir verkfallinum í vár - eitt stríð sum Starvsmannafelagið vann, tí teirra krøv vóru rættvis men eisini av tí Ó- trúliga = vælskipaða og virkna leikluti sum allir lim ir og nevnd teirra sýndu í stríðnum - og sum onnur eisini eiga at fegnast um, tí hetta felag undir øgiligum trýsti legði rygg til at vinna nøkur rættindi. sum síðani komu og framvegis fara at koma allari fakrørsluni til góðar. Eg hugsi ikki minst um, at hetta lógaruppskotið, sum Starvsmannafelagið hevur vunnið ígjógnum, nú verður fylgt av ødrum upp skoti, sum aðrir løntakarar enn tey fastløntu fáa gleðina av, nevnliga tey timaløntu, har - sum ein av fakfelags leiðarunum hevur sagt tørvurin á hesum rættindum kanska hevur uppaftur stórri tydning enn hjá teim fast- løntu. Ikki lagt fram av frøi Lesir man viðmerkingarnar hjá landsstýrismanninum til uppskotið, benda tær ikki á, at uppskotið er lagt fram við serligari frøi ella eldhuga So fåordadar og innihalds- leysar viðmerkingarnar eru, gera tær mest sum týðiliga greitt. at í veruleikanum hevur landsstýrismaðurin í vinnu- og arbeiðsmarknað- armálum ongan veruligan áhuga í málinum - hann leggur uppskotið fram tí hann er tvingaður til tað av eini avtalu, sum landsstýr- ismadurin í fíggjarmálum noyddist at gera vid Starvs- mannafelagið í vår. Tad er skuffandi, at lands- stýrismaðurin onga aðra grund kann síggja til taka karensdagarnar av, enn at hann er tvingaður til tað av handlingum hjá ødrum landsstýrismanni. Tað komu eisini nógvir upplýs Hans Pauli Strøm, lógtingsmaður ingar fram undir viðgerðini av sama málinum bæði í Løgtinginum og í Trivnað arnevndini í fjør, sum áttu at verið tiknir við í viðmerk- ingarnar nú, m.a. um hvussu ymiskt lógin verður praku serað og hvussu nógvan 0- javnað hon ti eisini førir við sær. Men fyrst og fremst átti í viðmerkingunum at verið tey positivu argumentini fyri at taka lógina av. Ti annars kann man hava sin iva um ta veruliga politisku undirtøkuna til uppskotid i samgonguni. At enda vil eg siga, at eg undraðist stórliga táið hetta uppskotið um karensdagar kom einsamalt niðan í ting ið - at ikki eisini uppskotið um broytingar í dagpenga- lógini, sum javnstillar tím- alønt við tey fastløntu, kom samstundis frå landsstyris manninum i Almanna- og heilsumålum. Tað ber jú illa til at hugsa sær tað at lands- stýrið bara er landsstýri fyr aðra helvtina av arbeiðs marknaðinum, term fast- løntu, og ikki fyri ollum ar- beidsmarknadinum, tvs. els- ini teim timaløntu. Men ha! er so onki komið, og tí skal eg gera vart við, at Javnað- arflokkurin hevur, saman við Sambandsflokkinum og Midflokkinum, gjørt hetta lógaruppskotið um at verta timaløntum sjúkadagpening frå 1. degi, og borid løg tingsskrivstovuni tad, so at tað verður framlagt fyrsta dagin. Og sjálvsagt vænta vit at hetta forsømilsi frå landsstýrinum ikki merkir, at samgongan ikki verður lika so positiv yvirfyri ti uppskotinum, sum fyri hes um. Hans Pauli Strøm, javnadarløgtingsmadur liggur á Sevdisfjørdinum týsdagin 14.09 frá kl. 09.00 - 19.00. Ímeðan verður skipað fyri bussútferð til Egilsstaðir. Hallormstaðir búðunum umborð SMYRIL LINE IM Tel 31 59 00 Norrøna 8 og Reyðafjorðin. Fráferð kl. 10.00 og koma aftur kl. 17.00 Moguleiki fyri inn- keypi á Egilsstoðum. —Kaðinaður kr. 160.- Á omanfyrinevndu túrum verða nógv góð tilboð í sølu-