leygardagur 28. august 1999síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 162 - 28. AUGUST 1999
til ad selvstændig vej at
skaffe de pekuniære (øko-
nomiske) midler frem,
uden hvilke al fremgang er
umulig eller i hvert fald
illusorisk”.
Tað sentrala í tilboði-
num var sostatt ein semja
um, at løgtingid skuldi fáa
møguleika at krevja inn
skattir. Hetta var sjålvandi
ein herskin biti hjå teim-
um múgvandi at slúka, tí
næstan ongir skattir vórðu
goldnir tá á døgum.
Men samfelagsliga av-
leiðingin heyði sjálvandi
verðið tann, at løgtingid
vildi ment seg frá einum
viðmælandi og lítisigandi
tjakforum til eitt búskapar-
ligt og politiskt sentrum í
samfelagnum.
Og tað vildi verði avger-
andi treytin fyri, at Før-
oyar kundu investera seg
burturúr slupptíðini, með-
an tíð var, og veruligur
politikkur kundi verði
førdur í eini tíð, tá tað var
so harðliga tiltrongt.
Tilboðið gjørdist høv-
uðstema i fólkatingsvali-
num í 1906, og í einum
primitivum valstríði vann
Oliver Effersøe á Jóannesi
Patursyni. Sum kunnugt
var tað sami Effersøe, sum
seinni á danatingi prokla-
meraði: "Vi færinger føler
os fuldstændig som
danske". Og í 1909 fekk
Effersøe fólkatingið at
samtykkja, at hóast ein
meiriluti í løgtinginum var
fyri broytingum í ríkis-
felagsskapinum, so skuldi
tað ikki kunna setast í
verk!
Jú føroyskur politikkur
kom sanniliga inn í eitt
nytt spor og tað einasta
sum ikki mátti henda
hendi:
Tá møguleikin fyri eini
nýskipan av viðurskiftu-
num við Danmark stóð
okkum í boði, endaði tað
konstruktiva politiska
samstarvið við Danmark í
eini lemjandi innanhýsis
ósemju í Føroyum.
Og tað var hetta sum var
beinleiðis orsøkin til, at
útviklingurin steðgaði á
einum móti, har vit við
einum slitnum beini, um-
boðandi eina framleiðslu-
tøkni, sum bretar høvdu
vrakað, stóðu í teirri
nýggju tíðini - og við
hinum beininum stóðu í
leivdunum av gamla bónd-
asamfelagnum. Og har
blivu vit standandi!
Um hetta segði Jørgen
Frantz Jacobsen í 1927:
”Systemet gør Færingerne
i eet og alt afhængige af,
hvad den danske Stat til
enhver Tid er villig til at
yde, og er saaledes kun
anvendelig mellem sær-
deles gode Venner”.
1906 valið kostaði dýrt
og avleiðingarnar gjørdust
ein sonn menningarleys
oyðimarkargongd fram til
annan veraldarbardaga.
Hóast svárar tíðir vunnu
vit tjóðskaparliga ment-
unnarstríðið, men búskap-
arliga goldu vit ein sera
høgan pris, sum toppaði í
djúpu depressiónini í
1930' unum.
Tað ið gav slupptíðini
endaliga mønustingin var
ein so tragisk hending sum
seinni veraldarbardagi,
men tá vóru lunnar lagdir
undir nýggjar menningar-
møguleikar.
Rembingarnar
i 1990'unum
Men nu skulu vit vara
okkum. Lætt er afturlit-
andi at vera klókur og
síggja klárt í søgunar upp-
klárandi ljósi.
Nú eru tað vit sum
standa her, her á sama
staði sum háskúlamenninir
reistu sín varða. Nú er tað
okkum umstødurnar rópa
eftir! Nú eru tað vit, sum
skulu reisa varðar.
Hvussu hava okkara
1990 ár ikki verið? Um
byltingarnar vóru stórar
um aldarskiftið, so eru tær
enn stórri nú.
* Eftir einans 6 til 8 árum
hava vit upplivað onki
minni enn eina kollsigling
av 80'ara samfelagnum.
* Eina útskúgving av so
mongum av okkara lands-
monnum, sum vit ongan-
tíð fyrr hava sæð.
* Eina avdúking av heim-
astýrislógini sum inkomp-
otenta.
tíðindablaðið
* Vit hava uppliva eina
avmonopolisering av før-
oyska samfelagnum, sum
fyri fáaum árðum síðani
var óhugsandi.
* Eina ósensureraða infor-
matiónsflóðaldu yvir
kunningartøknina og fylg-
isveinarnar, sum hevur
umskapt tann fyrr so stéra
og fjara heim, til eina
globala bygd i høvdum
okkara.
Tað er trupult at meta
um, hvussu alt hetta er í
ferð við at broyta okkum
og okkara samfelag. Vit
standa mitt í øllum og
hava ikki søgunar upp-
klárandi ljós at síggja og
sannkenna við.
Men júst sum tey gomlu
stóðu við møguleikunum í
1906 og 1946, standa vit í
dag í eini umfatandi broyt-
ingartíð, sum ber so nógv-
ar møguleikar í sær.
Tann týdningarmesti
møguleikin er enn eina-
ferð og einaferð með alla
at fáa loyst okkum úr
núverandi sambandi við
Danmark og harvið latið
upp fyri heiminum uttan
um okkum. Møguleika-
num at staðfesta og menna
okkara tilverurætt í ti
nýggja globaliseraða
heiminum, at navigera við
dugnaskapi og ikki eftir
bestu studulsmøguleiku-
num.
Men ivin millum føroy-
ingar hevur altid verid
stórur. Hvussu skulu vit
megna at standa á egnum
beinum? Hvussu skulu vit
megna at skapa eitt før-
oyskt fullveldi? Hvussu
skulu vit klára okkum
uttan danska vernd og
stuðul?
Allur spurningurin um
Føroyar sum sjålvstødug
tjóð er umgyrdur av einum
umfatandi og djúpum iva.
Men hvørjun botnar hesin
ivi í veruleikanum í?
Man hann ikki í roynd
og veru botna í okkara
gamla niðurarvaða iva í
okkum sjálvum?. Vit
ivast í okkum sjálvum, vit
ivast í okkara egna før-
leika at skapa ein burðar-
dyggan og kappingarføran
búskap, vit ivast í okkara
#
22 N 7
— Nú eru tað vit sum standa her, her á sama staði sum hásk
á :
varða. Nú er tað okkum umstødurnar rópa eftir! Nú eru tað vit, sum skulu reisa varðar
egnu politisku skipan, vit
ivast í okkara egnu før-
leikum, tá vit standa yvir-
fyri altjóðasamfelagnum.
Tað er okkum sjálvum vit
ivast í! Um tað er nakað er
tað er okkum sjálvi vit
ræðast, tá alt kemur til alt.
Tí royna vit, sum vit
altíð hava gjørt, at elta
sum fyri er slóðað. Men
sum Sjúrður Skaale segði
á Gøtusandi á longsta degi
í år, so kunnu vit ikki
longur elta sum fyri er
slóðað — rætt og slætt tí
tað ikki er slóðað fyri
okkum.
90 árini hava týðuliga
víst, at vit reka ein veg og
Danmark ein annan veg!
Á sama hátt sum "til-
boðið" í 1906 gav føroy-
ingum møguleika at velja
heimastýrið í eini tíð, tá
tað var so inniliga til-
trongt, fyrireikar núsitandi
— Vit ivast i okkum sjålv-
um, vit ivast i okkara
egna førleika at skapa
ein burdardyggan og
kappingarføran buskap,
vit ivast i okkara egnu
politisku skipan, vit ivast
i okkara egnu førleikum,
tå vit standa yvirfyri
altjóðasamfelagnum. Tað
er okkum sjálvum vit
ivast i!
landsstyri ein møguleika
hjå okkum at velja full-
veldi.
Og å sama hått sum i
1906 síggja vit í dag somu
tendensir — sum Gunnar
Hoydal einaferð skrivaði í
Brá um tjóðskaparstríðið:
"tað.. vóru ein framtaks-
rørsla, sum vildi vinna
rættindi, og ein afturhalds-
rørsla, sum vildi steðga
verðini. Ein rørsla sum
hugsaði um mentan, og
ein sum hugsaði um út-
reiðslur".
Nei, "saman at halda var
ei okkum givið"!
Vit kunnu tó í dag stað-
festa — við seinastu velj-
arakanningini í huga - at
tað fantastiska við hesi tíð
vit liva í, er at okkara
royndir seinastu árini hava
brett upp gomlu vana-
hugsanina og hevur sáðað
dirvi í flestu okkara hjørt-
um at hugsa radikalar
nýggjar tankar um okkara
samfelag í samstarvi við
altjóðasamfelagi.
Vit spyrja ikki longur,
um vit eru føroyingar, um
vit hava rætt at hava før-
oyskt sum okkara móður-
mál, um vit eru sprottin úr
eini føroyskri mentan.
Nú spyrja vit eftir okk-
ara tilverurætti í tí mod-
ernaða heiminum. Vit
spyrja eftir dugnaskapi-
num, sum skal tryggja
okkum at vit yvirliva sum
framkomin tjóð í framtíð -
ini! Og júst tað at hetta
sannkennilsi hevur vunnið
so stórt virkisøki í okkara
samfelag, ger okkara tíð
so spennandi at liva í.
Hetta mugu vit fáa danir
at skilja, soleiðis at okkara
millumlanda viðurskifti
verða har eftir. Og tað
mest umráðandi er at vit
ikki køva okkum sjålvi í
innanhýsis ósemju, sum
tað hendi í 1906.
Júst sum Símun av
Skarði og Rasmus Ras-
mussen megnaðu at geva
so mongum føroyingum
móðurmálið sum reidskap
og våpn, og harvid gjørdu
sitt til, at vit eru ein sam-
eind tjóð í dag, so ræður
um hjá okkum sameint at
fáa føroyska samfelagið í
eitt nýtt millumtjóða sam-
band, har vit á jøvnum fóti
kunnu samstarva við allar
tjóðir. Men vit mugu
skilja, at hetta stríðið
byrjar við okkum sjálvum.
Tað er einasti møgu-
leikin, um vit megna at
standa saman um at seta
álitið á tað einasta vit
veruliga kunnu líta á,
nevnliga tað náttúruríki-
dømi vit hava ræði á, og
so okkara evni og hegni at
umsita tað í samvinnu við
onnur lond! Bert soleiðis
kunnu vit veruliga tryggja
okkum, at Føroyar í fram-
tíðini gerast eitt gott og
mennandi samfelag at
búgva í hjá okkum ollum
— og okkara eftirkomar-
um.
Takk fyri!
Rani Nolsee