leygardagur 28. august 1999síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
16
tíðindablaðið
...millum brot =
og vandasker
Tað sæðst, at vit alt ov sjálvdan hava megnað — ella heldur torað — at tikið
ábyrgdina sjálvi, og stungið kósina út í kortið. Vit hava í alt ov stóran mun
verið eygleiðarar í egnum landi og tikið við tí, sum umstødurnar hava dikter-
að!, segði Rani Nolsøe á
Millum brot og vandasker
navigeradu Símun og
Rasmus háskúlanum úr
farnu old í Klaksvík til
nýggju ævintýrlig ár her í
Føgrulid, og síðani til
høvudsstadin, gjøgnum
fyrra veraldarbardaga og
depressiónina i 1930'u-
num fram til 1942, tå båd-
ir løgdu frå sær. Alla tid-
ina vid einum sterkum
stuðli frå folkinum, men
undir rættiliga ivasomun
studli frå myndugleiku-
num
Í stríðinum at "vekja
næmingarnar andaliga, so
at teir verða førir fyri at
seta lívsendamálið út um
dagliga strevið fyri mati
og drekka" — sum tað
stendur í fyrstu endamáls-
orðingini — hava háskúla-
menninir offrað eina slíka
idealismu, sum vit illani
kunnu ímynda okkum í
dag.
Eisini fekk háskúlin í
virki sínum eitt sera týdn-
ingarmikið politiskt stevn-
umið, nevnliga utbreidsl-
una av røðuni „— av hin-
um livandi orlknum á
móðurmálin - sum tað
eisini stóð í ehdamáls-
orðingini.
Sum kunnugt eru bæði
lesnaður og tala sterkast á
móðurmálinum, sjálvandi.
Og tá eitt fólk fær atgongd
til lestna á m6durmåli-
num, skapar hetta hugsan,
og hugsan førir til frælsi.
Um orðið gerst frælst, ger
tað menniskjuna frælsa.
Háskúlin var jú í mong ár
einasti skúli, sum konse-
kvent undirvísti á føroysk-
um!
Soleiðis komu háskúla-
menninir í sínum stillføra
virksemi at búgva fólkið
út til at taka við sínum
egna samfelagi. At hetta
virksemi hevur verið í
djúpari andsøgn til donsku
yvirvøldina og stuðlar
hennara her á landi, má
vera sjálvsagt.
Teir tóku tjóðskapar-
stríðið niður av pedistali-
num, og praktiseraðu tað í
dagligum verki í eini søg-
uligari tíð, sum vit eiga at
halda eitt vakið eyga við.
Tí talan er um eitt tíðar-
skeið, sum á sín hátt
minnir um okkara tíð. Og
nógv er at læra av.
Úm vit krittiskt hyggja
at føroya søgu, so sæðst
eitt ávíst tema ganga aftur,
tá nakað av veruligum
týdningi er farið fram í
okkara samfelag:
Avgerðirnar eru avreidd-
ar til umstødurnar!
Tað hava alt ov ofta
verið umstødurnar, sum
hava stýrt útviklinginum.
Ikki vit sjálvu á egnum
beinum ella í samvinnu
við umsødurnar. Nei! Alt
ov mangan, tí vit sjálvi
ikki trinu fram og tóku
sakina í egnar hendur.
* Soleiðis var við donsku
grundlógini, tá hon var
sett í gildi í Føroyum í
1851.
* Soleiðis var við Til-
boðinum í 1906, sum
ongantíð fekk gildið.
+ Soelidis var við Merki-
num, sum bretar tryggjaðu
okkum i 1940
+ Soleidis var við fólka-
atkvøduni i 1946, sum
ikki bleiv fylgd
* Soelidis var vid amerik-
ansku Marshall-hjålpini,
sum lyfti okkum tøkniliga
úr slupp- og kolatrolara-
tøknini.
* Soleidis var við NATO-
basunum um sama mundi.
Um vit vóru fyri ella í-
móti, so vóru vit als ikki
eftirspurd.
* Soleiðis var við 200 fj.
fiskimarkinum, sum vit
vóru noydd til at seta í
gildi í 1977, tá øll stranda-
londini í Norðuratlants-
havinum høvdu flutt út.
Hjá okkum var onki í at
velja, vit vóru noydd at
fylgja við.
* Soleiðis var 1980'unum,
sum 90'ara kreppan av
við.
* Soleiðis hevur verið
seinastu árini, tá fylgi-
sveinarnir og kunningar-
tøknin gjørdu loftmiðla-
monopolini meiningsleys,
so tey seinni vóru avtikin.
* Soleiðis hevur eisini
verið við búskaparligu
framgongdini seinnu árini.
Eru tað ikki positivu al-
tjóða marknaðar- og rentu-
útviklingurin og livfrødi-
ligu menningini i havinum
fyri at takka?
Tað sæðst, at vit alt ov
sjálvdan hava megnað —
ella heldur torað —a
fólkafundinum í Føgrulid seinasta leygardag
tikið ábyrgdina sjálvi, og
stungið kósina út í kortið.
Vit hava í alt ov stóran
mun verið eygleiðarar í
egnum landi og tikið við
tí, sum umstødurnar hava
dikterað!
Eitt lýsandi undantak
vóru íkoman av tjóðskap-
arrørsluni og stovnanin av
Foroya Fólkaháskúla. Og
júst av hesi orsøk kann
hetta tíðarskeið í dag ger-
ast okkum ein so virðis-
mikil lærdómur, tí eins og
tá krevja umstødurnar av
okkum í dag tær týdning-
armestu avgerðir í hesu
øldini: skulu vit eftir 500
ár trina út úr okkara 6-
javnsetta sambandi við
Danmark, ella skulu vit
ikki! Og um so er, hvussu
skal tað gerast til tess at
tryggja tjóðini tilverurætt í
tí modernaða heiminum.
Um vit hyggja nærri at
tíðini um seinasta aldar-
skifti, minnir tað ikki sort
um tíðina í dag.
Rembingarnar
um aldarmótið
Tá ið Símun á Skarði og
Rasmus Rasmussen stovn-
aðu háskúlan í 1899,
hendi tað í eini broytingar-
tíð, sum man ikki hevði
sæð makan til áður i før-
oya søgu.
Tær stórstu broytingar-
nar stóðust ikki av mál-
stríðinum ella tjóðskapar-
stríðinum, hóast hetta stríð
sumbólskt spøkti alla-
staðni og fylt sera nógv.
Tær stóru broytingarnar
NR. 162 - 28. AUGUST 1999
; ps
Rani Nolsøem — ein av rødarunum i Fogrulíð leygardagin
vóru i veruleikanum bú-
skaparligar!
Og tað var ikki av til-
vild, at vit fingu tjóðskap-
arligu rembingina um
sama mundi. Tí tað, sum
fylgdi í kjalarvørrinum av
búskaparligu broytingu-
num, var ein sosial koll-
velting í føroyska sam-
felagnum, sum meir og
minni hevði prutlað undir
lokinum tað mesta av
farna árhundraði, og sum
seinast í øldini brast út í
ljósan loga. Eins nógv
sum tj6dskaparrørslan var
ein reaktión uppá donsku
mentannarávirkanina í
Føroyum, var hon ein
reaktión uppá ta sosialu
kollvelting, ið stóðst av
búskaparligu broytingu-
num.
Sluppirnar streymaðu til
landið og tømdu gomlu
garðarnar fyri arbeiðskon-
ur og húskallar.
Tey gjørdust fiskagentur
og fiskimenn og béndurnir
mistu bædi arbeidsmegina
og tignina, teir i øldir
høvdu haft.
Arið 1910 vóru heili
1786 fyrrverandi húskallar
og aðrir umborð á sluppu-
num.
Hartil koma allar ar-
beiðsgenturnar og tær,
sum arbeiddu í fiskinum á
landi.
Hetta skal setast í mun
til samlaða talið av føroy-
ingum, sum tá vóru
knappir 18.000 í tali.
Her hevur verið talan
um eina sanna kollvelting
av liviumstødunum. Eitt
tyduligt dømi er brenni-
vínslóggávan frå 1907.
Nógv fleiri fólk enn
væntað leitaðu sær til
Føgrulidar á fólkafund í
góðveðrinum seinasta
leygardag. Riðilin oman
av Hálsi mundi ikki fing-
ið nakran enda
Drekkaríðið varð vorðið
so ógvusligt, og fylgjurnar
so umfatani, at øll brenni-
vinssøla vid eina fólka-
atkvødu varð bannað.
Ein freistast at halda, at
fyrstu ættarliðini, sum
mannaðu sluppflotan og
sum arbeiddu timalønt á
landi, illa megnaðu hesar
djúpu broytingar í livium-
støðunum.
Men slupptíðin jarðaði
með alla gamla bónda-
samfelagið og upplivdist
fyrstu árini av flestu før-
oyingum sum eitt stórt
framstig.
Politiska reaktiónin
Stovnanin av Sjálvstýris-
flokkinum og Sambands-
flokkinum við valið í 1906
vóru politiska reaktiónin
uppá hesa byltingartíð.
Men í mun til ta búskapar-
ligu gongdina, gjørdist
politiska reaktiónin eitt
dygt afturstig fyri útvikl-
ingin.
Við góðum forstáðilsi
fyri útviklinginum og skili
fyri realiteti, samráddust
Jóannis Paturson, fólka-
tingsumboð og Alberti
danski lógmálaráðharrin,
seg í 1906 fram til eina
skipan fyri Føroyar í
Danska ríkinum, kallað
"tilboðið", sum minti sera
nógv um heimastýrislóg-
ina, sum 42 ár seinni varð
sett í gildi.
Alberti hevdi tá hesa
sera áhugaverdu viðmerk-
ing um støðuna í Føroy-
um:
".. den nuværende re-
gering er fuldkommen
rede til en imødekom-
mende forhandling med
færingerne om en ordning
og udvikling af øernes
forhold i fremtiden,
navnlig således, at de
færøske myndigheder,
deriblandt jo i særlig grad
lagtinget, får en større
indflydelse på de lokale
forhold og bliver i stand