Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-28, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. august 1999síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 162 - 28. AUGUST 1999 Allir høvdu teir tað til felags, at teir elskaðu Jimi Hendrix — serliga Freddie, sum einaferð lurtaði hoyrdi Hendrix spæla live 14 kvold á rað! Freddie var eisini mað- urin, ið hugsaði show líka so nógv sum hann hugsaði tónleik. Hetta gjørdist eisini eitt vørumerkið hjá Queen. Samstundis stað- festir Brian May, at kom- positiónirnar hjá Freddie Mercury vóru sera krevj- andi, kompleksar og bóru boð um serligar harmon- iskar dygdir hjá sang- manninum, ið eisini spældi flygil. At byrja við vóru tað eisini serliga Freddie Mer- cury og Brian May, ið skrivaðu løgini til bólkin. Men eisini Roger Taylor skivaði, og tað sama gjørdi John Deacon. Stilli bassleikarin við teimum flottu bassgongdunum sum vørumerki, var tann seinasti at koma upp í Queen. Tá tað byrjaði at knípa hjá Mercury og May at skriva hit-løg tóku hinir báðir í roynd og veru yvir. Soleiðis er tað John Dea- con, ið hevur skrivað mest seld Queen single-lagið „Another One Bites The Dust“ meðan Roger Tay- lor skrivaði lógini Radio Ga Ga og lt's A Kind Of Magic, sum bæði gjørdust landaplágur kring allan heim. Komu hundraðtúsund- tals fólk at lurta eftir Queen í teirra stórtíð, so er tað kortini teirra plátu- útgávur, sum í dag standa sum varar í rocksøguni. Fleiri av teirra plátum eru eisini eitt studium í studi- otøkni. Queen var bólkurin, ið meira enn nakar annar áður troytti allar tekniskar møguleikar í studiounum. Bohemian Rhapsody er besta dómið um hetta. Lagið, sum varðar yvir seks minuttir breyt við allar vanligar traditiónir og gjørdist nummar eitt kring allan heim. Í enska blaðnum „Q“ valdu lesarar blaðsins eisini hetta lagið sum tað triðbesta single- lagið hesa øldina. Bara „Smells Like Teen Spirit“ hjá Nirvana og „Penny Lane/Strawberry Fiels“ við The Beatles megnaðu at snúgva seg fram um Queen klassikaran, ið Freddie Mercury skrivaði. Saman við tiltikna pro- dusaranum Roy Thomas Baker arbeiddu Queen í vikuvís við lagnum. Tóku sang spor upp meira enn 50 ferðir, mixaðu niður (høvdu bara 24 spors bandupptakara), og tóku upp enn fleiri spor við sangi. Talan var ikki bara um stór kór arrangement, men sanniliga eisini im- ponerandi guitarspæl, har Brian May legði fleiri tons av guitarsporum inn í sangirnar á ein sera smag- fullan hátt. , Bohemian Rhapsody“ breyt við allar vanligar reglar innan poppsangskriving við sínum uppbygnaði, ið minti um eitt slag av mini opera. Við „Bohemian Rhaps- ody“ náddu Queen av- gjørdu kreativu hæddina. H6ast tad framvegis gekk væl handilsliga, so byrjaði at halta tónlistarliga og persónliga. „A Day At The tíðindablaðið S- — No time for losers, cause we are the champions of the World... Races“, ið kom árið eftir „A Night At The Opera“ var kortini eitt dygdar- verk. „News Of The World“, sum innihelt áður- nevnda klassikara „We Are The Champions“, hevði eisini sínar góðu løtur. Við plåtuni „Jazz“ byrjaðu Queen at glíða í svingum — hóast eitt lag sum „Don't Stop Me Now“ hjá Freddie Mercu- ry er ein sera flott kom- position. Linir i kongunum Við plåtuni „The Game", sum kom út í 1980, kundi tað ikki dyljast longur: Drotningin var vorðin lin í kongunum. Eitt nú ar- beiddu teir slettis ikki saman í studionum. Með- an Freddie Mercury gjørdi sín sang í einum studio, sat Brian May isoleradur í einium ødrum og spældi guitarar. Samstundis minnist Brian May, hvussu eitt nå John Deacon slettis ikki dåmdi guitararnar, sum May legði á hansara løg Vit fóru gjøgnum eitt torført tíðarskeið. Minnist Brian May. Vit stríddust innanhýs- IS, VOru so eviga troyttir hvør av ødrum. Og vit royndu allir hvør i sinum lagi meira enn ta einu ferðina at fara úr bólki- K Arr ele JÚ num. Men vit funnu altíð út av at bólkurin var stórri enn hver einstakur persón- ur. Og so vendu vit inn aftur í hitan. Tað mundi vera lagn- unnar speisemi, ið gjørdi, at meðan skapandi máttur- in tódnaði og løgini byrj- aðu at smakka av plastikk, so seldi Queen plátur sum ongantíð áður. „Crazy Little Thing Called Love“ og „Another One Bites The Dust“ og ådurnevnda, heldur ússaliga plátan „The Game“ gjørdust nummar I á alheims hit- listum. Freddi Mercury... Ekstravaganti livsstil- urin hjá Queen kom eitt nú til sjóndar á plátuni JAZZ, har rúgva av >Fat Bottom Girls< prýddu AIDS I 1987 kom so sjokkid Freddie Mercury hevði fingið AIDS. Ongin uttan fyri Queen fekk tað at vita. Men nú vistu teir, at bólkurin virkaði upp á lánta tíð. Mercury var ikki ein maður, ið vildi taka synd í sær sjálvum gjøgn um tónleikin. Tvørturim6ti sang hann á sterku plátuni Innuendo: „The Show Must Go On“ — men mill- um linjurnar — og við bakklókskapi í mentu kann í dag hoyrast desper- ation og hómast myrkur í sanginum hjá Mercury. Queen sangarin vildi skapa til tað síðsta. So tað er í roynd og veru ein AIDS sjúkur maður, ið syngur á plátunum „The Miracle“, sum kom út í 1989 og á „Innuendo“, sum kom út í 1991 — sama árið, Freddie Mercury doyði. 15 LEE Sjålvur sigur Brian May, at Freddie Mercury måtti rinda ein sera høgan pris fyri eitt vilt liv, sum fylgdi i kjalarvørrinum å heims- gjøgnumbrotinum hjå Queen Queen var fantastiskt Men tað oyðilegði okkara hugburð og var líka við at oyðileggja okkum allar Vit livdu í eini verð, har onki tamarhald var á nøkr- um. Ta einu løtuna var Queen størsta hugtakið í rockheiminum, og alt sum fylgir í kjalarvørrinum á tí, órógvar títt høvd. Tú ert umgyrdur av fólki, ið elskar teg. Samstundis kanst tú vera fangaður í totalum einsemi. Síðani Queen fór í søg- una hava hinir limirnir í Queen roynt seg hver í sínum lagi. Men teir vita fullvæl, at teir hver í sín- um lagi náa aldri somu hæddir.