leygardagur 28. august 1999síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
RA
R
>
+
Tomislav Sivic, venjarin hjå B36,
var vónbrotin yvir, at tað ikki
heyði eydnast hansara monnum at
spæla seg víðari í UEFA kapp-
ingini, men hann helt ikki, at hann
kundi dadla spælarunum avrikið:
— Okkara stóðu seg so væl, sum
teir kunnu. Trupulleikin er, at vit
hava ongan álopsmann, sum lúrir
eftir møguleikanum og skorar mál
uppá kanska tann einasta møgu-
leikan, sum hann fær í 90 minuttir.
Burtursæð frá Sigfríði Clement-
sen, sum ikki er førur fyri at spæla
meiri enn eina løtu, síggi ongan
sovornan spælara, og um B36
Triggir
NR. 162 - 28. AUGUST 1999
tidindabladid SS)
e-mail: emilsosialurin.fo
Sosialurin - Box 76 - 110 Torshavn - Tlf. 31 18 20 - Fax 31 47 20
Sivic vil hava útlendskan framherja
Fótbóltur: B36 venjarin heldur, at eingin sann-
ur framherji er í fóroysku landskappingini, eftir
at Kurt Mørkøre er farin til Noregs
komandi ár skal hugsa um at
sleppa víðari í Europa Cup, so
mugu teir fara út um landoddarnar
at keypa álopsmannin ella drep-
aran, sum maðurin við hesum
leiklutinum ofta verður róptur í
fótbólti, heldur B36 venjarin.
Men tú hevur tveir spælarar,
sum tilsaman hava skorað fleiri
mål, enn oll tey, sum KÍ hevur
fingið?
— Púra rætt. Jákup á Borg og
John Petersen eru fínir fótbólts-
spælarar, men tað er galdandi fyri
teir báðar, at teir eru miðvallarar.
I landskappingini er m6tstødan
ikki stórri enn so, at vit megna at
spæla okkum inn í málteigin, áðr-
enn við skora. Sovorðin mál
kunnu allir miðvallarar gera, men
í altjóða uppgávum skal hin mað-
urin vera har, og vit finna hann
ikki.
— John Petersen er miðvallari á
landsliðnum, og har er ann altíð
millum teir bestu. Í dag lá stóri,
sterki og skjóti Faruk stutt frá
honum, og verjuspælarin var so
mikið góður, at tað ikki eydnaðist
John at sleppa av við hann.
Sært tú ongar spælarar við
hesum eginleikunum í Føroyum?
- Jón Rói Jacobsen, U-16 spæl-
arin hjá HB, og Hjalgrim Elttør,
U-16 spælarin hjá KI, hava hatta
í sær, men millum teir vaksnu í
Føroyum finnur tú ongan sovor-
nan. Á landsliðnum er betri statt,
sigrar
verður nóg
mikið
Fótbóltur: B36 venjarin sær tað sum veikleika
í fyrireikingunum til lykladystirnar, at fimm av
hansara spælarum eru á
B36 menninir fóru í fyrrakvøldid
eftir lokið stríð í svimjihøllina í
Gundadali at loysa vøddarnar. Í
gjár hvíldu teir, og í dag hittast
teir aftur til venjingar. Fyrsta upp-
gávan á vegnum móti FM heiti-
num, sum B36 kappast við KÍ um,
verður á Sandi í morgin.
Sandoyingar, sum hildu seg
vera óhepnar bara at fáa javnleik
í Sumba, fara á vøllin í morgin
fyri at fáa stig og helst vinna:
— Tað verður sera torført, men
um vit ikki spæla fyri at fáa stig,
so dugi eg ikki at síggja nakra
orsøk at taka lut í kappingini,
heldur Eli Hentze, ein av fleiri
veteranum á B71 liðnum. Men
fyritreytirnar hjá B71 eru nógv
ødrvisi, enn tær eru hjá havnar-
liðnum. Hesa vikuna hevur venj-
arin hjá teimum, Ivan Hristov,
tvær ferðir verið á Argjum og vant
við meiri enn helvtina av liðnum,
sum heldur til í høvudsstadnum,
og í gjårkvøldid skuldu allir venja
á Sandi. Ivi er um førleikan hjá
onkrum, eingin er leikbannaður,
og teir rokna við, at allir fara at
spæla við.
landsliðnum
Stórar avbjóðingar
Tomislav Sivic, venjarin hjá B36,
hevur allar sínar menn tøkar. Hann
vónar, at teir megna at taka upp-
gávuna í morgin í tí álvara, sum
hon skal takast í, tí tað er alneyð-
ugt at fáa hesi stigini, men hann
váttar samstundis, at teir hugsa
eisini um fýra tey síðstu leikum-
førini, tå B36 skal hitta hini liðini,
sum eru omanfyri miðstrikuna á
stødutalvuni:
— Eg rokni vid, at tad verdur
nóg mikið til at vinna FM, um vit
fáa øll stigini í tveimum dystum,
men so skal annar sigurin koma
móti KÍ, sum vit higartil hava
spælt væl ímóti tvær ferðir og tapt
bæði í Klaksvík og í steypafinal-
uni.
B36 venjarin metir, at hansara
lið hevur verri fyritreytir at fyri-
reika seg til grannauppgerðina,
sum verður um tvær vikur, enn
teir í HB hava:
— Vit hava fimm spælarar i
landsliðshópinum, meðan HB
bara hevur ein. Okkara venjing
verður næstu vikurnar merkt av
landsdystunum leygardagin og
tí teir hava Toda Jónson, sum kann
eksplodera á stuttum teini.
Men høvdu tit vunnið í kvold,
um tit høvdu ein spælara við so-
vornum evnum á liðnum ?
— Møguleikin hevdi í hvussu so
er verið stórri. Okkum restar eisini
ein góðan miðverja. Høvdu vit
hann, so hevði verið møguleiki
fyri at havt Jens Kristian Hansen
á midvøllinum, Tað er har, at hann
hoyrir heima, og tá eg sigi, at sera
álítandi Pól Thorsteinsson eisini
er miðvallari, so gerst tað meiri
greitt, hvat tað er, sum eg tosi um
Hetta hevur nakað við útbúgv-
ingina av spælarum at gera frá tí
teir eru heilt ungir. Ein orduligur
álopsmaður hevur fingið hetta í
blóðið, tá hann var smádrongur
Hjá okkum eru allir teir bestu mið-
vallarar.
— Eg rokni vid, at tað verður nóg mikið til at vinna FM, um vit fáa
øll stigini í tveimum dystum, men so skal annar sigurin koma móti
KÍ, sum vit higartil hava spælt væl ímóti tvær ferðir og tapt bæði
í Klaksvík og í steypafinaluni, sigur Sivic. Mynd: Álvur Haraldsen
annan mikudag, meðan teir í HB
ikki fara at merkja hetta so nógv,
og vit fara at fáa fimm móðar
landsliðsspælarar aftur annan hós-
dag, meðan teir í HB bara fara at
hava ein troyttan landsliðsmann,
so tað eru stór tók, sum skulu
takast, heldur Tomislav Sivic.
Tá sandoyingar undan summar-
steðginum vóru í Gundadali taptu
teir 6-1 móti B36. Tað verður kort-
ini mett, at B71 hevur eitt meiri
støðugt lið nú, enn teir høvdu tå.
jh
19
Lesið eisini ítróttin
á internetinum
www.sosialurin.fo
Um tit høvdu spælt hesar báðar
dystirnar umaftur, hevði tú so far-
ið ødrvisi til verka?
- Nei, eg hevði gjørt akkurát á
sama hátt. Tað kann vera, at tað
heyði eydnast, men hesa ferð vóru
Vit ov stuttir, og tað eri eg sera
harmur um, tí eg haldi. at vit vóru
betri enn teir, og eg haldi eisini,
at vit áttu at havt skorað týdning
armikla málið á útivolli. Vit høvdu
í hvussu so er møguleika til tað,
og um vit høvdu havt hann, sum
eg kalli fyri dreparan, so hevði
tað ivaleyst sæð ødrvisi út, heldur
B36 venjarin, sum metti ferðina
at vera hægri í Gundadali, enn hon
hevði verið í Ankara.
jh
Altjóða luttøka
uppá spæl
FOTBOLTUR: Gøtumenn spæla
fyri komandi år enn eina ferð at
taka lut í UEFA Cup, og í NSI
vilja teir fegnir skifta fimta
plássið, sum teir endaðu á í fjør,
út við fjórða plássið, sum ber
rættin at taka lut í Intertoto Cup
við sær.
Skal málið rekkast, so er
neyðugt at fáa øll stigini í morgin
— bæði hjá GI og NSI.
— Avrikið móti HB var stak
vánaligt. Eg vóni og haldi, at talan
var um ein felags offday, sigur
Trygvi Mortensen, venjarin hjá
NSI, sum ikki dylur, at hann var
ikki nøgdur við, at dómarin eftir
hansara tykki heimilaði havnar-
monnunum at spæla alt ov harð-
liga. |
NSI hevur allar teir, sum hava
verið við hesa síðstu tíðina við, tá
teir í morgin fara um Gøtueid.
Arnfinn Langgaard og Gert Lang-
gaard hava síðani summarsteðgin
verið plágaðir av smáskaðum,
men vit skilja, at nú eru teir væl
fyri. Johnnie Skibenæs hevur ver-
ið skaddur í eina tíð, og hann er
ikki farin at venja aftur. Mortan
Hansen hevur leingi gingið við
gipsaðum armi. Nú venur hann
aftur, men í fyrsta umfari fer hann
at styrkja um næstbesta liðið.
Gøtumenn hava alt fólkið tókt.
Eingir er skaddur, og eingin er
leikbannaður. Helmingurin av
spælarunum hava tvey gul kort á
kontoini, og tað vil siga, at møgu-
lig gul kort í morgin kunnu kosta
leikbann, tá GÍ skal til Sumbiar.
Tå NSI og GÍ spældu í Runavík
var úrslitið 1-1. Í summar — tað
var tå Christian Høgni Jacobsen
var so óheppin at bróta beinið —
hittust liðini í stevnuni í Gøtu, og
tá varð 2-2.
jh