leygardagur 28. august 1999síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
20
Turkurin
og regnið ;
gjørdu av
við B36
Europa Cup: Hóast B36 menninir
høvdu bóltin nógv, so megnaðu teir
so at siga ikki at spæla seg til
upplagdar målmøguleikar
Tað hilnaðist illa hjá B36.
tá teir hóskveldið royndu at
verja føroysku æruna í al-
tjóða fótbólti. Turkiska mót-
stóðuliðið fór við sigrinum,
og åskodarafjøldin og har-
við inntøkurnar til B36 vóru
væl minni, enn tað varð
roknað við. Hetta hevði sína
orsøk i, at júst hósdagin var
fyrsti regndagurin å sumri-
num. og tað gjørdi tiltakið
á Tórsvelli í síni heild til
nogv minni enn tað, sum tað
kundi havt verið, um veðrið
hevði havt lagað seg oðr-
vísi, men soleiðis eru treyt-
imar í Føroyum. Trúgvu
B36 fólkini eystanfyri
B36— Ankarag
kl. 18.30
450 áskoðarar
Dómarakvartett úr Litavia: Braga Sergejs,
Osipovs Vladimirs, Supe Adolfs og Lajkus
Ramans
0-1: Hakan Keles 86.
B36: 1. Egin Høgnesen — 6. Pól Thorsteinsson,
11. Ambjørn Danielsen, 8. Jens Kristian Hansen,
Bjarni
Høgnesen, 67.), 12. Jan Guttesen, 7. Tomislav
Sivic (18. Sigfríður Clementsen, 82.), 20. Øssur
Hansen, 17. Ninoslav Milenkovic — 9. Jåkup å
liðformaður — 21.
gjørdu sitt til at stimbra und-
ir, soleiðis at spælararnir
Skuldu kenna, at teir vóru á
heimavelli, men tað hevði
sjálvandi verið ødrvisi, um
fjøldin hevði verið stórri, og
ikki at tala um, um veðrið
hevði skikkað sær, sum tað
annars hevur gjørt síðani
fyri Glavsøku.
B36 noyddist at skora í
hvussu so er eitt mál, og tað
sást beinanvegin í spælbyti-
num. Heimaliðið legði
bragdliga fyri í royndini at
leggja trýst á og at skora
mál. Spælararnir vildu
nógv. og ikki so sjáldan
eydnaðist tað at saman-
mr itrottar 7
sosialurin |
Í
UEFA Cup, 1. umfar, seinni
: ucu 0-1 (0-0)
Á Trsvølli í Torshavn hósdagin 26. august 1999,
dystur
Prior (15. Carl |
Borg, 10. John Petersen
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 2. Dánjal
P. Johansen, 4. Djóni N. Joensen, 5. Ronnie
Samuelsen, 16. Tróndur Vatnhamar, 19. Egil
Zachariassen
Gult kort: Bjarni Prior, 6.
Venjari: Tomislav Sivic
Hjålparvenjari: Jacob Thomsen
MKE Ankaragúcú: 1. Karsli Øzkan — 23.
Hatipoglu Umit, 4. Kutlu Hakan, liðformaður. 3.
Baris Cøkmen, 22. Sarman Faruk, 11. Mkalele
Helman — 8. Karaman Unal, 5. Øzlem Yilmaz,
20. Sezer Fatih — 19. Aksancak Birol, 9. Keles
Hakan (18. Emre Kåkten Sami, 89.)
A beinkinum uttan at verða skiftir inn: 12.
Godfrey Sapula, 2. Dursun Adem, 27. Colak
Nehmet, 21. Kunter Ali, 10. Yildiran Gøkmen
Gult kort: Kutlu Hakan, 5., Karaman Unal, 87.
Venjari:
Ankaragici víðari í næsta umfarið við saman-
talda málmuninum 2—0
tidindabladid SOS
co
Skr if
NR. 162 - 28. AUGUST 19
B36 tapti samanlagt 2-0 móti Ankaragiicii. Mynd: Ålvur Haraldsen
spæla væl. Midverjan var
sannførandi, Arnbjørn Dan-
telsen tetti væl, og Pól Thor-
steinsson, sum hevði
fremsta ålopsmannin, og
Jens Kristian Hansen ans-
aðu mótstøðumonnunum
væl, og so var tað sjálvandi
hent, at landsliðsspælararnir
høvdu altjóða royndirnar,
sum gjørdu teir førar fyri at
taka lut í uppspælinum, har
serliga Jens Kristian Han-
sen var góður.
Tað hevði verið skeivt at
sagt, at turkararnir høvdu
besta fotbóltsliðið, sum
hevur verið í Føroyum.
Fyrsta hálva tíman, tá B36
hevði sína bestu løtu, sóust
teir ikki so sjáldan í trong-
støðum at sparka burtur í
staðin fyri at spæla, og fram
móti dystarenda, tá B36
trýsti nógv fyri at fáa málið,
sum í fyrstu atløgu hevði
borið umdyst við sær,
royndu teir fleiri ferðir at
sparka uppum húsini vest-
anfyri.
B36 møguleikarnir
Møguleikarnir hjå heima-
liðnum at fáa mål kunnu
teljast á aðrari hondini.
Tann fyrsti kom, tá fyrra
umfarið var hálvrunnið.
Bjarni Prior, sum ikki hevur
altjóða royndir og beinan-
vegin sá gult, spældi seg
upp, og við fínari sending
úr høgru fann hann Jákup á
Borg, sum eitt vet fyri høgri
av — brotsteigarmarkinum
valdi at senda handara veg-
in. Málverjin fekk hondina
á, og einki spurdist burturúr
hornasparkinum.
Miðskeiðis í 2. hálvleiki
kom næsti møguleikin. Øss-
ur Hansen, sum í 1. hålv-
leiki ikki hevði verið serliga
eyðsýndur, fann við frí-
sparkssending úr vinstru,
Ninoslav, sum eisini hevði
spælt seg upp, og tað tóktist
bara sum refleks, at mál-
verjin, sum var komin alt
ov langt út í brotsteigin,
fekk hondina á.
Og sum tað leið fram
móti endanum, flutti B36
fólkið langt fram, tað stóð-
ust fleiri hornasparksstødur
burturúr, men møguleikar-
nir vóru ikki meiri enn hálv-
ir og minni enn tað. Síðstu
sendingarnar vóru ikki nóg
neyvar, royndirnar úti frá
vóru fáar, og hóast hvít-
klæddu menninir skulu
hava rós fyri, at teir royndu,
so líka sum lá tað í luftini,
at sannlíkið var stórri fyri,
at málið fór at koma í B36
málið. Turkararnir duttu
ofta í rangstødufelluna, ið
fáu menninir, sum vóru aft-
uri í B36 verjuni settu, teir
hóreiggjaðu sær, sum tað
kundi roknast við, at turk-
ararnir fóru at gera, og tí-
verri var tað eina løtu so-
leiðis, at onkrir á B36 lið-
num høvdu hug at vera við
í ónollunum og orðklúgv-
arínum. Tað tænti ongum
endamáli — í hvussu so er
ikki tí hjá B36.
Fleiri turkiskir
møguleikar
Gestirnir høvdu fleiri upp-
lagdar målmøguleikar, enn
B36 hevði. Og í flestu før-
unum stóðust møguleikar-
nir av B36 mistøkum, men
tíbetur høvdu gestirnir ikki
tað formatið at sekta so-
vorðin mistøk. sum stóru
liðini altíð hava.
Egin Høgnesen visti
onkra ferðina sítt góða
hegni í ein móti einum stød-
um, men hann hevði stórar
trupulleikar við bóltfórleik-
anum, tá viðspælararnir
løgdu aftur til hansara.
Longu í 8. minutti sendi
hann beint í føturnar á mót-
stødumanni, sum var stadd-
ur uttanfyri brotsteigin, men
søpladi møguleikan burtur,
og hetta endurt6k seg einar
tvær ferðir.
A hálva tímanum misti
B36 í uppspælinum i
vinstru, teir komu til bak-
linjuna, løgdu flatt innfyri,
og annar av álopsmonn-
unum, Keles Hakan, setti
fótin á. Bólturin var á veg í
málið, men so var ótroytti-
ligi stríðsmaðurin á mið-
Ar tm + og i
99
ikki hevði trupulleikar at
seta framvið málverjanum.
vellinum, Jan Guttesen,
sum tykist hava fingið Sigurin bíðar
royndirnar, ið gera hann
eins týdningarmiklan í al-
tjóða dystum, sum hann er
í heimligu kappingunum,
har og sópaði burtur.
Søgan um miss hjá B36 í
vinstru og flatt innlegg
endurtók seg, tá tað restaðu
tveir minuttir av fyrra um-
farinum, miðvallarin Kara-
man Unal var púra blankur
undir målinum, men tad
stóðst ikki meiri enn horna
burturúr.
Seinna umfarið var fleiri
ferðir um reppid, at teir
komu leysir. Arnbjørn Dan-
ielsen dugdi væl at lesa
mótstóðumenninar av og
koma ímillum ella at draga
teir rangstaddar, men fýra
minuttir undan leikloki
fingu teir mál.
B36 hevði horna í vinstru,
sum teir so at siga pilkaðu
burtur, mótstøðumenninir
spældu skjótt í vinstru, har
vongverjin, Mkalele Helm-
ar, rann álopshugaða Carl
Høgnesen, sum var komin
á vollin fyri Bjarna Prior,
av, stakk inn um verjuna til
Keles Hakan, sum hesa ferð
Og so var greitt, at B36 enn
eina ferð var sent úr Europa
so at siga á strikuni. At
rokna við, at mótstøðuliðini
hjá fóroyskum liðum í euro-
peisku kappingini fara at
vera verri fyri, at turkisku
mótstøðumenninir vóru, er
lítið sannlíkt, men tað er
loyvt at rokna við, at B36
menninir lærdu av royndini
og tískil fara at standa seg
betur næstu ferð, og kanska
fer veðrið næstu ferð at vera
meiri í parti við B36, enn
tað var hesa ferð.
Føroyskur fótbóltur bíðar
framvegis eftir einum sigri
á Tórsvelli, og vit hava
loyvi at rokna við og vóna,
at hann fer at koma, tá
landsliðið fer at royna seg
tvær ferðir um eina viku.
Føroyskur liðfótbóltur
stendur framvegis í skugg-
anum av landslidnum, tá tað
ræður um altjóða uppgávur.
jh
ítróttar
sosialurin
Stødan
1. DEILD MENN
1. Kl (S) 13 28-12 32
2. B36 13 46-17 31
3. GÍ 13 31-20 26
4. HB (M) 13 21-12 24
5. NSÍ 13 21-13 22
6. B68 13 20-30 17
7. VB 13 11-23 11
8. B71 (U) 13 20-32 9
9. IF 13 13-31 6
10. Sumba 13 15-36 5
Aftasta líðið í 1. deild flytir beinleiðis niður í 2.
deild. Næstaftasta liðið skal spæla um sítt pláss
|
——
—
sái
Ss