leygardagur 28. august 1999síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
FERÐU sá
Á
Á
ed
+
á
NR. 162 - 28. AUGUST 1999
29.08 VB-KÍ
29.08 HB-Sumba
29.08 GÍ-NSÍ
29.08 B71-B36
29.08 B68-ÍF
28.08 NSÍ-EB/Str.
28.08 HB-FSV
28.08 Royn-LÍF
28.08 GÍ-KÍ
28.08 Skála-TB
3. deild menn
29.08 VB-Kl
29.08 HB-TB
| 29.08 GI-FSV
| 29.08 B71-B36
29.08 B68-IF
1. deild kvinnur
29.08 Kl-HB
itrottar
sosialurin
Dystir og dómarar
1. deild menn — 14. umfar
Kim Ejdesgaard, Fram
Oddmar Andreasen, HB
Niklas á Líðarenda, GÍ
2. deild menn — 14. umfar
Eiler Rasmussen, Skåla
Kim Ejdesgaard, Fram
Bergur Magnussen, EB/Str.
Eiler Rasmussen, Skåla
Lassin Isaksen, KÍ
Birgir Sondum, B36
Suni Johansen, SIF
Jåkup M. Kjeld, NSI
Zoran Mancic, Royn |
Sjúrður Norðbúð, B36 |
Ami Vang, IF. |
Hans F. Hansen, FSV
Jákup M. Kjeld, NSÍ
tíðindablaðið
21
HB aftur nýggja verju
Fótbóltur: Og fuglfirðingar hava harðliga brúk fyri stigum
HB stillar við nýggjari
verju, tá teir spæla móti
Sumba í morgin. Hetta er
ikki fyrstu ferð í ár, og tvey
leikbann hjá sentrum verju-
monnum ger, at HB-venj-
arin má seta verjuna gðrvísi
saman enn seinast.
Bæði Hans á Lag og Hans
Fróði Hansen fingu gul kort
í Runavík, og báðir hava
leikbann til dystin móti
Sumba. Harafturat er Jo-
hannes Joensen skaddur, og
tí verður HB-verjan helst
manna við Hans Jørgin
Djurhuus, Jan Dam, Jákup
Eli Olsen og Bjarka Mohr.
— Hetta er einki nýtt fyri
okkum, tí við hava verið
plágaðir av skæðum og
leikbannum í ár. Tað vóru
vit ikki í fjør, tá vit spældu
við sama liði næstan alla
Breiddin bar í
eina goða lotu
Europa Cup: Hóast teir enn eina ferð taptu stórt, so halda
klaksvikingar seg síggja glottar í avrikinum héskvøldid
Tað var bara á pappírinum,
at KI hevði nakran møgu-
leika, tá teir héskvøldid fóru
á nærum fullsetta stadion í
Graz í Eysturríki. Og her
verður bæði hugsað um
møguleikan at koma víðari
í kappingini og eisini um
møguleikan at vinna dystin.
Grazer AK vann 4-0, og
tað var á leið tað, sum rokn-
ast kundi við framman-
undan. Fyrra umfarið kom
einki mál, og tá spælararnir
fóru av vellinum, kom tað
týðuliga til sjóndar, at
gongdin hevði ikki verið
tann, sum áskoðararnir —
ivaleyst við úrslitinum í
Føroyum í huga — høvdu
roknað við. Tað var ein øgi-
lig bríkslan og geipan eftir
heimaliðnum, og í 2. hálv-
leiki syrgdu heimamenninir
fyri, at málini komu.
Tað kom hol á, tá seinna
umfarið bara var tveir min-
uttir gamalt. Innleggið kom
úr vinstru, og eftir eitt sind-
ur av aftur og fram og mis-
eydnaða roynd móti máli-
num og miseydnaða roynd
at sparka burtur, fór bólturin
í málið.
Igor Panic, sum er stórur,
sterkur, skjótur og góður við
bóltinum, verður mettur at
vera stóra ålopsstjørnan hjá
Grazer AK. Hann var ikki
við í Føroyum, tí hann var
skaddur. Hesa ferð var hann
á liðnum, men hann fekk
stutt sagt einki burturúr. Tí
syrgdi Pazek fyri. Áskoð-
ararnir vóru ikki fegnir, og
talan var um eyðmyking, tá
stjórnuspælarin varð tikin
av vøllinum. Inn í staðin
kom Benedicht Akwuegbu,
sum var sera eyðsýndur á
Svangaskarði. Hann spældi
framúr væl og var við í mál-
unum, sum Grazer fekk
síðsta stóra korterið.
28 minuttir vóru farnir, tá
hann krúllaði fleiri mót-
stødumenn av og setti fram-
við Stephen Boyle, ið hevdi
havt lítið at gera í fyrra um-
farinum, sjey minuttir
seinni kom innleggið, sum
við handara stólpan var
fluktað í netið, úr vinstru,
og stutt undan leikloki var
málskjúttin púra leysur, tá
hann skoraði.
Nýtt fólk
Tony Paris hevði broytt til
3-5-2. Hesa ferð var Marek
í miðverjuni saman við Paz-
ek og Jan Andreassen, Har-
ley og Heðin á Lakjuni vóru
kantspælarar, Eyðun Klakk-
stein var framrættaður mið-
vallari saman við Rógva
Jacobsen og verjukenda
leiklutin hevði liðformað-
urin Jan Joensen. Í álop-
inum vóru Arnold Joensen
og so Olgar Danielsen,
toppskjúttin hjá KÍ í Europa
Cup, sum var við fyri fyrstu
ferð í langa tíð.
Sum vit søgdu fyrr í vik-
uni so hugsaðu klaksvíking-
ar nógv um spennandi
landskappingina, meðan
teir vóru í Eysturríki, og við
tí í huga halda teir tað vera
hugaligt, at tað í 1. hálvleiki
hekk væl saman, sjálvt um
týdningarmiklir spælarar
sum John Ryan og Jan Allan
Miiller ikki vóru við. At tað
eru spælarar, sum kunnu
verða skiftir inn á liðið,
uttan at liðið verður veikari,
fer ivaleyst at koma væl við.
Í 1. hálvleiki riggaði
verjuparturin sera væl, með-
an tað í 2. hálvleiki var eitt
sindur leysari, helst tí alt
liðið í royndini at fáa mál
flutti longri fram. Harley
Bertholdsen hevði eftir
hornaspark í 1. hálvleiki eitt
gott skot, sum í síðstu løtu
varð blokerad, og Rógvi
Jacobsen hevði góða lang-
skotsroynd.
Tiggju minuttir undan
leikloki kom Finn Baldvins-
son á vøllin fyri Olgar Dan-
ielsen. Umframt Finn og
skadda John Ryan var bar
Ove Nysted útispælari á
beinkinum. Tveir eykamál-
verjar — Gunnar á Steig og
Meinhardt Joensen — vóru
eisini á beinkinum.
Kl-liðið: Stephen Boyle
— Andzrey Pacek, Jan And-
reasen, Marek Vierzbicki —
Harley Bertholdsen, Eydun
Klakkstein, Jan Joensen,
Rógvi Jacobsen, Hedin á
Lakjuni — Arnold Joensen,
Olgar Danielsen (Finn
Baldvinsson, 79.)
jh
tíðina, sigur Jon Geolgau,
venjari hjá HB.
Alopsmaðurin Súni Fríði
Johannesen hevur verið
skaddur seinastu dystirnar,
og hann er ivasamur dystin
í morgin.
Sumbingar koma í
Gundadal fyri at fáa stig
burtur úr dystinum, og teir
hava tveir av sínum stuðuls-
spælarum viðaftur. Nikola
Biberdzic, sum er topp-
skjútti hjá sumbingum, og
Peter Jørgensen eru klárir
aftur í morgin, og teir
styrkja munandi um liðið.
Sumbingar, sum hava
fingið nógv kort í ár, klár-
aðu at halda seg á máttuni í
tydningarmikla dystinum
móti B71 seinasta vikuskift-
ið og fingu einki kort, tí eru
allir mans tøkir í morgin.
Og tað er umráðandi hjá
teimum, tí hópurin er ikki
breiður, og skulu teir hava
vónir um gott úrslit í
Gundadali mugu teir stilla
við sterkastu manning.
Broytingar
hjá IF
Fuglfirðingar hava stórt
stríð fyri framman. Teir
liggja næstaftast í 1. deild,
og bert eitt stig er aftur til
aftasta plássið, sum hevur
niðurflyting við sær. Tí
hungra fuglfirðingar eftir
stigum, so teir kunnu sleppa
sær úr vandanum.
Fuglfirðingar hava skift
nógv manning í år, og aftur
hesaferð verður onkur
broyting. Símun Eliasen er
farin til Danmarkar aftur, og
eftir tí, sum vit hava skilt,
verður hann neyvan við
aftur í ár. Ken Bærendsen
hevur fingið skaða og kann
ikki spæla, og Robert
Cieslewicz hevur leikbann.
Harafturat er tað ivasamt,
hvussu tað verður við
verjuspælaranum Torstein
Joensen. Hann hevur verið
plágaður av skaða og fekk
ikki spælt seinast heldur,
hóast tað var ætlanin, at
hann skuldi spæla við.
B68 má spæla dystin
uttan verjuspælaran Finn
Mørk, sum fekk reytt kort í
dystinum móti gamla felagi
sínum, B36, seinast
Fyrra dystin millum B68
og ÍF í ár vunnu toftamenn
4-2.
ek/jh
— —
Í
Í
|
Landsliðsmenninir
taka síðstu royndina
Fótbóltur: Hjá Allani Mørkøre stendur meistaraskap-
urin uppá spæl, og Jákup Mikkelsen skal í Bróndby
verja oddastøduna hjá Herfølge
Allan Simonsen, landsliðsvenjari, hevur
sett sínum átjan útvaldu stevnu á Hotel
Føroyum hósdagin klokkan 10. Tá fara
teir undir fyrireikingarnar til teir báðu
fyrstu undankappingardystirnar á Tórs-
velli, sum verða spældir móti Estlandi
og Litava åvikavist leygardagin og miku-
dagin, báðar dagarnar klokkan 17.
Eingin spælari hevur higartil givið av-
boð, og so fáa vit at síggja, hvussu tað
verður, tá vikuskiftið er liðugt.
Kurt fyrstu ferð
Í Noregi skal Sogndal royna at vinna
seg fram á uppflytingarpláss. Tað verður
ikki lætt, tí gestirnir koma úr Bryne, ið
er næstfremst. Julian Johnsson, sum tvey
tey seinastu umførini hevur skorað trý
mál, er sjálvskrivaður á liðnum hjá Sogn-
dal, og alt bendir á, at Kurt Mørkøre
sleppur at royna seg fyri fyrstu ferð.
Kurt Mørkøre kom til Sogndal í síðstu
viku. Síðani tå hevur hann vant við
nýggja Føroya liðnum í norskum fótbólti,
sum sær fram til at fáa ein nýggjan bomb-
ara. Sambært B36 venjaran, Tomislav
Sivic, so var Kurt tann einasti av hesum
slagnum í bestu deildini í Føroyum, og
nú skal hann vísa, um hann megnar tað
sama í næstbestu deildini í Noregi.
Meistaraskapurin uppá spæl
Íslendska fótbóltsárið er av álvara farið
at halla. Stríðið um meistaraskapin stend-
ur millum KR og ÍBV. Allan Mørkøre
og teir skulu í morgin spæla í Reykjavík
og teir mugu vinna, um teir skulu halda
um møguleikan at endurvinna meistara-
skapin frå í fjør.
Í KR fegnaðust teir mikukvøldid um,
at tað eydnaðist einum øðrum felag úr
høvudsstadnum, Vali, at fáa 2-2 javnleik
í Vestmannaoyggjunum. Urslitid í útsetta
dystinum hevði við sær, at Allan Mørk-
øre og teir mistu tvey stíg sammett við
RE Som hewat vað beri málmum en
V.
Jens Martin Knudsen, Uni Arge og
hinir á liðnum hjá Pálli Guðlaugsson
skulu stríðast fyri at varðveita fimta
plássið og helst vinna seg uppaftur í
kappingini um triðja plássið.
Héskvøldid spældi Leiftur í UEFA Cup.
Dysturin móti belgiska Anderlecht var
á Akureyri, og gestirnir, sum frá fyrra
dystinum vóru frammanfyri 6-1, vunnu
3-0.
Fyrsti venjarin fokin
Jákup Mikkelsen, John Faxe Jensen og
hinir i Herfølge skulu spæla í Brøndby.
Takið hjá Herfølge verður at varðveita
góða støðuna, sum teir hava vunnið sær
fimm tey fyrstu umførini. Í Brøndby
eru teir sjálvandi vónbrotnir av, at teir
mikukvøldid enn eina ferð upplivdu at
standa seg væl á útivelli, men alíkavæl
at enda at snáva á gáttuni til eurupeisku
meistarakappingina.
Óli Johannesen skal við AGF til Silke-
borg, og tað er eingin ivi um, at føroyski
miðverjin verður á liðnum. Eitt sindur
meiri ivasamt er tað hjá Toda Jónsson,
sum higartil ikki hevur skorað. Mána-
kveldið skal FCK spæla á gamla heima-
vellinum hjá Toda í Lyngby. Lagið hev-
ur verið betri í FCK hesa vikuna, tí 1-0
sigurin á OB hevði við sær, at teir gjørdu
eitt orduligt skarvslop á stødutalvuni.
Ósigurin hjá OB móti FCK hevur havt
við sær, at venjarin hjá teimum, Jens
Plambech, hevur sagt upp. Hann segði
seg gera hetta fyri at felagið skuldi fáa
nýggjan íblástur at koma av aftasta
plássinum. Nýggjur venjari er ítrótt-
arstjórin í felagnum, Torben Storm, sum
áður hevur verið venjari í fleiri felógum.
Kim Brink verður framvegis mettur
at sita leysur í saðlinum í FCK, og um
FCK tapir í Lyngby, so er tað ikki
óhugsandi, at ítróttarligi stjórin í fel-
agnum, Niels Christian Holmstróm, fer
at leita eftir venjingarbúnanum. Nú eru
longu fleiri ár síðani, at fyrrverandi KB
maðurin legði venj ið frá sær.
Hann vandi m.a. KB og B1903 — tey
bæði feløgini, sum nú eru grundarlag
undir FCK. jh