týsdagur 31. august 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
...i.. >
Jan den , i
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakkstein
Hegni Mohr
krivari:
Emil L. Jacobsen
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Alvur Haraldsen
ri, uppseting:
Sosialurin
Bústaður: |
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76, )
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post Gsosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Hvítabók grundarlag
undir orðaskifti
Oddagrein
FRÍGGJADAGIN varð Hvítabók almannakunn-
gjørd. Hetta hendi fimm dagar áðrenn, lands-
stýrismaðurin í sjálvstýrismálum hevði í umbúna
at lata Hvítubók fara úr bakkastokki á einum stórt
uppsettum tíðindafundi úti í Tinganesi. Orsokin
var, at Útvarpið frammanundan hevði útvegað sær
eitt eintak av bókini og hevði ta fyrstu frá-sognina
á middegi fríggjadagin. Tá var sjálvstýrisumsitingin
noydd at lata ta nógv umrøddu bókina til allar
fjølmidlarnar - til almenningin sum so.
HVITABOK er gott grundarlag at viðgera stoðu
Føroya og viðgera møguleikarnar fyri øktum sjålv-
stýri ella fullveldi, sum tykist verða tað longsta ein
politiskur meiriluti kann fáast til í Føroy-
um.Hvítabóksum sáttmálabólkurin einmælt hevur
skrivað undir, setir upp fleiri moguleikar fyri fram-
tíðarstoðu Foroya. Tað veri seg bæði innan fyri
verandi grundlóg, við eini frælsari skipan og einum
fullveldi. Sjálvandi heldur landsstýrismaðurin í sjålv-
stýrismálum, Hogni Hoydal, at frægasta loysnin
er fullveldi. Og tað endurgav Sosialurin hann eisini
fyri at siga í leygardagsblaðnum. Hann er tann
einasti politikkarin, sum hevur „meldað út“ enn.
MEN tað er óivað rættasta leiðin, at bæði bloð og
loftbornu fjølmiðlarnir fyrst royna at greiða frá
hovuðsinnihaldinum í Hvítubók - fyritreytunum fyri
eini nýggjari skipan fyri Foroyar - áðrenn pol-
itikkarar beina orðaskifti av kós. Tí hevur Jóannes
Eidesgaard eisini rætt í tí, at hetta rúgvismikla
tilfar skal viðgerast væl og virðiliga og í storsta
álvarsemi, tí tað snýr seg jú um framtíð í Foroya.
Hava vit fyrst valt eina loysn, vendist neyvan aftur.
Vónandi gongur ikki ov long tíð til eisini andstoðan
er tilreiðar at vera við í orðaskiftinum.
Tí er tað eisini av ógvuliga stórum týdningi, at
fjølmidlarnir seta fólk av at viðgera hetta málið, so
tað kann lýsast so væl sum møguligt. Fjølmidlarnir
skulu jú helst kunna spyrja serfroðingarnar, hví
teir eru komnir til hesa ella hasa niðurstoðuna og
hví teir halda hetta ella hatta. Og um tað er hald í
tí, serfroðingarnir hava sett á blað. Er tað t.d. torfort
at broyta grundlógina og fáa nokur foroysk ynski í
grundlógina, um politiskur meiriluti er fyri tí?
TAÐ fyrsta av hesi vikuni fer helst at ganga við at
leggja fram upplýsingar úr Hvítubók, men eftir at
Hvítabók er løgd fyri almenningin í morgin, kann
ikki long tíð ganga, fyrr enn føroyski almenningurin
fer at spyrja, hvat politisku flokkarnir halda.
FÓLK fara ikki bara at Spyrja, hverjum av teimum
nevndu meguleikum landsstýrisflokkarnir legga
seg upp at, men eisini hvørjum møguleikum and-
stoðuflokkarnir halda best um, ella um teir hava
heilt onnur uppskot.
TÍÐIN nú er søgulig, og føroyska tjóðin er á einum
vegamáóti, eins og hon var á einum vegamóti eftir
stríðslok í 1945 46. Tá endaði politiska stríðið við
heimastýrisskipanini, sum var ein millumloysn mill-
um loysing og gomlu amtsstoðuna. Javnaðarflokk-
urin hevur mælt til eina millumloysn - eina frælsa
skipan, sum liggur millum heimastýri og loysing.
Og henda leiðin tykist - eftir fyrstu gjøgnumgongd
av bókini - minna ikki sort um ta leið, sum Hvítabók
letur upp sum eina meguliga gongda leið fyri
foroysku tjóðina , ,
Sosialurin
Viðmerking:
Gálgin at heingja ríkisfelagsskaðin í
eigur ikki at figgjast av blokkinum!
Tað er ikki á hvørjum degi,
at lond í vesturheiminum
uppliva at fáa útnevndan ein
»propagandaministara« i
fridartid, men hjá okkum er
onki ófort! Vit hava nevni-
liga fingið ein >propagand-
aministara« í loysing og
nationalromantikki. Hetta
hevur tíverri longu fort við
sær, at sjálvt okkara annars
so fólkaligu summarstevnur
hava fingið einvegis politi-
seraðar midnåttarrødur og
mín sann um ikki Olavsøkan
eisini kom uppí part. Ein
sera óheppin og sidvenju
niðurbrótandi gongd. tí
stevnurnar eru fyri alt fólk-
ið.
Skulu vit føroyingar finna
saman, tað verður seg inn-
anfyri ella uttanfyri ríkis-
felagsskapin, er neyðugt at
vit líta bæði aftureftir og
frammeftir um somu tíð. Í
fleiri øldir hava Føroyar og
Danmark verið í ríkisfel-
agsskapi saman, og í hesi
tíð hevur okkara andans og
handans førningur fingið
neyðugan íblástur og menn-
ing å flatlondum, tvs. at
Danmark í stóran mun hev-
ur verið okkara andans og
handans spísikamar við
sjålvtøkubordi fyri okkum
føroyingar og annars okkara
lopfjøl út í heim.
I hesum intellektuella
spisikamari hava okkara
kvinnur og menn i øldir
nomið sær tann neyðuga
førleikan, sum kravdist fyri
at menna okkara mál og
mentan og sett okkum í
samband við tey røttu fólk-
ini, soleiðis at vit í dag hava
okkara egna identitet ella
samleika bæði inneftir og
úteftir.
Alt tað grundleggjandi er
meira sum savnar enn
spjaðir millum Føroyar og
Danmark, boða góðu livi-
korini frá her á landi, og ikki
at gloyma teir túsundtals
føroyingar sum búgva og/
ella útbúgva seg í Danmark
og stórtrívast har. Eitt av
okkara mætastu mentafólk-
um sum hevur búðleikast
mestu ævi síni á flatlondum,
og har virkað bæði menn-
andi og nýskapandi innan
føroyska list og mentan á
ein slíkan hátt, at honum
fyri kortum varð latin stór-
fingin almenn føroysk heið-
ursgáva fyri bragdið. Hetta
sigur eitt sindur um møgu-
leikarnar og tað fólkaliga
potentialið í ríkisfelags-
skapinum, og at ríkisfelags-
skapurin er meiri algongdur
enn okkara mangan fikser-
aða = nationalromantiska
nalvaáskoðan ynskir at á-
sanna.
Ríkisfelagsskapurin
og blokkstuðulin
Ríkisfelagsskapurin kann
fatast sum eitt nationalt og
sosialt familjuband, meðan
blokkstuðulin í dag meira
er at rokna sum ein væl-
meinandi tíðaravmarkaður
fíggjarstuðul frá teimum
meiri múgvandi innan fam-
iljubandið, ikki ólíkt tí vit
kenna frå Israel-USA for-
holdinum. Men nú blokk-
stuðulin verður bæði spei-
rikin og forsmáaður, er tað
løgid at hugsa sær, at júst
sitandi samgonga hevur
samrått seg til størsta blokk-
studulin nakrantíð. Blokk-
studulin hevur tó sum so als
onki vid sjålvan rikisfelags-
skapin at gera, men er ein
útjaðarastuðul, júst sum vit
kenna tað frá okkara egnu
útjaðaragkjum. Men gávur
sum verða speiriknar gevast
at koma av sær sjålvum, sig-
ur søgnin um rekatræid og
døglingin, men Súlan kem-
ur enn, tí Súlan er góð, siga
mykinesfólk.
Um vit ynskja at Føroyar
skulu menna seg við einum
rationellum og gevandi
vinnulívi, stendur hetta
beinleiðis i andsøgn við ta
viðferð okkara skipasmiðjur
hava fingið fyri kortum og
ikki minst við tað tilvitaðu
propagandisku hugtaks-
fløkju (begrebsforvirring)
sum okkara loysingarmin-
istari hevur gjørt seg til tals-
mann fyri. Tí at saman-
tvinna ríkisfelagsskapin og
blokkstuðulin í dag er fyri
tað fyrsta principielt skeivt,
umframt at tað er óetist, ti
her verður argumenterað í-
móti betri vitandi. Blokk-
stuðulin verður eisini bein-
leiðis settur í samband við
stóra lánið vit hava frá Dan-
mark. Men hetta er púra
burturvið, tí hetta lánið
kundu vit eins væl havt tikið
frá Japan, og so fór aftur-
gjaldingin til Japan og ikki
til Danmarkar, men ongin
uttan Danmark tordi at um-
fíggja lán okkara fyrst í
90*unum. Men tað er væl-
kent, at um tú bara endur-
tekur eitthvørt nóg ofta, so
trúgva fólk tí uttan mun til
sannleiksvirðið!
Tað er sjálvsagt ilt at meta
um hvønn tydning tær ár-
ligu 1.000 mill blokk-krón-
urnar gera gott fyri í før-
oyska samfelagnum. Tær
svara eitt nú til at vit árliga
kundu kundu keypt 5 nýggj
vaktarskip og 5 sandoyar-
ferjur kontant, og kortini
høvdu vit ikki ráð til at lata
bert eitt vaktarskip byggja
á okkara bæði framkomnu
og kappingarføru skipa-
smiðjum. Skil tað hver ið
vil? Barnaansingin, eldra-
røktin, sjúkrahúsini v.m.
rópa oll eftir meiri fíggjar-
orku, og hetta alt meðan vit
framvegis fáa blokkstuðul-
in! Hvat hendir tá blokkurin
er burtur? Hetta er nevniliga
Ogjørligt at svara uppá, og
tí er neyðugt at minka
blokkin fyrst áðrenn spurn-
ingin um eina møguliga
loysing kemur uppá tal yv-
irhøvur.
Men gongur tad sum okk-
ara loysingarministari ætlar,
so verður gálgin at heingja
ríkisfelagsskapin í, fíggjað-
ur av blokkstuðulinum og
loysingin konfirmerað her
og nú av eini ad hoc fólka-
atkvødu ad modum Høgna
Hoydal. Einki við kvalifi-
seraðum meiriluta sum hjá
íslendingum. Men uttan
mun til nær, hvar og hvussu
so eiga vit at royndarsigla
føroysku skútuna vid stuð-
ulsfríum seglum áðrenn
barrlastin, sum vit hava í
ríkisfelagsskapinum, verður
tveitt fyri borð ella at spurn-
ingurin kemur til eina reella
folkaatkvødu. Hvítabók ella
ikki, Titanic skuldi sambært
øllum serfrødingum ikki
kunna søkka?
Regin Eikhólm
Búgva skotar í kjallaranum hjá bretum?
Viðmerkingar frá teim
flestu loysingarflokkunum
til nýskipanaruppskot Sam-
bandsfloksins, vóru høvisk-
ar og væl skiljandi.
Men tíverri kundi Høgni
Hoydal ikki lata vera við at
brúka sína demagogisku
myndatalu. Hann vildi vera
við, at uppskotið kundi
samanberast við eitt hús,
har danir høvdu ræðið,
meðan føroyingar kundu
fáa loyvi til at búgva í kjall-
aranum, og kundu kanska
eisini sleppa at mála kam-
arið.
Heldur Høgni Hoydal, at
skotar kenna seg sum búgv-
andi í kjallaranum hjá bret-
um?
Spell, at Høgni skuldi
gerast so speiskur, nú hann
kom uppí politikk.
Er orsøkin kanska tann,
at hann longu nú sær, at
okkara uppskot røkkur
munin longur enn hansara
loysingaruppskot, tá talan er
um fyrimunir og vansar, og
serstakliga tá hugsað verður
um tað veruliga persónliga
og fíggjarliga sjálvræði hjá
tí einstaka føroyingunum?
Hvor kann orsøkin vera
til, at Høgni Hoydal longu
hevur gloymt sína egnu
blaðgrein, har hann út í æsir
lýsir, hvussu nógv verandi
ríkiseind hevur ment okkara
góða samfelag?
Tú kanst illa halda fram
við nevndu menning, við at
slíta góð samstarvsbond, og
lata hurðar aftur.
Hví ikki heldur velja tað
loysnina, hvers endamál er
at minka um vansarnar, og
økja um fyrimunirnar?
Trygvi F. Guttesen
+
Tad verdur vid hesum kunngjørt at litla elsku-
liga dóttir okkara
SVÆNHILD MALENA Í LAMBANUM
varð fødd 20.08.99, og andaðist á Rikis-
sjúkrahúsinum 21.08.99.
Anja og Elmar