Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-31, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. august 1999síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 163 - 31. AUGUST 1999 tíðindablaðið 3 Landssjúkrahúsið skift út allar sjúkrabilarnar í summar I gjár varð triði sjúkrabilurin í år handaður Sjúkrabilatænastuni hjá Landssjúkrahúsinum EIRIKUR LINDENSKOV Fyrr í ár varð nógv skrivað um ringa standin, sjúkrabil- arnir hjá Landssjúkrahúsi- num vóru í. Tað var so gal- ið, at onkur bilur steðgaði upp í sjúkragrindum. Men hesin trupulleikin er nú loystur. Í gjár kundi Finnbogi Eyðólvsson, VW umboðs- maður í Íslandi handa Sjúkrabilatænastuni = hjá Landssjúkrahúsinum nýggja sjúkrabilin, sum er ein VW Transporter Turbo Dielel, sum er umbygdur til sjukrabil f Islandi. Hesin bilurin er heldur stórri enn hinir báðir sjúkr- abilarnir, sum hava stød á Landssjúkrahúsinum. Teir eru av merkinum Mercedes, og eru báðir skiftir út í summar. Teir eru keyptir brúktir úr Svøriki. Annar teirra er trý ár og hin seks. Við hesum lækkar miðal- aldurin á sjúkrabilunum niður í trý ár - og standur á bilunum er nú í lagi, verður sagt av Sjúkrabilatænastuni. Hesin nýggi bilurin er vælutgjørdur við ljósum eins og hann er fýrahjóls- trektur. Hetta er sjálvandi stórur fyrimunur tá koyrt verður í hálku. Landssjúkrahúsið eigur eisini ein annan stóran sjúkrabil, sum er av merki- num Dodge. Hann er fyri tað mesta í Eysturoynni, og hevur hann eisini verið í Ís- landi í summar, har hann er umbygdur til eisini at hava fýrahjólstrekk. Teir báðir frægastu av gomlu sjúkrabilunum í Havn eru farnir ávikavist vestur í Vágar og suður til Sands, meðan hinir verða upphøgdir. Nýggi sjúrkabilurin er av merkinum VW Transporter Turbo Diesel við 4-hjólstrekki Diskotekklubbin skipar fyri veitslu Friggjakvøldid 1. oktober verður skipað fyri rimmar- veitslu í Veitsluhøllini hjá Havnar Klubba. Tað eru teir, ið skipaðu fyri Disko- tekklubbanum í Havn í sjeytiårunum, sum hava tik- ið stig til hesa veitslu, sum verður fyri oll, ið hava ar- beitt í Diskotekklubbanum. Sambært Arna C. Joen- sen, 10 saman við Sigurði Beck og Petur Olivur í Hoy- vík skipaði fyri klubbanum, hava eini 6-800 fólk arbeitt í Diskotekklubbanum hesi árini, og er ætlanin at savna sum flest av teimum til hesa veitslu, ið Ovi Dam hevur tikið stig til. Hann var á- byrgdarmaður hjá duravor- unum fyrstu árini. Diskotekklubbin = varð stovnaður í 1970, tí tá var nærum eingin dansur í høv- uðsstaðnum. — Tað var bara almennur Nú verða oll, id starvaðust hjá Diskotekklubbanum í Havn í sjeytiárunum boðin á veitslu dansur umleið eina ferð um mánaðin. Fyri at sleppa undan stuttleikaskattinum og afturlatingartíðum valdu vit at stovna ein klubba - og tað kollvelti allan dansi- sið, sigur Arni C. Joensen. Tey, ið ynskja at vera við til veitsluna skulu bara gjalda 275 krónur á konto 159.083.0 í Føroya Banka, sigur Arni C. Joensen. Ongar viðmerkingar um Hvítubók Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin gera ongar viðmerkingar, fyrr enn báðir tingbólkarnir hava lisið bókina Hvorki Javnaðarflokkurin ella Sambandsflokkurin ynskja at gera viðmerkingar til tað, sum fram er komið úr Hvítubók enn, siga Ed- mund Joensen og Jóannes Eidesgaard í tíðindaskrivi fríggjadagin: — Í virðing fyri tí avgerð, sum skal takast um ríkis- rættarligu stóðu Føroya, men eisini í virðing fyri tí arbeiðið, sum er lagt í Hvít- ubók, vildi tað verið skeivt longu nú at farið út við við- merkingum, tá tingbólkar- nir hjá andstøduni ikki hava lisið bókina. siga teir báðir. Tingbólkarnir hjá Sam- bands- og Javnaðarflokki- num hava tikið ta avgerð, at ongar viðmerkingar verða gjørdar fyrr enn báðir tingbólkarnir væl og virði- liga hava lisið Hvítubók. — Eisini hava báðir ting- bólkarnir hvør í sínum lagi tikið ta avgerð, at bókin verður latin fakliga kønum fólki til viðmerkingar, áðr- enn nøkur politisk viðmerk- ing verður gjørd, siga Ed- mund Joensen og Jóannes Eidesgaard. Fyri við Í i = pvonn | p] fólkum