týsdagur 31. august 1999síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 163 - 31. AUGUST 1999
Olavur Larsen
til minnis
Av ti at eitt brot var burturdottid, endurprenta vit minningarorðini
2) á Á
Við Olavi er deyður ein av mínum frægu kenningum, ein
sinniligur og gløggur felagi, við honum er farin ein góður
lagsmaður og trúfastur vinur, fluttur úr hesi tilveru, ið
kallað verður lívið, horvin av øllum um efstu sýn.
Vit starvaðust undir sama taki seinast tey farnu umleið
fýra árini. At hitta hann fyrst á morgni, var til fyrimunar
fyri allan dagin. Hann gav mær ans við einum blíðligum
brosi, og oftast við einum sakligum skemti á munni, ið
oftast var eitt hvat makaleyst ironiskt ískoyti til okkurt
lítið sigandi, ið verið hevði á lofti dagin fyri, og tey vóru
til tíðir ikki so fá
Mansins æviskeið er tað dagatal, sum hver í sínum lagi
fær tillutað her á foldum.
Eftir lívsins uri skuldi Ólavur átt væl fleiri. Um tað var
honum til tap ella vinning, at dagarnir ikki vóru fleiri at
ráða yvir, vita vit vanligu | menniskju einki um. Gåtuført -
høpisleyst - verður sagt! og stara út í tóman heim
»Livet har ingen mening
Men er ikke meningsløst«
citat. William Heinesen
Olavur var lítillátin og hóvligur maður, kravdi einki av
ødrum, tok seg sjå ilvan og sini vidurskifti valla å tungu,
hóast hann hevði staðið fyri meinum og dyggum lúsingum.
sum bar honum líki imliga hvøss skavank, av ti beisku
viðferð lagnan hevði lagt fyri hann. Tað vóru í mongum
fórum ei mildir og mjúkir dagar at vakna upp til, tó eingin
klagan - hann bar tað í egnum brósti
Ikki sigur tað so lítið um mannsins mensku megi og
merg.
Og ævi mín her
sum ljóðliga smýgur og sníkjandi fer
Hvar er her mín stúran mín leitandi lund
Mín harmur mín gleði mín hugsunargrund
Hvat er her mítt yrki og mødi eg beið
Ber fáfongd og feigð.
Chr. Matras. Eftir Gruntvig
Olavur kom ikki at verða millum tey, ið á elliárum hokna
niður við heimsins væl útspekuleraðu og effektivu pro-
fittmaskinur. Men hóast tað, so lá hansara lutur ikki eftir,
hann legði rygg og lendar til tað, honum var litið til, og
tað kom at vera bæði á sjógv og landi, til hann nú fall á
vali, og longur røkkur megi mansins ikki.
Vesturi í Sandavági eru | hesar reglur meitlaðar niður í
helluna í »Hyriså« av skaldinum Mikkjal á Ryggi.
Ain máar harðar hellur
slættar niður fjøll
Lýggin gongur grasið fellur
Falla so vit øll
Stirðnar blóð
og steðgar hjarta
legst enn maður lík
Sálin í Guðs himli bjarta
livir fræls og rík
Handan heyggin mikla, úti í Havnardali, hvílir nú Olavur,
ein áliuismaður hevur lagt frá sær - ein maður, ið nógv var
litið í hendi í dagliga starvi sínum. Trúgvur og friðsamur
greiddi hann sítt dagsverk her á fold. Og eins stillan hvarv
hann um heimsins efstu sýn, inn í hitt ókenda æviga támið.
Æra verið hansara minni
Uppi í Trød, 20. aug. 1999
VIGGO
tidindabladid
Føroya Banki
lutapartaeigarar i Trygd
Føroya Banki hevur tikið
avgerð um at innloysa
minnilutapartaeigararnar í
P/F Trygd. Innloysingin
verður gjørd eftir reglunum
í partafelz igslógini, sum
gevur einum stórpartaeig-
ara, sum ræður yvir meiri
enn 90 pst. av partapening-
inum, rætt til at innloysa
hinar partaeigararnar stend-
ur í tíðindaskrivi frá Trygd.
Í sambandi við saman-
leggingina av P/F Trygd og
P/F FB Holding fyrr í ár
gjørdist Føroya Banki eigari
av 96,2 pst. av partapening-
inum í P/F Trygd. Grundað
á hetta hevur nevndin í P/F
Trygd og Føroya Banki
hildið tað verið náttúrligt at
latið bankan yvirtikið allan
partapeningin í P/F Trygd.
Trygd, sum varð sett á
stovn í 1932, misti í sam-
bandi við tryggingarmono-
polið í 1943 rættin at tekna
nýggjar tryggingar. Felagið
fánaði sum fráleið og varð
figgjarliga hótt, tå ið nevnd-
in í 1997 i samráð við Før-
oya Banka tók avgerð um
at royna at fáa felagnum
nýtt kapitalgrundarlag.
Try ggingarmonopolið
varð avtikið tann 1. januar
9197, og í februar 1998
byrjaði P/f Trygd aftur sítt
virksemi sum skaðatryg gg-
inarfelag. P/f Trygd hevur
ikki havt eina lætta byrjan.
Framløga
av Hvitubok
Føroya Landsstyri boðar frå,
at Hvítabók verður løgd fram
tann 1. september. Framløgan
verður á parnassinum á Hotel
Hafnia.
Skráin verður hendan:
Kl. 8.45: Rúni Joensen, leið-
ari av verkætlanini, bjóðar
vælkomin
Kl. 8.50: Hvítabók verður
formliga handað Høgna Hoy-
dal, landsstýrismanni í sjálv-
stýrismálum.
Kl. 8.55: Høgni Hoydal sigur
nøkur orð.
Kl. 9.00: Herluf Sigvaldsson,
formadur i såttmålanevndini,
leggur fram nidurstødurnar i
Hvitub6k.
Kl. 9.40: Reidar Nónfjall,
formaður í búskaparnevndini,
leggur fram niðurstøðurnar í
bús ;kaparfrågreidingini.
Kl. 10.40: Barbara å Tjaldra-
fløtti, samskipari av fyrisit-
ingarbólkinum, Kaj Johann-
esen fyri Fíggjarmálastýrið,
Heðin Weihe fyri Fiskimála-
stýrið, Bjarni Bjarnason fyri
Vinnumálastýrið, Jeanette
Blásvær fyri Undirvísingar-
og mentamálastýrið og Birita
Petersen fyri Almanna- og
heilsumálastýrið leggja fram
niðurstøðurnar í fyrisitingar
BE
Kl. 11.10: Anfinn Kallsberg.
løgmaður. leggur fram lands-
stýrisins ætlan fyri ta víðari
gongdina í sjálvstýrismáli-
num.
Alt = framløgutilfarið
verður útflýggjað fjølmidl-
unum. Frágreiðing løgmans
verður eisini tók á donskum
og enskum.
Felagið kappast móti einum
næstan yvirvaksnum kapp-
ingarneyta, sum í livd av
meiri enn 50-åra monopoli
hevur savnad saman eina
velduga kapitalmegi.
Tað hevur verið bundið at
s torum útreiðslum at latið
P/f Trygd byrjað av nýggj-
um, og væntandi er, at fel-
agið enn eina tíð kemur at
hava hall. Tað er eisini við
hesum í huga, at Føroya
Banki hevur hildið tað verið
rættast at yvirtaka fulla
z
innloysir minni
figgjarliga åbyrgd av fel-
agnum.
P/f Trygd hevur uppå
minni enn 2 år havt eina
støra åvirkan å tann før-
oyska trygginarmarknaðin.
Trygd er komin å markn-
aðin vid nýggjum sløgum
av tryggingum, og felagið
hevur lagt seg å odda vid
nyggjum prisum å
tryggingum i Føroyum. Tað
er neyvan ov nogv sagt, at
felagið - lítið sum tað er -
er vorðið markn-
aðarleiðandi.
I Trygd vóna tey, at trygg-
ingartakararnir fara at lóna
hesum stigi við at stuðla P/
F Trygd. Bara Trygd kann
tryggja ta kapping, sum er
ein avgerandi treyt fyri, at
tryggingartakararnir til eina
og hverja tíð kunnu rokna
við at kunna tekna tær røttu
tryggingarnar fyri teir réttu
prísirnar stendur í tíðinda-
skrivi frá P/f Trygd
Tlf. 317500
Hotellid vid útsýninum
Fermingar-TILBOD
Ætla tit at gera dagin |
minnisríkan við | 1. Fesk súpan við kjøt- og mjølbollum
góðum mati
- ringið so
tlf. 317500
i Forrættir:
og fåid |
nærri
villinisós
FOR SKR SS
i Høvudsrættir:
í 1. Heilstokt lambssteik við grønmeti og
sós av soðnum
2. Svínakambur stoktur sum villibráð
við Waldorffsalati, grønmeti og
og heimabakaðum breyði
2. Rómaútágjord aspargessuppa
við asparges og heimabakaðum breyði
3. Rækjuborðiskur við salati, dippi og
heimabakaðum breyði
3. Gamaldags oksasteik við glaseraðum
perluleyki og sós av soðnum
Omaná:
1. Súreplaterta við súrróma
2. Appelsin fromasja
3. Frukt við rákremi
3 rættir fyri 160,-1/2 prís fyri
børn undir 12 år
Okeypis matkoyring i byin