Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-08-31, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. august 1999síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Hvítabók fyri 50 krónur Arbeitt verður av óllum alvi við at fáa Hvítubók út til almenningin so skjótt til ber TURIÐ KJØLBRO Av tí, at tað eydnaðist Út- varpi Føroya at fáa hend- ur á einum eintaki av Hvítubók uttan um vegir, gjørdi løgmansskrivstov- an av friggjadagin seinn- apartin, at hinir fjølmidl- arnir eisini skuldu fåa Hvítubók, hóast avgjørt er fyri langari tíð síðani, at hetta ikki skuldi verða fyrr enn í morgin 1. sep- tember. Løgtingsfålk hava eisini fingið bókina sendandi við postinum. - Lekin hevur gjørt, at vit mugu skunda undir útgávuna. Vit miða ímóti at fáa bókina út so skjótt sum gjørligt. So skjótt Helgi Justinusen er lið- ugur við at hefta bókina, kemur hon út til føroyska almenningin, sigur Sjúrð- ur Skaale, ið hevur verið fundarskrivari hjá sátt- málaneyndini. Hvítabók er í trimum bindum. Hovuðsbókin, ið telur gott og væl hálvt annað hundrað síður, verður prentað í 3000 eintøkum. Fylgibindid, sum er úrslit av arbeiði- num hjá búskaparbólki- Þa Sjúrður Skaale, fundarskrivari num, verður prentað í 1000 eintøkum, og fylg- ibindid, sum er úrslit av arbeidinum hjå fyrisit- ingarbólkinum verður prentað í 500 eintókum. Bindini fáast fyri 50 krónur eintakið. Ein donsk fyribilstýð- ing er gjørd av Hvítubók. Forsætismálaráðið hevur fingið eitt eintak, og donsku fjølmiðlarnir, embætisfólk og onnur fáa eintøk. Hvítabók verður eisini løgd út á internetið so skjótt til ber, helst í dag. Adressan verður www.fl.fo/fullveldi Stórur áhugi ad road fyri Hvitubok Í morgin verður nógv umrødda Hvítabók løgd fram fyri fóroyskar og útlendskar fjólmiðlar TuriÐ KJØLBRO Hóast vit eru vorðin kunnað um høvudstrædr- irnar í Hvítubók gjøgnum fjølmidlarnar síðani fríggjadagin seinnapart- in, er ætlaði tíðindafund- urin mikumorgunin, har Hvítabók skal leggjast fram fyri fjølmidlunum. framvegis á skránni. Tá fara Reidar Nónfjall, for- maður í búskaparbólki- num, Herluf Sigvaldsson, formaður í sáttmála- nevndini, og Barbara á Tjaldrafløtti, forkvinna í fyrisitingarbólkinum, at leggja arbeiðið, sum nevndirnar síðani sein- asta heyst hava gjørt, fram fyri fjølmidlunum. Anfinn Kallsberg, løg- maður, tekur eisini lut á tíðindafundinum. Hann fer vegna Føroya Lands- stýri at gera høvudsvid- merkingar til Hvítubók. Ikki sort av áhuga er uttani frá fyri Hvítubók. Bókin er í skundi týdd til danskt, forsætismálaráð- ið hevur fingið eintak, og fjølmiðlarnir somuleiðis. Sum skilst koma DR TV og DR Radio til Føroya at lysa kjakid rundan um Hvítubók, og hesir fjøl- miðlarnir verða til staðar á tíðindafundinum miku- morgunin. Donsk blød, eitt nú Politiken verður møguliga eisini á stað- num, og løgmansskriv- stovan hevur eisini fing- ið fyrispurning frá svenskum fjølmiðli um at koma til Føroya í sam- bandi vid Hvítubók. Tíðindafundurin verð- ur á Parnassinum á Hotel Hafnia kl. 8.45 í morgin. tíðindablaðið På |, FE (mA 2017 STS NR. NB310: AOGNBE 1999 Búskaparbólkurin til verka. Reidar Nónfjall, formaður i Búskaparbólkinum greiðir frá Fakta um Hvitubok I tiggju pørtum viðger Hvítabók, hvørjar treytir gera seg galdandi, antin vit velja at troyta núverandi heimastýrisskipan ella vit velja fullveldi TURIÐ KJØLBRO Sum tað stendur á kápuni á Hvítubók, ið varð borin fjølmidlunum seinnapartin fríggjadagin, er ætlanin við hesum verki, at tað skal vera stóðið undir einum sátt- mála, ið skipar Føroyar sum eitt fullveldisríki í samstarvi við Danmark. Ella sum landsstýrismaðurin í sjálv- stýrismálum velur at nevna bókina, ein amboðskassi til fullveldi. Upprunin til bókina er samtyktin á Føroya Løg- tingi í fjør heyst um, at landsstýrið skal fyrireika og taka upp samráðingar við ríkisstjórnina um ein sátt- mála millum Føroyar og Danmarkar, ið skipar For- oyar sum fullveldisríki í samstarvi við Danmark. Sum lið í hesum fyrireik- ingum setti landsstýrismað- urin í sjálvstýrismálum 25. nov. sáttmálaneyndina við tí setningi at greina stødid undir umrødda sáttmála. Frágreiðingin, nevndin er komin til, er løgd fram í Hvítubók. Utgreinað Sjálv Hvítabók er í tíggju pørtum. I formælinum verð- ur greitt frá, hvussu bókin er vorðin til, samandráttir og niðurstøður av teim tíggju pørtunum eru, og sei- nast í bókini verða hugtøk og heiti greinað og lýst. Umframt fær lesarin innlit í, hvørji upprit og hvørjar heimildir eru briktar. Afturat Hvítubók eru tvey fylgibind. Annað er frá- greiðingin hjá búskapar- nevndini, sum varð sett at lýsa grundarlagið undir eini búskaparligari og fíggjar- ligari uppgerð millum Fø- royar og Danmarkar, og hitt er frágreiðingin frá fyrisit- ingarbólkinum, sum varð settur at lýsa tað fyrisiting- arliga samstarvið við Dan- mark, og at lýsa, hvørji krøv- ini verða, skulu Føroyar um- sita øll målsøki sjálvar. Frá heimastýri til sjálvsavgerðarrætt Tíggju fólk hava sitið í sátt- målanevndini umframt fund- arskrivaran. Nevndin hevur havt 20 fundir. Á fyrsta fundi skipaði hon seg í bólkar, sum fingu ábyrgdina av at greina út ymisku partarnar og at gera uppskot um, hvussu teir kundi loysast. Fyrsti partur í Hvítubók viðger hugtakið Hvítubók. Oll ríki eiga javnstødu í full- veldi, tey eru javnsett til rættindi og skyldur og eru javnbjóðis limir í altjóða- samfelagnum hóast ymisk til búskaparligar, samfelagslig- ar, politiskar og aðrar um- støður. Fullveldi ber við ødr- um orðum við sær, at tað er ikki undirgivið nøkrum oðr- um ríki, og at onnur ríki kunnu ikki leggja seg út í tess innlendisviðurskifti. Í næsta parti verður stjórn- målasøga Føroya vidgjørd. Farið verður langt aftur í tíð- ina, tá ið føroyingar ráddu sær sjálvum og høvdu egið ting, til vit fingu heimastýr- islógina í 1948. Í triðja parti verður samveldissáttmálin frá 1918 millum Ísland og Danmark umrøddur, hesin sáttmálin sum fleiri ferðir hevur verið neyndur sum møgulig fyrimynd fyri fram- tíðarskipan Føroya og Dan- markar ímillum. Skipanir millum heima- stýri og fullveldi verða lýst- ar í fjórða parti. Umrøtt verður, hvussu viðurskifti millum ríkisstjórnir og rík- islutastjørnir kunnu verða skipað. Nomið verður við skipanir, ið geva meira sjålv- stýri enn núverandi heima- stýrisskipan, uttan at nýtt ríki verður stovnsett. Víst verður til hesar høvudsleid- ir: Troyting av núverandi heimastýrislóg, rúmari heimastýri innan galdandi grundløg, vidtøkt sjálvstýri undir broyttari danskari grundlég og frælsan fel- agsskap vid Danmark. Fimti partur í Hvítubók er um smátjóðir við full- veldi. Tíggju smáríki eru í heiminum, ið hava fólkatal sum Føroyar ella minni. Í flestøllum fórum hava smáríki hildið fram at hava vinarliga sambond við gamla miðveldið, bæði viðvíkjandi hjálp og íløgu- tiltøkum. Sætti partur viðger, hvussu Føroyar i fullveld- isstødu verða fyri viðvíkj- andi altjóða rætti, og hvønn tydning sjálvsavgerðar- rætturin hevur fyri stødu føroyinga í dag, tá ið um ræður skipan av føroyskum fullveldi. Stjórnarrættur og før- oyskt fullveldi verða við- gjørd í sjeynda parti, og í áttanda parti verða manna- gongdir fyri sáttmálagerð- og staðfesting av fullveld- issáttmálanum vidgjørdar. Her verður greitt frá teim- um fyriskipaðu manna- gongdunum í ávikavist Føroyum og Danmark fyri sáttmálagerð og staðfesting av millumtjóða sáttmála, ið skipar Føroyar sum full- veldisríki. Næst seinasti partur í Hvítubók er um fyrisiting. Í fyrisitingarálitinum, sum er seinna fylgibind, verður útgreinað, hvørji ábyrgdar- økini hjá donsku ríkis- myndugleikunum eru í Føroyum, eins og hugt verður at, hvussu nógv tey donsku økini kosta í dag. Barbara á Tjaldrafløtti, forkvinna i fyrisitingar- bólkinum Herluf Sigvaldson, for- maður í sáttmálanevndini Búskapurin eigur seinasta part. Har verður mett um, hvønn tydning útreiðslur ríkisins í Føroyum hava fyri tann føroyska búskapin, og hvussu tað fer at ávirka bú- skapin, um hesar útreiðslur minka burtur. Viðvíkjandi gjaldoyranum verður víst á, at fyri Føroyar hevði verið hent um galdandi gjaldoy- raskipan við donsku krón- uni sum grundgjaldoyra, varð broytt til gjaldoyra- skipan við evruni sum grundgjaldoyra.