týsdagur 31. august 1999síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 163 - 31. AUGUST 1999
tíðindablaðið =
15
tvinni brotskøst fyri steðgin,
so hevdi tað næstan staðið
á jóvnum í hálvleikinum.
Eitt, sum man eisini legði
serliga væl til merkis í hes-
um seinna dystinum, var, at
álopsspælið hjá stranding-
um er nakað einstáttað.
Nógv tey flestu av álop-
unum hjá StIF enda við, at
antin Artur, Jónleif ella
Hannis roynir seg við skoti,
ella verður spælt inn á strik-
una til Sveinbjørn. Tað var
bara hendingaferð, at veng-
urnir hjá strandingum
royndu seg. Hetta løgdu slo-
vakar eisini til merkis, og
tískil løgdu teir stórra dentin
á at verja á miðjuni, tí teir
vistu sum vera man, at veng
urnir hjá StiF bjóðaðu einki
av.
At tað gekk betur hjá
strandingum at fylgja við
slovakunum leygardagin,
kann eisini hanga saman
við, at nógvir av risunum
hjá slovakunum blivu
spardir.
Hetta gjørdi, at betur lá
fyri hjá serliga Arturi at
royna seg við sínum eyð-
kendu hoppiskotum, sum
eisini eydnaðust rættuliga
væl. Høvdu málrammurnar
so eisini verið meiri við
strandingum, so heyði stað-
ið enn betur til hjá teimum.
Megnaðu ikki at
spæla eins skjótt og
slovakarnir
Einans fýra mál vóru á muni
millum liðini í hálvleikinum
leygardagin, og tað var ikki
Sort, at eitt sindur av spenn-
ingi var í hesum seinna
dystinum. Tað gekk tó ikki
long tíð, so var tað greitt, at
slovakarnir ikki høvdu
nakra ætlan um at loyva
strandingum at koma nærri
teimum. Teir settu ferðina
eitt sindur upp, og tá ið so
strandingar royndu at spæla
eins skjótt, heyði tað við
sær, at teir mistu óneyðuga
nógvar bóltar í álopinum og
á veg í álop.
Munurin
millum liðini
bæði bara vaks, og tað gekk
sera illa í hond í álops-
spælinum hjá strandingum.
Strandingar royndu fleiri
ferðir at bróta seg igjøgnum
kropsliga sterku verjuna hjå
HK VSZ, og tað er ikki bara
sum at siga tað, og úrslitið
var eisini har eftir.
So líðandi fullu strand-
ingar meiri og meiri í fátt,
og samstundis fóru slovak-
isku leikararnir at taka sær
eitt sindur av løttum og
royndu eitt spæla eitt sindur
meiri smartan hondbólt.
Serliga stuttligt var tað at
síggja stóra spælskiparan á
miðjuni hjá teimum, Martin
Valent, hvussu hann borð-
reiddi við góðum fríspæl-
ingum og frálíkum lang-
skotum. Eisini fekk tann lítli
og kviki vinstri vongurin,
Rado Antl, eina rúgvu av
málum. Tað var hann, sum
skeyt øll brotskøstini hjá
slovakunum, og hann skor-
aði eisini fleiri ferðir eftir
skjótálop.
At enda vunnu slovakar
dystin við fjúrtan málum,
men strandingar eiga ikki at
taka tapið ov tungt, tí bæði
í dystinum friggjakvøldid
og leygardagin, stríddust
teir manniliga og spældu
heldur ikki so galið. Tað var
bara tað, at mótstóðuliðið
hjá teimum var so sterkt, at
tær ongan møguleika høvdu
at skaka teir. Hinvegin
kunnu strandingar bara
fegnast um, at teir hava ver-
ið við til at givið einari
rúgvu av fólki eina góða
hondbóltsuppliving, sum
man ikki hevur sæð makan
til, síðani vestmenningar
høvdu vitjan av einum russ-
iskum meistaraliði í høllini
á Skála fyri nógvum árum
síðani.
Væl fyriskipað
Somuleiðis eiga strandingar
rós fyri at hava tryggjað sær,
at karmarnir til dystirnar
vóru, sum teir skulu vera.
Tá ið man kom í bili til
dystin, stóð fólk og vísti á,
hvar man kundi seta bilin
frá sær, og inni í hølluni var
ein rúgva av vaktum, sum
ansaðu eftir, at bórn ikki
gingu og runnu, ella at fólk
ikki gingu fram við síðu-
linjuni undir dystunum.
Har var eingin slingur í
valsinum, og hóast onkur
spældi harðan tónleik inni
á skrivstovuni hjá Karlo, so
var hetta ikki nakað minuss
í sambandi við tiltakið.
StÍF hevði sínar letur, hóast teir taptu báðar dystirnar
greitt. Mynd: Álvur Haraldsen
Jónleif eisini vera størsta
TERsI NIELSEN
(SKÁLA) Tummilin var bundin væl
og virdiliga inn å skothondini hjå
Artur Johansen, tå ið vit fingu orðið
á hann eftir dystin. Ein takling frá
einum slovaka hevði ført við sær, at
tummilin koyktist, og hann var
ógvuliga hovin á at líta
Bert eina feilavlevering
Artur Johansen segði eftir dystin, at
tað var eitt satt upplivilsi at spæla
ímóti einum so sterkum liði sum
slovakisku meistarunum, og hann
nevndi í hesum sambandi, at slo-
vakarnir bert høvdu havt eina feil-
avlevering í dystinum leygardagin.
Hann helt, at slovakarnir vóru ógvu-
liga kvikir, og at teir spældu bæði
skjótt og væl. At slovakarnir liva av
at spæla hondbólt, var sambært
TERII NIELSEN
(SKALA) Leikandi venjar-
in hjá strandingum segði
eftir dystin, at hann helt
dystirnar móti HK VSZ
heldur vera eitt upplivilsi
enn eina avbjóðing. Teir eru
meistarar í einari sterkari
hondbóltstjóð, og Jónleif
Sólsker var innast inni
greiður yvir, at strandingar
ikki fóru at megna at hótta
slovakarnar.
Blivu revsaðir
hverja ferð
Jónleif segði, at tað bar ikki
til hjá strandingum at gera
eitt mistak og missa bóltin
til hinar, tí tað kostaði bein-
an vegin mál. Hetta heldur
munin á føroyskum og al-
tjóða hondbólti, tí í Føroy-
um hevur tú ráð til at gera
tekniskar feilir, uttan at tað
kostar tær nakað.
Hann helt eisini, at krops-
sum fólkið inni á
- Hetta var eitt upplivilsi
Hondbóltur: Kanska besti spælarin á liðnum hjá strandingum í dystum
báðum um vikuskifti var liðskiparin Artur Johansen. Hann var alt annað
enn vónbrotin eftir seinna dystin
Arturi ógvuliga sjónligt í dystunum
báðum.
Artur helt eftir dystin, at føroy-
ingar kundu lært nógv av at síggja,
hvussu væl leikararnir hjá HK VSZ
flutti seg fyri hvørjum øðrum. Var
spælt upp til ein skjútta, so fluttu
hinir seg fyri honum, og skreeningin
á strikuni kom í røttu løtu á réttum
stað.
Somuleiðis legði Artur til merkis,
at hóast tað næstan var eitt heilt nýtt
lið, ið teir møttu í dystinum leygar-
dagin, so gjørdist slovakiska liðið
ikki veikari, tí allir avloysararnir
vóru líka góðir sum hinir, ið spældu
fríggjakvoldið.
Høvdu ikki væntað ta stóra
Ongantíð hevur Artur droymt um,
at hann ein dag skuldi sleppa at
spæla Champions League hondbólt
- Teir spældu
einastandandi væl
Hondbóltur: Venjarin hjá strandingum, Jónleif Sólsker, var ikki vónbrotin
eftir dystin leygardagin. Hann helt, at strandingar høvdu gjørt sítt besta, men
at slovakarnir vóru so góðir, at har var einki við at gera
að við íslendskum lands-
í høllini á Skála, men tað hevur verið
ein góð gularót í venjingini í summ-
ar. Strandingar høvdu ikki væntað
ta stóra undan dystunum móti slo-
vakum, sigur Artur, sum eisini helt,
at áskoðararnir vóru av somu hugs-
an. Teir fóru ikki vónbrotnir til hús
eftir dystirnar, og lagið så út til at
vera gott á teimum, tá ið tey fóru út
úr høllini, bæði friggjakvøldid og
leygardagin. Artur helt fyri, at tey
høvdu neyvan væntað meiri enn, at
strandingar gjørdu sitt besta, og har-
aftrat vóru tey komin fyri at síggja
góðan hondbólt, og tað fingu tey so
ivaleyst av, helt Artur Johansen fyri.
Liðskiparin hjá strandingum helt
eisini, at um dystirnir høvdu verið
leiktir um einar tveir mánaðir, tá ið
føroyska kappingin var komin í
gongd, so hevði úrslitið neyvan verið
stórt ødrvisi.
liga styrkin hjá slovakunum
gjørdi, at teir so at siga altíð
sluppu fram við stranding-
um í álopinum. Haraftrat
var tað ógvuliga trupult at
fáa bóltin av teimum, tí teir
vóru so bólttryggir.
Væl nøgdur vid avrikið
hjá sínum leikarum
Venjarin hjá strandingum
var væl nøgdur við avrikið
hjá sínum leikarum eftir
dystirnar, og hann helt ikki,
at áskoðararnir kundi havt
kravt nógv meiri av teim-
um. Í hesum sambandi
nevndi Jónleif, at tað er
ótrúligt,
vestara armi av Skålafjørd-
inum stendur væl saman um
sítt hondbóltslið og stuðlar
teimum.
Eisini helt hann, at áskoð-
ararnir vóru nøgdir við dyst-
irnar, og at tey høvdu fingið
eina góða hondbóltsuppliv-
ing.
Um HK VSZ var besta
liðið, ið Jónleif nakrantíð
hevur spælt ímóti, visti
hann ikki heilt at siga, tí
einaferð fyrst í nítiárunum
leikti hann við Kyndli ímóti
íslendsku meistarunum úr
Vali í Europa Cup, og tað
liðið var næstan bara mann-
liðsleikarum, og Valur kom
eisini i hálvfinaluna i
Europa Cup tað árið. Hann
helt tó, at neyvan hava slo-
vakarnir staðið nakað aftan
fyri íslendska liðið.
Jónleif Sólsker helt, at
bæði Alexandur Johansen
og Pauli Hansen vóru sakn-
aðir (teir sótu uttan fyri við
skaða, blåm.), men hann
vónar, at teir vera klárir, tá
ið landskappingin fer í
gongd.
Um ein góðan mánað fara
strandingar til Íslands á
venjingarlegu beint undan
kappingarbyrjan, og tá
StÍF-spælararnir stríðast
í verjuni. Mynd: Álvur
Haraldsen
skulu teir spæla einar tríggj-
ar venjingardystir móti ís-
lendskum liðum. At strand-
ingar høvdu verið eitt sindur
óhepnir við sínum lutakasti,
var Jónleif samdur í, men
hann sigur, at hinvegin hava
vestmenningar verið he pn-
ari, og hann væntar, at VIF
kann standa sinum finska
mótstøðuliði mát, tå ið teir
skulu royna seg í Europa
Cup komandi vikuskifti.