týsdagur 31. august 1999síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 163 - 31. AUGUST 1999
tíðindablaðið >=
2
Teir høvdu allir eina reyða
rósu í part, og onkur drong-
ur var so nasadjarvur, at
hann leyp niður av palli-
num, gekk ímóti einari til-
vildarligari gentu og gav
henni rósuna. Tað sást skil-
liga, at fleiri av luttakaru-
num dámdu væl at vera á
palli...
Vinnararnir skuldu
finnast
Tá allir 23 luttakarnir høvdu
verið inni á pallinum og
vent fyri síðstu ferð, var tað
uppgávan hjá dómarunum
at koma við teimum enda-
ligu úrslitunum. Men tað
gekk ein góð løtu áðrenn
dómararnir komu ásamt um
tað heila. Imeðan vaks
spenningurin bara sohvørt,
og tey vóru nógv, ið vóru
sera spent. Spurdi ein nakr-
ar av áskoðarunum, um
hvor fór at vinna, var tað
torført at fáa eitt greitt svar.
Kappingin var heilt opin, og
ein mátti bert brynja seg við
tolni, til dómararnir høvdu
tikið tær endaligu avgerðir-
nar...
Men brådliga var tað
heila klárt, og farið varð til
verka við at kjósa vinnarar-
nar í teimum ymisku grein-
unum. Tann mest ,foto-
gena“ gjørdist Vigdis Krist-
tansdóttir úr Klaksvík. Tey
vakrastu beinini hevði Vi-
beke M. Joensen úr Hvalba,
eins og hon eisini hevði ta
bestu húðina. Síðani varð
farið í holt við at finna árs-
ins sprund, og byrjað varð
við nummar try, ið gjørdist
Fríða Ellingsgaard av Eiði.
Nummar tvey gjørdist Víg-
dis Kristiansdóttir úr Klaks-
vík, og ársins sprund í Før-
oyum 1999 varð tann 20 ára
gamla havnagentan Annika
F. Joensen. Tað sást, at hetta
kom sera óvart á hana, tí tað
tóktist, sum hon ikki fataði
tað beinanvegin. Hon stóð
nelgd í gólvið eitt bil, áðr-
enn hon ovurfegin kom
fram á pallin, fekk vakur-
leika krúnuna setta á høvdid
og setti seg í heiðurssessin.
Men tað var ikki liðugt
enn, ársins kallur skuldi eis-
ini = kjósast: Triðbestur
gjørdist Pauli Højgaard av
Skála. Nummar tvey varð
Andreas Vilhelmsen av
Argjum, meðan ársins før-
oyski kallur í 1999 varð
tann 19 ára gamli havna-
drongurin Rúni Nólsge.
Alskyns gávulutir og
brævbjálvar vórðu handaðir
vinnarunum, áðrenn tey
hond í hond gingu eina
heiðursgongd omaneftir
pallinum. Hetta var ein góð-
ur endabrestur til eitt stak
hugnaligt kvold, ið tó íkki
var heilt liðugt enn, tí tón-
leikabólkurin Tangz skuldi
spæla til konsert/dans langt
út á náttina. Men tað mest
týðandi var longu fingið frá
hondini, ein væleyðnað
Vakurleikakapping Føroya
1999...
Nervar fyrstu ferð
hann trein á pallin
Tað var 19 ára gamli havn-
ardrongurin Rúni Nólsge,
ið gjørdist „sigursharri“
hjá dreingjunum: „ Eg
gjørdist eitt sindur bilsin,
tá eg vann. Men tað var
bara stuttligt, at tað bleiv
soleiðis.“ Sigur Rúni smíl-
andi. Spurdur, hvussu tað
bar til, at hann var komin
uppí kappingina, sigur
hann: „Tað er nakað síð-
ani, at eg meldaði meg til.
Tað var soleiðis, at eg kom
í holt við fyrireikararnar
ein dagin, og tað endaði
so við, at eg bleiv ein av
luttakarunum. Men eg fyr-
ireikaði meg tó ikki uppá
nakran máta, hóast eg
hevði rímiliga góða tíð.“
Spurdur, um hann hevði
nervar áðrenn kappingina,
sigur hann: „Eg hugsaði
als einki um tað og var
púra avslappaður áðrenn
kappingina, men tá eg
trein á pallin fyrstu ferð,
tá merktist tað í búkinum.
Men tað var eingin trup-
ulleiki hóast alt.“
Rúni sigur seg ikki hava
nakrar beinleiðis ætlanir
um at arbeiða víðari við
hesum og møguliga royna
seg uttanlanda: „Kemur
tað rætta tilboðið fer ein
sjálvandi at umhugsa tað,
Rúni Nolsøe, Føroya Kallur 1999
men fyribils havi eg ætl-
anir at fara undir útbúgv-
ing næsta ár.“ Rúni sigur
eisini, at vinmenn og onn-
ur bara hava verið positiv
og hildið tað verið spenn-
andi, at hann hevur luttik-
ið. „Tað hevur heilt vist
verið eitt stuttligt uppliv-
ilsi at verið við, og eg
angri als ikki, at eg meld-
aði meg til“ sigur Rúni at
enda og smílist til teirra,
ið ynskja honum tillukku.
Átti eina dóttir fyri
10 mánaðum síðani
— og varð kosin ársins sprund leygarkvóldið
Tað var 20 ára gamla
Annika F. Joensen úr
Havn, ið fekk heiðurin at
kunna rópa seg ársins
sprund 1999. Tað tóktist at
koma nakað óvart á hana,
at hon vann: „Ég hevði als
ikki væntað at vunnið, og
tískil gjørdist eg so
ovurfegin, tá eg hoyrdi
úrslitið.“ Sigur hon
vælhýrd, meðan vinfólk
ynskja henni tillukku.
Annika var ein av
teimum, ið meldaði seg til
í síðstu løtu: „Eg meldadi
meg ikki til fyrr enn
hósdagin, so eg hevði bert
tveir dagar, og tískil var
tað eingin møguleiki at
fyrireika seg nakað serligt
sjálv. Men eg vandi at
ganga á palli og tílíkt
saman við hinum
gentunum.“
Spurd um hon nú ætlar
sær at gera meira við tað,
og kanska fara at royna
seg uttanlanda sigur
Annika: „Tað liggur ikki
so væl fyri hjá mær, tí eg
eigi eina 10 mánaðar
gamla dóttir, ið eg havi at
taka mær av. Eg hevði
ætlanir um at fara í skúla
nú í summar, men tað var
Ogjørligt at fáa nakran at
passa dóttrina, tískil bíði
eg við tí til næsta ár. Eg
havi tó altíð ynskt at verið
. Så
x
á
«i
Fé
Annika N. Joensen, Føroya Sprund 1999
model, men tað verður so
ikki uttanlanda nú í fyrstu
atløgu." Annika er
forlovað og býr saman við
dronginum inni hjá
verforeldrunum. Spurd um
hon íðkar ítrótt o.a. fyri at
halda sær í form, sigur
hon: „Nei, nei, eg geri als
einki við tílíkt, eg havi
sum sagt bara gingið
heima nú ta síðstu tíðina“.