týsdagur 31. august 1999síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
24
tíðindablaðið
NR. 163 - 31. AUGUST 1999
Mamma vann
vakurleika-
kappingina
20 ára gamla havnargentan, Annika N. Joensen er kosin
Føroya Sprund og 19 ára gamli havnadrongurin Rúni
Nólsóe er kosin Føroya kallar. Fitt av fólki var
samankomið í badmintonhøllini leygarkvøldid til at vita,
hvør kosin varð
3
Var I
vøidiu
Gundad:
i landi, men
er fastur tattur hvort ár
flestum øðrum londum úti í
heimi. Tíðin var nú komin
til at finna útav, hvor er tað
rasta sprundið og vaki
1
asti kallurin í landinum
Nógv gott til matna
Tiltaki0, ið var býtt uppí
tríggjar partar, byrjaði nak
að yvir klokkan átta, tá boð
ið varð til borðs. Snøggur
matarseðil var gjørdur til
høvid, og segði hann frå
einari trýbýttari matskrá við
„undansmakki“, .,høvuds
rætti“ og „eftirrætti“. Aft-
urvið hugnaligum tónum úr
hátalarunum var bara at
njóta tann góða matin, áðr-
enn tann veruligi spenning-
urin varð útloystur..
Luttakararnir
Tey vóru tilsamans 23 ung-
fólk. ið høvdu dirvið og á-
ræðið til at luttaka í kapp-
ingini. Genturnar vóru 16 i
tali, meðan dreingirnir vóru
Luttakarar komu heilt
suðuri frå Hvalba og norð-
uri úr Klaksvík, eins og
midstadarøkid eisini var
væl umbodad. Tann yngsti
luttakarin var 15 åra gomul,
meðan tann elsti var farin
nakað um tey 20. Ymiskt
var hvussu nógva tíð teir
ymisku luttakararnir høvdu
havt at fyrireika seg i
Summi høvdu meldad seg
til beinanvegin, tá tað frætt-
ist um kappingina, meðan
onnur ikki komu til fyrr enn
síðst í vikuni. Allir luttak-
ararnir fingu tó høvid til at
vera saman og venja at
ganga á palli og tílíkt, áðr-
enn tað heila fór í gongd
leygarkvoldið.
Dómararnir
Tað vóru sjey dómarar, ið
høvdu ábyrgdina at gera av,
hvor skuldi kjósast sum
Føroya vakrasta sprund og
kallur. Hesir dómarar vóru
ikki tilvildarliga valdir, men
høvdu flest allir okkurt til-
knýti til tað, ið viðkemur
útsjónd. Um ein spurdi hvat
Rúni Nolsøe og Annika N. Joensen úr Havn vunnu ávikavist kappingina sum Føroya
Kallur og Foroya Sprund
teir serliga løgdu dent á í
dømingini, so var svarið
stutt og greitt: Heildin. Ein
útstráling og góður krops-
burður, ið kundi skapa eina
góða heild, var tað, ið hugt
varð mest eftir. Men teir
skuldu tó eisini velja gent-
urnar burturúr, ið høvdu å-
vikavist vakrastu bein og
bestu húð, eins og tann mest
„fotogena“ eisini skuldi
hava eina virðislon.
Kappingin byrjar
Tað var við einum væl upp-
løgdum Rasmus Magnus-
sen handan mikrofonina, at
lagt vard til brots vid kapp-
ingini. Byrjað varð við
svimjidraktunum og svimj-
ibuksunum…
Havnagentan Annika F.
Joensen var tann fyrsta, ið
trein inn á pallin. Hon gong-
ur oman ímóti dómarunum,
smílist, fer síðani til báðar
síðurnar og smílist til teirra,
ið sita har, stillar seg
frammanfyri dómarunum
og smílist enn einaferð, áðr-
enn hon vendir bakið til og
gongur av pallinum. Soleið-
is skal tað gerast, og tað
vístu hinir 22 luttakararnir
eisini, ið komu so líðandi.
Tað er heilt vist, at allir lut-
takararnir vístu stórt dirvi
og sjálvsálit, og eingin teirra
smæddist burtur ímillum
inni á pallinum, hóast nógv
fólk stóðu og hugdu at.
Greitt var eisini, at tað fór
ikki at vera nøkur løtt upp-
gáva, at vera dómari hetta
kvoldið...
Mótasýning
Meðan bíðað varð eftir, at
tey ungu fólkini fóru í onnur
klæðir, sýndu handlar í mið-
býnum okkum, hvussu
heystmótin sær út í ár. Úr-
valið var stórt bæði til yngri
og eldri, og tað er vist, at
eingin nýtist at ganga kald-
ur, nú heystið er í hondum.
Tá mótasýningin var liðug,
segði eitt umboð fyri ís-
lendska landbúnaðarmála-
ráðið nøkur orð. Íslendingar
áttu stóran part av æruni
fyri, at hetta tiltakið yvir-
høvur var vorðin veruleiki.
T. d. var tað mesta av mati-
num latin av íslendingum.
Og sjálvandi skal ikki
gloymast, at tær báðar, ið
skipaðu fyri tiltakinum,
Rósa Ingolfdóttir og Guðny
Gunnarsdóttir, báðar eru úr
Íslandi.
Kappingin heldur fram
Kappingin var býtt upp í
tveir partar, svimjiklæðir
og síðani veitsluklæðir.
Genturnar skuldu nú í fínar
„ballkjólar“, meðan dreing-
irnir skuldu í fínasta „puss“.
Tað var stuttligt at síggja
allar tær vøkru genturnar í
tílíkum kjólum, ið ikki eru
so vanligir at síggja her á
landi, meðan dreingirnir
eisini sóu sera snøggir út í
teimum fínu klæðningum.