Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-14, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. januar 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 9 - 14. januar 2005 Givnir at leita Amerikanararnir eru givnir at leita eftir hóp- oyðingarvápnum í Irak. Tað upplýsti talsmaður- in hjá George W. Bush, forseta fyrrakvøldið. Scott McClellan segði, at amerikanarar- nir hava ikki funnið nøkur hópoyðingarvápn, og teir hava heldur ikki funnið nakað prógv fyri, at Irak hevði nøkur slík vápn, tá USA valdi at leypa á landið á vári í 2003. Hesi bæði árini hava umleið 1200 amerikanarar leitað eftir teimum ólógligu bvápn- unum, men nú eru tað bara nakrir fáir, sum hava málið um hendi, segði Scott McClellan við AP. Eins og George W. Bush, forseti, helt McClellan uppá, at amerikanska stjórnin visti ikki betur, enn at Irak hevði hópoyðingar- vápn. Hann vísti á, at tey sameindu hjá USA søgdu tað sama, men legði afturat, at sjálvandi fer stjórnin at kanna, hví hon mistók seg og at tryggja, at tað skal ikki henda aftur. Avrætting útsett Í fjør bleiv tann 19 ára gamla iranska gentan Leyla M dømd til deyða fyri tað, sum ákæru- valdið kallaði "ómorals- kan levnað". Avgerðin elvdi til hvøss mótmæli úr nógvum londum, tí tað kom fram, at Leyla M er menningartarnað, og at hon longu sum barn bleiv tvungin til at lata seg misnýta kyns- liga. Eitt nú elvdi deyða- dómurin til mótmælis- gongur í Noregi, og Kjell Magne Bondevik, forsætisráðharri, bað iranska forsetan, Sayeed Mohammed Katami, útseta avrættingina. Tað sama gjørdu fleiri mannarættindafelagsska pir, og í vikuni visti Amnesty International at siga, at avrættingin er útsett. Sambært Amnesty International hava iransku myndugleikarnir gjørt av at kanna, hvussu menningartarnað Leyla M er, og ein tílík kann- ing kann taka fleiri mán- aðir, sigur felagskap- urin. Hava stóra keypiorku Sjálvt um nógvar vørur eru dýrari í Noegi enn í flestu øðrum londum í Evropa, vísir tað seg, at norðmenn hava størri keypiorku enn fólk í flestu londum. Í einari kanning, sum vísir keypiorkuna í 31 evropeiskum londum, sæst, at í 2003 var prís- legan í Noregi umleið 30 prosent hægri enn meðalpríslegan í teim- um 15 londunum, sum tá vóru limir í ES. Sam- stundis vísir kanningin, at norska buttutjóðar- framleiðslan fyri hvønn íbúgva var 35 prosent størri enn meðaltalið í ES-londunum. Ovast á listanum er Luksenburg, og tað kemst partvíst av, at nógvir luksenburgarar arbeiða í heimlandinum, men búgva í granna- londunum. Teir eru so- statt við til at skapa eina virðisøking í Luksen- burg, men telja ikki við, tá meðaltalið fyri landið skal roknast út. Næst Luksenburg komu Noreg, Írland, Sveits og Danmark. Høvdið væl varðveitt Vísindafólk hava nú tikið líkið av gamla egyptiska konginum Tut-Ankh-Amon úr gravstaðnum, tí tað skal kannast nærri. Sambært søguni var Tut-Ankh-Amon bara átta ára gamal, tá hann gjørdist kongur í Egyptalandi í árinum 1319 fyri føðing Krists. Hann doyði longu tíggju ár seinni í 1309, men enn veit eingin við vissu, hví hann doyði so ungur. Tað ætla vísinda- fólk nú at fáa staðfest. Við nútímans tólum ætla tey at kanna høvdið á konginum fyri at vita, um hann kanska doyði av einum slagi í høvdið. Tað eru kortini ikki øll, sum hava líka góðan hug at kanna tann gamla kongin. Líka síðani gravstaður hansara varð funnin tíðliga í farnu øld, hava søgur gingið um, at kongurin dugir framvegis meiri enn at mæta seg. Tað ljóðar eisini, at tey, sum nú kanna lík hansara, hava varnast ymiskt løgið. Rúmdarfarið "Deep Impact" skal leita eftir upprunanum til okkara sólskipan. RÚMDIN Árni Joensen fartekst@mail.dk Teir næstu seks mánaðarnar skal amerikanska rúmd- arfarið "Deep Impact" ferð- ast meiri enn 431 milliónir kilometrar út ígjøgnum rúmdina, og gongst eftir ætlan, skal farið spreingja eina lægd í kometina Temp- el 1 sjálvan 4. juli, sum eru amerikanskur tjóðardagur. Einki spreingievni er umborð á "Deep Impact", men rúmdarfarið og komet- in hava so nógva ferð, tá tey bresta saman, at tað er ikki neyðugt at brúka spreingievni, sigur NASA, sum hevur roknað út, at lægdin á kometini verður so mikið stór, at hon kundi hýst Coloseum í Rom. Kometin Tempel 1 er 14 kilometrar long og níggju kilometrar breið og er av steini og ísi. Amerikonsku vísindafólkini halda, at kometin kann siga eitt sind- ur um upprunan til okkara sólskipan. Men ferðin hevur eisini eitt annað endamál. Í mong ár hava vísindafólk tosað um, hvat skal gerast, um ein komet fær beina kós ímóti Jørðini. Samanbrest- urin ímillum "Deep Im- pact" og Tempel 1 kann geva eina ábending, um tað ber til at beina eina komet burtur frá Jørðini. 4. juli skal "Deep Impact" raka Tempel 1 Mynd: Reuters Ein nýggj bretsk frágreið- ing kemur til ta niðurstøðu, at tað er skeivt at lata børn, sum eru yngri enn átta ár, tosa í fartelefon. Professarin Sir William Steward, sum hevur skrivað frágreiðingina, viðgongur í samrøðu við Reuter, at hann hevur einki prógv fyri, at tað er heilsuskaði- ligt hjá so smáum børnum at tosa í fartelefon. Men við at lesa tað, sum aðrar kann- ingar hava víst, sigur hann seg vera komnan til ta nið- urstøðu, at børn yngri enn átta ár eiga ikki at brúka fartelefon. Sjálvur heldur professarin, at børn eiga ikki at hava fría atgongd til fartelefonir, fyrr enn tey eru 14 ára gomul. Frágreiðingin hjá pro- fessaranum hevur gjørt, at bretska telefyritøka Com- munic8 hevur tikið eina fartelefon, sum serliga var ætlað børnum, úr handlun- um. Franski høgrapolitik- arin Jean-Marie Le Pen hevur aftur fing- ið øði í sínar lands- menn FRAKLAND Árni Joensen fartekst@mail.dk Seks ferðir er tann nú 76 ára gamli Jean-Marie Le Pen dømdur fyri rasistiskan og antisemittiskan mál- burð, men tað hevur ikki tept hann. Í vikuni hevur Le Pen enn eina ferð fingið øði í fransmenn, tí í samrøðu við høgrablaðið Rivarol sigur hann, at tann týska herset- ingin undir seinna heims- bardaga var ikki ómenn- iskjalig, sjálvt um nazist- arnir fóru um mark í nøkr- um fáum førum. Nógvir fransmenn eru í øðini um orðalagið, og jødiski felagsskapurin CRIF sigur, at orðini hjá Le Pen eru niðrandi fyri minn- ið um tey, sum doyðu í nazistiska harðskapinum. Umleið 76.000 franskir jødar vórðu sendir í týsku týningarlegurnar undir seinna heimsbardaga. Bara 2.500 komu heimaftur á lívi. UTTAN ÚR HEIMI Skal leita eftir upprunanum Børn skulu ikki hava fartelefon Nazistarnir vóru ikki so ringir kortini