Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-14, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. januar 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 9 • fríggjadagur • 14. januar 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Kyndil-VÍF 21-22(16-11) Kyndil steðgaði upp Í fyrra hálvleiki av fyrru hálvfinaluni millum teir báðar før- oysku hondbóltsris- arnar, Kyndil og VÍF, sá tað leingi út til, at Kyndil fór at vinna ein tryggan sigur, men í seinna hálvleiki steðgaði heimaliðið upp, meðan VÍF tók sær um reiggj COCA-COLA KAPPINGIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Nógv fólk høvdu í hálkuni leitað sær í høllina á Hálsi mikukvøldið, tá ið fyrra hálvfinalan millum Kyndil og VÍF í Coca-Cola kapp- ingini var á skránni. Hetta eru óivað tvey tey fremstu hondbóltsliðini í Føroyum, men samanumtikið kann ikki sigast, at tað var prógv- að á vøllinum mikukvøldið. Dysturin var ikki serliga væl leiktur, og serliga í seinna hálvleiki var talan um eina rúgvu av persón- ligum mistøkum og óneyð- ugum bólttapum frá báðum pørtum. Heimaliðið legði bragdliga fyri Kyndil var væl tað betra liðið fyrstu løtuna av dystin- um, og liðið tóktist ikki verða nervað av, at bæði Høgni Klein og Janus Einar Sørensen taldust millum áskoðararnar og leikararnar mikukvøldið. Í teirra stað høvdu teir báðir ungu Hans Arni Thomsen og Hjalti M. Jacobsen fingið møguleik- an. Vestmenningar løgdu fyri við Áka Olsen á miðjuni, meðan Ingi Olsen og Áki G. Olsen vóru á ávíkavist vinstra og høgra bakki. Hendan uppstillingin koyrdi ikki allarbest, og tað var ikki fyrr enn, at Sámal Joensen bleiv nýttur í álopinum, tá ið einir 20 minuttir vóru leiktir, at bit av álvara kom í álopsspælið hjá VÍF. Men áðrenn Sámal kom á vøllin, hevði Kyndil lagt bragdliga fyri í dystinum. Við skjótum og flótandi álopsspæli hevði heima- liðið lætt spæl yvir fyri eini ógvuliga tunnari verju hjá vestmenningum, samstund- is sum VÍF í hinum endan- um hevði ilt við at spæla seg ígjøgnum 5-1 verjuna hjá Kyndli, har Hans Áki lá eitt sindur framman fyri hinar verjuleikarnar mitt fyri. Lagnurnar speisemi Heimaliðið fekk fyrsta brotskastið í dystinum, tá ið einir 12 minuttir vóru leikt- ir av dystinum, og langur- nar speisemi vildi tað so- leiðis, at Jónleif Sólsker fyri fyrst ferð í ár kom á vøllin at taka sær av brots- kastinum. Seinasta gerðin hjá Jónleifi á besta liðnum hjá Kyndli, undan tí brots- kastinum, var, tá ið hann sendi eitt brotskast í málið hjá VÍF í allarseinasta sek- undinum av kappingarárin- um í fjør og harvið tryggj- aði Kyndli meistaraheitið. Sum tey flestu óivað minn- ast, so var nógv rok um júst tað brotskasti, og tað var ikki frítt, at tað vakti gomul minnir hjá teimum mongu mælsku vestmeningunum á standiplássunum í høllini mikukvøldið, og viðmerk- ingarnar vóru nógvar. Jónleif misnýtti brots- kastið, men fangaði bóltin aftur, og tá var nýtt brots- kast gjørt móti honum, og tá skoraði hann. Stutt eftir hetta legði heimaliðið seg á odda 9-5, og hóast VÌF eftir eitt time- out fekk minkað niður í 9-8, so hevði Kyndil munin allan hálvleikin, og seinastu løtuna av fyrra hálvleiki øktu teir um leiðsluna hjá sær aftur, soleiðis at tá komið var til hálvleiks, vóru teir grønu á odda 16-11. Hamskiftir vestmenningar Tað er ilt at siga, hvat venj- arin hjá VÍF, Dia Midjord, hevur sagt við sínar mans í hálvleikinum, men vest- menningar vóru sum ham- skiftir eftir steðgin. Mest umráðandi av øllum fyri VÍF var óivað tað, at teir í seinnu hálvleiki av álvara fingu skil upp á verjuna hjá sær, so at tað nærum var ógjørligt hjá kyndlamonn- unum at bróta seg ígjøgn- um. Í veruleikanum vóru tað bara teir báðir, Rókur Akra- líð og Josef Abrahamsen, ið megnaðu at stríða seg inn um verjuna hjá VÍF eftir steðgin, og tað var sjáldan. Samstundis var meiri bit og hugflog komið í álops- spælið hjá VÌF, og serliga gjørdi tað góðan mun, at Sámal Joensen nú tók lut í báðum endum av vøllinum og ikki einans í verjuni. Sámal skeyt fimm av teim- um ellivu málunum, sum VÍF fekk í seinna hálvleiki, og hann var um nakar lyklaleikarin í revolutiónini hjá VÍF í seinna hálvleiki. Seinni hálvleikur var annars serstakliga málfá- tækur, og serliga gekk tað ómetaliga striltið hjá Kyndli at fáa bóltin í netið. Heimaliðið megnaði einans at skora fimm ferðir eftir steðgin, og tað man neyvan verða komið fyri áður hjá teimum grønu. Vestmenningar skoraðu ellivu ferðir eftir steðgin, og hóast tað var væl betur enn hjá Kyndli, so er tað heldur ikki serliga nógv mál, men tað var nóg mikið til at vinna dystin. Fleiri orsøkir vóru til, at tað gekk so striltið hjá báð- um pørtum við at fáa mál. Ein orsøk var tann, at mál- verjarnir báðir, Dejan La- cok hjá VÍF og Johan Dani- elsen hjá Kyndli, stóðu væl. Her skal tó leggjast afturat, at mangan var talan um lættar bjargingar hjá teim- um báðum, tí at skotroynd- irnar vóru so mikið vána- ligar í fleiri førum. Seinni hálvleikur var samanumtikið ógvuliga rót- utur við einari rúgvu av per- sónligum mistøkum, ópro- vokeraðum feilum og hasar- deraðum skotroyndum. Einki avgjørt VÍF vann dystin við tí eina málinum, og tí er neyvan nakað avgjørt undan seinnu hálvfinaluni, sum verður í Vestmanna 26. januar. Tá hevur Kyndil teir báðar Høgna Klein og Janus Einar Sørensen óivað við aftur á liðnum, og tað styrk- ir um liðið. Tað ljóðar eis- ini, at Daniel Rapa hjá VÍF skjótt verður klárur aftur, og tað fer serliga at styrkja um verjupartin hjá vest- menningum. Áki Olsen hjá VÌF fekk beinleiðis reytt kort móti dystarenda mikukvøldið, tá ið hann jarðlegði Hans Áka hjá Kyndli, og tí hevur hann leikbann móti Neistanum sunnudagin, men tað eigur ikki at hava nakra serliga ávirkan, tí vestmenningar eru greiðir favorittar til at vinna tann dystin, sjálvt um Áki ikki er við. Kyndil-VÍF 21-22(16- 11) Kyndil: Josef Abrahamsen 6(2), Rókur Akralíð 3, Jac- ob Jónsson 3, Hans Áki Dal-Christiansen 3, Jónleif Sólsker 3(3), Finnur Hans- son 2, Hjalti M. Jacobsen 1 VÍF: Sámal Joensen 6, Agnar Joensen 4, Ingi Ol- sen 4(1), John Zachariassen 3, Harald Bjørgvin 2, Áki G. Olsen 2, Áki Olsen 1 Brotskøst: Kyndil 9(5), VÍF 1(1) Útvísingar: Kyndil 1, VÍF 6 Diskvalifikatión: Áki Olsen, VÍF Dómarar: Dánjal og Kári Hansen - Uppgávan var trupul, og avrikið var ikki nóg sannførandi. Tóktust ikki verða nóg avgjørdir, tá ið harðast leikaði á, og eis- ini høvdu teir kanska lyndi til at lurta eitt sindur ov nógv eftir teimum mongu mælsku og vælvitandi dómarunum á síðulinjuni Josef Abrahamsen var toppskjútti hjá Kyndli við seks málum, tá ið teir mikukvøldið taptu fyrru hálvfinaluna móti vestmenningum 21-22. Mynd: Jens Kr. Vang