Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-14, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. januar 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 9 - 14. januar 2005 Fundur um kvinnu- fótbóltin Í morgin skipar fótbóltssambandið fyri fundi um støð- una hjá kvinnufót- bóltinum í Føroy- um. Endamálið við fundinum er at fáa eitt orðaskifti um kvinnufótbóltin sum heild KVINNUFÓT- BÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað er ein sannroynd, at støðan hjá kvinnufót- bóltinum í Føroyum ikki er tann besta. Fleiri av teimum stóru feløgun- um í landinum, so sum HB, NSÍ og ÍF, sum ann- ars í fleiri ár vóru við til at mynda kvinnufót- bóltin her á landi, hava ikki longur nakað kvinnulið, tí ikki ber til at manna lið. Einsporað kapping Harumframt má stað- festast, at kappingin seinnu árini hevur verið rættuliga einsporað, tí at kvinnurnar hjá KÍ nú í fleiri ár hava verið full- komiliga einaráðandi í føroyskum kvinnufót- bólti. Omanfyrinevndu veru- leikar hava óivað verið við til at eggja upp und- ir, at FSF nú hevur kall- að feløgini saman til fundar um støðuna hjá kvinnufótbóltinum. Formaðurin í kvinnu- nevndini hjá Fótbólts- sambandinum, Karl Vidtfeldt, fer at taka samanum farna kapp- ingarár, og landsliðs- venjarin, Álvur Hansen, fer at tosa um komandi kappingarár. Í skrivi til feløgini og fjølmiðlarnar sigur FSF, at høvuðsendamálið við fundinum er at fáa eitt orðaskifti um kvinnu- fótbóltin sum heild, og hvussu hann kann mennast. Í tí fyrru hálvfinaluni í steypakappingini millum H71 og STÌF var tað ikki nógv, sum bendi á, at STÍF skuldi fara avstað við sigrinum, eftir at teir fingu eina stak vána- liga byrjan. Men tá ið dysturin var lokin stóð tað 25 til til heimaliðið og 26 til útiliðið. Hoyvíkingar høvdu bert sær sjálv- um at takka, at teir taptu dystin, tí tey 26 seinastu sekundini høvdu teir tveir møguleikar at koma upp á javnleik við brotskøstum, men teir brendu báðar ferðinar STEYPAKAPPING Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo 6-0 stóð tað til Hoyvíkingar á máltalvuni, og teir mongu strandingarnir, ið vóru komnir til Hoyvíkar í hálk- uni mikukvøldið, hingu ikki sørt við høvdinum, og tað høvdu teir góða grund til. Alt virkaði hjá Hoyvík- ingum, og hjá strandingum, ja, har var illa statt. Tvær útvísingar komu teir fyrstu minuttirnar, og so vóru Hoyvíkingar omaná bein- anvegin. Mál aftaná mál skolaði inn í málið hjá Marian í STÌF málinum, og líkamikið hvussu strand- ingar royndu, so vildi bólt- urin ikki inn um málsteng- urnar. Sum hálvleikurin leið, spældu strandingar seg heitar, men teir gjørdu enn alt ov nógvar feilir, og blak- aðu ofta bóltin burtur. So Hoyvíkingarnir vóru alla tíðina omaná. Men við stríð og strev, og góðum mál- mansspælið frá tí unga Rasmus Magnussen, ið eitt stutt skifti kom inn fyri Marian, bardi STÌF seg fram á javnleik. 15-15 var úrslitið í hálvleikinum. Hallur og Leivur stóru profilarnir Tá liðini komu út til seinna hálvleik, leikaði sera javnt á. Onkutíð var H71 á odda, so komu strandingar fram um og so vendi aftur. Ikki sørt spennandi var tað, og tað kendist, sum dysturin kundi fara báðar vegir. Hjá strandingum skaraði Leivur Justinussen framúr. Hann skoraði mál aftaná mál, og tá ið dysturin var at enda komin, hevði hann sett heili 11 mál í kassan. Yngri beiggin, Sveinur, ið mangan hevður verið bjarg- ingin hjá STÍF, hevði ikki ein so góðan dyst, og skor- aði bara 3 mál, væl færri enn vanligt er. Strandingar spældu skjótt og gott hesa løtuna, og teir fingu nógv góð mál í skjót- álopunum. Hjá H71 hekk spælið ikki so heilt væl saman. Men teirra bjarging var Halgir Dahl Olesen. Ferð aftaná ferð vísti hann, at hann í løtuni er ein av Føroya bestu hondbólt- spælarnum. Hann trumlaði sjálvur gjøgnum verjuna hjá strandingum, og syrgdi næstan einsamallur fyri, at H71 sum oftast vórðu frammanfyri STÌF. Halgir var langt frammanfyri hinar skjúttarnar hjá hoyvíking- um, Halgir skoraði 9 mál, teir sum komu næst honum vóru Piti og Niels V Niclas- sen við hvør sínum trimum málum. Ein sannur gysari Tá ið eini 10 minuttir vóru eftir noyddist Halgir av vøllinum. Tað sá út sum um, at hann hevði fingið ein skaða í onkran fingur, og so gekk niður at bakka hjá H71. Strandingar fingu nú fyrimunin, hóast H71 vóru treiskir, og teir vildu als ikki gevast. Teir fangaðu altíð strandingar aftur, og tað skuldi eisini enda javnt ella H71 skuldu fingið enn og meira burturúr. Men H71 dummaðu seg. Tá ið STÌF komu 25-26 fram um var ikki ein gong ein min- uttur eftir, men H71 fingu tvey brotskøst til at javna, og áskoðarirnir sótu sum nelgdir. H71 brendu tó bæði brotskøstini. Og tí hava strandingar nú fyrimunin, tá ið liðini skulu spæla seinnu hálvfinaluna á Skála. Men ein kann ikki siga, at strandingar hava annað beinið í finaluni. Tí at tað leikaði alt ov javnt á, og alt kundi hent í høllini í Hovík mikukvøldið. Tað kann tað eisni í høllini á Skála, ser- liga um Halgir Dahl Olesen spælir allan dystin fyri H71 hesuferð. H71-StÍF 25-26(15-15) H71: Halgir Dahl Olesen 9(1), Niels V. Niclassen 3, Piti Negru 3, Høgni M. Jo- ensen 2, Esbern Patursson 2(1), Olaf Vesturgarð 2, Sigtór Andreasen 2, Henrik Gerster 1, Chr. Eli Zachari- assen 1 StÍF: Leivur Justinussen 11, Alexandur Johansen 6(2), Pauli Hansen 3, Sveinur Justinussen 3, Bent Djurhuus 2, Borgar Daniel- sen 1 Brotskøst: H71 7(2), StÍF 2(2) Útvísingar: H71 3, StÍF 6 Diskvalifikatión: StÍF 1 Dómarar: Kristjan Johan- sen og Sámal Hansen H71-StÍF 25-26(15-15) Strandingar hava fyrimunin Halgir Dahl-Olesen var stóri spælarin hjá hoyvíkingum og gjørdist toppskjútti hjá heimaliðnum við níggju málum Mynd: Jens Kr. Vang