fríggjadagur 14. januar 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 9 - 14. januar 2005
21
Søljan-Neistin 21-28(15-13)
Neistin annað beinið í finaluni
Kvinnurnar hjá Neist-
anum hava næstan
tryggjað sær finalu-
pláss í Coca-Cola
kappingini, eftir at
tær mikukvøldið
vunnu greiðan sigur á
Søljuni á Giljanesi
COCA-COLA
KAPPINGIN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Søljan var greitt omaná í
fyrra hálvleiki av fyrru
hálvfinaluni
millum
kvinnuliðini hjá Søljuni og
Neistanum, sum var leikt
vesturi á Giljanesi miku-
kvøldið. Longu áðrenn
fyrri hálvleikur var hálv-
runnin, hevði heimaliðið
lagt seg á odda við sjey
málum, men tað vísti seg
ikki at verða nóg mikið til
fáa gestirnar til at falla í
fátt.
Flúgvandi byrjan hjá
heimaliðnum
Heimaliðið fekk eina flúgv-
andi byrjan upp á dystinum,
og leingi sá tað út til, at
Neistakvinnurnar
blivu
sendar suður aftur til Havn-
ar við einum ordans lúss-
ingi. Tá ið 20 minuttir vóru
leiktir av dystinum, var
Søljan á odda 13-6, og
Neistin hevði als ikki
funnið stevið.
Men so kom vend í, og
seinastu løtuna av fyrra
hálvleiki tók Neistin seg
spakuliga inn aftur á heima-
liðið, og tá ið komið var til
hálvleiks, høvdu tær minkað
so mikið um munini, at
leiðslan hjá Søjuni nú
einans var tvey mál, 15-13.
Neistin stongdi í
verjuni
Eftir steðgin kom fullkomi-
liga stígur í hjá Søljuni.
Gestirnir úr Havn stongdu í
verjuni, so at heimaliðið als
ikki slapp framat málinum
hjá Helenu Poulsen, og tað
gingu ikki nærum 18 min-
uttir av seinna hálvleiki,
áðrenn tað eydnaðist Nico-
letu Radu Hansen at skora
fyrsta málið hjá Søljuni í
seinna hálvleiki, men tá var
Neistin longu farin frá
vertunum.
Heimaliðið fekk bara
seks mál eftir steðgin,
meðan gestirnir fingu ikki
færri enn 15, og tí hevur
Neistin annað beinið í
finaluni undan seinnu hálv-
finaluni, sum verður leikt á
Hálsi 26 januar. Tí tað eru
neyvan mong, ið trúgva
uppá, at Søljan kann gera
Neistanum kynstrið eftir
og vinna við sjey málum á
útivølli.
Skal Søljan hava nakran
møguleika at venda upp-
gerðini, er neyðugt, at tær í
seinna dystinum ikki aftur
renna seg í slíkar løtur, har
tað gongur drúgv tíð, uttan
at tær megna at skora, tí tað
hava tær ikki ráð til.
Søljan-Neistin 21-
28(15-13)
Søljan: Nicoleta R. Hansen
6, Lina Andriulyte 5, Heidi
Maria Akselsen 4, Hertha J.
Simonsen 3, Fía Selma
Nielsen 2, Jana Jacobsen 1
Neistin: Simona Petersen
9, Annika Thomasen 5, Lív
Sørensen 4, Marjun Trónd-
arson 3, Kára á Dunga 2,
Jórun Ludvig 2, Ása á
Neystabø 2, Unn Krage-
steen 1
Útvísingar:
Søljan
4,
Neistin 4
Dómarar: Hannis og Uni
Wardum
Føroysku talvútiset-
arnir skulu sunnu-
dagin royna seg móti
sterka liðnum úr
Brønshøj. Hóast før-
oyska liðið er skert,
eru vónirnar góðar
UPPTAKT
Talvfelagið Føroyar
Jólaferian er av og tíðin er
komin hjá telvarum at seta
seg við talvborðini aftur og
berjast fyri lið síni og seg
sjálvar.
Ikki tí, nakrir av úti-
setunum, sum vanliga telva
við Talvfelagnum Føroyum
í bestu donsku deildini,
skakliguni,
hava
verið
heima á klettunum og tikið
lut í føroysku liðkapping-
ini. Heini Olsen telvaði
seinasta sunnudag á klaks-
víksliðnum og helst fer at
hann hjálpa barndómsfel-
agnum nøkur umfør aftrat í
januar. Ein góður styrkur,
nú heimliga liðkappingin
nærkast kappingarenda.
Somuleiðis hevur Carl
Eli N. Samuelsen verið
heima um jólini og leikt
tvey umfør við vestmenn-
ingum.
John Arni Nilssen hevur
eisini hildið seg heitan um
jóltíðir. Tó gekst tað ikki
honum eins væl sum hann
framanundan vónaði, tá
hann luttók í Øbro Nytår.
Gullið er farið
Danmarksmeistararnir
seinastu fýra árini, Hels-
inge, eru í ferð við at end-
urvinna DM.
Liðið er hálvtfimta stig
fremst og við tí manning
teir hava, eitt nú stórmeist-
ararnir Peter Heine Nielsen
og Lars Schandorff, er helst
eingin ivi um, at norður-
sælandska liðið aftur í ár
røkkur sínum málsetningi.
Spurningurin er bert um
hvør fer at vinna silvurið. Í
hesari kapping liggja úti-
setarnir í løtuni væl fyri við
teirra øðrum plássi. Men
kappingin er hørð og jøvn.
Eitt pláss í ovaru helvt
hevði verið nøktandi. Stutt-
ligt - og sensationelt - hevði
verið um eitt føroyskt lið
endaði millum trý tey bestu
í ríkinum.
Skerd manning
Tíverri liggur ikki fyri hjá
Heina at vera við sunnu-
dagin, tá føroyingar hitta
Brønshøj í fjórða umfari í
skakliguni.
Allir aðrir mans eru tøkir.
Við at Heini ikki er við,
muga teir flestu eitt pláss
upp eftir, sum merkir at
mótstøðan
verður
enn
sterkari. Tó eiga føroyingar
ikki at falla í fátt, als ikki, tí
liðið er í løtuni á øðrum
plássi í donskari elitutelv-
ing og hetta eiga okkara
menn at útstrála sunnudag-
in. Øll lóglig vápn skulu
nýtast.
Teir sum manna ovaru
borðini á føroyska liðnum
verða Nicolaj Borge, John
Arni Nilssen, Flóvin Tór
Næs og Carl Eli N. Samuel-
sen. 5-8. borð manna Heini
Danielsen, Terji Petersen,
Pól Martin Hansen og Ian
Leyni.
Pól Martin hevur sein-
astu tveir dystirnar telvað á
8. borði, men hesaferð
verður tað havnarmaðurin
Ian Leyni, sum tekur sær av
hesum sætinum. Ian hevur
ikki telvað nógv seinastu
árini, men hann hevur í eini
15 ár verið hollur limur hjá
Talvfelagnum Føroyum og
mangan hevur hann tikið
stig frá føroyskum topp-
telvarum. Men at nógv rust
má bankast, veit Ian fultvæl
sjálvur.
Mótstøðuliðið
Teir úr Brønshøj eru í løt-
uni á einum skuffandi fimta
plássi, hálvt triðja stig aft-
anfyri føroyska talvfelagið.
Teir hava á pappírinum eitt
rættiliga sterkt lið við
mongum kendum telvarum.
Stórmeistarin Tiger Hillarp
Persson hevur verið teim-
um ein trúgvur stuðul sein-
astu mongu árini, men av
onkrari orsøk hevur hann
ikki verið við fyrstu trý um-
førini.
Eisini hava summir av
føstu stuðlunum á aftaru
borðunum higartil heldur
ikki verið tøkir. Hetta hevur
viðført, at Brønshøj er í
tyngra endanum í Skaklig-
uni.
Stórmeistarin
Carsten
Høj og veteranurin og al-
tjóða
meistarin,
Bjørn
Brinck-Claussen, eru sam-
an við Thorbjørn Bromann
vanliga álitistelvararnir á
liðnum. Men hvørgin av
hesum hava higartil víst
nakra serliga álitistelving.
Tað er kortini ein góður
møguleiki fyri, at Tiger
verður við Brønshøj sunnu-
dagin. Hann telvar í fleiri
liðkappingum kring norð-
anlond, eitt nú í heimland-
inum Svøriki, og har verður
telvað í liðkappingini leyg-
ardagin og ikki sunnudag-
in. Tí hevur Tiger helst
stundir at ferðast yvir um
Oyrasund og hjálpa liðfel-
øgunum, sum eru í einari
hálvkreppu.
Ikki tapa
Realistiska málið hjá úti-
setunum má vera at fáa ein
javnleik.
Við
skerdari
manning í huga, er 4-4 eitt
gott úrslit. Hvussu Brøns-
høj er mannað, hevur sjálv-
sagt sína ávirkan uppá vón-
irnar, men væntandi hava
teir á pappírinum eitt sterk-
ari lið enn tað føroyska.
Støðan undan 4.
umfari
Helsinge
18,0
TF Føroyar
13,5
Helsingør
13,5
SK 1968
13,0
Brønshøj
11,0
Skolerne
11,0
Nordre
10,0
K 41
5,0
Dysturin um silvurið
Ása á Neystabø og liðfelag-
arnir úr Neistanum fingu eitt
gott úrslit á Giljanesi miku-
kvøldið, og eftir 28-21 sigur
kann staðfestast, at tær í
Neistanum at kalla hava
annað beinið í finaluni