Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. september 1999síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

4 tíðindablaðið NR. 164 - 1. SEPTEMBER 1999 Fullveldi setur stór krøv til fyrisitingina - Hóast tað er ein sannroynd, at meginparturin av okkara samfelag verður ríkin eftir føroyskum lógum og fyrisitin av føroyskum myndugleikum, fer tað at seta stór krøv til lóggávu, fyrisiting og fígging, fáa vit fullveldi, sigur fyrisitingarbólkurin í Hvítubók | 18 2923331 } 1 að | åv vinnumdlum er flogferðslan hitt størsta, ið heimastýrið onga formliga ábyrgd hevur av. Men oll flogferðsla verð- ur skipað eftir teimum treytum, sum settar verða av millumtjóða og altjóða reglum og forskriftum, tí verður ikki lørvur á stórvegis broytingum í lóggávuni, tá ið ábyrgdin verður flutt til Føroya TURIÐ KjøLBRO Alitið, sum fyrisitingarbólk- urin hevur evnað um før- oysku fyrisitingina, er seinna fylgibind til Hvítu- bók. Her verður útgreinað, hvørji åbyrgdarøkini hjá donsku rikismyndugleiku- num eru f Føroyum, eins og hugt verður at, hvussu nógv tey donsku økini kosta i dag. Greitt er, at fáa Føroyar fullveldi fer tað at seta stór krøv til lóggávu, fyrisiting og fígging, hóast tað er ein sannroynd, at meginpartur- in av okkara samfelag sum er verður rikin eftir føroysk- um lógum og fyrisitin av føroyskum myndugleikum. Hetta ti, at danska ríkið framvegis hevur ábyrgdina av fleiri stórum økjum, sum koma undir føroyskt måls- ræði. Tyngstu økini eru fiski- veidieftirlit, tilbúgving, havumhvørvisvernd, skipa- tryggleiki, flogferðsla, fólk- akirkja, fíggjareftirlit, dómsvald, ákæruvald, løg- regla og uttanrikismål, her uppi í trygdarmál og luttøka í millumtjóða felagsskap- um. Myndugleikarnir eru farnir undir fyrireikingar at fáa nøkur av hesum økjum undir føroyskt málsræði. Stórar tillagingar Gera føroyingar av, at tað er fullveldiskósin sum skal setast, verður neyðugt at fara undir fyrireikingar til eisini at taka ábyrgdina av øðrum økjum, ella at Dan- mark umsitur tey eina tíð okkara vegna, umframt, at fyrisitingin verður lagað til føroyskar fortreytir. Sam- starv er í dag á nógvum økj- um, og tað eigur at halda fram, hóast Føroyar fáa full- veldi. So sum rætturin hjá føroyingum at fáa útbúgv- ing uttanlands, sigur fyrisit- ingarbólkurin í álitinum, ið er niggjundi kapitul í Hvít- ubók. Fólkakirkjan er einasta målsøkid, sum ríkið bæði umsitur og figgjar í dag, og sum kann skipast undir Undirvisingar- og menta- målastyrinum, tå fullveldis- ætlanin verður sett í verk. Men sannlíkt er, at hetta verður føroyskt målsøki un- dir øllum umstødur, ti landsstýrismaðurin við mentamálum hevur longu sett arbeiðsbólk at fyrireika yvirtøku av kirkjuni og at gera uppskot til føroyska kirkjulóggávu. Fólkakirkjan kostar í dag sambært tólum frá ríkisumboðsmanninum umleið 13 mió krónur. Stovnar undir Almanna- og heilsumálastýrinum hava nógv samstarv við stovnar og myndugleikar í Danmark. Tað týdningar- mesta er uttan iva formliga samstarvsavtalan millum sjúkrahúsverkið og ríkis- sjúkrahúsið og onnur sjúkr- ahús í Danmark um viðgerð av sjúklingum. Sjúkrahús- verkið rindar allan kostnað- in av hesum samstarvi, og tað fer tí ikki at økja út- reiðslurnar, um tað heldur fram. Øll uttanríkisviðurskifti eru felagsmál, men í roynd- um virkar heimastýrið fyri ein part sjålvstødugt á øki- num. Ein uttanlandsdeild við seks fólkum er í Løg- mansskrivstovuni, umframt fimm onnur, sum starvast í útlondum. Harafturat eru onnur í miðfyrisitingini og í donsku uttanríkistænastu- ni, sum taka sær av føroysk- um viðurskiftum. Fullveld- isætlanin setur stór krøv á uttanrikisøkinum. = Tveir møguleikar eru. Annar er, at danska uttanríkistænastan framhaldandi tekur sær av føroyskum viðurskiftum. Hin er, at Føroyar tryggja sær rætt at nyta ta donsku tænastuna í eini skiftistíð meðan ein veruligt sjálv- støðug tænasta verður bygd upp. Tá ið íslendingar fingu fullveldi, var sáttmáli gjørd- ur í eini skiftistíð, har í- búgvarnir høvdu full rætt- indi hver hjá øðrum. Ein áseting kundi verið sum sig- ur, at føroyingar, sum eru føddir sum danskir rikis- borgarar, varðveita síni rættindi sum danir. Nýggjur skúli og holl í umbúna á Eiði Gongst sum bygdaráðið á Eiði vil, verður hol sett á stóra útbygging av skúlanum næsta ár TURIÐ KJøLBRO Eiðisfólk hava tikið nógv stór tek í seinastuni, og fleiri standa fyri framman. Í summar tók kommunan í nýtslu eldrasambýlið niðri á Korndalsharmi, har 10 fólk búgva, og hetta er tað einasta av sínum slag í øki- num. Fyri fáum árum síðani fingu eiðisfólk graslíki á fótbóltsvollin, sum komm- unan rindaði sjálv. Alt stór tók fyri eina lítla kommunu. - Nýggja fólkaskúlalógin setur stór krøv til skúlan og skúlabygningin, men ikki eitt oyra er sett av til skúla- bygging frá landsins mynd- ugleikum. Vit hava sett okk- um fyri at byggja skúlan út, tí vit hava ov fáar serstovur. Tað kemur at kosta rættiliga nógv. Eitt uppskot til út- bygging hevur verið á borð- inum, ið er mett at kosta 7- 8 mió. krónur, men tað eru bygdaráðslimir, ið halda, at vit eiga at byggja eina holl afturat skúlanum. Tí er eitt annað uppskot í umbúna. - Bygdaráðslimirnir eru vanliga rættiliga samdir um, hvat skal gerast, men í hes- um førinum eru vit ikki á einum máli. Eftir mínum tykki átti ein slík hell, sum er í umbúna, at verðið bygd í felagsskapi við granna- kommunurnar. Vit hava ein felagsskúla, sum kommun- urnar í økinum eru í felag um, og tað er upplagt, at ein holl varð bygd har um leiðir, sigur Hans Jákup í Kolls- byrgi, bygdaráðsformaður á Eiði. Bygdaráðið á Eiði hevur verið í sambandi við lands- stýrismannin í undirvísing- armálum um útbyggingar- ætlanina, men kommunan hevur ikki fingið nakað lyfti um, um landið verður við til at fíggja ein part av bygg- ikostnadinum. Ein nevnd er sett at endurskoða stuðuls- skipanina til skúlabygging í Føroyum, men sum skilst er hetta arbeiðið ikki liðugt enn. - Fara vit í gongd av okk- ara eintingum, áðrenn landsins myndugleikar hava funnið fram til, hvat gerast skal á økinum, er ikki vist, at vit fáa endurgoldið nakað frá landinum. Tí hava vit gjørt av at bíða eitt sindur enn, tí tað er stórar upp- hæddir tað snýr seg um. Stødugt skattaprosent Kommunuskattaprosentid å Eiði er 18 prosent, og hóast útbygging av skúlanum og aðrar ætlanir í kommununi, vil bygdaráðið treyðugt seta prosentið upp. - Vit hava verið uppi á 18,5 %, ongantíð hægri, og í tvey ár hava vit lækkað niður á 18. Kanska kundu vit lorað eitt sindur, men helst skal tað liggja har í nøkur ár framyvir. Skúlin á Eiði er frá sekst- savnsmynd iårunum. Bygt er uppi hann eina ferð síðani, annars er einki gjørt uttan vanligt við- líkahald. Bygdaráðsformaðurin á Eiði roknar ikki við, at hol verður sett á ætlanina í hes- um árinum, men hann metir kortini, at tað verður í hes- um valskeiðnum.