mikudagur 1. september 1999síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 164 - 1. SEPTEMBER 1999
Fjórði kapittul
í Hvítubók
viðgerð nógv-
ar móguleikar
fyri víðkaðum
fóroyskum
sjálvstýri, og
fevna hesir
móguleikar
heilt frá heim-
astýri og ímóti
fullveldi
Við skipanini >fræls-
um felagsskapi« fær
Landsstyrid sambært
Hvítubók fullan av-
gerðarrætt á flest
øllum økjum
JOHN JOHANNESSEN
>Millum heimastýri og full-
veldi< er heitið á fjórða ka-
pittlinum í Hvítubók. Hetta
er tann fyrsti kapittulin í
bókini, ið veruliga tekur
stjórnarrættarligu = støðu
Føroya til viðgerðar. Und-
anfarnu kapittlarnir eru
nevniliga meira frágreiðani
enn viðgerandi. Tann fyrsti
greiðir frá hugtakinum full-
veldi, tann næsti frá stjórn-
målasøgu Føroya og tann
triði greiðir frá sáttmálanum
Danmarkar og Íslands ímill-
um frá 1918 til 1944.
Demi og møguleikar
Fjórði kapittul er, eins og
áður nevnt, tann fyrsti við-
gerandi parturin av Hvítu-
bók, og er hesin í tveimum
pørtum. Fyrst verður við
dómum uttan úr heimi víst
á, hvussu viðurskifti millum
ríkisstjórnir og ríkisluta-
stjórnir kunnu vera skipað.
Síðani verður umrøtt, hvørj-
ir møguleikar eru fyri eini
skipan fyri Føroyar, sum
gevur meira sjálvræði enn
núverandi heimastýrisskip-
an, uttan at Føroyar verða
fullveldisríki.
Í fyrsta partinum, har
dómi uttan úr heimi verða
víst, ger Hvíabók beinan
vegin vart við, at tað er sera
torført seta ymiskar skipanir
við avmarkaðum sjálvstýri
í bás, ella at seta tær upp
ímóti hvørji aðrari og siga
við vissu, hvort ein er víð-
tøkari enn onnur. Men roynt
verður tó at lýsa hvørjar hei-
mildir ymisk umveldi við
vidtøkum sjålvstyri hava á
åvisum økjum. Og hesi øki,
ið greitt verður frá eru lóg-
gávuvald og útinnandi vald,
dómsvald, ríkisborgararætt-
ur, båskaparvidurskifti, utt-
anrikismål og løgfesting av
rikisrættarligu støduni. Eis-
ini verður greitt frå serligu
skipanini >fræslur felags-
skapur<. Hetta er ein skip-
an, ið tillutar ríkislutum
stórri vald á ávísum máls-
økjum, enn tá talan er um
vanligt heimastýri, eins og
vit kenna tað.
Uttanríkismál
Sambært Hvítubók er eyð-
kent fyri flest allar ríkislutir
kring heimin, ið hava heim-
astýrisskipan, at dómsvald
og uttaríkismál liggja hjá
ríkisstjórnini, meðan heim-
astýrisstjórnin (rikisluta-
stjórnin) hevur fult vald á
flest øllum øðrum økjum.
Eisini finnast skipanir, har
heimastýrisstjórnin partvís
hevur heimildir á uttanrikis-
politiska økinum. Hetta er
serstakliga galdandi undir
skipanini >fræslur felags-
skapur<. Tó finnast undan-
tók, har ríkislutastjórnin
ikki hevur fullar heimildir í
uttanrikismålum. Vanliga
kemur hetta fyri, tå avgerð-
irnar beinleiðis hava ávirk-
an á ríkisstjórnina. Haraftur-
at er vanligt, at ríkisstjórnin
tekur sær av øllum hernað-
armálum.
Hvítabók vísir á, at tað,
ið eyðkennir eitt fullveldis-
ríki í sambandi við uttan-
ríkismál er í fyrsta lagi rætt-
urin at gerast partur í mill-
umrikjasåttmålum og í øØr-
um lagi rætturin at gerast
limur í millumríkjafelags-
skapum. Hinvegin hava rík-
isstjórnirnar sjáldan heimild
til at gera bindandi millum-
ríkjasáttmálar, í hvussu so
er ikki uttan samtykki frá
ríkisstjórnini.
Hóast hetta, verður víst á
einstøk undantøk. Víst
verður á Belgia, sum í veru-
leikanum er býtt upp í
tíðindablaðið — > „77
Millum heimastýri og fullveldi
p
tríggjar landspartar, ið hava
hvor sítt serstaka móðurmál
og somuleiðis hvor sítt
landspartaráð. Hesi trý ráð-
ini hava fingið serligan
myndugleika at fara upp í
millumtjóðasáttmálar um
mentan og útbúgving.
Eisini verður víst á, at Hong
Kong somuleiðis er eitt
undantak. Undir navninum
Hong Kong, China kann
ríkisluturin nevniliga gera
sáttmálar við onnur lond um
búskaparlig = viðurskifti,
handil, fígging, flutning,
samskifti, ferðafólkavinnu
og ítrótt. Ríkisluturin kann
eisini hava viðskiftastovur
í øðrum londum. Ríkis-
stjórnini skal verða fráboð-
að um slíkar umboðsstovur,
men samtyki hennara krevst
ikki til at lata tær upp. Loyvi
krevst harafturímóti frá kin-
versku stjórnini, um útlend-
skar sendistovur skulu latast
upp í Hong Kong.
Millumríkjsamstarv og
fullveldi
I Hvítubók verður vist á, at
tá ið ræður um at taka lut í
millumríkjasamstarvi, er
limaskapur í flestum mill-
umtjóða felagsskapum til-
skilaður fullveldisríkjum.
Sostatt kunnu, eins og áður
nevnt, einans fullveldisríki
gerast limir í ymiskum mill-
umríkjafelagsskapum.
Hetta er sambært Hvítubók
sjálvsagt eisini galdandi tá
talan er um limaskap í ST,
Europaráðnum, ES, Felags-
skapinum fyri trygd og
samstarvi í Europa (OSCE),
verjufelagsskapinum
NATO og heimshandilsfel-
agsskapinum WTO.
Hvítabók staðfestir, at
formligt fullveldi er ein av-
gerandi fortreyt í millum-
ríkjasamstarvi, og at hóast
eitt land er lítið og í roynd
og veru ósjálvbjargið, er
eingin forðing fyri slíkum
felagsskapi.
Fræslur felagsskapur
Hóast vit omanfyri burturúr
Hvítubók staðfestu, at form-
ligt fullveldi er avgerandi
fortreyt í millumríkjasam-
samstarvi, ber til at draga í
land aftur og siga, at full-
komið fullveldi ikki er
neyðugt, fyri at bera skal til
sjålvstødugt at vera við í
millumríkjasamstarvi. Hvít-
abók nevnir nevniliga dómi
um lond undir skipanini
»frælsur felagsskapur«, ið
eru limir i ST. Hesi eru full-
veldisrikini Marshalloyggj-
ar og Micronesia. Vist verð-
ur tó á, at Niue og Cook
Islands, ið ikki hava full-
veldi, ikki eru limir i ST.
Spurningurin er so, um
Føroyar eitt nå kunnu gerast
limir í ST sum fullveldis-
land, ið tó er ríkislutur í
danska ríkinum?
Sambært Hvítubók er
meginreglan tann, at undir
vanligum vanligum um-
stóðum er hvorki fullgild-
ugur ella avmarkaður lima-
skapur møguligur fyri lond
uttan fullveldi. Og sum und-
ir skipanini >frælsur felags-
skapur< er ikki talan um
beinleiðis fullveldi, men tað
nærmasta, 10 yvirhøvur bert
til at koma veruligum full-
veldi. Undir hesi stjórnar-
rættarligu støðu hevur ríkis-
luturin ella umveldið ó-
skerdan rætt til sjálvt at taka
avgerð um síni innlendis
stjórnarrættarligu = vidur-
skifti uttan uppílegging utt-
aneftir. Eisini hevur ríkis-
luturin einsæran rætt til at
broyta stjórnarrættarligu
stóðu sína, so tað verður
skipað sum eitt fullveldi.
Semja er lyklaorðið
Hvítabók vísir á, at um mál-
ið er at fáa eina skipan. ið
gevur meira sjálvræði enn
tann núverandi, uttan at Før-
oyar verða fullveldisriki, er
fyrsta stigið, at føroyingar
sjålvir semjast um, hvørji av
hesum ynskjum, ið samráð-
ast skal um við ríkisvaldið,
og hvussu tey skulu rað-
festast. Síðan mugu sam-
ráðingarnar vísa, hvussu
langt ríkismyndugleikarnir
vilja fara í teimum ymisku
spurningunumm, og eisini
mugu tær vísa hverjar av-
leiðingar ein samráðingar-
loysn fær á tí stjórnarrættar-
liga økinum.
Loysn innan
grundlogarkarmin
Hvítabók ger greitt, at ein
loysn, ið gevur Føroyum
nakað av víðari heimildum
og trygdum møguliga kann
rúmast innan verandi dan-
ska grundlógarkarm, men
eisini verður gjørt greitt, at
hetta er nakað, ið ríkis-
myndugleikarnir fyrst og
fremst mugu taka stødu til.
Verður talan um eina
loysn, ið ikki rúmast innan
grundlógarkarmin, vísir
Hvítabók á, at møguleikar-
nir fyri at grundlógin verður
broytt av hesum ávum eru
lítlir. Gjørt verður greitt, at
um so verður, er neyðugt
annaðhvort at lata sær lynda
vuð eina meira avmarkaða
skipan, ella at finna eina
loysn, ið liggur uttanfyri
danska grundlógarkarmin,
men kortini ikki ber í sær
føroyskt fullveldi. Í hesum
sambandi verður nevnt, at
tá kemur okkurt slag av
frælsum felagsskapi uttan
fullveldi upp á tal
Seinni verður eisini
nevnt, at um føroyingar
ynskja at velja skipanina
>frælsur felagsskapur< er
ikki neyðugt við einari
grundlógarbroyting. Hend-
an skipan verður somuleiðis
mett at vera tann skipanin,
ið gongur ytst at fullveldis-
gáttini.
Velja føroyingar hesa
skipan, verður føroyska
stjórnarvaldið evsta vald í
ollum innlendis málum Før-
oya. Altjóðarættarliga verða
Føroyar eitt umveldi undir
yvirræði av danska stjórn
arvaldinum. Danska stjórn
arvaldið verður tískil evsta
vald í ollum uttanríkismál
um Føroya, eisini verjumål
um, men sambært sáttmála
num um frælsa felagsskapin
kunnu Føroyar hava ávísar
standandi heimildir at sam-
ráðast við onnur lond og at
gera sáttmálar við tey
ávísum målsøkjum.
Tveir meguleikar
Hvítabók ger at enda í
fjórða kapittli greitt, at tað
eru tvær skipanir við fræls-
um felagsskapi til. Ein er
uttan fullveldi og hin er við
fullveldi. Samanumikið
verður sagt, at einasti mun-
urin millum báðar skipan-
irnar er, at í teirri við full-
veldi høvdu Føroyar verið
viðurkendar sum ríki av
øðrum ríkjum og tískil verið
ein viðurkendur partur í al-
tjóða hopi, ið hevði havt
myndugleika at skipa fyri
sínum millumtjóða viður-
skiftum á stjørnarstødi.
Hendan skipan verður mett
at vera lík skipanini millum
Ísland og Danmark frá 1918
til 1944.