mikudagur 1. september 1999síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 164 - 1. SEPTEMBER 1999
tíðindablaðið
7
viku hátíðarhelt útnevningina
TURIÐ KJØLBRO
At Eiðisbygd fyrr í summar
varð kosin best røkta bygd
í Føroyum í kappingini, ið
Ferðaráð Føroya saman við
ødrum stovnum og mynd-
ugleikum skipar fyri, vildi
bygdaráðið ikki lata fara
aftur við borðinum uttan
skipa fyri einum tiltaki í
takksemi til bygdafólkini, ið
eiga æruna av heiðrinum,
men ikki minst fyri at und-
irstrika, at tað loysir seg at
rudda upp eftir seg.
a
Eidisfolk fagna
best røktu bygd
- Við heiðrinum at verða kosin best rókta bygd, fylgir ein stór ábyrgd, sigur
Hans Jákup í Kollsbyrgi, sum saman við bygdafólkinum mikudagin í farnu
Bíðað hevur verið til
skúlagongdin og harvið
vanligi = gerandisdagurin
byrjaðu aftur, og mikudagin
í farnu viku var so tiltakið í
góðum veðri og mest sum
alt bygdafólkið savnaðist
saman fyri at hugna sær
eina løtu. Bygdaráðið
syrgdi fyri, at øll børnini
fingu hvor sína troyggju við
búmerkinum hjá kommun-
uni á umframt áskrift, ið
vísir til best røktu bygd, og
onnur kundu keypa sær eina
troyggju fyri ein bíligan
penga. Og sum skilst hevur
verið stórur gravgangur eft-
ir hesum litríku troyggju-
num, ið eru úr góðari dygd.
Sverri Egholm, fyrrver-
andi landsbókavørður, helt
sum gestarødari eina góða
rødu, álvarsama um somu
tíð sum skemtiliga. Knút
Sverri Egholm var
gestarødari mikukvøldid á
Vaglinum á Eiði
Mynd: Jón Ingi Ejdesgaard
Eidisbørn fingu troyggju
frá kommununi við
áskriftini: Best rókta bygd
1999
Mynd: Jón Ingi Ejdesgaard
Hópur av fólki savnaðist
á Vaglinum í góðveðrinum
mikukvøldid
Vesturdal og Jógvan í Lød-
ini, báðir undangongumenn
í bygdini, søgdu somuleiðis
nøkur orð
Kvøldid byrjaði vid, at
skúlabórn sungu tvey løg,
Hans Jákup í Kollsbyrgi,
bygdaráðsformaður, beyð
vælkomin, og síðani sluppu
bygdafólkini til borðs. har
borðreitt varð við kaffi og
wienarbreyði.
Eiðisfólk eru trúgv.
Leygarkvoldið fyri skipaði
EB fyri einum tiltaki, har
rættiliga fitt av fólki var
møtt upp. Fólk stúrdu ti
fyri, at ikki so nógv fóru at
savnast um tiltakið í sam-
bandi við best røktu bygd.
Men uppmøtingin var sera
góð.
Gamalt at
fara væl um
At Eiði er ein ruddilig og
væl røkt bygd, er ikki nak-
að, sum er knappliga komið
á fólk.
- Tað er rættiliga gamalt,
at bygdafólkini gera nógv
við at halda bygdina reina
og ruddiliga. Minnist meg
rætt gongur tað aftur til
seksti árini, at fitt hevur
verið gjørt við ruddingina í
bygdini. Frá mínum barna-
árum minnist eg eisini, at
umframt hevuðsreingerðina
innandura, varð eisini farið
út í bygdina at taka upp.
sigur Hans Jákup í Kolls-
byrgi.
- At fáa tey yngru at taka
við er týdningarmikið. For-
eldrini eiga fyrst og fremst
uppgávuna at læra børnini
slíkt, og so eigur skúlin at
taka við. Sjálvsagt er ringt
at fáa oll at taka undir við
ruddingini. Eitt nú harmar
tað okkum almikið, at bil-
førarar ikki so sjáldan tóma
øskubikørini á økinum beint
framman fyri kirkjuna leyg-
arkvøld. Degnurin plagar tá
at fara út at taka upp sunnu-
morgun, áðrenn kirkjufólk-
ið kemur.
Hvonn týdning hevur tað
fyri tykkum at verða kosin
best rókta by ed 4
- Tað er altíð stuttligt at
síggja. at tað er reint og
ruddiligt rundan um ein. Vit
hava fingið henda heiðurin,
men hann førir eisini við
sær eina ábyrgd, og hana
mugu vit taka til okkum.
A Eiði hevur hotell verið
í fleiri år, og sum skilst hev-
ur fitt av fólki vitjað har í
summar
- Vit hava ikki ampa av
ferðafólkunum, men vit
kundu hugsað okkum at
fingið betri toilettviður-
skifti. Bert eitt toilett er á
økinum, har bilar og bussar
við ferðafólki vanliga
steðga á. Tað gongur, tá ið
fá fólk eru, men so skjótt
bussur kemur við nógvum
fólki, er tað ov lítið. Koinm-
unan hevur ætlanir um at
bóta um hesi viðurskiftini,
sigur Hans Jákup í Kolls-
byrgi.