Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-01, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. september 1999síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 164 - 1. SEPTEMBER 1999 tíðindablaðið 13 Spenningurin varveittur hjá kvinnunum Fótbóltur: Landskappingin hjá kvinnum í fótbólti er ikki avgjørd enn, og tað kom bara væl við hjá hin- um liðunum, at oddaliðið HB tapti ímóti KÍ í Klaksvík TERJI NIELSEN Tað er eingin loyna, at kvinnurnar hjá HB hava verið rættuliga einaráðandi í ár, men seinasta vikuskifti snávaðu tær í dysti móti grannunum í B36, og aftur hetta vikuskifti vóru tær fyri Ósigri, tá ið tær vóru á vitjan í Klaksvík. Hvor sín hålvleik Klaksvíkskvinnurnar løgdu fyri sum eitt ódnarveður. Fyrst var tað onnur av tví- burðasystrunum, Rannvá Andreasen, sum legði KÍ á odda við einum heldur iva- somum brotssparki, frætta vit år Klaksvik. Løtu seinni fekk KI horna, sum bleiv sent væl inn i brotsteigin hjå HB, har tað eftir eitt sindur av trunkaspæli eydnaðist Malenu Josephsen at senda bóltin í netið aftan fyri Ann- iku Hansen í málinum hjá HB, og so var 2-0. Stóra leikliga yvirvágin hjá Kl gav enn einaferð bonus stutt fyri hálvleik, tá ið eitt sera væl spælt klaksviksålop endaði við, at havnarkvinn- an í KI, Jóhanna Vang, fekk fatur á bóltinum og setti hann í netið til hálvleiks- støðuna 3-0 til heimaliðið Tað var KI, sum hevði alt spælið fyri steðgin, og tað var ikki óuppiborið, at tær høvdu so trygga leiðslu, tå ið farið var til hálvleiks Hinvegin høvdu kvinnurnar hjá HB nógv at tosa um í stedginum, tí tær høvdu ver 10 sera passivar og lítið á grýtnar í fyrra hálvleiki, og skuldu tær fáa nakað burt- urúr dystinum í Klaksvík, so skuldi vend fáast í, beinan vegin tá ið seinni hálvleikur byrjaði. HB kom fyri seg Gestirnir úr Havn reistust eisini eftir steðgin, og tær fingu aftur spenning í dyst- in. Fyrst sendi Eydvør Thomsen eitt beinleiðis frí- spark í netið hjá KÍ, og tá ið Eyðfríð Kristiansen síð ani minkaði til 2-3, var dyst urin aftur opin. Tey flestu sóu eisini bóltin i KI-måli- num eina løtu seinni, tá ið Eyðfríð Kristiansen aftur gjørdist púra leys við mál- verjanum hjá KI, men royndin hjá Eyðfríð streyk fram við handaru stong, og klaksvíkskvinnurnar sluppu við hvøkkinum. Hetta var ein rættuliga avgerandi løta í dystinum, tí hevði Eyðfríð javnað, er ilt at meta, hvussu dysturin hevði endað, men ístaðin hendi tað stutt eftir, at Ragna Andreasen avgjørdi dystin til fyrimuns fyri KI. Rannvá Andreasen gjørdist leys við HB málverjanum, sum tó fekk hálvbjargað royndini hjá Rannvá, men í triðju atløgu eydnaðist tað Ragna við einum góðum skoti at langa bóltin upp undir nettakið til 4-2 til heimaliðið, og so Val dysturin avgjørdur Eitt sindur av spenningi Tað eydnaðist tó HB at fáa eitt sindur av spenningi aftur í dystin, tá ið liðskip arin hjá teimum, Eyðver úr Dímun, minkaði um munin til 3-4, tá ið einir fýra min uttir vóru eftir at leika. Men eftir seinasta málið var ong antíð av álvara vandi á ferð framman fyri málinum hjá KI, sum sostatt kundu fegn ast um trý týðandi stig, tá ið dómarin bríkslaði dystin av HB liggur tó enn greitt á odda í bestu kvinnudeildini nú tær hava try umfør eftir at leika. og allir tríg í ir dyst imir, sum tær hava r, eru á hermavølli ímóti ávíkavist VB. B36 og KI. Um tær fara it varveitta odda bert visa sessin, vil tíðin Danskur målverji til Kyndil Hondbóltur: Danski målverjin heldur tað verða ein spennandi uppgávu, at sleppa at royna seg í 2 føroyskum hondbólti í vetur EYÐUN KLAKKSTEIN |. manslið hjá Kyndli hevur fingið danskan málverja á liðið. 25-ára gamli Lars Winth- er fer í vetur at verja Kyndlamålid, og málverjin, sum hevur verið við til at spæla besta mansliðið hjá Viborg upp gjøgnum deild- irnar, heldur tað verða eina spennandi uppgávu, sum hann hevur fingið — Hetta verður nakað heilt nýtt fyri meg, og eg gleði meg til hesa stóru avbjóð- ing, sigur hann við ItrOttar- Sosialin. Lars Winther hevur hond- verkaraútbúgving, og tað er ætlanin, at hann skal brúka hana, meðan hann er i Før- oyum — bæði í málinum og í gerandisarbeidi… Málmanstrupulleikar Orsøkin til, at Kyndil hevur Stjórnan spælir heima Hondbóltur: Euroa-Cup dystirnir hjá Klaksvíksliðnum verða í Kl- høllini fyrst í oktober Kvinnulidid hjá Stjørn- uni, sum skal spæl verða við í Europa-Cup kapping í hondbólti, fer at spæla báðar sínar dystir á heimavelli. Samráðingar hava ver- ið millum millum Stjørn- una og rumenska mót- stødulidid, og tey eru komin ásamt um, at Kl- høllin skal hýsa Eur-opa- Cup dystunum milum fel- øgini. Kappingin, sum Stjørn- an er vid i, kallast EHF- kappingini, og er fyri tey lidini, sum enda å plåss- unum beint aftanfyri meistararnar í heimligu kappingini. Seinasta kapp- ingarår vann Stjørnan silvur f landskappingini. M6tstødulidid hjå Stjórnuni kallast AS Silcotub Zalan, og hevur áður roynt seg í europe- iskum hondbólti við góð- um úrslitum. Dystirnar millum Stjórnuna og rumenska liðið verða fríggjadagin 8. og sunnudagin 10. okt- ober. Stjórnan skal í ár hava spælandi venjara úr Jugo- slavia, men enn er hesin venjarin ikki komin til Klaksvíkar. ek t FF - - - - | = %= þ- me - % hd a - = = sa æ Eg så % mæ mm = = - pri ad ARARLMARBRERARSRGRARNM fingið sær hendur á donsk- um málverja er, at teir mál- verjarnir, sum spældu á besta liðnum í fjør, ikki eru tøkir í løtuni. Annar hevur skift felag, og hin spælir fótbólt langt út á heystið. — Vit komu av tilvild í samband við hendan mál- verjan. Hann var og vandi við okkum fyri tveimum vikum síðani, og nú er tað so avgjørt, at hann skal spæla við okkum í vetur, sigur Ellindur Egilstrød, formaður í Kyndli. Ein partur av málmans- trupulleikan hjá Kyndli kemst av, at Hans á Lag ger nógv við fótbóltin. Tí kann Kyndil ikki rokna við hon- um fyrr enn fótbóltskapp- ingin er av í oktober mán- aði. — Gongdin næstu árini fer at verða, at spælarar ikki fara at hava møguleikan at verða toppspælarar í bæði hondbólti og fótbólti, teir verða noyddir at velja, tí báðar kappinginar gerast longri og harðari, sigur for- maðurin í Kyndli. Harðari kapping í Viborg Lars Winther er tann sein- asti av gamla liðnum í Vi- borg, sum nú skiftir til ann- að felag. Hetta liðið spældi eftir fá- um árum Viborg úr Dan- marksseriuni og heilt upp í meistaradeildina, har fel- agið nú spælir. Kvinnurnar í Viborg hava nátt stórum úrslitum, bæði í heimligu kappingini og í Europa- Cup, men í jútska býnum droyma tey um eitt enn sterkari manslið eisini. — Viborg hevur júst keypt ein nýggjan málverja, og tað hevdi gjørt tað enn Lars Winther fer í vetur at standa í málinum hjá Kyndli. Mynd: Jonhard Hammer truplari hjá mær at sloppið at spælt á besta liðnum. Tí er tíðin komin til eina nýggja avbjóðing, sigur Lars Win:her. Enn hevur Lars Winther bert vant nakrar fáa ferðir við Kyndli, og tí dugir hann ikki at meta um styrkina hjá liðnum. — Men eg dugi at síggja, at har eru fleiri rættiliga góðir spælarar við á liðnum, sigur hann. 3. deild í morgin Í mikudagsbladnum hava vit vanliga um- rødu av fótbóltskapp- ingini í 3. deild hjá monnum, men tað eydnaðist okkum tí- verri ikki at faa hesa umrødu við í blaðið í dag. Øll tann vanliga um- rødan av 3. deild (grein, úrslit, stóða og málskjúttar) verður í blaðnum í morgin. Vit biðja lesarar okkara umbera okk- um. Ítróttar-Sosialurin