mikudagur 1. september 1999síða 14
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
14
tíðindablaðið
NR. 164 - 1. SEPTEMBER 1999
Catwalk í Club 20
Hóskvoldið var stór mótasýning í Club 20, har handilin “Deres" sýndi tað nýg
litir fyri mannfólk í vetur, og fyri damurnar verður reytt "in”-liturin í vetur, sett saman við svørtum
KÁRI DAVIDSEN
Nógv fólk hevði leitað sær
oman í Club 20 hoskvøldid,
har 4 fk fólk sýndu
fram vetrarmótan 1999 frá
Deres. Hetta var ikki sum tær
mótasýningarmar, ið vit kenna
frá td. SMS og aðrastaðni
Tey, ið sýndu fram, gingu
nærum millum fólkini, og so-
statt fekst tú betri møguleika
at síggja klæðini. Tað, at sýn-
ingin gekk fyri seg niðri í
Club 20. er eisini nakað nýtt.
-"Okkara kundar eru fyrst
og fremst ung fólk. Og allar-
helst tey somu, ið ganga í
"Club 20". Ein kann siga, at
okkara klæði síggjast aftur í
"Club 20”, so tað er rætta
staðið at vísa tað nýggjasta
fram“, sigur Hans á Lag, ið
skipaði fyri mótasýningini.
Mótasýngingin var liður í
verkætlan hjá Hans á Lag, ið
júst er vorðin liðugur við út-
búgving sína sum kramba-
kallur innan klæði. Hetta er
ein 3 ára lang útbúgving, ið
kann takast í ollum handlum
kring landið.
-"Utbugvingin er júst nú
sett upp í 3 ár frå 2 árum. Eg
havi tikið útbúgvingina uppá
2 ár og eri nú í ferð við at
leggja síðstu hond á endaupp-
gávuna. Tann praktiski part-
urin gongur fyri her heima,
ímeðan tann teoredski part-
urin gongur fyri seg í Dan-
mark. Eg havi verið 4 ferðir
2 vikur í Danmark á skúla."
Hans á Lag hevur roynt
ymiskt annað, áðrenn hann
fór í læru. Hann gekk á HH,
arbeiddi síðani sum múrari í
eitt tíðarskeið og fór so til
skips í nakrar mánaðar.
-“Tað er sjálvsagt ein stór
broyting at fara frá sovorðn-
um arbeiði at arbeiða við
klæðum, men eg havi altíð
havt stóran áhuga innan alt
við handil at gera. So tá ið
møguleikin beyð seg - ja, so
tók eg av."
Hans er ídag leiðari av ítr-
óttardeildini í "Deres”, og tað
skuldi hann havt gott hegni
til. Mong munnu kenna Hans
á Lag gjøgnum ítróttin. Hann
hevur verið fóroyameistari í
bæði hondbólti, fótbólti og
badminton.
-“Tað at selja ítróttarklæði
passar mær væl, tað er nakað,
sum eg kenni til."
Men hóskveldið vóru tað
tó ikki ítróttarklæðini, ið vóru
yjasta nýggja fram. Svart og myrkt vera
í hásæti.
-“ Hetta var seinasti mótin
áðrenn ár 2000, ið varð sýnd-
ur fram, so vit skuldu hava
tað eitt sindur annarleidis.”
Og tað var tað. Skotið var
við sjampanju aftaná sýning-
ina, og modellini arbeiddu
sum barrvørar, tá ið borðreitt
var vid "Alarma” — nýggj-
asta "vørumerki” hjá Club
20.