hósdagur 2. september 1999síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 165 - 2. SEPTEMBER. 1999
tíðindablaðið
3
— Vit ætla at
Eftir at Hvítabók alment varð handa
landsstýrinum í gjár, segði lógmaður,
at landsstýrið miðar eftir, at tær pol-
itisku samráðingarnar skulu enda í
hesum árinum. — Hetta varð forsætis-
ráðharrin eisini kunnaður um undir
vitjanini í Fóroyum, segði Anfinn
Kallsberg. Niðanfyri prenta vit róðu
hansar
Við grundarlagi í sam-
gonguskjalinum frá 9. maí
1998 er sjálvstýrisætlan
landsstýrisins í fýra stigum:
|. Lógtingssamtyktin um at
seta føroyskt fullveldi sum
mál, ið varð samtykt á tingi
2. oktober 1998 við atkvød-
unum hjá samgonguflokk-
unum og Miðflokkinum.
2.Allar neyðugar útgrein-
ingar og kanningar í hesum
sambandi, sambært løg-
tingssamtyktini.
3. Aðalorðaskifti á tingi um
útgreiningararbeiðið, áðr-
enn farið verður til samráð-
ingar við ríkisstjórnina um
ein sáttmála, ið skipar Før-
oyar sum eitt fullveldisríki
í samstarvi við Danmark.
4.Góðkenning av sáttmál-
anum á løgtingi og fólka-
tingi og fólkaatkvoða í Før-
oyum um såttmålan.
Endamálið
við Hvítubók
Nú eru útgreiningarnar og
kanningarnar lidnar, og har-
við er annað stig í fullveld-
isætlanini liðugt. Endamál-
ið við at fara undir hetta
arbeiði, var:
* At kunna alt Føroya fólk
um tey krøv, fullveldisætl-
anin setur og teir møguleik-
ar, sum liggja í hesi ætlan
* At lýsa møguleikarnar
fyri skipanum, sum geva
okt sjálvstýri uttan at Før-
oyar taka fullveldi.
* At geva landsstyri, løg-
tingi og gøllum politiskum
flokkum eitt álítandi grund-
arlag at standa á, tá fyri-
munir og vansar við full-
veldisætlanini skulu viðger-
ast.
* At fáa eitt álítandi grund-
arlag undir arbeiðinum at
gera samráðingarupplegg
og sáttmálauppskot at
leggja fyri donsku stjórnina.
* At fáa eitt álítandi grund-
arlag undir arbeiðinum at
gera politiska semjur um
langtíðarpolitikk og langtíð-
arraðfestingar í einum
sjålvsbjargnum Føroyum.
Hvitabok
sum grundarlag
Landsstyrid metir, at sått-
målanevndin, búskapar-
nevndin og fyrisitingarb6lk-
urin hava lagt úr hondum
eitt arbeiði á høgum faklig-
um stødi. Landsstýrið fegn-
ast um, at full semja er fing-
in í neyndum og bólkum um
at lýsa so grundleggjandi
viðurskifti fyri framtíðar-
støðu Føroya.
Landsstýrið er samt um,
at Hvítabók á nøktandi hátt
lýsir og viðger teir grund-
leggjandi spurningarnar í
sambandi við at skapa fult
politiskt og búskaparligt
sjálvbjargni fyri Føroyar.
Kanningararbeiðið útveg-
ar tey neyðugu amboðini,
sum nýtast skulu, tá semjur
skulu gerast um tey itøki-
ligu politisku málini, og far-
ast skal undir triðja stig í
fullveldisætlanini.
Urslitini staðfesta, at ong-
ar beinleiðis forðingar eru
fyri at fremja fullveldisætl-
anina. Við hesum kanning-
um sum grundarlag ber tí
til at nýta ta politisku orku-
na til at loysa tey itøkiligu
politisku og búskaparligu
krøvini, sum sjålvstyrisætl-
an setir. Harvid ber nú til at
koma burturúr tí midleysa
og mødandi svart-hvita pol-
itiska orðadráttinum um
framtidarstødu Føroya, og
í staðin seta sær klár og
greið mál.
Landsstýrið fer at skipa
fyri mest møguligari kunn-
ing og upplýsingar um inn-
íhaldið í Hvitub6k, soleiðis
at Føroya fólk er væl kunn-
að um krøv, møguleikar,
fyrimunir og vansar við ætl-
aðu broytingunum.
Politiska við-
gerðin frameftir
Landsstýrið fer nú undir at
gera politiskar niðurstøður
av Hvítubók og at orða
greiðar målsetingar fyri
tryggum sjálvbjargnispoli-
tikki. Hetta verður saman
við Hvítubók grundarlagið
undir aðalorðaskiftinum á
tingi seinni í hesum mán-
aðinum.
Landsstýrið vónar, at all-
ir flokkar fara at geva sær
neyðugar stundir at viðgera
Hvítubók við opnum sinni
og at gera sínar politisku
niðurstøður, soleiðis at vit
fáa eitt gott, sakligt og væl-
grundað aðalorðaskifti.
Tá aðalorðaskiftið hevur
verið, fer landsstýrið í tøtt-
um samskifti við uttan-
landsnevnd løgtingsins at
orða eitt itøkiligt samráð-
ingarupplegg, sum skal
leggjast fyri donsku stjórn-
ina. Samráðingarnar við
donsku stjórnina fara at
hava sum fyrimynd sáttmál-
an, ið gjørdur var millum
Íslands og Danmarkar í
1918, og sum skipaði Ísland
sum eitt fullveldisríkið í
tøttum samstarvi vid Dan-
mark.
Hesar samráðingar mill-
um landsstýrið og stjórnina
fara fram sambært teirri av-
talu, sum landsstýrið og
stjórnin gjørdu tann 10. juni
enda samráðin
Anfinn Kallsberg á Hotel Hafnia í gjár, tá Hvítabók alment varð handa landsstýrinum
1998. Í hesi avtalu er ásett,
at danskir og føroyskir
myndugleikar við sjálvstýr-
isætlanini sum grundarlagi
skulu samráðast um eina til-
lagingartíð, har stødid verð-
ur lagt undir føroyskum
sjálvbjargni.
Landsstýrið miðjar eftir,
at tær politisku samráðing-
arnar skulu byrja og enda í
hesum árinum. Hetta varð
danski forsætisráðharrin
kunnaður um á almennu
vitjan síni í Føroyum 5.-10.
august í ár. Forsætisráðharr-
in gjørdi greitt, at stjórnin
er sinnað at samráðast, so
skjótt samráðingarupplegg-
ið frá føroyingum er klárt.
Landsstýrið fegnast um,
at danskir myndugleikar so
greitt hava givið til kennar.
at teir eru sinnaðir at sam-
ráðast um at gera ein tíðar-
hóskandi sáttmála millum
Føroyar og Danmark.
Tå tær politisku samråd-
ingarnar eru lidnar, er tann
yvirskipaði karmurin um
framtíðar samstarvið mill-
um londini fastlagdur.
Høvudsendamål
hjå landsstyrinum
I teirri politisku viðgerðini
av krøvum og målsetingum
i fullveldisætlanini, leggur
landsstyrid fyrst og fremst
dent å at treyta sær, at tæn-
astustødid til tann føroyska
borgaran innan eitt nú út-
búgving, heilsu- og almann-
amál, ikki verða á lægri
stødi enn tær eru í dag. Fyri
at tryggja at stóðið ikki
lækkar, hevur landsstýrið
sett sær hesi mál:
1. Eitt åbyrgdarfullur bú-
skaparpolitikkur skal hald-
ast við verandi búskapar-
vøkstur, soleiðis at vit halda
kósina móti búskaparligum
sjálvbjargni, samstundis
sum fíggjarmarknaður og
gjaldoyraviðurskifti verða
tryggjað.
2. Vinnulívsins umstødur
skulu framhaldandi bøtast,
og bæði nýggjar og verandi
vinnur skulu hava góðar
karmar at mennast til tess
at tryggja eina sunna javn-
vág millum framleiðslu og
nýtslu.
3. Sáttmálin við Danmark
skal tryggja eitt javnbjóðis
og mennandi samstarv mill-
um Føroyar og Danmark å
øllum teimum økjum, har
tørvur er å hesum
4. Luttøka Føroya i altjóða
samfelagnum skal mennast
til frama fyri vinnuliv, út-
búgving og gransking.
Seta vit okkum hesi aðal-
mál fyri politikkinum, ber
til at gera langtíðarraðfest-
ingar og langtidarsemjur,
sum fara at tryggja øllum
s Ís
Mynd: Alvur Haraldsen
borgarum eitt fullgott al
ment tænastustødi á øllum
økjum í einum sjålvbjargn-
um Føroyum
Vegna Føroya Landsstýri
Annfinn Kallsberg.
løgmadur
Nu aftur å goymslu i flest
øllum útgávum
Komið og royni hann
OPIÐ ER EISINI
LEYGARDAGIN 4. SEPT.
KL. 10.00-14.00
iP/f Wenzel <>
Akranesgøta 5 - FO 100 Tørshavn
Tlf. 313873 - Fax 311173