Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. september 1999síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 465.-,2; SERFEMBER 4999; tidindabladid SUS 4047. Høgni Hoydal ismadur í sjålvst landsstyr rismað ur, er sannførdur um, at fullveldisloysnin er tann einasta rætta. Millum loysnirnar í kapitli fýra í Hvítubók kunnu sambært honum bert nýtast til kjak Mynd: Alvur Haraldsen - Loysnin er fullveldi Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum, Hógni Hoydal, heldur ikki nakra av teimum fýra hóvuðsleiðunum í Hvítubók, ið vísa á skipanir millum núverandi heimastýri og fullveldi, vera gongdar leiðir hjá landsstýrinum. Hann metir einastu loynsina vera fulfíggjað fullveldi JOHN JOHANNESSEN Hóast Hvítabók vísir á fýra høvudsleidir, ið liggja millum verandi heimastýr- isskipan og heilt at fullveld- inum, heldur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í sjálv- stýrismálum, ikki, at nøkur av hesum leiðunum er verd at fylgja. Eftir hansara tykki er kapittulin, ið viðgerð hes- ar fýra leiðir, eitt gott grund- arlag fyri at skapa gott kjak millum politisku flokkarnar, ið ikki ynska fullveldi og samgonguna, ið er fyri full- veldisætlanunum. Tær fýra leiðirnat kunnu sambært Høgna Hoydal geva mót- stóðufólkum móti fullveld- isætlanunum íblástur til kjak, men eftir hansara tykki er einasta gongda leið- in framvegis fulkomið sjálvstýri. Skiftistíðin Sáttmálanevndin, ið hevur staðið fyri arbeiðinum við Hvítubók, vísir á, at ein av teimum fýra høvudsleidun- um millum verandi heima- stýrisskipan og fullveldi, nevniliga skipanin >frælsur felagsskapur< flytur áhugan burtur frá spurninginum um, hvert stjórnarrættarliga stóða Føroya er sambærlig við donsku grundlógina. Eisini vísir såttmålanevndin á, at hetta er ein skipan, ið gongur dygst at fullveldin- um og ger eitt møguligt skifti til fullveldi formliga lættari. Men Høgni Hoydal held- ur tó ikki, at hetta er rætti vegurin at føra fullveldis- ætlanirnar út í verki. — Skipanin, sum Ísland og Danmark valdu og sum onnur lond eisini hava valt er eisini ein góð skipan. Hendan skipanin merkir, at vit fyrst staðfesta, at allar heimildir liggja í Føroyum, tað vil siga, at formliga verður staðfest, at Føroyar hava alla ábyrgd og sostatt hava fullveldi. Síðani verð- ur farið undir eina skiftistíð, har vit spakuliga venja okk- um av við fíggjarliga stuðul úr Danmark og so fram veg- is. Er munurin millum fræls- an felagsskap, ið seinni kann fóra til fullveldi, og fullveldisætlanir landsstýr- isins ikki júst er tann, at fræslur felagskapur merkir, at vit fyrst kunnu fáa eina skiftistíð og síðani fullveldi, meðan fullveldisætlanirnar merkja, at vit fyrst fáa full- veldi og síðani eina skiftis- tíð? Hesum svarar Høgni Hoydal við at spyrja, hví vit skulu hava eina skiftistíð uttan fullveldi. Hann heldur, at vit mugu kom fram til, hvørjar grundgevingar eru ímóti fullveldisætlanini og so fram vegis. Høgni Hoy- dal heldur ikki, at tad lønar seg at koma vid nakrari millumloysn, tå høvudsend- amálið er at fáa fullveldi. — Jú fleiri millumloysnir eru, jú verri verður tað at fáa eina skiftistíð at vera eina nýggja byrjan fyri Før- oyar. Kapittul fýra, ið um- talar allar hesar millum- loysnirnar er ein kapittul fyri tey, ið ynskja aðrar loysnir. Sostætt ber til at fáa á borðið, hvat talan ímóti, at vit fáa fult ræði á okkara egna landi, og hetta vil eg eisini fegin nýta tíð uppá at viðgera í tinginum. Men fyri meg er tað avgerandi, at vit fáa einar frælsar Før- oyar við fullum fullveldi. Vald ikki neyðugt Hvítabók vísir á, at tað finnast 15 sjålvstødugar tjóðir í heiminum við minni enn 100.000 íbúgvum. Og sambært Herlufi Sigvalds- syni, formanninum í sátt- målanevndini, ið hevur ar- beitt við Hvítubók, er tað ymiskt, hvussu hesar tjóðir hava klárað seg eftir loys- ingina. Tó verður víst á, at felags fyri flest allar av hes- um tjóðum er, at tær hava funnið fram til fleiri nýggjar vinnuvegir eftir loysingina. Felags fyri allar hesar tjóðir er eisini, at tær hava fingið fullveldi eftir seinna heims- bardaga og nógvar av teimum eftir 1960. Høgni Hoydal heldur tað vera at fegnast yvir, at tað finnast so nógvar frælsar smátjóðir í heiminum, og heldur hann hetta sýna okk- um, at tað ber til, at hava eitt sjålvstødugt land, hóast fólkatalið ikki er stórt. Hann vísir somuleiðis á, at júst hetta eisini sýnir okkum, at eini tjóð ikki longur nýtist at hava stórt hernaðarligt vald fyri at vera sjålvstødug. — At hava ábyrgd av sær sjálvum er ikki longur í al- tjóða høbi bert møguligt hjá teimum londum, ið eru stór, sterk, rík og hava stóra her- megi. Hugsanin hjá Høgna Hoydal er, at júst tá vit hava ábyrgd av okkum sjálvum, fara vit at klára at stýra landinum betri, og er hann sannførdur um, at hetta eis- ini fer at menna Føroyar fíggjarliga. Nýggir vinnuvegir Neyvan man nakar føroy- ingur ivast í, at vit í roynd og veru bert hava eina høvudsvinnu, ið heldur meginpartinum av føroyska búskapnum uppi. Hetta kom Reidar Nónfjall, for- maður í búskaparnevndini, ið hevur skrivað fylgibindið um búskap, ið hoyrir til Hvítubók, eisini inn á. Men Høgni Hoydal heldur hetta ikki vera nakra forðing fyri, at Føroyar fáa sjálvstýri, tí eftir hansara tykki fer full- veldi at føra við sær, at farið verður undir nýggjar vinnur. Her hugsar hann serliga um KT vinnu, alivinnu, olju- vinnu og handverksvinnu uttanlands. — Fyri at fáa hesar vinnur upp at standa er neyðugt at hava væl útbúgvið fólk, og tí eiga vit at gera nógv við at geva ungdómi okkara tær bestu fortreytirnar fyri góðum útbúgvingarmøgu- leikum, leggur Høgni Hoy- dal dent á. Men eftir eina møguliga loysing er sannlikt, at før- oyskur ungdómur ikki long- ur fær pening frá SU, ið er stuðulin, veittur verður gll- um lesandi í Danmark. Tó órógvar hetta ikki Høgna Hoydal tað minsta. Hann er sannførdur um, at føroyskt fullveldi fer at hava so mikið nógvar øktar inntøku- møguleikar við sær, at eing- in fording verdur fyri at studla føroyskum lesandi figgjarliga. Atkvøda år 2000 Høgni Hoydal er fegin um Hvítubók, og vónar hann, at hon fer at verða ein góður amboðskassi at nýta í einari løgtingdsvidger av full- veldisætlanum landsstyris- sins. Hann sigur, at um við- gerð í tinginum og samráð- ingar við donsku stjórnina ganga sum ætlað, verður farið til eina fólkaatkvoðu um føroyskt fullveldi tíðliga ár 2000.