hósdagur 2. september 1999síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 165 - 2. SEPTEMBER. 1999
17
Alt á einum stað
Birgir Poulsen, fyrireikari
Annað ár á rað
verður skipað fyri
vørumessu fyri
handilsfólk og
umboð úr ymsum
vinnum. Áhugin
fyri at vera við er
vaksandi og fyri-
reikarin, Birgir
Poulsen væntar, at
messan verður ár-
ligt tiltak
DAGFINN OLSEN
Skipað varð fyrstu ferð fyri
f
7.
vørumessu av hesum slag i
fjør. Tå var hon hildin å
Hotel Føroyum, men åhugin
fyri at luttaka er vaksandi,
so f år er vørumessan i
lItrøttarhøllini á Hálsi. Í
vikuskifuinum bjóða 30
heilsølur, framleiðarar og
tænastuvirki seg fram å Vør-
umessuni 99.
Birgir Poulsen, ið fyri-
reikar vørumessuna, hevur
arbeitt sum sølumadur og
innan heilsølu í mong år.
Hann sigur, at nógvar ymsar
sølustevnur hava verið, men
at saknur hevur verið í slík-
ari, har øll hittast á einum
stað.
- Áður hevur tað verið so,
at t.d. nakrar heilsølur hava
sligið seg saman, og sýnt
fram og flutt frá hotelli til
ADC-heilsølan verður við á vørumessuni '99
hotel. So eru kundarnir,
handlarnir farnir til eina
sýning eitt vikuskifti og síð-
ani til næstu sýning viku-
skiftið eftir og so framvegis,
og hetta er keðiligt, tí kund-
in kanska at enda ikki veit,
hvat hann hevur bílagt, og
so verður bílagt upp í sam-
an, sigur Birgir Poulsen
- Nú er alt á einum stað og
kundin, handlarnir, fáa eina
heildarmynd, metir Birgir
Poulsen. Hann sigur, at tað
er vanligt, føroyskar heilsøl-
ur ferdast til slikar vøru-
messur f grannalondunum
fleiri ferðir árliga.
Birgir Poulsen heldur, at
bæði føroyskar vørur og eis-
ini tænastur er kappingar-
førar i dag. Bæði viðvíkj
andi dygd og prísi og hann
fegnast um hesamenning.
- Fyrr var tað kanska
meira so, at fólk keypti í
útløndum, tí tað kostaði ikki
líka nógv. Tann tíðin og
hugburðurin er um at fara,
og fólk hugsa kanska heldur
ikki altíð um, at keypir ein
aðrastaðir, so koma tollur og
onnur avgjøld omanå, tá ein
hevur vøruna í Føroyum, so
munurin verður lítil og
eingin, sigur Birgir Poulsen.
Skúlar vitja
Birgir Poulsen sigur, at tað
hevur verið skipað fyri sølu-
stevnum í Føroyum áður, ið
hava verið ein blanding av
vanligari sølustevnu og
stevnu fyri handilsfólk, men
hetta liggur fleiri afturi í
tíðini.
Vørumessan 99 hevur ein
málbólk og er sum so ikki
almenn.
- Tó so, nakrir skúlar hava
fingið innbjóðing. Studenta-
skúlin kemur at vitja við
einum flokki og eisini
Handilsskúlin, sigur Birgir
Poulsen.
Talið á framsýnarum er í
ár 30, í mun til 21 í fjør.
Hetta er ein av orsøkunum
til, at messan er flutt. eisini
hava fleiri ynskt størri båsar,
ti fleiri hava hug at gera
meira burturúr í år.
Birgir Poulsen væntar eis-
ini fleiri vitjandi í ár, enn í
fjør. Í år er tann broyting
gjørd, at tey vitjandi gjalda
ikki fyri at koma inn. Í ár eru
ókeypis atgongukort send
heilsølum og framleiðarum,
sum tey so hava sent víðari
til sínar kundar. Birgir Poul-
sen leggur tó dent á, at hevur
onkur ikki fingið, so fáa tey
tað við hurðina.
Besti básur
Birgir Poulsen metir, at fleri
hava hug at gera nógv
burturúr básinum á ár. Í fjør
var besti básur ikki kosin,
men ætlanin er at kjósa
besta bás á Vørumessuni
'99.
- Hetta er ikki fyri at fáa
kapping í, men tað ger helst,
at básarnir hava ein ávísan
standard, sigur Birgir Poul-
sen.
Vanliga fáa luttakandi
fyritókurnar fitt burturúr og
Birgir Poulsen sigur, at í fjør
vóru bæði kundar og fram-
sýnarar væl nøgdir. Hetta
kom millum annað til sjónd-
ar við tað, at longu áðrenn
messan í fjør var liðug,
høvdu fleiri biðið um pláss
til messuna í ár.
Birgir Poulsen væntar, at
hetta er tiltak, ið verður
afturvendandi komandi ár-
ini, men hann er tó varin við
at spáa ov langt fram í tíð-
ina, tí so nógv kann henda.
Men hann ikki í, at
komandi árini verður tørvur
á slíkari messu.
Ivast
— VØRUMESSAN "99
I ITROTTARHØLLINI A HALSI 3.-5. sept.
Vørumessan 99 er ikki almenn, men ætlað ollum handlum, frisørstovum, stovns-
skrivstovu- og virkisleiðarum. Tey, ið ikki hava fingið sendandi ókeypis atgongu-
kort, fáa hesi við dyrnar.
Finnbogi Arge, landsstýrismaður, setir vørumessuna '99 friggjamorgunin
Verumessan verður opin soleiðis:
Fríggjadagin 3. september kl. 10.00-20.00
Leygardagin 4. september kl. 10.00-20.00
Sunnudagin 5. september ki. 10.00-18.00
Ver vælkomin!
3. september kl. 10.00
Í hugnaligu matstovuni i høllini
verður høvi at keypa alt til matna,
so sum degurða, smyrjibreyð og
okkurt leskiligt aftur við einum
kaffimunni
Næ
3
Esmar Simonsen
Poul Hansen, heiisela
4 Foss-E
r 5 Vema Jacobsen
J F Kjølbro, heilsøla
7 Damfar
8 Scanvægt
Vision Software
El & Tele
Tøting
2 El innbugv Service
ingi Andreasen
Nr 13 Norð Trukk
Nr 14 Føroya Bjór
Nr 15 Inventartænastan
Nr 16 Trio import
Nr 17 EB-Heilsølan
Nr 18 Farey
Nr 19 Esmar Simonsen
Nr 20 Poul Hansen heilsøla
Nr 21 Eysturoyar Heilsøla
Nr 22 Anfth
Nr 23 JF Kjølbro. hellsølea
Nr 25 Petur Gaardlykke
Nr 26-27 Poul Michelsen, herisøia
Nr 28 Landshandilin
Nr 29-30 ADC Heilsølan
Nr 31 Vaktargarburn
Nr 32-33 Jogvan Weihe
Nr 34 AW. Foto 8 Video
Nr 35 Suðuroyar Ultvirk
Nr 36 Kemilux Industr
Nr 37 Eimskip
Nr 24 Meginfelag Bunaðarmanna MBM