Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-02, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. september 1999síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

á NR. 165 - 2. SEPTEMBER. 1999 tíðindablaðið 21 Háskúlin livir í dag, - 100 ár seinni - við sitt fríska lív Hundrað ár eru oldingaár, viðhvórt eisini tá talan er um hugsjónir, men hetta - at búgva út ungdóm til sjálvstóðugt hugsandi og frælslynt menniskju - er hugsjón, sum verður verðandi ung, segði Guðrun Gaard m. a. í róðu síni á fólkafundinum í Fógrulíð Í hesum ári eru hundrað ár liðin, síðani skúli, sum einki minni var enn koll- veltandi fyri skúlaskap og fólkahugsan í Føroyum, fyrstu ferð lat upp sínar dyr fyri føroyskum ung- dómi. Hyggja vit at háskúla- rørsluni í stórri europeisk- um høpi, er hon úrslit av teirri fólkaræðisligu rørsl- uni, sum, eftir at eina- veldistíðin var av, setti spurnartekin við stættar- skipanina og gudagivna valdinum hjá fáum ein- staklingum. Í Fóroyum var háskúlin úrslit av tjóðskaparligu vekingini, sum tá hevdi um fjórðingseld á baki, men ikki minni var hann fruktin av seiggi og sterka vilja teirra monnum og konum, sum átóku sær arbeiðið at gera tær vøkru hugsjónirnar til veruleika. Ymiskt varð sagt og skrivað um hetta mál und- an hesum. Afturhalds- vongurin í kjakinum sá trøll í tí sum var í umbúna, men viðhald og ynski um at fáa føroyskan skúla smæddu seg als ikki burt- ur. Vit síggja dømini um áhugan fyri málinum, tá Vit hy ggja í blødini frå teirri tíðini, Dimmalætting og Føroyingatidindi. Eg havi kortini hug til fyrst at venda mær til eina aðra keldu - eitt bræv. Eitt kvøldid i oktober 1897 situr soleiðis bónda- konan við Kirkjar í Mið- vági og skrivar soninum bræv. Hann hevur tá verið burturi í seks ár og hevur júst sagt foreldrum sínum frá ætlanum um at stovna háskúla í Føroyum. Mamman hevur, sum verða man, hugsað nógv um hetta, sum hevur við sær, at sonurin má verða burturi eitt ár afturat, og harumfamt ger tað honum framtíðina heldur óvissa. Hon sigur í brævinum soleiðis við hann um hesar stóru ætlanir: me jeg har hørt lidt i Dimmalætting om høj- skolen, en vil ligesom bagtale, en anden vil for- svare og han forklarer saa, hvad der læres der, og jeg synes godt om, hvad han der skriver. Det er godt at lære sig selv og sin Gud at kende og få øjet op for hvad der er kønt” Við hesum fáu gløggu orðum samanfatar Ada Rasmussen, mamma Ras- mussar Rasmussen tað, sum er mest týðandi í sjálvari tí hugmyndafrødi- ligu grundhugsan, sum háskúlin og háskúlargrslan oll byggir á. At læra sjálv- an seg at kenna sum ein- stakling og sum lut i tí heildini sum hvør menn- iskja livir í, var tað. sum lá í allari frålæruni, sum háskúlin bæði her og í grannalondunum gav næmingum sínum. Søgan, trúarlæran, heimsspekin, alisfrødin, náttúrulæran og seinast, men sanniliga ikki minst, málið og bókment- irnar, allar hesar læru- greinir høvdu fyrst og fremst eitt og sama enda- mál at vekja medvit um stóðu og samleika næm- inganna í tilveruni allari. At lata eygu upp fyri tí, sum er vakurt, er bein- leiðis eitt annað endamál í frálæruni. At læra tey ungu, at lívið er annað enn matstrev, og at andin doyr uttan andaliga fødi, sum kroppurin eisini ger tað uttan holdsliga fødi. Á háskúlanum vórðu eygu latin upp fyri vakurleik- anum í málinum, í kær- leikanum til landið og náttúruna og fyri rikidøm- inum, sum er í bókment- um og líst. Varhugin av ollum hes- um liggur longu í tí, sum bóndakonan við Kirkjar skrivar í brævi sínum hetta heystarkvold í 1897, og tí vælsignar hon uttan at himprast sonin og heldur honum til at fara undir verkið. Teir báðir Rasmus á Háskúlanum og Símun av Skarði løgdu nógv fyri og lótu sjálvir alt sítt, tá ið teir fóru undir at gera háskúlahugsjónina til ver- uleika i Føroyum. Mong eru dømini, bæði í munn- ligari frásøgn og í skrivad- um keldum, um teir mein- bogar og tey sera tepru fíggjarligu kor, sum teir máttu stríðast við. Talan var vidhvørt heilt bók- staviliga um, at tey ungu fingu mentan fyri breyð. Eitt heldur sorgskemtiligt dómi um hetta er at finna í brævi, sum Rasmus skriv- ar norður til Símun, sum tá er staddur á Skarði, stutt eftir at skúlin er flutt- ur til Havnar. Hann sigur soleiðis um viðurskiftini: "tey dagligu húsfor- holdini eru nakað sum tey vóru har norðuri í ring- asta skili, matlagið er bedrøviligt, allir dreingir- nir vóru sum rullupylsur tá ið teir komu, nú eru teir sum vindgosnir barka- kýlar“...... Vit síggja soleiðis, at tað at halda lívið í skúlanum, var hart stríð. Skúlin hevði tann mótburð, sum aftur- haldssemi í føroyska sam- felagnum tá beyð honum, men skilligt er eisini, at hann hevði vinir, sum løgdu nógv fyri til tess at hjálpa honum. Skyldfólk og vinir skúlans hava sent í heilum epli, kjøt, fisk, ull og vaðmal - og pengar, tá tað bar teimum til. Tað er sjålvsøgd hugsan, at størsti tydningur skúl- ans var, at hann var for- oyskur skúli - hin fyrsti skúlin í Føroyum, har móðurmálið var viðurkent og virt. Hetta var sam- stundis eisini orsøkin til ta mótstøðu, sum skúlin hevði, og stríð Rasmussar og Símunar at lívbjarga skúlanum var tí eisini eitt politiskt strid, sum hevði ta avleiðing, at teir báðir, í ymiskum skiftum vóru nógv uppi í politiskum arbeiði á sjálvstyrisvongi. Tann týdningurin, sum Foroya Fólkaháskúli hevur havt fyri Føroyar og før- oyska samfelagið alt, kann valla yvirmetast. Eitt er alt tað, sum gekk fyri seg á sjálvum skúlanum, og sum gav so mongum ungum føroyingi gott i beinid, bæði tjóðskaparliga og menniskjaliga annars. So mong hava har fingið lærdómin og dirvið til at avríka tað, sum vit sum føroyingar kunnu vera errin av í dag. Rithøvundar hava har sæð, at tad bar til at skriv og yrkja å føroyskum onnur eru har vorðin var ug við, at tey høvdu anda ligar ella handaligar gávur. sum eftir háskúlaskeiðið kundu mennast og nørast framhaldandi. Av ti, at tjóðskaparligur samleiki og frælsi ein staklinga er berandi hug sjón í håskularørsluni, var skúlin tjóðskaparliga kveikjandi í hinum norð- urlondunum eins og í Føroyum við. I Føroyum kravdi undirvising i sam- svari við hendan andan sjálvsagt føroyskt læru- bókatilfar, sum tá ikki var til. Tað hevði so við sær, at háskúlamenninir fóru undir at gera fagurbók- mentatilfar og lærubók- mentatilfar eftir hesum tørvi, og tað er at undrast yvir, hvussu nógv teir so við og við fingu á skaftið í so máta. Ymiskir vóru teir av lyndi og samstundis bestu vinir, og helst er tað av hesum báðum orsøku- num, at tað, sum teir av- rikadu bókmentaliga hevði slíka breidd tilsamans og royndist so væl á mongum av teimum gkjunum, har tørvurin á føroyskum lestri var grefligastur. Vit kunnu leysliga nevna yrkingar og søgur Símunar av Skarði, Sjónleikurin Vár, Jóla og Nyarsbøkurnar, Ungu Føroyar, har hann sjálvur skrivaði meginpartin, greinir um skúla og undir- vísing og um onnur evni, stuttsøgur Rasmussar og fyrstu føroysku skaldsøg- una Båbelstornid, greinir i hópatali um náttúruvísind- alig evni, roknibøkur og lærutilfar um alisfrødi, Plantulæruna og seinni Føroya Floru o.s fr. - hesi verk eru bert hissini nevnd. Hetta arbeiðið eigur sín stóra part av æruni av, at ein føroysk bók ikki longur er løgin og sjáldsamur lutur, men at vit tvørturim6ti eiga føroyskar bøkur til allar tær bókmentagreinir, sum bókmentir hjá eini tjóð eftir røttum eiga at hava. Tjóðskaparliga tilvitsku- vekjandi var eisini tað, at teir dúgliga tóku lut í al- menna politiska kjakinum í bløðunum og sum rødar- ar á fólkafundum kring landið. Stórt savn av hes- um greinum og rødum varð nýliga útgivið í bók, útgáva, sum vísir okkum, at mangt av tí, ið tá varð sagt, hevur sama virði sum ágangandi viðmerk- ingar til nútíðar politisku stóðu, sum tað hevði til politisku støðuna tá. Vit kunnu sostatt staðfesta. at innast í sjálvbjargnis- vilja føroyinga í dag logar enn sami eldur, sum tá varð kveiktur Háskúlin livir í dag. - 100 ár seinni - við sítt friska lín Samfelagið er broytt. « skúlin er á ymsan hátt eisini broyttur, men grund arhugsjónin, at menna medvit einstaklingsins um seg sjálvan, at stimbra frælsu hugsanina. frælsa lyndið og viljan til sjålv bjargni. er enn hin sama Sama kann sigast um tað at menna sans næming anna fyri ti, sum er vakurt "at få øjet op for hvad der er kønt” Skularnir i føroyska nútíðarsamfelagnum røkja tey áhugamál. sum samfelagið nú í tíðini hevur. Krovini eru ógvuliga sergreind, vit hava tekniskar skúlar, handilsskular, fiskivinnu- skúlar, studentaskúlar, kokkaskúlar, læraraskúlar o.s.fr. og allir eru teir próvskúlar. Tað, sum næmingar, ið nú á døgum velja at fara á háskúla, fáa høvi til, er tað, sum aðrir skúlar íkki bjóða, eitt menningar- skeið, har tað ikki eru pråvtøkur í sergreinum, sum hótta fyri framman, har tey sleppa at vera saman við øðrum við tíð til umhugsan og vinarlag, har hvør sleppur at leggja dentin á tað, sum áhugan dregur, har tey í skiftandi lærugreinahøpi sleppa at kjakast um lívsins ymisku viðurskifti, og á tann hátt búnast til okt medvit. Hundrað ár eru oldingaår, vidhvørt eisini tå talan er um hugsjónir, men hetta - at búgva út ungdóm til sjålvstødugt hugsandi og frælslynt menniskju - er hugsjón, sum verður verðandi ung. Hetta er í dag væl viður- kendur veruleiki, sum eigur at hava ta avleiðing fyri skúlan, at honum verða givnar góðar treytir fyri framhaldandi at mennast og virka føroyska samfelagnum til gagns. Eg fari at enda at ynskja Føroya Fólkaháskúla til lukku vid teimum hundrad årunum vid ynski um, at hann, i samsvari vid sitt upprunaliga lyndi, ongan- tíð må stirðna, men altíð verða livandi skúli í opn- um sambandi við fólkið og rákið í síni samtíð. Takk fyri Guðrun Gaard